Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mai 1990síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

mai 1990 Nr. 65 — 4. Frå 1. maihaldinum i Vågi inum nå tann 26. Umborå vóru vit 14 mans og so vítt eg skilti, vóru allir fyri at sláa til, og tað hart eisini! Fakfelags poli- tikkur: Svik ella óviti? Einir 13 vóru limir í Fer- oya Fiskimannafelag, onkur limur í maskin- meistarafelagnum, onkur í skipara- og navigaterfe- lagnum, onkur í handverk- arafelagnum o.s.fr. Tað skuldi vísa seg at vit vóru settir uttanfyri alla ávirkan, tí undrandi sótu vit og lurtaðu eftir at Feroya Fiskimannafelag, har vit allir eru limir — (sambært eini ella aðrari automatikskipan), at Fer- oya maskinmeistarafelag, Feroya skipara- og navigaterfelag, handverk- arafeløg o.s.fr. høvdu av- gjørt ikki at taka lut í og styðja nakað tiltak, vent ímóti Feroya Landsstýri. Allir hugdu vit hver upp á annan, og spurdu „hvat ólukkan var nú hetta fyri nakad?« Eru vit ikki við og hvussu ber tað til og hver hevur tikið avgerð um hetta, og hvussu ber tað til at vit sum limir í nevndu felegum, ikki hava minsta vet av ánilsi um hesar avgerðir, ið so- leiðis tykjast verða tiknar yvir okkara hevur. Landspolitikkur — oyðandi herferð Verandi komnir eystur- um, hoyrdu vit um 6- punktskrev fakfelaganna og um finturnar hjá nýggja legmanni, til tess at vinna sær og sínum enn meiri tíð — enn meiri tíð enn tað longu nú hevur eydnast hesum manni og hesum fólkaslagi — yvir lóggávuvaldið og skatta- skrúvuna at »squeesa« seinastu krónurnar burtur úr einum erkymlaðum, illa komnum fólki. Alt ímeðan tað um somu tíð verður arbeitt av kraft — og um kapp við tíðina — til tess at taka upp — jú, mín sann — uttanlandslán til fígging av og tryggjan av einum framhaldi av einum fiski- vinnupolitikki, ið vil »Squeesa« seinastu stert- arnar oman av lívs- grundarlagi okkara alra, lívsgrundarlagið, ið eru teir feroysku fiskigrunn- arnir, har teir flestu longu eru so illa komnir, at tað at kalla er steindeytt. Gev honum lítla- fingur og — — — Vinna teir sær enn meiri tíð — íhukomandi úttalilsi løgmanns: „tað, sum er gjert lóg er lóg — og verð- ur ikki á nakað sett broytt«, ja, so ætla teir nú at leggjast á lenirnar — lenirnar, ið sambært hes- um legna løgmanni, er øll fordingin, tå tad kemur til kappingarferi — hesar skulu nú skerjast so tað munar. Umframt hetta, ið eg nevndi í áðni — 100- tals millióna lántekur — onkur vil vera við, heilt upp í 2000 milliónir, ella um 2 milliardir, ið verða heimtiknar um landskass- an og tað — ikki tykkum at siga, týðir uttanlands- lánteka við tær og mær sum kautionistum. Nógv verður gjórt burtur úr 1. maidagshaldinum í Vági Botnleys skuld — ein massagrøv Ein kleppur, eitt ok, ein ovurhonds skuld, vit ikki å nakran hått hava nak- ran livandi kjans at av- draga og forrenta, tians- heldur at gjalda aftur, nakrantíð — ti at henda yvirhondslánteka, ið hongd er, og verður, um tín háls, skal brúkast og verður brúkt til at grava grevina, har ið vit ell eru ætla at enda í. Bóndafangarí Heimtikni peningurin skal nevniliga brúkast so- leiðis: Fyri tað fyrsta, fyri at citera N.V. Skak-Nielsen, í hansara síðstu 89-rapport til Statsministeriet: Færesk kapitaleksport, t.v.s. afturbering av pri- vat upptiknari uttan- landslánteku, uttan um alla skráseting, sum í rapportini er kallað: fær- esk kapitalimport. Tað skal viðmerkjast, at lands- kassin av hesum kapital- importi, hesum uttan- landslåntøkunum um árs- skiftið 88/89 einans átti um 4-500 milliónir krónur, meðan privata, sokallaða fría vinnulívið teknaði seg fyri heilum 70% av 8 milli- ardum. Bankamoralur og nýggju klæði keisarans Í eðrum lagi skulu hesar låntøkur brúkast til niður- gjalding av bankafíggjaða rakstrarhallinum hjá tí ikki-lensama partinum av okkar mest oyðandi flota- parti — serliga upsatog- araflotanum — hesi par-og trítogaraskip, um hvert tað verður sagt, ella Síða 17 pástaðið, at vera lønsemi í — uttan at hetta kortini er so. Hver trýr uppá hetta? at lata trý skip gera tað, sum eitt kann gera so nogv betur? Og so at hetta skal vera lensamt? Privatpolitisk konsolidering Í triðja lagi, so skulu hesar sparingar og lántek- ur brúkast til eingangs- innspræning til vinnulív- ið, javnfer úttalilsi Sund- steins í fjør vár, eitt slag av politikki, ið neyvan kann kallast annað enn privatpolitisk konsoli- dering. Eitt slag av »gar- dering< ivaleyst, eisini ætlað til fígging av tiltøk- um uttanlands, tí longu nú sæst at >rotterne for- lader det synkende skib«, sannlikiligt vid parti av ti uppsparda kapitalinum — meðan lønar-, starvs- og fiskimannastættirnar, eins og slavurnar å teim rómversju galajunum — leinkjadir til årarnar, vid uttanlandslánskautiónun- um sum hálsjarni, eru demdar at lata lív, tá ið skútan fer í kav. Teir kalla tað »sparingar« Alt hetta aftan å at flyt- ingar frå at kalla øllum konti á útreiðslusíðuni á fíggjarlógini, tað, ið kallað verður »Sparingar«, eru fluttar yvir á eina og somu konto — hesi konto, ið oysir út pening til tess at fylla í botnleysu holini á tí ikki-lensama togara, ser- liga upsatogaraflotanum, soleiðis at hesin fær hevi til at ana í eina tíð afturat. Soleiðis at hesin floti tann 1. juni kl. 00 kann leggja á bankan og har gera tað seinasta hálið — har teir fáa eitt tóg frá 00-06 og síðani tað síðsta, tá hálað verður aftur á middegi og menn vakna við kaldan dreym og síggja, at bank- in er liðugur. Hesin banki, ið einaferð var tað stóra álitið, men sum nú tykist farin! Mest kortini, eru hesar sparingar ætlaðar bank- unum at nekta krevum teirra um niðurgjaldingar av yvirtrektum rakstrar- lánum til henda sama flota. Afturat teimum uttan- landslánum, tikin uttan um alla skráseting, ið rópt hevur verið upp um, er eyðsæð at okkum tervar ikki fleiri av hesum uttan- landslánum, serliga ikki, tá hesi eirindaleyst verða tikin um landskassan — fólksins kassa. Vanlukku rakt øki Okkum tørvar haraftur- iméti — eftir minum tykki — katastrofuhjålp, við ti grundgeving, at vit hava verið og verða eydrændir av multinationalum spekulantum og teirra heimligu strámonnum — katastrofuhjálp við tí grundgeving, at vit systematiskt eru og verða eyðrændir av skrupelleys- um resurse-spekulantum, og hetta igjøgnum 20-30 ár, ja, so eiga vit heldur at lýsa Føroyar fyri van- lukkurakt eki at vera. — Og tá soleiðis er, eiga vit at fara út og heita á heim- sins stovnar, ið varða av, tá vanlukkur raka — um at veita okkum hjálp til sjálvhjálp, alt meðan vit eisini vísa á tað neyðturvi- liga í at fáa bygt uppaftur okkara stovnar, hetta fiskiríkidemi, ið heimurin uttan um okkum — eins illa og vit sjálvur — neyv- an kann vera fyriuttan. Lágtrýstið mikla Nú halda tit ivaleyst, at nú fór hann for langt, nú er hann úti at svimja og hvussu ólukkan ætlar hann nú at leita sær upp aftur á turt. Eri vitandi um eina ætlan til bjarg- ingar — men hendan ætl- an vil taka tíð, men eitt er vist, við tí lágtrýsti, ið rátt hevur í Tinganesi síð- ani valið seinast, so er út- litið langt úr eygsjón — í Tinganesi ræður stand- andi ódn — ónd av skift- andi ættum. Myndir Arne Johansen VALUTAKURSIR USA Bretland V-Týskland Svøriki Noreg Frakland Belgia Sveits Holland Italia Finnland Ísland Eysturríki Spania Portugal Kanada Japan Yen .. Írland Pund .. Grikkaland Drakmur Pund .. Króna Króna Króna Escudos Dollari .. - 1049,80 380,13 104,83 98,04 113,30 18,418 439,83 Markur . Frankur . Frankur . Frankur . Gyllin ... Markur . Skillingur Pesetas . Dollari .. 548,90 1020,30 35 síðsta mán. 639,55 639,40 1044,10 380,50 104,78 97,90 113,35 18,430 438,65 338,25 0,5192 160,75 10,55 54,090 6,025 4,2970 549,20 4,0165 1020,15 3,8850 338,05 0,5186 161,05 10,60 54,030 6,050 4,3000 4,0555 3,8780 Kelda: Føroya Sparikassi Klaksvikar Havn Vegna upprudding å øllum havnarøkin- um verða øll tey, sum eiga nakað liggj- andi á nevnda øki, biðin um at taka tað burtur áðrenn 20. maí verður tað koyrt burtur ávaring. 1990. Annars uttan aðra Klaksvíkar Havn