mikudagur 2. mai 1990síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UN PE
Tr
Á
KO RUSSIA Ss
AÐ DLG ER
Nr. 63 — 2. mai 1990
NN
SN s0SIalurin
Skálkurin
Um arkitektur og design
Hví ikki sniðhús?
Tað man vera ein kend sega millum
fólk, ið hava bygt hús, at ætlanin upp-
runaliga var at byggja >dreymahúsið<,
men endin gjerdist so kortini, at eini
sniðhús vórðu keypt
Orsekirnar til hesa gongd kunnu
vera fleiri og góðar. Sum demi kunnu
nevnast prísurin, byggitíðin og ómaka-
loysið.
Prísurin
Ofta verður ført fram, at sniðhús eru
bíligari enn eini hús, sum
hevur fingið teknað.
Sjálvandi kann okkurt vera í hesum,
men hyggjast má eisini eftir, hvat fæst
fyri peningin. Sjáldan er lagdur tann
stóri kreativiteturin í útsjóndina á ein-
um sniðhúsum og sjáldan verður roynt
at skapa upplivingarrík rúm inni í
teimum
Hetta verður nógv oftari gjert í
sjálvteknaðum húsum, og tí ber illa til
at samanbera prís, um ikki prísmunur-
in er heilt stórur. Og tað er hann van-
liga ikki!
ein sjálvur
Byggitíðin
Av ti at sniðhús eru ein søluvøra
næstan sum breyð — er tað av avger-
andi týdningi fyri framleiðaran, at
hann er ferur fyri at veita veruna í tí
standi og til tann dag, hann hevur lov-
að. Hetta gevur yvirhevur eina styttri
byggitíð fyri sniðhúsini enn fyri tey
sjálvteknaðu, og harvið smærri byggi-
rentur.
Ómakaloysið
Í ómakaloysinum liggur helst stersti
fyrimunurin hjá sniðhúsunum. Meðan
tú, um tú byggir ein sjálvteknað hús,
valla hevur tíð til at passa títt vanliga
arbeiði fyri rokningum og handverkar-
um, ið ikki koma, so kanst tú, serliga
um tú byggir eini sniðhús, ið skulu
veitast lyklaklár, næstan sita í leni-
stólinum í stovuni og bíða eftir at tey
skulu verða liðug.
Avgjert ein stórur fyrimunur.
Útsjónd og innrætting
Arkitektoniskt má sigast, at sniðhús-
ini yvirhevur hava sera lítið at bjóða
uppá. Tey tykjast tilvildarliga propor-
tionerað, og innrættingin er so tanka-
tóm og einstáttað, at ein fær varhugan
av, at fólk als ikki gera sær greitt
áðrenn tey keypa, hvat veran skal
kunna.
Tað er greitt, at sniðhús verða tekn-
að fyri at rekka einum so stórum
publikummi sum gjerligt, men tað at
ein slík vera kann seljast ber eftir mín-
um tykki bert boð um, at alt ov nóg“
fólk, hóast tey eru í ferð við at in-
vestera fy ri oftast meira enn eina milli |
én, ikki hava gjørt sær greitt hvat tey
vilja hava. Og tað er fyri mær óskilj-
andi!
Nakað heilt annað er so tað, at ein
meira enn so sær hús, sum eru teknað
fyri ein ávísan persón, eru so keðilig og
líkjast so nógv einum vanligum snið-
húsum, at eigarin tað sama kundi havt
keypt eini slík. Slíkt er bæði synd og
skomm og ber boð um vánaliga ráð-
geving.
Hvat so?
Tað er einki at ivast í, at fyri hin ein-
staka eru eini hús, ið eru serliga teknað
til hansara terv og ynski, hansara
grundstykki og hansara pengapung
tað besta, og um rætt verður atborið
eigur eisini at bera til at fáa alt hetta
og samstundis at fáa onkrar av teim-
um fyrimunur, sum sniðhúsini kunnu
bjóða uppá.
Til ber at koyra byggingina av ein-
um sethúsum líka professionelt, sum
byggingina av einumhverjum sterri
bygningi. T.v.s. at líka frá teimum
fyrstu skitsunum og til húsið stendur
liðugt er arkitekturin ella byggifrød-
ingurin umboðsmaður byggiharrans
úteftir. Hann útvegar tilboð uppá allar
arbeidstøkur, ger saman við handverk-
arunum bindandi tíðarætlanir, hevur
eftirlit við byggingini, váttar allar um-
benir og rokningar áðrenn tær verða
goldnar.
Síða 3
Við Hans Dåvid Dam
og Hannis Egholm
Um fyrireikingararbeiðið til eitt tí-
líkt byggimål verður gjørt nóg væl og
tekningarnar somuleiðis, eigur byggi-
harrin longu tá tilboðini eru innkomin
at vita sera neyvt, hvat húsið fer at
kosta, tá tað er liðugt
Tað, sum ein tílík ráðgeving og
byggileiðsla kostar eyka, verður lætt-
liga spart aftur í minni eykaarbeiði og
stytri byggitíð
Etlan mín við hesi grein er ikki at
oyðileggja framtíðina hjá ellum snið-
húsaframleiðarum í landinum, men eg
eri ivaleysur í, at fyri føroyskan arki-
tektur hevði tað verið til fyrimunar
um fleiri fólk, sjálvandi við hollari ráð-
geving, sjálvi teknaðu hús síni, so tey
hóskaðu til teirra ynski og terv og til
tað grundstykki, sum byggjast skuldi
HE