mikudagur 2. mai 1990síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
síða 18
Nýggi útvarpsstjórin:
Einarætturin
skal vardveitast
- Utvarp Føroya eigur at varðveita einarættin til útvarpssendingar í Føroyum,
heldur nýggi útvarpsstjórin, sum tók við í sólskininum í gjár.
Hann er fyri, at Utvarpið sendir reklamur fyri at økja um inntøkurnar, ti neyvan
fæst tað nógva úr landskassanum, sum stóðan er. Og Utvarpið eigur at senda allan
dagin út á kvøldið, heldur Jógvan Jespersen, sum byrjaði nýggju tilveruna við at
bjóða starvsfólki sínum kaffimunn í skrivstovuni hjá útvarpsstjóranum.
Men sólin hevur ikki altíð skinið í Sortudíki.
- Tað er rætt, at nógv hev-
ur verið frammi um
ósemjur og tvídrátt. Sjálv-
andi fari eg at tosa við
fólkið og teir deildarleiðar-
ar, sum eru settir, so vit í
felag kunnu tosa okkum
til rættis og finna eina
skipan, sum allir partar
kunnu góðtaka, liva við
og virka undir.
- Tá tú í 1984 fór úr
Útvarpinum í Sjónvarpið,
var tað vegna misnøgd við
viðurskiftini í Utvarpin-
um?
- Nei! Eg fór, ti at eg
metti Sjónvarpið at vera
eina spennandi uppgåvu
og eina avbjóðing at royna
okkurt nýtt.
Jógvan Jespersen uttan fyri stovnin, hann er settur at leiða næstu fimm árini í hvussu so er. 28 fólk arbeiða í Útvarpi
Føroya.
Jógvan Jespersen er 34 ára gamal og úr Havn. Tá hann var liðugur í Studentaskúlanum i Hoydølum i 1975
fór hann á Danmarks Journalisthøjskole í Århus 1. september tað árið. Starvsvenjingina, hálvtannað år, tók hann í
Tað journalistiska yrkið
er soleiðis, at tað er Ogv-
uliga gott og heldur lívi í
at skifta av og á og royna
okkurt nýtt.
- Nú nevnir tú journal-
istikkin. Men nú ert tú jú
komin í eitt umsitingarl-
igt starv
- Ja, hetta er fyrst og
fremst eitt umsitingarligt
starv. Harvið ert tú við ul
at forma nakað. Men eg
ætli eisini, at stundir
skulu vera til at halda
journalistikkin viðlíka.
Men tað verður neyvan
fyrstu tíðina.
FRAMTÍÐIN
Nýggi útvarpsstjórin sig-
ur, at hann sjálvandi hevur
nakrar tankar um, hvørjum
Utvarpid eigur at miða
eftir í framtíðini.
- Men hetta er fyrsti
dagurin hjá mær her og eg
skal fyrst seta meg inn í
øll viðurskiftini hjá arbe-
iðsplássinum og stovnin-
um.
Tað er greitt, at broyt-
ingar verða ikki gjørdar
eftir einum degi. Men so
við og við, sum vit klára
at menna stovnin, vóna
vit at kunna geva lurtarun-
um betri tilboð. ,
Umstødurnar hjá Ut-
varpinum eru nógv broytt-
ar við tað, at vit hava
fingið eitt føroyskt sjón-
varp og í stórum parti av
landinum hava vit fingið
fleiri útlendskar sjónvarps-
rásir. Soleiðis sum tekn-
iska gongdin er, kunnu
um heilt stutta tíð øll
húski í Føroyum velja
millum eina føroyska og
fleiri útlendskar sjónvarps-
rásir. Fólk fara at brúka
fleiri tímar um dagin til
ein annan elektroniskan
fjølmidil enn Útvarpið.
Jógvan Jespersen ivast
tó ikki eina løtu í, at Ut-
varpið hevur ein bjarta
framtíð sum fjølmidil, hó-
ast umstødurnar gera, at
fortreytimar eru aðrar í dag
enn, tá Útvarpið var ein-
Útvarpinu. frá 1. februar til 1. november 1977, tá hann kom á Sosialin, har hann var til 1. juli 1978.
Tá hann var liðugur í Århus á sumri 1979 byrjaði hann at arbeiða í Utvarpinum sum programmmedarbeiðari
og var har til 1. august, tá hann, millum tey fyrstu, byrjaði í Sjónvarpi Føroya, eisini sum programmmedarbeiðari Í
SvF gjørdist hann programmleiðari 1. oktober 1988. Nú er hann settur útvarpsstjóri til 1. mai 1995.
Fyrsti arbeiðsdagurin hjá nýggja útvarpsstjóranum var ein
sannur góðveðursdagur.
Jógvan Jespersen er triði útvarpsstjórin. Tó var
Ívar Iversen fyribils settur í starvið, eftir at Niels J. Arge
fór frá. Axel Tórgarð var fyrsti útvarpsstjórin.
asta varp í landinum.
Sendingarnar mugu leggj-
ast aðrar tíðir á degnum,
heldur hann.
- Málið er at hava eitt
útvarp, sum sendir góðar
sendingar allan dagin, frá
klokkan sjey um morgun-
in til út á kvøldid.
Utvarpsstjórin vidur-
kennir, at Útvarpið noyð-
ist at laga sína skrá í viss-
an mun eftir skránni hjá
Sjónvarpinum. Tað nyttar
onki at hava eina góða
sending, tá Sjónvarpið
sendir Dag og viku.
- Vit vita, at 80% av
teimum, sum hava møgu-
leikan, hyggja eftir Degi
og viku. Uppgåvan hjå
okkum er so at finna tey
20%, sum ikki hyggja
eftir Degi og viku og vita,
hvørji tilboð, vit kunnu
geva teimum hesar tím-
EINARÆTTURIN
- Eigur Landsstýrið at
loyva nærútvarpi? Onkur
umsókn liggur í Tinga-
nesi.
- Vit eiga at hava í
huga, at Føroyar eru eitt
ógvuliga lítið land. Vit
hava í dag eitt útvarp, sum
ikki kann hava eitt tilboð
til lurtararnar allan dagin.
Tí dugi eg ikki at síggja
nakra meining í at seta
fleiri útvarp á stovn.
Tá vil eg heldur siga, at
tann tørvur, sum er fyri
lokalútvarpi og serútvarpi
átti Útvarp Føroya at
kunna nøkta innan fyri
sínar karmar.
- Tað vil siga, Útvarp
Føroya eigur at varðveita
einarættin?
- Ja, at haldi, at vit eiga
at halda fast um at hava
eitt útvarp, sum so eisini
kann nøkta tørvin á serút-
varpi og lokalútvarpi.
REKLAMUR
Figgjarstødan er sjálvandi
ovarliga í bunkanum, sum
nýggi stjórin í Sortudíki
skal gjøgnum næstu vik-
urnar.
Men hvat heldur hann
um reklamu í Útvarpin-
um?
- Skalt tú í framtíðini
gera tær vónir um at
menna Útvarpið, so haldi
eg, at í stóran mun, at
stovnurin noyðist sjálvur
at útvega pengarnar, sum
skulu til. So er spurning-
+
=