Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. februar 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 14. februar 2003 15 14 Nr. 31 - 14. februar 2003 Fríggjadagurin 14. februar er Valentine’s dagur. Ein dagur, vit í Føroyum ikki kenna tað nógva til, men ein dagur, handlar, matstovur og onnur fegin vilja hava okkum at minnast til. Er hetta veruliga dagur kærleikans? ella er hetta nakað uppreklamerað tvætl? Tað fara vit her at læta tykkum avgera. Vit hava so hugt eitt sindur at degnum Sum vit jú síggja her, tykist Val- entinsdagurin í so dýrur. Allar gávurnar eru ikki altíð í tí bíliga endanum. Men tað nýtist ikki altíð at kosta nógv at vísa sín kærleika Í USA er Valentinskortið so at siga ein siðvenja. Tað verður serliga nýtt sum greitt er frá aðra staðni á síðuni, sum ein av- talað ”blind date”. Men kortið kann eisini nýtast sum ein heils- an, har ein kann skriva sínar kenslur til tann, einum dámar. Vanliga eru Valentinskortini skapa sum eitt hjarta. So um pungurin er tómur, ber eisini til at vísa sínar kenslur á Valentinsdegnum, og enntá gera tað á sama hátt sum Halgimenn- ið Valentine gjørdi á sínum døg- um, nevniliga við einum korti. Kærleikans dagur –Valentine’s dagur 14. februar Kærleikans dagur er her, og tí mugu blómur sjálvandi eisini vera í nánd, saman við brøvum, sjokolátaeskjum, bamsum, køkum og øllum øðrum fittum, sum hoyra Valentinsdegnum til. Blómurnar skulu helst vera í einum reyðum liti, tí tað er jú kærleikans litur. Alt hetta er kanska ókent um okkara leiðir, ella hvat siga blómuhandlarnir Nakað fjas Í blómuhandlinum, Árstíðirnar, verður ikki nógv gjørt við valentinsdagin. Tey pynta eitt vindeyga við øllum tí, sum hoyrir til dagin, og tey hava nøkur serlig tilboð upp á hjørtu, rósir og alt tað, sum er reytt. Valentinsdagurin verður meiri og meiri umtøktur sum árini líða. Hetta ger, at tey selja meiri á hesum serliga degi. Tað mest vælumtøkta at keypa eru rósirnar. Fleiri og fleiri føroyingar verða meiri áhugaðir í hesum degi, sum jú er um alla verðina tann sama dagin, og tað vindur enn meiri á seg. Serliga tey trý síðstu árini hava verið nógv fólk, sum hava tiki nýtslu av hesum degi. Hetta sigur Brynhild úr Árstíðinum, sum tó sjálv heldur, at valentinsdagurin er nakað fjas. Meira enn vanligt Á vindeyganum í Fípuni í SMS stendur greitt „Minnist til Valentinsdagin 14. febr- uar“. Eisini eru bæði hjørtu og reyðlittar blómur at síggja. - Tað eru nógv, sum als ikki kenna til Valentinsdag. So eru tað nøkur, sum kenna til dagin, men halda hann vera nak- að fjas. Tó eru tað eisini tey, sum halda, at alt hetta við Valentinsdegnum er bæði stuttligt og hugnaligt, og tí keypa okkurt smávegis. Okkara varhugi er, at Valentinsdagurin er serliga komin fram í Føroyum tey síðstu árini, men til dømis í Danmark, har kenna fólk nógv betur til dagin. Vit royna allíkavæl at lýsa við Valentinsdegnum. Vit hava eisini bílagt meira rósur, tí vit plaga hóast alt at selja meira enn vanligt á Valentinsdegnum, og serliga er tað alt tað reyða, sum er vælumtókt. Siga tey í Fípuni. Valentin við blómum Valentinsdagur hevur ongantíð verið nakað, føroyingar hava tik- ið serliga hátíðarligt. Men tað er ein søga handan dagin, og hon er bæði romantisk og syrgilig. Djýpri søga Tey flestu kenna kanska Valen- tinsdag sum nakað amerikanskt og kommersielt. Men Valentins- dagurin hevur eisini eina djýpri søgu. Tað týdningarmesta við Valentinsdegnum er nevniliga, at øll skulu vera góð hvør við ann- an. Millum annað var tað fyrr í tíðini ein siður hjá ungum monn- um at draga navnaseðlar, sum søgdu hvørja gentu teimum skuldu dáma. Eisini var halgi- minnið Valentine tann fyrsti, ið veruliga setti gongd á kærleiks- brøv. Navnaseðlar skaptu pør Tað sigst at haldanin av 14. febr- uar stavar heilt frá fornøldini, tá rómverjar livdu. Tá plagdu fólk á hvørjum ári at halda „Lupercal veitsluna“ fyri at heiðra róm- verska gudinum yvir nøring. Hetta gjørdu tey 15. februar. Kvøldið fyri Lupercal veitsluna høvdu fólk tann sið, at tey skriv- aðu nøvnini hjá gentunum har um leiðir á seðlar. Ungu mennin- ir á staðnum skuldu so taka ein navnaseðil í part, og tann gent- una, sum stóð á teirra seðli, skuldu teir vera góðir við alt árið. Síðan tað tíðina hevur 14. febru- ar verið dagurin hjá Cupid, sum er sonur Venus, ið er rómverska gudinnan fyri kærleika. Cupid sigst, eftir rómverskari guða- læru, at vera tann, ið ger okkum forelskaði. „Frá tínum Valentine“ Orsøkin til 14. februar er gomul, men tað var fyrst seinni, at dag- urin fekk eitt heitið. Tann ævigi elskarin, ið gav Valentinsdegnum sítt navn, er hildin at vera ein biskoppur, ið nevndist Valentine. Valentine var prestur í Róm, tá ið býurin var stýrdur av „Claudius hinum ónda“. Sjálvt um Claudius hevði sett forboð fyri kristnum hjúna- bondum, og sett forboð fyri, at kristin kundu umvenda onnur fólk til at gerast kristin, vildi Val- entine ikki boyggja seg fyri róm- versku guðunum. Hann helt á fram við sínum kristna starvi, inntil hann var settur í fongsul. Men sjálvt í fonglsinum royndi hann at umvenda hinir fangarnar. Meðan hann var í fongslinum, gjørdist hann góður við dóttur einum av teimum, ið arbeiddu har. Hon gjørdist eisini góð við hann, og stuðlaði honum gjøgn- um fongsulstíðina. Men tá Clau- dius hoyrdi, at Valentine enn boðaði út kristindómin í fongsli- num, dømdi hann Valentine til deyða. Á sínum deyðsdegi 14. februar, skrivaði Valentine eini boð. Boðini vóru til dóttrina hjá manninum, ið arbeiddi í fongsli- num, og tey vóru undirskrivað „Frá tínum Valentine“. Tað er ivaleyst eisini tí, at vit seta júst tann setningin í samband við Valentinsdagin. Av tí at hesin maðurin helt á fram við sínum kristna starvi, inntil deyðsdag sín, varð hann valdur at gerast til halgiminni. Orsakað av, at hesin trúfasti Valentine doyði júst 14. februar, hava fólk valt at kalla 14. februar fyri Valentinsdag. Valentinsdag- ur er eisini kendur sum ein tann mest romantiski dagurin í ári- num. Søgan Tað er ikki bara blómur, ið hóska seg til Valentines dagin. Eisini føðin skal merkja, at hesin dagurin hevur eitt vet meira av kærleika í sær. Hotel Hafnia hevur skapt eina serliga Valentine matskrás, sum hevur eitt sindur av kærleika lagt omaná hvønn einasta rætt. Sjálvan dagin, 14. februar, fara tey á Hafnia at pynta eitt sindur øðrvísi. Dúkarnir, ljósið og alt annað til enda- málið fyri at gera stemningin eitt sindur meira romantiskan. Bara stemn- ingurin kann vera nóg mikið í summum førum, men vøran skal eisini vera í lagi, og lat okkum bara siga tað beinananvegin: Matskráin hjá Hafnia er so sanniliga fyrstafloks. Vit royndu matskránna eitt kvøldið. For rætturin eru stoktar kina- rækjur í orly- deiggi, borð- reiddar við súr- søtari sós og sauté úr pipar- fruktum. Høv- uðsrætturin er soyastokt høsn- arungabringa við urtum, karrynullum og grillaðum jom- frúhummara. Desertin staðfestir árstíðina sum ísur við sjokulátu í hjartasniði. Rættirnar tykjast at hóska væl saman, og blandingin við viðmælti víninum kemur hesin eitt lítið sindur aft- urat. Høvuðsrætt- urin tykjast tó at hava nøkur lýti, og hann stevnir eitt sindur uttan- um tað traditio- nella, og er ikki nóg sannførandi við tí eksotiska. Desertin og forrætturin fáa tó heildarmetingina upp á ovastu stigini. Samanumtikið er upplivingin nakað av tí allar frægasta mati, fáast kann ger á landi til eitt tílíkt høvi. Uttan at tey spenna bo- gan heilt, fært tú borðreitt ein røð av rættum, ið kunnu temja hvørja villa kenslu og byggja upp við nýggjum kær- leiksboðum. Fyri kærleikan er maturin ikki nóg mikið, men er kærleikin stað- festur, eru trígg- ir kærleiksrættir hetta ávísa eyka, sum flyta teg úr eini uppliving í aðra. Matur við kærleiksmegi Valentinsdagur verður hildi um allan Heimin tann 14. februar. Serstakliga í USA verður nógv gjørt burtur úr hesum degi. Vanja Skaalum, sum hevur búð í New York í eitt ár og Danmark í nøkur ár og sum nú hevur fastan búðstað í London, greiðir frá hesum. -Har er hetta dagurin hjá kvinnunum. Tær verða hjúklaðar av monnunum. Tað eru menn- irnir, sum taka tað fyrsta stevið í øllum. Kvinnurnar verða bodnar út at eta, fáa blómur – helst reyðar – sjokolátu í einari eskju við hjartasniði og gávur. Um maðurin vil fríggja til hennara, so er hetta tað kvøldið hann ger tað, sigur hon Valentinskortið er eisini nógv nýtt, sigur Vanja Skaalum. Um ein drongur til dømis er forelskaður í einari gentu, men torir ikki at siga henni tað, sendir hann ofta henni eitt kort. Í hesum korti stendur, hvar og nær gentan skal møta honum um kvøldið. Hann skrivar ikki hvør hann er, tað vil siga at hann sum oftast er ónevndur. Gentan fer so til hetta serstaka staðið og møtir dronginum. Um alt so gongur sum hann vil, koma tey saman aftan á tað. Í London er sama skili sum í USA. -Men í Danmark er ikki tað sama, hóast tey har gera meiri burtu úr enn í Føroyum. Har er tann sokallaða ”Janteloven” galdandi. Tað vil siga, at tað ikki er ein sigur, at menninir bjóða kvunnunum út, tí er tað kanska ikki eins og einfalt fyri menninar at bjóða teimum út, so har kunnu báðir partar taka fyrsta stevið. Uttan munin millum mann og kvinnu, eru danskarir so við og við farnir at halda dagin á sama hátt sum amerikanarar, sig- ur Vanja Skaalum. ”Kvinnudagur” Kann gerast bíligari LAGT TIL RÆTTIS Finnur Justinussen (myndir) Annika S. Olsen, Theresa Krogager og Heri á Rógvi C M Y K 14