hósdagur 10. mai 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 69 — 10. mai 1990
- -
SS) sDSIalurin
Fri ord um
rusdrekka
Einkarsølu av rúsdrekka i Føroyum, og mat-
stovurnarskulu hava loyvi at skenkja vin. Hesum
tyktist meirluti vera fyri å væl fyriskipada fund-
inum hjá Havnar Framburðsfelag mánakvóldið
Forført er at fáa skilagott
rdaskifu um rúsdrekka-
ygina. Sjålvtum meirluti er
nillum fólk at broyta hana,
kist Ogjørligt at fáa pol-
an meirluta fyri nøkrum
ppskoti. Allir flokkar og
flestu politikarar ræðast sin-
ar veljarar. Frægastu orða-
skiftini um rúsdrekkalógina
eru tí uttan nakran politik-
ara.
EINGIN
POLITIKARI
Tað var almenni fundurin
hjá Havnar Framburðsfelag
månakvøldid gott dómi um.
Fólk søgdu sína hjartans
meining - og meiningarnar
vóru ymiskar. Og eingin
politikari, sum styrdi orða-
skiftinum.
Pallborðsfundir flest
plaga at vera keðiligir. Vit
kenna øll fólkini, sum sita
við at kalla hvørt einasta
pallborð. Tá kemur sjáldan
nakað nýtt burturúr. Soleið-
is var ikki hesu ferð.
Við pallborðið sótu Nicl-
as Akraberg Poulsen, Ernst
Hansen (á Toftum), Olivur
Næss, Pál Weihe og Hanna
Knsen
HAVA ONGAÅ
SKAMTAN
d KIpa
og hvussu hon virkar. Hann
helt tað vera skeivt at Siga, at
vit hava skamtan, so stórar
nøgdirnar eru. So nevnda
skamtan varð ætlað sum
verja hjá teimum, sum ikki
duga at drekka, men skamt-
anin er eingin hjálp. Tvørt-
urímóti eyggjar hon til stór-
keyp.Skamtanin fær fólk at
drekka ósgmiliga. Nivlas
Akraberg Poulsen helt, vit
mugu gera okkurt fyri at
læra fólk at drekka hóvliga.
FLEIRI FULL
IBRUMMUNA
Skamtanin hevur ikki við
særm, at føroyingar drekka
minni. Nógv fleiri fólk í
Føroyum fara í brummuna
av fyllskapi enn t.d. í Dan-
mark, har sølan er fri. Niclas
Akraberg Poulsen talaði
fyri at broyta skamtanina
onkursvegna, so fólk ikki
Pr
kunnu keypa fyra kassar av
gulløli um månadin og
ju fløskur av sterkum
um ársfjórðingin
nst Hansen å Toftum
iði fráhaldssjónar
Hann helt ikki, nóg
mikið varð gjørt fyri at
upplýsa um vandan við at
drekka sum gjørt verður við
vandan við at roykja. Ernst
Hansen talaði ikki fyri at
broyta lógina, men hann
ásannaði, at lógin ikki varð
hildin.
LÆTT AT FAA
Olivur Næss kom inn á sitt
arbeiði í Ráðnum fyri
ferðslutrygd, sum roynir at
fáa fólk at skilja, at koyring
og rúsdrekka ikki hoyrir
saman. M.a. tosar Olivur
Næss við næstan gll ung,
beint áðrenn tey taka koyri-
kort. Hesi ungu eru so
opinskárað, at tey siga,
hvussu tey bera seg at við at
fáa hendur á rúsdrekka,
sjålvt um tey ikki hava
aldurin. Tad er m.a. vid at
bíleggja undir følskum
navni og við at falsa undir-
skriftir. Táer lætt at fáa glið,
ið ikki krevur rúsdrekka-
kort. Olivur Næss helt eftir-
litið vera ov vånaligt, tá slíkt
ber til.
Olivur Næss luttók tó á
8 fundinum bara sum privat-
LT persónur, og hann legði ikki
fingrarnar ímillum.
- Eg haldi, at tað østa
TV prátið ávirkar ungfólk. Rús-
drekka verður forkunnugt
og spennandi, tí tað er for-
boðið. Tey verða hetjur,
sum kunnu fáa hendur á
rúsdrekka.
Olivur Næss tosaði um
rullandi vertshusini, sum
Klerens plagdi at taka Lil, og
um løgnu lógina, ið gevur
loyvi ul at bíeggja rús-
drekka, tå tå ert 18, men ikki
Iosað var nógv um "kassa-
mentalueun". Tað er ein
serjørt VSK søga, fá KASSIN
kemur
er loyvt at drekka tað, fyrr
enn tú ert 20 ár.
- Tað skal ikki gerast
lættari at fáa hendur á
rúsdrekka, tað skal gerast
ødrvisi. Tað kann heldur
ikki gerast lættari - um bara
tú also hevur pengarnar,
segði Olivur Næss.
VANALIG SKIPAN
Hann fanst at skipanini, ið
hevur við sær, at fólk keypa
so stórar nøgdir í senn, ti
fraktin harvið verður minni,
og roksið er so nógv, at tú
næstan má taka frí ein dag.
Men kenslan er góð, tá alt er
komið ul høldar heima í
kjallaranum.
DUGA SJALV
Olivur Næss hevði nógv
ímóti, at nakrar fáar danskar
fyritøkur skulu ríka seg upp
av rúsdrekkasglu til Føroya.
Søluna kundu føroyingar
lika væl umsitid sjålvir. Og
harvið sluppu fólk frå at
ringt til Danmarkar fyri at
fáa ein dropa. Olivur Næss
helt, at donsku fyritøkurnar
loypa brell á fólk, so
grammar tær eru at senda
prislistar. Var sølan í Føroy-
um, kundi tú biðið um tað,
tær nýttist.
Hann var eisini fyri at fáa
tollfria sølu á flogvøllinum,
so flogførini sluppu undan
at flogid aftur og fram fermd
við rúsdrekka.
Og tá Margretha Drottn-
ing kemur ul Føroya i
summar, verður neyvan
reytt sodavatn sett fyri hana
atdrekka. Og tá er so stutt til
at geva matsølunum loyvi at
skeinkja vín fyri ú meiniga
fólkinum.
HERNAÐARLIG
UPPFINNING
Olivur Næss minti á, at tað
vóru bretsku hermenninir,
sum funnu uppá at gera
klubbar undir krígnum. Og
Mjørkadalur var fyrimynd-
in, tá ølklubbamir komu.
Hann endaði sína rødu
við atendurgeva ein gamlan
sandoyaruingmann: Hvussu
skulu vit geva føroyingum
sjálvstýri, tá vit ikki tora at
líta teimum eina gl í hond-
ina.
AT HAVA ABYRGD
Tað var júst álit ella vant-
andi álit, Hanna Joensen,
bygdi síni orð á.
Tey flestu duga at drekka
við skili. Teimum standast
eingir trupulleikar av. Ein
stórur partur av fólkinum
nertir ikki rúsdrekka. Ti-
verri eru nøkur teirra alt ov
skjót at dóma, men peiki-
fingrarnir virka beint øvugt.
- Tey, sum ikki duga at
drekka, eru tey mest sjón-
ligu. Tey síggjast og hoyr-
ast, og tey dømandi válka
sær í søgum um hesi, segði
Hanna Joensen.
Hon helt tað vera skeivtat
geva rúsdrekka skyldina
fyri ovurnýtslu, ella at fólk
Meirluti tyktist vera á
fundinum fyri, at matstov-
urnar skulu hava loyvi at
skeinkja vín
íkki kunnu stýra sær.
Abyrgdin má liggja á
einstaklinginum.
RUSDREKKA
IKKI REYSAST
- Tað ber ikki úl at geva
rúsdrekkanum skyldina, um
ein persónur ger eitt brots-
verk í rúsi. Rúsdrekka kann
ikki revsast. Fólk mugu
sjálv taka ábyrgdina av
sínum gerningum. Men vit
eru bangin fyri at taka
ábyrgd og líta ikki øðrum
nakað til. Og so halda vit
fram við at bróta lógina, í
staðin fyri at finna ein máta
at broyta nýtsluna. Forboð
er ikki nóg mikið, segði
Hanna Joensen.
- Eg skilji ikki, at tann
stóri meirlutin skal hava sítt
persónligafrælsi skert, ti
minnilutin ikki hevur álit á
hinum.
Hon helt, at føroyingar nú
mugu læra at taka ábyrgd av
sínum egna lívi, sjálvt um
flestu føroyingar eru upp-
aldir í formyndaramental-
Het.
Framhald á síðu 19