fríggjadagur 14. februar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 31 - 14. februar 2003
Nr. 31 - 14. februar 2003
5
Felagið, sum gjørdi
undirsjóvartunnilin,
kann gera Hovstunn-
ilin einar 30 milliónir
bíligari enn Lands-
verkfrøðingurin kann
gera tunnilin fyri- og
so fáa vit harafturat
ein nógv betri tunnil
HOVSTUNNILIN
Áki Bertholdsen
Suðuroy:
Útfrá teimum
upplýsingum, vit hava í løt-
uni, fer ein tunnil ímillum
Øravík og Hov at kosta 92
milliónir.
Norska felagið NCC,
sum hevur gjørt undirsjóv-
artunnilin, er nú eisini
komið upp í ætlanina at
gera tunnil ímillum Øravík
og Hov.
Hetta hevur vakt stóran
ans í Suðuroy, tí umframt at
tunnilin sostatt verður einar
30 milliónir bíligari enn
Landsverkfrøðingurin kann
gera tunnilin fyri, hevur
NCC valt eina aðra linju-
føring, sum ger, at tunnilin
verður munandi betri.
Tað eru suðuroyingar,
sum av sínum eintingum
hava biðið NCC um at meta
um verkætlanina.
Og eftir at hava kannað
málið, sigur felagið, at tað
ber til at gera tunnilin bæði
betri og bíligari enn Lands-
verkfrøðingurin hevur skot-
ið upp.
Loysir ikki
trupulleikan
NCC sigur, at Landsverk-
frøðingurin hevur valt tað
tryggu loysnina og hevur tí
lagt tunnilin ígjøgnum eitt
basaltlag, sum er væl kent
fyri at tryggja seg ímóti
trupulleikum.
– Hetta er eisini neyðugt
við teirri útgerð og teirri
tøknifrøði, sum Landsverk-
frøðingurin hevur til taks.
- Loysnin hjá Landsverk-
frøðinginum fer eisini at
bera í sær, at arbeiðið at
tryggja tunnilin verður lítið
og onki.
Men NCC leggur afturat,
at fyri ferðsluna er linjufør-
ingin, sum Landsverkfrøð-
ingurin hevur lagt, óhepp-
in!
- Tað verða brattar brekk-
ur báðu megin tunnilin og
hendan loysnin tykist ikki
at loysa trupulleikarnar,
sum nú eru av trygdini og
ferðsluviðurskiftunum
annars á hesum strekki.
-Men verður tunnilin
fluttur nærmari Hovi og
Øravík, slepst bæði undan
brekkunum,
samstundis
sum trupulleikin við trygd-
ini verður loystur.
Samstundis verður far-
leiðin einar tveir kilometrar
styttri.
NCC sigur, at hetta ber til
við teirri nýmótans útgerð,
sum er til taks nú á døgn-
um. Tað ber væl til at bora
ígjøgnum aðrar basaltfláir
enn hana, sum Landsverk-
frøðingurin hevur valt og
tað ber eisini til at bora
tunlar ígjøgnum ymsar
fláir.
Tað fer at krevja størri
arbeiðið at tryggja tunni-
lin, men eisini tað ber til.
Byggitíð: 20 mánaðir
NCC sigur, at verður teirra
linjuføring vald, verður
tunnilin 400 metrar longri,
ella 2.500 metrar, men
afturfyri
verða
næstan
tríggir kilomettar styttri av
vegum at gera. Men haraft-
urat verður so nógv tilfari
til taks at brúka í nýggju
samferðsluhavnini á Trong-
isvágsfirði, at hon verður
einar 15 milliónir bíligari.
NCC sigur sostatt, at
útfrá teimum upplýsingum,
sum eru til taks í løtuni,
kann hesin tunnilin gerast
fyri 92 milliónir, umframt
mvg og tá eru 200 metrar
av vegi taldir uppí.
Samstundis fer tað bert at
taka 20 mánaðir at gera ar-
beiðið, tað eru minni enn
tvey ár.
NCC sigur, at endaliga
linjuføringin verður løgd, tá
ið jarðfrøðin er kannað
gjølligari, men tað verður
ikki neyðugt við fleiri
kjarnuboringum ella seis-
miskum kanningum.
Samstundis bjóðar NCC
sær eisini til at fíggja ar-
beiðið!
Í kostnaðarmetingunum,
sum Landsverkfrøðingurin
hevur gjørt yvir sítt projekt,
fer tunnilin at kosta kosta
einar 125 milliónir. Hesin
tunnilin verður 2.100 met-
rar, men so skulu 1,4 kilo-
metur av vegi gerast afturat
hovsmegin og 2,8 kilomet-
rar av vegi øravíkarmegin.
Sí eisini grein á síðu 8.
Kunnu gera tunnil 30 milliónir bíligari
enn Landsverkfrøðingurin
Á hesum kortinum síggjast bæði uppskotini til tunlar ímillum Øravík og Hov. Sjálvir tunlarnir eru svartir við hvítari striku ígjøgnum. Høgrumegin er uppskotið hjá Landsverkfrøðinginum. Hetta
er ein tunnil, sum gongur í ein stóran boga, langt úti ímóti Hovsegg og í 140 metra hædd hovsmegin og í 53 metra hædd Øravíkarmegin. Í sambandi við tann tunnilin skulu 4,2 kilometrar av vegi
gerast. Uppskotið hjá NCC er ein beinur tunnil, sum gongur inn á fjallið, har landsvegurin er lægstur, heilt niðri í dalinum í Hovi, niðri við sjógvin. Í sambandi við hendan tunnilin er neyðugt at
gera 200 metrar av vegi. Hendan tunnilin, og vegin, kann NCC gera uppá 20 mánaðir fyri 92 milliónir
Steffen tekur tað róligt
Steffen Stummann
Hansen tekur nógva
rokið um sína starvs-
setan púra róliga, og
hann gleðir seg fram-
vegis at koma til
Føroya
STARVSSETAN
Heri á Rógvi
Nýggi landsantikvarurin,
Steffen Stummann Hansen,
upplivir ikki tað nógva rok-
ið beinleiðis við fjarstøðuni
til Keypmannahavnar, har
hann arbeiðir og býr.
Seinastu vikuna hevur
hetta málið meira enn nak-
að fingið ans í føroysku
fjølmiðlunum.
Eftir ætlan byrjar Steffen
Stummann Hansen í starv-
inum á Føroya Fornminnis-
savnið miðskeiðis í mars,
og hann kemur til Føroya
stutt áðrenn.
Steffen sigur, at hann
hevur hoyrt um, at tað verð-
ur tosað um starvssetanina í
Føroyum, men hann tekur
tað róligt.
– Eg havi longu móttikið
heilsanir frá fólki ymsa-
staðni úr Føroyum við
ynskum og góðan byr. Eis-
ini fólk uttanfyri Føroyar
hava givið seg til kennar.
So eg taki alt púra róliga.
Eg gleði meg nógv at
byrja nýggja arbeiðið, og
eg eri vísur í, at eg havi
nakað at bjóða føroyingum,
sigur Steffen Stummann
Hansen.
Pr. telefon
Steffen Stummann Hansen
fekk at vita um sítt nýggja
starv umvegis eina telefon-
samrøðu. Enn hevur hann
einki formelt bræv fingið
sendandi, men hann er vorð-
in kunnaður um setanin við
einari telefonsamrøðu.
Hetta upplýsir Annlis
Bjarkhamar fyri Sosialinum.
Símun V. Arge fekk eitt
bræv frá landsstýrismann-
inum, har greitt varð frá, at
annar umsøkari varð settur
enn hann, tí hesin var betri
kvalifiseraður enn virkandi
landsantikvarurin.
Steffen
Stummann
Hansen tekur
nógva rokið um
sína starvssetan
púra róliga.
Løgmaður hevur í skrivi
dagfest 5. februar biðið
Annlis
Bjarkhamar,
landsstýrismann í menta-
málum, um eina frágreið-
ing um málið viðvíkjandi
setanini
av
nýggjum
landsantikvari.
Sam-
stundis verður biðið um
avrit av øllum viðkom-
andi skjølum í málinum
umframt skrásett skjala-
yvirlit í teimum málum,
ið á nakran hátt hava við
nevndu setan at gera.
Anfinn Kallsberg og
Løgmanssskrivstovan
hava tó hvørki fingið
skjøl ella frágreiðing enn.
– Eg hevði roknað við,
at fingið skjølini týsdag-
in, men eg havi einki
fingið enn, segði løgmað-
ur hósmorgunin.
Spurdur, sigur løgmað-
ur, at hann einki kann
siga, hvørjar møguligar
fylgjur hansara kanningar
fara at hava fyri sjálvan
Steffen Stummann Han-
sen, ið varð settur í starv.
– Eg havi valt at fara
inn í málið, men enn er
viðgerðin
ikki
farin
ígongd, og tí er ov tíðliga
at siga, hvørji stig kunnu
hugsast at verða tikin,
sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður
bíðar enn
Televarpinum fer í
framtíðini eisini at
hava Viasat rásir í
sínum útboði. Teirra
millum er TV3
SJÒNVARP
Heri á Rógvi
P/f Televarpið og Viasat
Danmark A/S gjørdu miku-
kvøldið avtalu um rættindini
til fleiri av rásunum hjá Via-
sat, teirra millum TV3 Dan-
mark, 3+ og ViasatSport.
Frá Televarpinum frætta
vit, at tey ætla sær ígongd
beinanvegin.
- Fyri at tryggja, at allir
haldararnir sleppa at fylgja
gongdini í Robinson frá
byrjan, hava vit valt at senda
TV3 beinanvegin, sigur
Tróndur Djurhuus, stjóri í
Televarpinum. Hesar vikur-
nar fram til 1. apríl verður
TV3 ókeypis, og allir hald-
arar okkara fáa atgongd til
rásina ta tíðina, sigur hann.
Frá 1.apríl verður so neyð-
ugt at keypa ein av pakkun-
um við Viasat-rásunum fyri
at síggja TV3, stendur at
lesa í tíðindaskrivi frá Tele-
varpinum.
Sum fylgja av nýggju
rásunum verður skift eitt
sindur um í programm-
pakkunum
hjá
Televarpinum.
– Avtalan ber í sær, at
Televarpið broytir tilboð
síni frá 1.apríl. Alt pakka-
mynstrið verður lagt um,
soleiðis
at
haldararnir
kunnu velja millum fleiri
grundpakkar, sigur Tróndur
Djurhuus í tíðindaskrivi.
Eisini fer at bera til at
keypa ein marglætispakka,
sum hevur allar rásirnar í
núverandi grundpakkanum
og rásirnar frá Viasat.
Televarpið hevur sam-
stundis fingið rættin at selja
TV3 og hinar rásirnar til
eigarafeløg og aðrar ser-
kundar.
Tað hevur ikki eydnast
okkum at fingið upplýst,
hvørji nýggju gjøldini vera
fyri pakkarnar hjá Tele-
varpinum.
TV3 hjá Televarpinum
Føroyska Birita og hini
luttakararnir í Robinson
koma á skíggjan hjá kundum
hjá Televarpinum. Til apríl
verður hetta ókeypis.
C
M
Y
K
5
4