hósdagur 3. mai 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 64 — 3. maí 1990 tiðindablaðið Sosialurin}
Starvsfólkini á Nordafar:
Slent uppá fjall!
Tey sum sambært sáttmálanum skuldu fingið løn til juni mánað,
vórðu tey uppsøgd í dag, fáa bert fyri januar og februar.
Ivasamt er um tey sum eru á stødini í løtuni, nakrantíð fáa
løn fyri tað arbeiði, tey gera. Tí ongin virðir sáttmála teirra. Og
ongin veit, hvør í veruleikanum er arbeiðsgevari.
Nordafar stødin fór kon-
kurs í fjør. Landsstýrið
rindaði kortini løn til
fólkini sum starvaðust á
konkursbúgvinum til og
við februar mánaði í ár.
Síðani steðgaðu allar
gjaldingar.
Jógvan Páll Lassen
umsitir búgvið fyri kredit-
orarnar, Sjóvinnubankan,
Føroya Banka, Grønlands-
felagid og Føroya Lands-
styri.
Avtalad er, at ongin
avgerð verður tíkin vid-
víkjandi búgvinum uttan
við góðkenning frá Jógv-
ani Páll.
Herundir koma sjálv-
andi eisini avgerðir
viðvíkjandi teimum sjey
starvsfólkunum á búgv-
inum.
Tey fingu sum sagt løn
frá landsstýrinum ul feb-
ruar mánað. - Men Jógvan
Páll segði teimum kortini
ikki upp, eftir at
gjaldingarnar steðgaðu!
Fólkini starvast framvegis.
Fýra eru á stødini í løtuni -
ein teirra fór yvir so seint
síðstu viku.
Sambært Jógvani Páll
skulu fólk vera á stødini
líka til august mánað.
sum i
Jógvan Páll Lassen
Lýgur uppá starvsfólk!
Eitt starvsfólk á Nordafar-stødini í Grónlandi hevði ikki fingið
løn í fleiri mánaðir, og mátti tí skriva kostnaðin av brúdleypi
sínum hjá slaktaranum í august í fjór. Nú leggur Jógvan Páll
mannin undir at hava roynt at stolið pengarnar til brúdleypi - og
sigur tað vera orsøkina til at maðurin ikki hevur fingið eitt oyra í
løn í ár!
Erling Joensen og kona
hansara Lydia hava star-
vast á Nordafar í hálvt
triðja ár. Trupulleikar hava
ongantíð verið av nøkrum
slagi - til Jógvan Páll
Lassen yvirtók umsitin-
gina.
Tá fóru at ganga tveir
og tríggir mánaðir ímillum
at lønimar komu, og tey,
eins og hini starvfólkini,
noyddust at skriva tað tey
skuldu hava til egna nýtslu
hjá slaktaranum, og so
gjalda tá lønimar komu.
Soleiðis var eisini gjørt tá
Erling og Lydia giftust í
august mánaði. Kostn-
aðurin av brúdleypinum
Tey vænta sjálvandi at
fáa sina løn útgoldna frå
Jógvani Páll Lassen, sum
vanligt.
varð skrivaður, og skuldi
sambært Erlingi gjaldast tá
lønirnar komu.
Royndi at stjala
Men Jógvan Páll Lassen er
ikki heilt samdur í, at hetta
var ætlanin.
Meiningin hjá Erlingi
var at fáa Nordafar at
Men eru nakrir pengar
til lønir? Og um ikki,
hvadani skulu teir so
koma?
gjalda fyri brúdleypi, sigur
hann. Hann skrivaði bert
uppá Nordafar, og vónaði
so at eg fór at gjalda hetta
saman við gðrum rokn-
ingum. "Gár den sá gár
den"...
- Men at Nordafar stóð
á rokningini kann ikki
vera so logið. Tað var jú
Selja maskinurnar
- Pengarnar fáa vit við at
selja maskinur og aðrar
ognir á stødini, sigur
Jógvan Páll.
- Men sjey fólk eru i
starvi. Verður hetta nóg
mikið til at rinda teimum
alt teimum vantar?
- Tað eru bara fýra fólk
har yviri nú, haldi eg. Tey
hava fingið fyri januar og
februar, so tað einasta sum
vantar er lønin fyri mars,
apríl og maí til tey fýra.
Og tað skulu vit nokk fáa
skaffa.
- Men sjey fólk arbeiða
á Nordafar. Og ongin er
uppsagdur.
- Uppsøgd og uppsøgd -
eg veit ikki um tey hava
nakra uppsagnarfreist.
- Tey siga seg hava
triggjar månadir.
- Ja eg veit ikki hvat tey
siga, men eg havi so ikki
meira pengar enn tað, sum
bankarnir betala út.
- Men fólkini áttu ið
hvussu er er verði upp-
søgd, um tey ikki sleppa at
arbeiða meir. Tey hava
krav uppá eina skrivliga
uppségn.
- So kunnu tey seta eitt
krav fram, tað verður
bústaður hansara.
- Á rokningini stóð A/S
Nordafar. Einki annað!
- Eriing Joensen stóð
ikki á?
- Nei, har stóð onki
uttan A/S Nordafar. Hon
lá millum hinar rokning-
arnar hjá stødini fyri
proviant o.a. Ikki fyrr enn
eg hugdi nærri at ti så eg,
at tað var fyri sprutt,
góðgæti o.a. til eitt
brúdleyp við 150 gestum.
Jógvan Páll heldur hetta
vera nakað av lí grovasta
hann hevur verið úti fyri,
og sigur hetta vera
orsøkina til, at Erling -
mótvegis hinum starvs-
fólkunum - onga løn hevur
fingið í ár.
- Men tú kanst heilsa
Erlingi og siga at ein
kekkur við lønunum hjá
honum fyri januar og
februar (tær, sum
landsstýrið hevur goldið,
blaðm.), liggur niðri á
skrivstovu minari til
avheintingar.
Síða 3
teirra sak.
- Men tú væntar ikki at
tey fáa pengarnar?
- Nei! Tey sum eru har
yviri nú fáa nokk sínar
pengar, men tey sum
ganga heima og spasera
uppá rokningina hjá einum
konkursbúgvi, tey fáa so
onki.
- Men sambæri kon-
traktini skulu tey vera
heima i triggjar og burtur
i triggjar månadir.
- Tad veit eg ikki. Eg
havi onga kontrakt sæd.
- Hava tey onga kon-
trakt?
- Also skipani hevur
verið tann sum tú segði, at
tey vóru heima í triggjar
og burtur í tríggjar
mánaðir. Men tá tey komu
heim seinast fingu tey at
vita, at tey fóru ikki yvir
aftur.
- Og tað var at rokna
sum ein uppsøgn?
- Ja. Tey vistu væl at tey
ongantíð fóru yvir aftur.
- Tvs. at tú roknar við at
tey sum verða har yviri til
august fáa lon, meðan hini
onki fáa.
- Ja.
S-S-
Jógvan Páll Lassen