hósdagur 3. mai 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Eingin heilsupolitikkur
VIT eiga ongan heilsupolitikk her á
landi! Hetta hoyra vit og síggja vit á
prenti av og á. Fyri tó skjótt at verða
gloymt aftur.
TEY, sum siga hetta, eru fólk, sum
starvast i føroyska heilsuverkinum,
fólk, sum í sínum dagliga arbeiði
síggja, hvussu stendur til á hesum
gkinum. Tað eru so eisini sjúklingar,
sum føra hetta fram. Og vit hoyra
sogar eisini politikarar siga hetta.
Tvs. politikarar, sum sita í andstøðu.
SEINAST vit hoyrdu hetta var í
sjónvarpinum tyskvøldid, tá ein av
deildarsjåkrasystrunum á Lands-
sjúkrahúsinum enn einaferð endurtók
ordini: -Vit hava ongan
heilsupolitikk. Hetta segði hon í
samband við tær nógv umrøddu
skerjingarnar á Landssjúkrahúsinum.
RÆTT hevur hon, tá hon sigur, at tað
er tekin um vánaligan ella als ongan
heilsupolitikk, tá okkara politikarar
um somu tíð sum teir steingja deildir
á okkara sjúkrahúsum eisini fremja
stórar skerjingar í tí primeru heilsu-
tænastuni. Hetta átti hvørt mansbarn í
hesum landi at skilt, men bara ikki
okkara politikarar.
HVUSSU kanst tú steingja deildir á
einum sjúkrahúsi og harvið lata gom-
ul og sjúk fáa hjálp í heiminum
ístaðin, tá tú samstundis minkar talið
á heimahjálpum og sum heild skerjir
alla ta primeru heilsutænatuna
munandi!!! Tá sjúk fólk ikki sleppa á
sjúkrahús, so má onkur vera til at taka
sær av teimum í heiminum ístaðin
Ikki so! Hetta áttu sjálvt poliukarar at
SKIL.
HENDA
um tørvandi heilsupolitikk í
sannroynd er eitt itøkiligt
cøm
hesum landi. Og soleiðis kann tað
åt ao
Åbyrgdarbladstjøri Jan Miller
Fyritaksstjóri: Kristjan Dahi
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
ikki halda fram. Hvar er andstødan á
tingi í dag, hvar eru okkara
fólkavaldu politikarar í Suðurstreymi,
sum lata sær lynda, at
Landssjúkrahúsið verður bumbað
aftur í miðgldina. Hví hoyrir eingin
teirra meining í hesum so álvarsama
máli! Er tað ikki júst slíkt mál sum
hetta, ið ein og hvør politisk andstøda
og annars at sær komnir politikarar
eiga at vísa ans og engagera seg í!
TAÐ vilja altíð finnast ymsar áskoð-
anir um, hvussu vit koma okkum best
burtur úr eini kreppu. Og soleiðis skal
tað eisini vera. Tað kann bara ikki
vera rætt, at ávísir flokkar og ávísir
politikarar skulu sleppa at trumla
sínar meiningar igjøgnum - uttan at
teir so mikið sum hava gjørt sær
greitt, hvørjar avleiðingarnar vera.av
hesum meiningum. Um tað yvirhøvur
kann kallast nøkur meining at krevja
15% niðurskurð á sjúkrahúsunum
eftir bara einum ári.
TAKA vit tær skerjingar og sparingar
innan okkara heilsuverk, sum hetta
landsstýrið hevur samtykt, so síggja
vit beinanvegin, at her hava polit-
íkarnir handlað í berari desperatión.
Teir hava - uttan at kenna avleið-
ingarnar - bara skorið so og so nógv
% burtur av einum heilsuverki, sum
vit hava brúkt nógv ár og nógvar
góðar kreftir at byggja upp. Eingin
ætlan, eingin langtíðarplarlegging og
eingin politikkur yvirhøvur. Hetta er
nú tað, sum leggur sina køvandi hond
yvir alt heilsuverkid og t á kanska
serliga sjúkrahúspartin av ti.
NU er tað ikki rætt bara at leggja nú-
verandi landsstýri undir ongan
heilsupolitikk at hava. Tað kunnu vit
siga um undanfarin landsstýri eisini.
Men munurin er so tann, at nú hava
politikaramir tikið endaligu avgerð-
na at knúsa sundur heilsuverkið.
———————————<GWiwW——
Blaðfólk Høgni Djurhuus }
Randi Jacobsen
Térfinn Smith
Utgevari P/t Sosiakurin H
Uppseting: P/t Sosialurin |
Prent Pif Pressan 1981 |
Tann avgerðin varð tíkin av sam-
gonguni á Føroya løgtingi í fjør.
HVUSSU púra burturvið politikkurin
er á hesum gki skilja vit best, um vit
taka fram orðið langtíðarplanlegging
og seta tað í samband við sparing.
Politikararnir siga, at tað má sparast.
Teir vilja spara her og nú. Og teir
halda, at verður skorið niður her og
der, so fer tað nokk at ganga tað heila.
Men høvdu teir hugsað seg betur um,
so Sóu teir, at skal sparast i
samfelagnum á hesum gki, soleiðis at
tað skal muna í framtíðini eisini, so
mugu vit gera eina langtíðarplan-
legging, men fyri at fáa eina slíka so
eru neyðugt við einum virknum
heilsupolitikki. Hetta vil so aftur siga,
at hava vit ongan heilsupolitikk, so
kunnu vit heldur ikki planleggja
longur fram, og úrslitið av hesum
verður so, at vit fáa ongan sparing tá
avtornar.
TAKIÐ bara tær sparingar, sum verða
gjørdar á Landssjúkrahúsinum. Tey
gomlu skulu tveitast heimaftur til
heimbygdina. Deildir skulu stongjast
í vikuskiftinum. Færri fólk skulu
brúkast til reingerð osfr. Tað halda
teir so verður sparing uppá longri
sikt. Nei so mugu teir trúgva umaftur,
tí hetta eru ikki tær dýru sjúkrahús-
sengurnar ella tær stóru útreiðslurnar.
Royna teir soleiðis at pilka alt
sjúkrahúsverkið sundur, so fer tað
bara at verða enn dýrari í longdini.
Skal tað muna so nógv, sum teir hava
samtykt, nú beinanvegin, so mugu
teir gera sær greitt, at tær kostnað-
arkrevjandi deildirnar eru slíkar sum
deild 8. Men hver politikari torir at
steingja eina tílíka deild! Og sjálvandi
skal hon heldur ikki tað.
TAÐ, sum okkara politikarar mugu
gera sær greitt, er, at tað finst eingin
samfelagssparing í longdini við at
tveita nøkur gomul fólk heim ul hús
sda
Bústaður: Argjavegur 26
Teiefon
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
14720
Argir
11820 Telefax
at siga nøkrum portørum upp ol. Skal
tað sparast í sjúkrahúsverkinum, so
mugu menn seta seg niður at um-
hugsa og tosa um tingini. Teir mugu
taka alt sjúkrahúsverkið sum tað er
undir eitt og spyrja, hvussu føroyska
sjúkrahúsverkið skal síggja út ár
2050. Tað vilja vit gera má vera
setningurin. Hetta hevur ikki minst
týdning, tá vit í dag fremja nýggjar
útbyggingar á økinum.
VIT hava fyrr víst á týdningin av
einum dialogi, einum orðaskifti, um
okkara heilsuverk. At skiftandi
landsstýrismenn á gkinum hvør í
sínum lag stingja høvdid fram, tá teir
taka sæti í nýggja sessinum í Tinga-
nesi og lova bæði gull og grønar
skógir er til líða nyttu. Tað hevur ikki
ført til nakað - heldur tvørturim6ti. 0
Og tað er kanska júst her hundurin
liggur begrivin. Okkum tørvar ein
landsstýrismann á heilsugkinum, sum
tekur hetta stóra starv meira fyri fult,
meira í álvara, sum torir at leggja
lokalpolitisk áhugmál til viks, sum
sjálvur hevur dirvi til at stinga út í
kortið ein heilsupolitikk, sum hvørki
er bundin av lokal- ella partapolitikki.
Ti heilsuverkið er fyri okkum øll.
TAÐ skuldi ikki verið neyðugt yvir-
høvur at kunna víst á nakran polit-
iskan lit fyri at fingið eitt vælvirkandi
og gott heilsuverk. Til nú hevur tað í
fleiri førum so vist seg at vera ein
fordan fyri einum skilagóðum og
sunnum heilsupolitikki, at tað hava
verið flokspolitikarar, og tað eisini
smáir lokalpolitikarar, sum hava
staðið á odda fyri gongdini á heilsu-
økinum. Okkum tørvar nýtt fólk, sum
torir at bróta upp úr nýggjum og bróta
við gamia vanahugsan og iokal- og
partapoliuikk til at skipa ein heilsu-
poliukk í framtíðini
jami
23 ar á Bileftirlitinum
Jensen tá
ár byrjaði fyri 25
hevði Aila
hann
årum
ED DE AKTIE
1 um i Ha
i Rók ur rad: á
Bileftirlitinum hildu teir
Ul á eini skrivstovu í
Dómhúsinum, men
Stutta tíð seinri fluttu teir
yvir um vegin til Petur
og Marjun Heimá, har
Bileftirlitið helt til í 23
ár. Rékui var
sjálvurannar saman við
Eisini abbadøturnar
komu við síni blómu-
heilsan
síðani. Nú eru tey ll
fólk. Fyrstu árini tókust
teir báðir við alí
fyrifallandi arbeiði á
tovninum, men hesi
seinastu nógvu árini
hevur Rókur mest tikið
sær av koyriroyndum.
A 25 ára starvsdegnum
fekk Rókur mangar
heilsanir frå samstarvs-
fólkum og stovnum. Ein
heilsan kom eisini úr
landsstýrinum við tøkk
fyri fyri trúgva almenna
tænastu í fjórðingsgld.
tór.-