fríggjadagur 4. mai 1990síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Framstig eystanfyri -
afturstig her heima
Í 1. maidagsrødi síni fegnaðist Oli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannfelag
um gongdina eystanfyri, men hann ivaðist stórliga í, um ódemokratisk lond hava
nakað av læra av okkum í Føroyum. Og sum dømi neyndi hann ætlaða
fiskivinnupolitikkin.
-Størsta andsøgn her er tann, at meðan kommunistaflokkarnir eystanfyri
kappast um at frásiga sær einarættin til valdið, ætlar verandi samgonga at leggja
mest møguligan avgerðarrætt í fiskivinnumålum út í Tinganes segði Oli Jacobsen
m.a.
Tað man vera langt síðan,
at heimurin er so nógv
broyttur millum tveir 1.
mai, sum síðan 1. mai
seinasta ár. Her verður
serliga hugað um broyt-
ingarnar í Eystureuropa.
Nærum øll fegnast vit
um, at fólkið í hesum lond-
um hevur fingið ella tikið
valdið, og at íbúgvarnir í
hesum londum nú fáa tey
rættindi, sum vit her á
leiðum meta fyri at vera
eina sjálvfylgju. Henda
nýskipan í londunum
eystanfyri merkir, at með-
an áður alt valdið varð
savnað í einum stað, nevn-
liga hjá flokkinum, so
verður valdið eins og í
okkara demokratisku
londum spjatt á so nógvar
hendur sum gjerligt, so-
leiðis at sleppast kann
undan teimum óhepnu av-
leiðingum av maktmis-
brúki, sum hesi lond hava
sæð alt ov nógv til.
Hetta merkir eisini, at
sjálvsteðug fakfelog nú
eisini koma at fáa ein leik-
lut í hesum londum, og
eiga hesi fakfeløg sjålv-
sagt at fáa fullan stuðul
frá okkum vestanfyri.
Eg havi sjálvur havt
meguleika fyri persónliga
at fylgja við gongdini í
londunum eystanfyri, tí
eg havi vitjað í fleiri teirra
nærum árliga seinastu 25
árini. Fyri bert fáum árum
síðar ar Eysturtýskaland
so avbyrgt frá umheimin-
um, at ferðafólk, sum
komu inn í landið, fingu
konfiskerað allar avísur
uttan tær kommunistisku
uttan mun til hverjum
máli, tær vóru skrivaðar
á Tað var soleiðis
forboðið at hava sjálvt
Dimmalætting og Fjúrt-
anda við sær inn í landið.
Og tað er ikki fyrr enn
allarseinastu árini, at
borgarar í DDR hava havt
avmarkaðan meguleika at
fara av landinum í t.d. al-
mennum grindum, men
hava teir fingið boð um
ikki at hava óneyðugt
samband við borgarar
vestanfyri, tí tað kundi
oyðileggja tann politiska
„sannleika“, sum teir
hevdu við sær heimani
frá. At alt hetta er sega
nú, má nærmast roknast
fyri eitt undur, og tað utt-
an mun til um nýggja
stjórnin í DDR er vinstra-
ella høgrahall.
Gongdin í Sovjetsam-
veldinum er somuleiðis
gleðilig, og vit kunnu bert
ynskja eftir, at tað fer at
eydnast Gorbatjov, sum
jú eigur hevuðsheiðurin
fyri alla gongdina eystan-
fyri, at varðveita tamar-
haldið á steðuni har eyst-
uri. Eisini mugu vit vóna,
at fólkið eystanfyri ikki
verður ov vónsvikið, tá
tey síggja, at demokrati
ikki loysir allar trupulleik-
ar, og at fólkaræði eisini
valdast hvussu tað verður
umsitið.
Tí satt at siga ber illa til
at síggja, at ódemokratisk
lond skulu hava nakað
serligt at læra av okkum
her í Føroyum. Og tað er
sera nærliggjandi at nýta
ætlaða fiskivinnupolitikk-
in sum demi um hetta.
Stersta andsegn her er
tann, at meðan kommun-
istaflokkarnir eystanfyri
kappast um at frásiga sær
einarættin til valdið, ætlar
verandi samgonga at
leggja mest meguligan av-
gerðarrætt í fiskivinnu-
málum út í Tinganes.
Sum kunnugt hendi tað
beint áðrenn vikuskiftið,
at tveir av samgongu-
flokkunum tóku hvenn
annan sum gíðsul. Ein
partur av hesi gíðslateku
gjørdist, at samgongan
pliktadi seg til at barsla
vid einum nyggjum fiski-
vinnupolitikki i seinasta
lagi 9. februar. T.v.s. at
fostrið skuldi forloysast
aftan á ein góðan mánaða,
sjálvt um alt vit og skil
skuldi sagt, at hetta mál
var so umfatandi, at
sjálvt 9 mánaðar var alt
ov stutt tíð. So var farið
til verka, og vit frættu í
fjølmidlunum um hesar 3
menninar, sum hevdu
stongt seg inni á Hafnia,
so teir ikki skuldu verða
órógvaðir. Heldur ikki av
vinnuni og hennara feløg-
um, sum annars høvdu
fingið lovað, at tey skuldu
sleppa upp í part.
Tann 9. februar hoyra
vit gleðirómin úr Tinga-
nesi, og »uppritiå« var
komið í heimin tann
ásetta dagin, ja, tað
hevdu enntá verið 20 ella
40 minuttir til avlops! Há-
tíðarliga var undirskrivað,
og ein av samgonguflokk-
unum boðar frá, at nú hev-
ur hansara landsstýris-
maður loyst trupulleikar-
nar hjá fiskivinnuni!
Sidan hoyrist ikki eitt
kis ur Tinganesi fyrr enn
samgongumenn fara at
gera vart vid seg i blødun-
um síðst í april mánaða.
Teir samgonguleiðarar,
sum vóru so ómetaliga til-
friðs við sitt »barn« tann
9. februar, hava nú aftan á
hálvan triðja mánaða
funnið útav um ráfiska-
býtið, at »tad er ivasamt,
um tad yvirhøvur ber til
at umsita skipanina “
Og sum um tað var ein
nýggjur vísdómur hava
teir eisini funnið útav, at
„tað er Ojavnt frá mánaða
til mánaða hvat kemur
upp á land í teimum
ymisku landspertunum.
Tað hevði tí verið neyðugt
í heilum at noktað summ-
um virkjum at taka ímóti
« Og teir, sum samb.
uppritinum skuldu nokta,
skuldi í fyrsta umfari
verið landsstýrið og ann-
ars legreglan.
Um samgongan ikki
hevði havt ein so ræðu-
ligan skund, og um hon
hevði rådført seg við vinn-
una, áðrenn nøkur endalig
avgerð varð tikin, kundi
uttan iva fingist ein fiski-
vinnupolitikkur, sum
kundi verið til gagns fyri
samfelagið og vinnuna.
Men trupulleikin er bert
tann, at menn fyrst skriva
Síða 15
Óli Jacobsen: -Trupul-
leikin er tann, at menn
fyrst skriva undir og síð-
ani fara teir at hugsa um,
hvat teir hava skrivað
undir uppá.
undir, og síðan fara at
hugsa um hvat teir hava
gingið við til. Og at renna
frá síni undirskrift krevur
samtykki frá ellum pert-
um. Hetta hevur Pauli
sagt nei til, og tað er neyv-
an nakar, sum undrast
yvir tað.
Tað, sum tervar ávísum
samgongumonnum er ein
grundleggjandi vitan um
fiskivinnuviðurskifti, og
at nakað væl restar í enn
sjálvt aftan á ásannanina
av, at ráfiskabýtið ikki
kann nýtast, sæst av
grundgevingunum fyri
nýggja uppskotinum. Nú
skal tað vera kollveltandi,
at vit fyrstu ferð skulu
hava fingið eitt hámark
fyri, hvat kann veiðast
undir Feroyum. Nei,
vissuliga ikki. Hámarkið
kann bert vera fyri hvat
kann landast í Feroyum,
og tað er sanniliga hvert
sítt. Tí einki er tíbetur enn
komið fram um, at tað ikki
skal vera loyvt at landa
uttanlands!
Men tað er sanniliga
ikki bert viðvíkjandi rá-
fiskabýtinum, at menn
hava undirskrivað nakað,
teir ikki hava skil fyri.
Hetta sæst heilt greitt í
teirri frásegn, sum eitt
samgongublað hevur frá
einum flokslandsfundi
herfyri. Her lýsir ein
-