Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Hini og so vit! Í hesum døgum verður hildin ein stór umhvørvisrådstevna í Bergen í Noregi við luttøku av umboðum i flestu av heimsins londum. ENDAMÁLIÐ við hesi rådstevnu er at steðga teirri hóttandi dálkingini, ið er vorðin eitt stéðugt stórri vandamál í fleiri og fleir londum. STIGTAKARARNIR til hesa ráð- stevnu vóna, at itøkilig úrslit, sum enda við veruligum tiltøkum, kunnu Spyrjast burtur úr stevnuni, tí vit kunnu ikki bara hyggja at, meðan jørðin øll verður dálkað. TAÐ er so eisini vorðið ein sannroynd í dagsins samfeløgum, at dálking ikki er avmarkad til eitt åvist land. Dálkingin er vorðin so umfevnandi og oyðandi, at hon kennir ikki landamark. Hetta krevur ti, at øll lond samarbeida. Tað nyttar t.d. líuð hjá Vesturtýsklandi at brúka milliardir av D-markum í bardaganum móti dálkingini, um grannalandið Eysturtýsklandi vísir fullkomna líkasælu við dálkingini. EIN øtast við, tá stóru útlendsku sjónvarpssteðirnar í hesum døgum vísa myndir úr serstakliga londunum í Eystureuropa. Kommunisusku stýris- skipaninar hava rætt og slætt ignorer- að alt slag av dálking frá stórídnað- inum. Við ti úrsliu, at náttúran nærum hevur fingið mønusting. Fólk gerast álvarsliga sjúk. Barnadeyðin er ovur- stórur. Samfeløgini eru vorðin sjúk Framhald av síðu Í Åbyrgdarbiadstjori: Jan Miller Fyritaksstjór: Kristjan Dahi Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov kapping og ivast-hann uppå likam og sål av hesi eirindar- leysu og tamarhaldsleysu eiturdålk- ing. TAÐ er ti ikki løgid, at londini vest- anfyri serliga, sum eisini verða rakt av hesi dálking, vilja hava eystureup- earar at steðga hesi dálking. Ja so stór hóttan er hon móti grannunum, at londini í Vesturheiminum fegin vilja gjalda stórar upphæddir fyri at hjálpa hesum londum at minka ella sleppa heilt sv við dálkingina. UM somu tíð sum menn og kvinnur við miklum álvara tosa um dálkingina av umhvgrvinum sum ein av manna- ættarinnar fíggindum nummar 1 í dag, so finnast tað í okkara egna lítla dunnuhyli fólk, sum heldur enn fegin vilja síggja millum fingrarnar við dálking. Ja sjálvt fyrrverandi fram- standandi politikarar gera gjøldur burtur úr hesum álvarsmáli heldur enn at viðgera tingini ærliga og sakliga. TAÐ málið vit her sipa tl er dálkingin frá einum ídnaðarvirki í Klaksvík stutt herfyri. Hóast tað er staðfest, at vandamikil evni frá virkinum renna út á sjógv, so tykist sum ovasta leiðslan á virkinum - sambart almennu fjølmiðlarnar - ikki heldur nakra orsøk vera til at steingja virkið fyri harvið at steðga dálkingini. Tað er als ikki uppgávan hjá virkinum sjálvum at spandera pengar uppá hetta málið so ella so. SAMBART Degi og Viku skal nevndarformaðurin á virkinum hava sent kommmuni bræv, har hann vísir á, at tað er uppgávan hjá kommununi ingar í allari skipanini við Blaðfólk Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Pit Sosialurin Utgevari Uppseting. P/f Sosialurin | Prent: Pif Pressan 1981 | at beina fyri vandamiklum burturkasti. Hetta er nakað, sum virkini als ikki hava ráð til. TAÐ er fyrrverandi løgtingsmadur, ið hevur verið við til at gera og sam- tykkja lógir um umhvørvisvernd, sum sigur hetta. Ein gtast. Sjálvandi eiga kommunur at vísa dálkingarvandum ans, men tað má vera uppgávan hjá vinnuni sjálvari fyrst og fremst at syrgja fyri, at virkini ikki dálka, og at tey halda galdandi reglur og lógir um dálking av umhvgrvinum. AÐRASTAÐNI síggja vit, hvussu myndugleikarnir sekta virki, sum ikki yvirhalda galdandi reglur um dálking av umhvørvinum. Men her hjá okk- um, ja her gongur jú alt, her ber alt til, tað ber entá til at vísa alla ábyrgd frá sær um somu tíð sum ein ger gjøldur burtur úr slíkum álvarsmáli. Tað er nú heldur ikki so langt síðani, at borgarstiærin i Havn fór í opið kríggj við okkara heilsumyndugleikar og vartaði upp við eini niðurgerðandi og vanvittugari grein eftir danskan antiumhvørvist í Dimmalætting. Men hetta at seta kílar í arbeiði hjá teimum, sum eru sett at vera á varðvaldi móti dálking ol. er so heldur einki nýtt fyri ávísar politikarar her á landi. TAÐ er tó at vóna, at okkara mynd- ugleikar fara at liva upp ul ynskini og krøvini til tess at forda fyri dålking. Tað er eingin ivi um, at tað eru mangir aðrir syndarar kring landið. Vit hava nevniliga ikki havt traditión fyri at gera iløgur í fyribyrging av dálking. Í so má er umrødda virkið í Klaksvík einki undantak. sum fara at vera før at } Bústaður Argjavegur 26 Telefon: 110 Térshavn 14720 Argir 11820 | Telefax MEN hetta loyvir so ikki einum virki, sum arbeidir vid vandamiklum tung- metallum at skrúva kranan frå og sleppa hesum evnum á sjógv og harvið dálka ta hav, sum annars er okkara lívsgrundarlag. KANSKA henda eina hendingin í Norðoyggjum fær okkara myndug- leikar , tad veri so kommunur og al- menna stovnar, at rakna við og fara at hyggja eitt sindur nærri at tí dálking sum vituliga fer fram serliga í okkara firðum hvønn dag. VIT eru errin , tá vísindamenn kunnu staðfesta, at okkara sjógvur er tann reinasti í heiminum. Men henda sannroyndin má ikki gerast ein koddi hjá framleiðandi vinnulívinum. Øll mugu vit miðvíst vera á vakt fyri at fyribyrgja dálking. Vit hava ongan rætt at krevja av okkaru skotsku grannum, at teir skulu ikki útbyggja kjarnorkuverkini har, um vit ikki eisini sópa fyri egnum durum. Og vit kunnu heldur ikki loyva okkum at havast at løndunum í Eystureuropa, um vit sjálv vísa líkasælu við dálking av okkara egna umhvørvi. Vónandi fer ráðstevnan í Noregi og tær óhugnaligu myndirnar úr Pólandi, Eysturtysklandi og øðrum londum at minna allar føroyingar á, hvussu neyðugt tað er, at eisini vit taka dálkingarvandan í álvara. jamii vøra, so ber til at gera Postadressa: Postsmoga 76 Hálsi nummar 3. -Tað hevur nógv at siga, at vit kunnu vera undir somu lon, tí higartil hava vit verið í hver sínum herðashorni sigur Robert, nú teir triggir Magni Dalsgarð, Ziska Ziskason og hann sjálvur eru fluttir inn í nýggj arbeidshøli. Allir eru teir bjart- skygdir, hóast tíðirnar her á landi heldur tykjast ganga tann øvugta vegin við, at alt verður málað svart omanå svart. Teir halda seg ikki verða førar fyri at loysa allar uupulleikarnar hjá fiskivinnuni her og nú, men trúgva, at eitt miðvíst arbeiði kann geva úrslit, sum kemur at gagna okk- um gllum. Teir hava annars eina fortíð á Føroya Fiskasølu, allir tríggir, sum nú skulu til at kappast við somu fyritðku um søluna av før- oyskum fiskavørum. Sjålvur heldur Robert Poulsen, at tað er gott við heldur onga létu í, at eisini Fiskasølan er fegin um, at meiri kapping kemur í, soleiðis at alt samfelagið í síðsta enda fær meira fyri okkara fisk. Men rokna teir so við, at vit við fleiri nýggjum fiskasølufyritøkum kunnu økja um okkara útflut- ningsvirði! Robert Poulsen: -Nú Skal ein altíð vera varðin ikki at taka munnin ov fullan, tí ein má fyrst vísa í verki, hvat ein dugir úl. Men skal eg vera ærligur, so haldi eg, at vit kunnu fáa meira fyri somu nøgdir av fiski, sum í dag verða útfluttar. Tað ræður bara um at bera seg rætt at. Uppá fyrispurning um tað merkir, at hann gevur teimum politikarum og fólki annars, sum hava víst á, at Føroya Fiskasøla fær ov líuð fyri okkara út- flutning, rætt, sigur hann, at soleiðis má tað skiljast. Sjálvur heldur hann, at tað henda stórar broyt- veiðu, framleiðslu og sølu av fiski úti í heimi. -Fyrr hevur tað verið so, at stórar multinationalar fyritøkur sum Unilever og Nestle, sum keypti Findus í síni tíð, vildu hava eftirlit við øllum liðum líka frá fiskiskapi, til veran lá á boðrinum hjá brúkaranum. Hetta er broytt nú og vilja hesar somu fyritøkur nú heldur konsentrera seg um sjálva marknadarføringina og lata aðrar um veiðu og framleiðslu. Hetta er ein gongd, sum vit fara at síggja meira til, og tað er eisini slíka vend vit eiga at venja og laga okkum til sigur Robert Poulsen, sum vísir á, at vit hesi seinastu árini hava fingið nógv ung útbúgvin fólk heimaftur at arbeiða í fiskivinnuni. -Eg vænti mær nógv av teimum, og haldi, at tað er hetta nýggja ættarliðið, vit skulu seta okkara álit á, soleiðis, at tað vera mun- andi betri gróðarlíkindi at koma víðari. Tað vera tey, liva seg inn í ta sinnlags- broyting, sum vissuliga eisini skal til her heima, bæði tá tað snýr seg um veiðu, framleiðlsu og sølu av okkara fiski. -Men vera tit so førir fyri at gera tað betri enn Fiskasølan? -Eru vit ikki tad, so hava vit als rætt til at royna okkum ella vera til. Endamålid er at klåra uppgåvuna at selja okkara fisk betur enn aðrir, so- leiðis at okkara fyritøka kann yvirliva og soleiðis „at samfelagið sum heild fær meira burtur úr. -Nú hevur stjórin í Føroya Fiskasølu víst á, at meginparturin av fiskinum teir selja er libugvøra, og at tað ti ikki fæst meira fyri fiskin enn stødan er i dag. Er tú samdur vid honum i ti? -Tad eri eg ikki. Vid undantaki av upsanum, sum vit vita bert kann seljast til ein avmarkadan marknad i Tysklandi og Fraklandi sum ikki lidug nógv meira við annan fisk í Føroyum, og harvið økja um útflutningsvirðið. Eingin skal siga mær, at saltfiskur pakkaðu í ballir ella á platti er ein endalig liðugvgra. Tá stjórin á Føroya Fiskasølu sigur hetta um meginpartin av útflutninginum, so er tað ein heimagjørd definitión. Har eru vit avgjørt ikki samdir. Men á einum ødrum øki tykjast stjórarnir í Føroya Fiskasølu og Faroe Waters at vera samdir. Tad er i spurninginum um EEC. -Eg eri sannførdur um, at tad besta fyri okkum er at fåa limaskap i EEC. Kunnu vit fáa eina góða fríhandilsavtalu nú, so er tað eisini gott, men eg rokni við, at tann endaliga loysnin verður limaskapur. Robert Poulsen heldur annars, at tað veðrur Europa vit mugu satsa uppá í framtíðini. Ameri- kanski marknaðurin fer at minka niður í líuð og einki við undantaki av ali- fiskinum. Hvat viðvíkur identiteti okkara um vit koma uppí EEC, so heldur Robert Poulsen ikki, at tað fer at nerva okkum nakað. -Vit koma at varðveita okkara tjóðskaparligu virði eisini í EEC. Og hvat viðvíkur fiskiveidi undir Føroyum, so rokni eg við, at EEC fer at lata okkum sjálvar fult og heilt hava avgerðarrætt til okkara egna sjågv, nú vit eru ein smátjóð. -Vit byrjaðu í 1. geari, nú rokni eg við at vit seta í hægri gear sigur ein bjartskygdur Robert Poulsen at enda. Hann leggur aftrat, at tað er stýrsta stavnhald teirra at byggja upp eina seriøsa fyritøku, sum í gerningi kann vísa, at tað ber til at koma burtur úr ú naggatódn, sum bæði til- virking og søla av føroyskum fiskavørum er komin í. jan