mikudagur 2. mai 1990síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
úr = 000 ir AA KR
|
SEINASTU
BINGO-TØLINI
eru i blaðnum í dag
Hóast bert trý tøl í hverjum blað, men fimm
ferðir um vikuna, so vóru tølini, mett í tíð, skjót-
ari uppi hesuferð, enn undanfarnu árini við 3
ferðir 4 tølum um vikuna.
Seinastu tølini eru i blaðnum í dag og sum vant
seinasta Bingo-dagin, so prenta vit niðanfyri
drignu tølini við åvising til tað bað, tey vóru í:
Í blað no. 42/18, 40, 73, 9, 27, 56 — 43/14, 33,
67 — 44/22, 50, 78 — 45/3, 29, 60 — 46/20,
53, 74 — 47/28, 44, 81 48/7, 36, 64 —
49/24, 41, 80 — 50/11, 49, 76 — 51/26, 51, 85
52/5, 46, 69 — 53/34, 61, 87 — 54/15, 57,
79 — 55/32, 68, 89 — 57/10, 47, 82, 25, 62, 77
58/17, 58, 86 — 59/8, 35, 83 — 60/16, 42,
65 — 61/4, 38, 59 — 62/21, 43, 72 — 63/1, 13,
5
Mikudagin 16. mai
Vit hava i dag mikudag 2. mai. Tølini skulu vera
okkum i hendi i seinasta lagi um 2 vikur, sum er
mikudagin 16. mai
Spælireglurnar
Spælireglurnar, sum eru eins og undanfarnu år,
eru hesar: Øll, id bert hava 10 ella fleiri røtt tøl,
kunnu senda inn og soleidis vera vid i lutakastin
um um teir mongu høvudsvinningarnar
Tey vid fullari plåtu hava beinanvegin vissad
sær ein av smærru BINGO-vinningunum. Men
harumframt eru hesi eisini vid i lutakastinum um
høvudsvinningarnar
»BINGO"
må og skal setast å allar bjålvar vid fullari
plåtu vid tilhoyrandi tølum.
»10 RØTT«
— må og skal setast å allar bjålvar vid 10 ella
fleiri tølum røttum, men ikki fullari plåtu.
Tølini
Skal plåtan vera gyldug, so skulu øll tøl, tit hava
fingið til ta ávísu plátuna, leggjast i bjålvan sam-
an við plátuni.
Merkið bjálvarnar rætt
Umframt at merkja allar bjálvar við antin >10
RØTT« ella »BINGO«, skulu bjálvar og plátur
merkjast við navni, bústaði, bygd/býi — og
endiliga møguligt telefonnummar á plátuna, so
vit fáa boðað høvudsvinnarunum frá sum skjót-
ast.
Eina plátu í hvønn bjålva
Minnist til bert at lata eina plátu við tilhoyrandi
tølum í hvønn bjålva. Men til ber at lata fleiri
smærri bjálvar í ein størri — men allir skulu vera
merktir sum nevnt omanfyri.
Sendið bjálvarnar til: Sosialurin, Box 76, 110
Tórshavn — ella komið inn á gólvið hjá okkum
á Argjavegi 26.
Drigið verður so skjótt uppgjørt er. Hetta
plagar ikki at taka drúgva tíð aftan á, at seinastu
bjálvarnir eru fingnir okkum — einar 3 til 4 dagar
ella so — men boðað verður frá í blaðnum aftan
á 16. mai, í hverjum blað vinnararnir verða
kunngjørdir.
Nakrar
viðmerkingar
Í oddagreinini í Sosialin-
um týsdagin 24. apríl
skrivar ein, sum undir-
skrivar seg -en, um m.a.
tvídráttin millum Jjavn-
aðarfólk á Tveroyri. Hann
sigur í hesum sambandi,
at tað er at harmast um,
at menn ikki kunnu tala
seg til rættis, serliga tá
tað meira snýr seg um per-
sónlig viðurskifti enn poli-
tikk.
Nú veit eg ikki, hver -en
er, men tað kann ikki vera
nógv, viðkomandi veit um
viðurskiftini á Tveroyri,
tá ið hann heldur, at tví-
drátturin er av persón-
ligum orsekum. Fyri ikki
at grava eitt áralangt
stríð framaftur, so kunnu
vit bert hyggja at støduni
á Tveroyri í dag.
Ein politiskt valdur
meiriluti hevur avreitt ar-
beiðaranna og borgaranna
virki til aðrar at reka, við
ti ursliti, at stórur partur
av arbeiðandi fólkinum
gungur arbeiðsleyst.
Somu fólk hava sam-
stundis villleitt arbeiðs-
fólkið við at lova, at við
hesum vælkenda leigu-
sáttmála fór arbeiði at
verða meira og meira stød-
ugt. Urslitid er beint tað
evugta.
At vit í minnilutanum í
býráðnum, sum annars
ongantíð eru eftirspurdir í
hesum máli, hava skrivað
eitt sindur seinastu tíðina,
kann væl saktans ikki
undra nakran. Fyrr var
illa. At arbeiðsfólkið krev-
ur arbeiðarafelegini at
halda fundir um steðuna,
kann væl saktans heldur
ikki undra nakran. Men at
kalla hesar trupulleikar
persónligar, tað má átal-
ast.
Tað svitast ikki, at tað
er ein samgonga millum
javnaðar-, fólkafloks- og
tjóðveldisfólk, sum hevur
tikið virkið frá fólkinum
og latið privatkapitalist-
um tað, við tí syndarligu
grundgeving, at undir
teirra veingjum fer alt at
bera til.
Um hetta ikki er vorðið
eitt politiskt stríð, so
haldi eg, at -en má greiða
okkum frá, hvat politikk-
ur er.
Annars haldi eg, at tað
tíverri vísir seg so, at alt
ov nógvir blaðmenn hava
hug at seta kikaran fyri
tað blinda eygað, og siga,
at á Tveroyri eru bert
klandursvætti. Men so er
ikki, hetta er eitt stríð um
hugsjónir, sum onga aðra
staðir í Feroyum finnur
sín líka.
Í Sosialinum 28. apríl er
ein samreða við nýggja
stjóran á Tveroyrar
Flakavirki, H.J. Remmer,
og ein samreða við nevnd-
arformannin, Dånjal av
Rana. I sama blad leggur
-
blaðstjórin dent á í odda-
greinini, tydningin av, at
tíðindafólk fylgja spurn-
ingunum upp og trá-
spyrja, hvat tað er fólk
meina við. Men langt er
ímillum orð og gerð, tá vit
hyggja at samreðunum,
serliga ta við býráðsfor-
mannin, tá hesin fær loyvi
at siga, at Eurofisk var
besta loysnin, uttan at
prógva tað við einum ein-
asta tali. Eisini fær hann
loyvi at siga, at teir vilja
royna nýggjar leiðir, utt-
an at spurt verður, hvat
hann meinar við. Er tað
kanska ein nýggj leið at
selja fiskin gjøgnum Marr
& Co. istadin fyri Fiska-
søluna. Er tad kanska ein
nýggj gongd leið at senda
fiskin ótilvirkaðan avstað
og senda arbeiðsfólkið til
hús. Er tað kanska ein
nýggj leið at lata aðrar
fara avstað við vinningin-
um av laksaarbeiðinum?
Remmer, sum eg als
ikki kenni persónliga, sig-
ur, at stórt undirskot hev-
ur verið á hverjum ári,
sum skattgjaldrain mátti
rinda, men nú er virkið
leyst av kommunukassan-
um. Somuleiðis greiðir
hann frá, at tað, sum nú
fer fram, kann samanber-
ast við »perestrojka-råk-
ið< eystanfyri. Her átti
blaðmaðurin sjálvandi at
vitað, at Tveroyrar Flaka-
virki hevur havt yvirskot
eftir rentur og avskriving-
ar í fleiri år við føroyskari
leiðslu og við arbeiði til
allar vinnuferar hendur,
og at kommunukassin
ikki so mikið sum veðhelt
fyri kassakredittum. Fyri
at kunna lesaran betur
um, hvat ið er hent síðan
1988, tá virkið knappliga
fór at geva risaundirskot,
kundi blaðmaðurin hósk-
andi havt samreður eisini
við fyrrverandi nevndar-
formann og fyrrverandi
stjóra. Men ikki eitt orð.
Av einari ella aðrari or-
sek tykist Remmer vera
sera góður við okkara
nógv troytta kommunu-
kassa. Loyvi mær tó at
ivast í, at seinasta oyrað
er latið úr honum til flaka-
virkið. Ikki so lítið smæð-
in hann er, soleiðis alment
at úttala seg kommunal-
politiskt, tá hann jú ikki
er limur í kommununi.
Eisini loyvir Remmer sær
at ivast í, at tey, sum hava
funnist at hesum leigu-
såttmåla, vilja virkinum
tad besta. Hann heldur
okkum hava onnur motiv,
sum hann sigur. Eg ivist
so ikki i, hvørji hansara
motiv eru, nå hann rekur
Tvøroyrar Flakavirki.
Livst so spyrst.
Joannes Eidesgaard.
Mr. 63 2. maí 1990
Heimahjålpin!
Eg farið hervið at
koma við eini rættleið-
ing til grein í Sosial-
inum hin 27.4. um
heimahjálpina.
Eftirlitskvinnurnar
hjá heimahjálpini
verða ikki beint kunn-
aðar av leiðsluni um
sáttmálasamráðingar-
nar. Har er so at siga
komið undir land, men
lagið.
Vit í Heimahjálpara-
felagnum kunnu vissa
eftirlitskvinnurnar um,
at tað eru vit, sum
bíða, til tey á Heima-
hjálparaskipanini eru
klár. Hóast tað hevur
verið arbeitt við sama
uppskoti nú í tvey ár,
skal leiðslan nýta hálvt
ár til at umskipa seg
leiðarin fyri heima- eftir nýggja sáttmálan-
hjálpini gav okkum um. Gud náði okkum,
sum frammaná, tå hon um heimahjálpirnar
á fundi úti í Tinganesi = vóru so seinar í vend-
førdi fram, at sáttmál- ingini.
in ikki kundi koma í
gildi fyrr enn 1. sept.
Hetta varð uppaftur-
tikið á næsta fundinum
við Heimahjálparafe-
Sunneva Tyril,
formaður í Heima-
hjálparafelagnum
Vanlukkutrygging
Fyri ikki at verða fyri ov stórum fíggjarligum
missi, um vanlukkutilburður berst á, er
neyðugt at hava tryggingarvidurskiftini í lagi.
Tryggingarsløgini eru:
Vanlukkutrygging av hjálparfólki
á sjógvi og landi — løgskipad.
Tey, ið hava fólk í arbeiði á sjógvi ella landi,
hava skyldu til at halda arbeiðsfólkið van-
lukkutryggjað.
Eigarar av skipum og bátum yvir 4 tons
hava skyldu til at vanlukkutryggja mann-
skapið.
Heimatrygging av sjófólki
løgskipad.
Tey, ið vinna meir enn 1/5 av årsinnløguni av
sjónum, hava persónliga tryggingarskyldu.
Sjálvboðin arbeiðsvanlukkutrygging
sjálvkravd.
Arbeiðsvanlukkutrygging fevnir um van-
lukkutilburðir, ið henda í persónligum arbeiði
hjá tryggjaða.
Hartil fevnir henda arbeiðsvanlukkutrygg-
ing eisini um vanlukkutilburðir, ið henda
beinleiðis á veg til og frá arbeiðsplássi.
Sjálvboðin frítíðarvanlukkutrygging
sjálvkravd.
Frítíðarvanlukkutryggingin verður teknað
sum uppískoyti til arbeiðsvanlukkutrygging-
ina, so tryggjaði eisini er vanlukkutryggjaður
í frítíðini.
Vanlukkutryggingin gevur nærri upplýsingar
og leiðbeiningar. Ringið, skrivið ella støkkið
inn á gólvið.
Tað er livsneydugt…
PE EL. 0
frerovA
Foroya Vanlukkutrygging S/F
Telefon 11466 & 15952
Yviri vid Strond 23
Postboks 59 * 110 Tórshavn
LE
*
F
RE
20
i