Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

T>>-—— íðindablaðið Ábyrgdarblaðstjóri- Jan Måtter Bladfålk: Høgni Djurhuus Útgevari: P/f Sosialurin | Bústaður Argjavegur 26 | Postadressa: DR. æ Fyritaksstjóri: Kristjan Dahl Randi Jacobsen Uppseting: P/t Sosialurin | Argir 110 Tórshavn Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Tórfinn Smith Prent: P!f Pressan 1981 | Telefon: 11820 Teietax 14720 Mandela og Clerk TAD mundi frøda mangt hjartad at síggja teir báðar, -varta leidaran Nelson Mandela og hvíta stjórnarleið- aran De Clerk við samráðingarborðið í Suðurafrika í vikuni. Eisini hetta kundu vit føroyingar fylgja við í í teimum frálíku sendingunum hjá BBC. Bert spell, at henda bretska sjónvarpsrásin ikki kemur inn í øll heim her á landi, tí tá høvdu vit kanska nógv betur skilt, hvat veruliga fer fram í heiminum rundan um okk- um. TAÐ kann ikki sigast annað enn, at leyslatingin av ti størsta svarta leiðar- anum í Suðurafrika nakrantíð Nelson Mandela var ein skilagóð avgerð. Hon hevur meira enn nakað annað ruddað slóð fyri eini meiri bjartari framtíð hjá teimum kúgaðu svertu sudurafrikanarunum. Men tað skulu eisini stórir menn til at taka slík stig. Og tað må sigast , at De Clerk hevur Gjaldføri alivinnunar: Ein konstruktivur #7 rós uppiborið fyri leiklut sín í hesum málinum. Tað, sum aðrir snævur- skygdir hvítir leiðarar í Pretoria ikki tordu ella høvdu dirvi til, tað gjørði De Clerk til ein part av sínum politikki. Vónandi fer roynd hansara at fáa semju í lag við tann stóra svarta meirilutan í landinum at geva úrslit. OG hetta at vit nú kunnu síggja svartar ANC-leiðarar við sama borð sum stjórnarumboð er veruliga ein kúvending í suðurafrikonskum viður- skiftum. Tað er bert stutt síðani, at ANC varð bannað í Suðurafrika. TAÐ er eingin ivi um, at ein av or- søkunum til, at tað yvirhøvur ber til at taka eitt so stórt stig sum hetta er tann, at her hava vit tveir menn, Mandela og De Clerk, ið rætt og slætt eru so mikið klókir, at teir duga at síggja, at hetta er tann einasti vegurin at ganga. TAÐ er ikki minst umráðandi fyri De Clerk, at ANC gevst við sínum vápnaðum stríði í royndunum at vinna á apartheid. Og fyri Mandela hevur tað alstóran týdning, at hvíta minnilutastýrið leyslatir allar politisk- ar fangar og setur undantaksstøduna í landinum úr gildi. Hetta eru nakrar av teimum týdningarmestu fyritreytunum fyri at fáa gongd á veruligar samráðingar. VIT kunnu so bert vóna, at tað fer at eydnast hesum báðum monnunum at vinna á teimum forðingum, sum eru fyri at avtaka apartheidskipanina, sum vit í dag vita finst í Suðurafrika og sum mong hvít ikki vilja av við, tí tað gevur teimum so mong framíhjárætt- indi. IKKI er heilt burturvið at samanbera støduna í Suðurafrika við hana í Sov- jetsamveldinum. Har hava teir Gorba- tjov, sum mong halda, eigur høvuds- æruna fyri, at so nógv er broytt tann rætta vegin eystanfyri. Nú síggja vit so tveir mans í Sudurafrika, sum í framtíðini kunnu koma at eiga æruna av, at apartheidskipanin varð avtikin. MEN fyri bæði londini er helst tað galdandi, at tað finnast fólk, sum helst sóu bæði Gorbatjov, Mandela og De Clerk, har piparið grør. Gorbatjov eigur mangar måétstødumenn, sum, um tað eydnast teimum at fáa hann frá, kunnu seta eld í tað heila. Bara fyri at nøkur fá kunnu varðveita síni privilegiur. Vit kunnu koma at upp- liva eitt sætt borgarakriggj í Sovjet- samveldinum, sum kann fáa álvars- ligar avleiðingar fyri okkum eisini. OG í Suðurafrika eru hvít, sum fegin vilja gera av við bæði De Clerk og Mandela, tí samráðingarnar teirra millum koma at taka fyrimunir og framíhjárættindi frá nøkrum fáum. Vit mugu bara biðja til, at hesi tríggir mans fáa møguleikan at royna seg fyri harvið at røkka itøkiligum úrslitum til frama fyri teirra egnu borgarar og heimin allan. jamú alipolitikkur má setast út í kortið #3 Formaðurin i Føroya Havbúnaðarfelag, Kristian á Neystabø skrivar í bladnum ”Alarin" um, hvussu trupulleikarnir í alivinnuni kunnu loysast. Hann sigur: — Havbunadarfelagid er av teirri åskodan, at ali- vinnan kundi verið eitt flestu av okkara alibrúk- um eru komin út í. Vit meina ikki tað er rætt hjá verða løgd saman (puljad) og umfíggjað til 15-20 ára lán við 8-9% rentu p.a., og veruligt alternativ ella einum landsstýri bara at við einum avdråttarskåa munagott iskoyti til fiski- lata standa til, meðan uppá 3 år. Kristian á Neystabø, formaður í Havbúnaðarfelagnum vinnuna. Tað ber til at stórur partur av alivinn- ad. 2): Til fígging av prógva í telum. Men tað krevur sjálvsagt, at lagt verður upp fyri alivinnuni í tí heildarpolitikki, ið væntandi verður ríkin. Tað merkir ikki, at ali- vinnan skal hava almenn- an stuðul. Men tað merkir, at ein konstruktivur ali- politikkur má rekast. Ferð eftir ferð hevur verið mælt til at byrja við einum fígg- ingarkarmi, ið kundi tryggjað teimum væl riknu alibrúkunum likviditet at arbeiða víðari við, skrivar formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag. Havbúraðarfelagið hev- ur havt fleiri fundir við Landsstýrið um ta vána- ligu figgjarstødu, sum uni er um at fara av knór- anum vegna vantandi gjaldferi í samfelagnum. Ásannandi, at okkurt má gerast í skundi, legdu vit hesa verkætlan fyri landsstýrið: Landsstýrið tekur upp lán kr. 200 mill. til konsoli- dering og rakstur av ver- andi alibrukum: 1) 45 mill. kr. til umfigg- ing av verandi lånum i Menningargrunninum. 2) 150 mill. kr. til stovns- fæ i aligrunn til figging av verandi rakstri. 3) 5 mill. kr. til stovnsfæ i trygdargrunn av sama. ad. 1): Viðvíkjandi Menn- ingargrunninum. Verandi lån, avdråttir og rentur rakstri (ikki iløgum) eigur landsstýrið at: — seta á stovn ein ali- grunn, ið verandi alibrúk fáa meguleika at læna úr til lága rentu p.a. við eini avdráttartíð uppá 8-10 ár. — Nevnd grunsins verður samansett av umboðum fyri alivinnuna, landsstýr- ið, Landsbankan og tveimum privatum bank- um. — Ikki øll alibrúk eru heimilað rætt til lán úr ali- grunninum. Nevndin met- ir í hverjum einstøkum føri um, hvert lán eigur at verða veitt umsekjara. — Avgerandi tættir í steðutakan grunsins fyri at umsókn kann verða gingin á meti, eigur m.a. at byggja á eina nágreini- liga metan av, hvussu brúkið hevur verið rikið higartil, meguleikarnar hjá alibrúkinum at klára seg framyvir um lánið verður játtað, treytir um eginpening v.m. ad. 3) Sum trygd í sam- bandi við virki aligrun- sins, verða í fyrstu atlegu avsettar 5 mill. kr. í ein trygdargrunn, sum trygd fyri meguligum veðhald- um, ið kunnu gerast effek- tiv. Annars verður trygd- argrunnurin framyvir fíggjaður við einum rentu- marginali uppá 2% úr ali- grunninum. Kristian á Neystabe sig- ur víðari, at upphæddin uppá 150 mill. kr. til Ali- grunnin er grundað á, at vit tey næstu 3 árini koma at framleiða uml. 40.000 tons av laksi. — Tað, sum hevur størst ávirkan á tølini omanfyri, og sostatt á okkara framtíðar lániterv, eru sjálvandi marknaðar- prísirnir, men teir kunnu vit nærum einki gera við. Men kunnu vit framleiða tey áðurnevndu 40.000 tonsini fyri bert i kr. minni fyri selt kg., so merkir hetta eina beinleið- is innteku uppá 40 mió. kr. og harvið ein samsvar- andi minni lániterv. Hinvegin fara lækkandi hækk- marknaðarprísir, andi tollgjeld (EF) v.m. at ávirka mótsettan veg. M.a. hesi og onnur ókend framtíðarviðurskifti gera tað sera trupult við vissu at siga, hvussu stórur tann samlaði lánitervurin til alivinnuna verður kom- andi árini. Men við verandi fyri- treytum ber til at fáa kreppuraktu alivinnuna aftur á rætt kjøl, fylgir landsstýrið ráðunum frá Feroya Havbúnaðarfelag. Kristian á Neystabe vís- ir annars á, at likviditets- steðgurin til alivinnuna er Framhald á síðu 20 á i Í 8 ; ;