Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

! i i É —— á 1750 = $ % 5. maí 1990 | - = Nógv fleiri Umsóknirnar til flestu hægru skúlarnar er nógv stórri nú enn undanfarnu år. Ein orsøkin er vantandi arbeiði Flestu hægri skúlarnir í Føroyum vita at siga frá nógv fleiri umsøkjarum enn nakrantíð. Hetta er galdandi bæði fyri handilsskúlar, læraraskúlan og HF-skeið. Studentaskúlin í Hoydøl- um hevur fingið á leið sama tal av umsóknum, men áhugin er sera stórur fyri HF-skeiðinum í Hoydglum. Í fjør sóktu 45 fólk inn á HF í Hoydølum, í år hava til- samans 85 søkt. Telefonin i Hoydølum gløddi, beint fyri at umsóknarfreistin var úti. Tey, sum søkja inn á HF, fara til samrødu, og tí veit skúlin eisini meiraum næm- ingarnar enn aðrir skúlar vita. Jákup Strøm, sum er lestr- arvegleiðari á HF í Hoydgl- um, sigur, at nógv stórri partur av umsøkjarunum til HF kemur beinleiðis úr 9. ella 10. flokki, 20-25 %. IKKI AÐRIR MØGULEIKAR - Fleiri teirra siga bart út, at tey sýkja inn á skúlan, ti einki arbeiði er at fáa, sigur Jákup Strøm. Men tað eru eisini tey, sum hava sínar royndir í arbeiðslívinum, og nú lítið arbeiði er at fáa, nýta tey høvi at fáa sær útbúgv- ing ella aðra útbúgving, enn tey frammanundan høvdu. Tað tykist ikki sum, at fíggjarliga vánaligari um- stødurnar nú í Føroyum halda fólki fólki frá at søkja sær lærdóm. Men tað fíggj- arliga hevur kortini sína ávirkan. Í Hoydglum eru nakrir næmingar, sum nú fara niður at gera seg lidnar. Lestrarstuðulin i Føroyum er so nógv lægri enn i Dan- mark. Lesa tey í Danmark fáa tey haraftrat nakrar tús- unn krónur um mánaðin til ferðaútreiðslur. SØKJA ALT Tað var kanska at vænta, at færri í ár fóru at søkja inn á Studentaskúlan á HF- skeiðið vid Getugjógv, nú handilsskúlin er komin á Kambsadali, men skúlin við Getugjógv fekk nakrar fleiri umsóknir enn í fjør. 85 søktu inn á studentaskúlan, og av teimum sleppa 68 inn. 33 sleppa inn á HF-skeiðið, nakrar umsóknir vórðu havnaðar. Sjålvt um tølini ikki geva beina mynd, ú fleiri sókja samstundis bæði á studentaskúla á HF og í handilsskúlan, so vísir tað seg, sum áhugin allasstaðni fyri at koma í skúla er vaksandi. Sámal í Skordini, rektari við Gotugjógv, er ikki í iva um orsøkina. - Hvagar skulu tey annars fara enn i skúla? MEIRA IDIN Hann hevur eisini varnast eina aðra broyting. Tað van- liga hevur verið, at fráfallið hevur ligið um fimm %. Tað vil siga, at av teimum um- leið 200 næmingunum á skúlanum eru 10 givnir um árið. Nú fella bara heiltfrá. Tað kundi bent á, at tey vilja halda fast um tað tey hava, tí aðrir møguleikar eru ikki. Orðini, at "arbeiði kann ein altíð fáa sær", galda ikki longur. Suðuroyar HF-skeið hev- ur baranakrar fáar umsóknir fleiri enn í fjør. Klaksvíkar HF-skeið hevur eitt sindur fleiri umsóknir í ár enn í fjór. Tey upplivdu, at um- sóknirnar komu fyrr inn enn í fjør. Ein orsøkin kann vera stórri virðing fyri tíðar- freistum, men helst er ein onnur orsøkin, at øll vita, skúlarnir eisini eru raktir av sparing og tí ikki kunnu taka inn óavmarkað tal av næm- ingum, sigur Bo Jørgensen, leiðari á HF-skeiðinum í Klaksvík. Hann veit eisini at Siga, at næmingamir nú eru meira áhugaðir fyri undirvísing- ini. Onkur heldur eisini, at tað góða við støduni nú er, at fleiri fólk fáa útbúgving. FLEIRI MENN Á LÆRARASKÚLA Læraraskúlin hevur enn ikki fingið so nógvar umsóknir inn. Umsóknarfreisun er ikki úti enn. Men 50 umsóknarbløð eru umbiðin, og tað eru tvær ferðir so nógv sum í fjør. Alurin á umsøkjarunum er sum van- ligt. At so nógv søkja hevur við sær, at skúlin nú fær meir at velja ímillum. Eina broyting, hevur Pauli Nielsen, rektari sæð. Mannfólk hava seinastu ár- ini ikki víst læraraútbúgv- ingini tann stóra áhugan, men nú eru fleii mannfólk, sum hava biðið um umsókn- arblað. Føroya Handilsskuli er tann undirvisingarstovnur, sum fær flestar umsóknir sammett við í fjør. HFS-útbúgvingin fekk í fjór 270 umsóknir, og av teimum sluppu 150 inn. Í ár vóru umsóknirnar 400 í tali, 175 sleppa inn. Tølini eru bæði fyri skúlan í Havn og á Kambsdali. Talið av umsóknir til HH var í fjør 130, i ár yvir 200. 75 sleppa inn. Tølini fyri skúlan á Kambsdali eru ávikavist 8 og 40. Hetta merkir, at meiraenn annar hvør umsøkjari ikki sleppur inná handilsskúla í Havn ella á Kambsdali. Skúlin tekur teir næm- ingar, sum hava arbeiðs- royndir, fram um tey, sum koma beint úr 10. flokki. HELVTIN SLEPPUR IKKI INN Tilgondin ul handilsskúl- arnar er økt ár undan ári. Ragnar Magnussen, stjóri á handilsskúlanum, ivast tó ikki i, at ein orsøkin til teir nógvu umsóknimar er fækkandi arbeiðsmøguleik- ar. At tey so hava ráð til at fara í skúla man koma av, at foreldrini leggja dent á at hjálpa børnum sínum við at Eingin sigur, at hesi, sum gingu i Hoydølum fyri nøkrum árum sidan, tóku sær av løttum. Men skúl- arnir siga, at næmingarnir eru nógv meira idnir nú fáa útbúgving í staðin fyri at brúka pengamar tl annað. Ragnar Magnussen sigur, at tey væl duga at síggja, at næmingarnir hava færri pengar um hendur. Tað sæst m.a. av, at matsølan á næm- ingaheiminum er minkað, og fleiri næmingar eru í eft- irstødu í gjaldi fyri kamar Sitt. randi Handilsskúlin hevur í ár fingið s nógvar umsóknir at onnur hvór umsókn verður havnað. Tað skal tó viðmrkjast, at summir hava bæði steundtaskúla HF og handilsskúla sams- tundis í vón um at slepa inn onkrastaðni. Ti ber ikki til at leggja tølini saman fyri at síggja, hvussu nógv tilsamans hava søkt um at sleppa í skúla als SoKI