mikudagur 2. mai 1990síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
da 8
Fylkingslimir
og Fiskepigerne
sita við sviðanum
Grunnur
journalistikkur
Sosialurin er eitt gott
blað. Eg njóti at lesa
hann. Tá eg lesi hann,
byrji eg á forsíðuni og lesi
hann so síðu fyri síðu
Tá eg las leiðaran
28.4.90 sat eg og mutlaði
fyri meg sjálvan: Púra
beint! Um viðmerkingar-
nar sum leiðaraskribent-
urin hevði til sjónvarps-
samreðuna við Paula
Ellefsen um ráfiskabýtið.
Henda samreða hjá
sjónvarpsmanninum var
ikki tað sum ein kallar
»dybdeborende«
Lesi so vidari og sjåh
andi vid serligum åhuga
samrøduna vid Dånjal av
Rana við vvirskriftini
Eurofisk besta loysnin í
løtuni
Gjerdist satt at siga
bilsin, tá eg sá at undir-
skriftin í báðum førum
var tann sama.
Tí slapp nakar lætt í ein-
ari samreðu, so var tað D
av Rana
Hetta vóru avgjert ikki
nærgangandi spurningar
Dánjal sigur at leigu-
málið tryggjar raksturin
av virkinum væl og virði-
liga.
Her átti blaðmaðurin at
spurt: Hvat fáa tit í veru-
leikanum burtur úr sátt-
málanum við fransar?
Hvussu
stórar eru
kapitalútreiðslurnar hjá
flakavirkinum? Hvussu
stór er skuldin hjá flaka-
virkinum pr. dato?
Um tað passar at virkið
fær eina krónu pr. kilo, so
kundi blaðmaðurin pass-
andi spurt: Er nakað sum
helst útlit fyri, at virkið
fær eitt tonsatal, sum við
einari krónu pr. kg. kemur
at dekka kapitalútreiðsl-
urnar
Kundi eisini
spurt:
Hvussu fyristillar nevnd-
arformaðurin fyri Tvør-
oyrar Flakavirki sær at
vit skulu fáa 7.900 tons í
ár, tá fyrsta kvartal hevur
givi 830 tons!!
Hetta grunnur
journalistikkur og sam-
reðan gav ikki klárheit um
nakað. Hon var bert ein
verjureða fyri ágang móti
arbeiðarunum á Tveroyri,
frá einum samvitskuleys-
um fakfelagsformanni.
var
Dánjal av Rana
erklerar seg sjálvan
óbrúkiligan
Við at geva skarvin yvir
og lata virkið á fremmand-
ar hendur, hevur Dånjal
av Rana váttað tað sum
onnur leingi hava vitað, at
hann er koyrdur fastur
Hann dugir ikki sjálvur,
men aðrir duga!
Tá ið man hevur koyrt
eitt virki eftir
meira enn einaari millión
reyv við
um mánaðin í tvey ár, so
skal man eisini vera óvan-
liga forherðaður, um ein
ikki viðgongur sína egnu
elendigheit
Wirtschafts-
wunder
Okkara lokali Ludwig Er
hard á Sevmýri og jarðar
drótturin Frongisvågi
mugu halda seg hava
skapt eitt »figgjarligt
undurverk«, tí tað, sum
teir ætla er at afturgjalda
12 mill. kr. við 4,5 millión-
um!
FLakavirki
hevur fyrsta ársfjórðing
fingið 830 tons.
Um tað gongur heilt
væl, so koma 4.500 tons
upp í ár og hetta gevur 4.5
mill. kr. við einari krónu
pr. kg
Utreiðslurnar hjá Flaka-
virkinum til rentur, av-
dráttir o.a. eru ikki undir
10 mill. kr. Heldur nærri
teim 12 mill. kr.
Her koma so at resta í
hvussu so er 5.5 mill. kr. í,
og tað er tað, sum D. av
Rana kallar at »tryggja
raksturin væl og virði-
liga«.
Blakad 800.000 kr.
ut gjøgnum
vindeygad
Sjålvt um hesin såttmåli
er stempladur »Loyndar-
mål«, ja, hann er so
hemmiligur, at sjálvt
admiral Canaris varð-
veitti ikki sini loyndarmål
betur, so er líkið út um
megnarfadesuna, ið fólka-
floksgreipan Páll og Dánj-
al hava gjørt við laksin-
um, sum Tveroyrar Flaka-
virki viðger fyri alararnar
á Tveroyri
Flakavirkið hevði í 1988
eina innteku av laksaar-
beiði uppá 2.466.048 kr.
Eftir fransasáttmála-
Tveroyrar
num fær flakavirkið ikki
eitt klovið oyra.
Sáttmálin sigur nevni-
liga, at virkið fær 1 krónu
fyri hvert innhandlað kg,
men laksurin verður ikki
innhandlaður, hann verð-
ur bert viðgjerdur á virk-
inum!!
Umleid 800 tons av
laksi verða slaktað á Tver-
oyri um árið, so her átti
flakavirki at fingið netto
800.000 kr.
So mitt ráð til Føroya
Landsstyri er: Fåid tykk-
um ikki Påll Vang og
Dånjal av Rana at for-
handla eina avtalu um
undirgrundina!
Mær lysti eisini at vit-
að, hvat ráðgevingar-
honorarið hjá Páll Vang er
fyri slíka ráðgeving!!
Fáa 1 kr. pr. kg.
kundi fingið
4 kr. pr. kg.
Dánjal av Rana sigur at
einasta loysn var at leiga
til fransar.
Her noyðist eg at brúka
so sterk orð sum slutur og
vrøvl.
Tá ið nú Dånjal hevði
avgjert at ofra arbeiðarar-
nar á Tveroyri fyri at virk-
ið ikki skuldi fara fallit.
Tá ið hann nú knappliga
ikki longur helt at tað
gjørdi nakað, at fiskurin
fór mestsum óviðgjerdur
av landinum.
Tá hann nú knappliga
var farin at síggja stórt
uppá at nógvar familjur á
Tveroyri ikki eiga mat í
munnin, so kundi hann
sagt sum so:
Virkið skal yvirliva. Vit
verða noyddir at senda
fiskin óviðgjerdan avstað,
tí tað gevur mestan pen-
ing. Men hann skuldi
sjálvandi eisini sagt: Men
hetta gera vit sjálvir, so
fær virkið allan ágóðan av
seluni, t.v.s. ikki
enn 4 kr. pr. kg.
A henda hátt vildi hann
gjørt tað tíðarskeið, har
arbeiðararnir á Tveroyri
skuldu líða hungur og hali
fyri virkisins skuld so
stutt sum gjerligt.
Men hetta vildi
ikki! Og hví?
Nógv sver liggja nær
uppá henda spurning,
men sjálvur haldi eg, at
hetta bert var eitt úrslit
av hansara fullkomna
minni
hann
Nr. 63 — 2. maí 1990
ókunnleika um hvat gong-
ur fyri seg á einum flaka-
virki í almindiligheit og
hansara manglandi vitan
um virksomheitsøkonoi í
serdeilisheit.
Sundstein veit.
Dánjal av Rana
veit ikki
Feroya Landsstýri hevur
givið Tveroyrar Byråd
loyvi at seta 15 mill. kr. í
Tveroyrar Flakavirki.
Jógvan Sundstein upp-
lýsti fyri undirritaða á al-
mennum fundi á Tveroyri,
at Feroya Landsstýrið
hevði givið loyvið, tí teir
hevdu fingið at vitað, at
skuldin hjá virkinum við
hesari peningainnspræn-
ing frá kommununi vildi
minkað so nógv, at rakst-
urin fór at bera seg!
Foroya Datas
Beint aftan á kemur
Dánjal av Rana upp og
sigur, at ongin kennir
roknskapartelini fyri
1989!!
So meldar spurningurin
seg!
Hvussu kann Føroya
Landsstyri geva loyvi til
at seta 15 mill. kr. i eina
fyritøku, har nevndarfor-
maðurin ikki kennir figg)-
arsteðuna hjá virkinum,
og hvussu kann sami
nevndarformaður yvirfyri
einum blaðmanni siga, at
fransasáttmálin klárar at
gjalda skuldina, tá skuld-
in eftir hvat Dánjal sigur
ikki er kend!!
Ein kann taka saman-
um og siga, at hetta leigu-
mál er gjørt í ókunnleika
og desperatión.
Samstundis kemur til
sjóndar ein kynisma yvir-
Í TELDUSKEIÐ Í
fyri arbeidarunum, sum
onki stendur aftanfyri
harðkókaða kapitalistatil-
takið, sum hendi, tå ein
stórur bilframleiðari í
JSA flutti bilverksmiðj-
una suður til Mexico og
gjørdi 35.000 fólk arbeiðs-
leys í einum býi, sum
hevði 150.000 íbúgvar.
Men hvat gjørdu fakfe-
løgini har tá? Tey fóru í
stersta sit-down verkfall-
ið, sum nakrantíð hevur
verið.
Hvat ger fakfelagið á
Tveroyri. Tað glorverdiga
Fylking. ONKI!!
Tí tað er fakfelagsleið-
arin sjálvur, sum hevur
kastað fólkið út í arbeiðs-
loysi.
Signar P. Dam
MAJ
AU Vh <
BR.
kúli fer at halda hesi
telduskeið í vikunum
7. og 8. maj:
9. og 10. maj:
14., 15. og 16.:
17. og 18. maj:
21.,22. og 23:
25. maj:
19,20 og 21:
N
UT
WordPerfect, tekstviðgerð
PlanPerfect, rokniark
Navigator, IBM-bókhaldsskipan
SuperCalc, rokniark
LUNDIN, békhaldsskipanin hjå
Com-Data
MS-DOS, telda, diskar og forrit.
Røkt og trygdaravrit.
Skeiðini verða hildin i hølunum hjá Com-Data,
Brekkutún 1 í Hoyvík. (Sama innkoyring sum FK).
Skeiðini byrja hvønn morgun kl. 9, og vit gevast seinna-
partin kl. 16. Prísurin er 1690,- kr. pr. dag, íroknað kaffi
fyrrapart og seinnapart.
FØROYA DATASKÚLI
HOYVÍK
Tlf. 16173
1292) 1N3HdO4SVHO
7 | Upplysing og tekning fer fram å tlf. 16173.
NU er at spenna
BELTINI
»Flekk fær eina
systur« og
»Hvar er
Flekk?<
48.-.
„Stóra orðabókin
hjá Flekki« 86.-.
$
H
;
4
i
H
;
LAÐA URL
me VAR
A