Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 1990síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 69 — 10. mai 1990 Sjónvarp Føroya Hósdagin kl. 22.50: Einsemi 77 Ann-Mari Max Hansen og Claus Gerving Hetta er danskur sjónvarpsfilmur um kærleika og tilvild. Ein ungur maður rýmir av skipi og brýtur inn i ein bil á havnarøkinum. Kvinnan, sum eigur bilin, sær hann, og hon fær hann at koyra seg til hús. Tað til- vildarliga at tey bæði mettust, elvir til nógvar trupulleikar og forðingar. Tey eru sera ymisk, hann er ótryggur og veit ikki hvar hann skal vera, meðan hon hevur skil í ellum — men er kortini tungsint. Hon eigur hús, sum er karmurin um ym- iskt, sum ger henda unga mannin for- vitnan. Hann verður hjá henni um nátt- ina, og tá ið tey morgunin eftir fara hver til sítt, hava bæði fingið nógv at hugsau m. Ann-Mari Max Hansen spælir kvinn- an, og Claus Gerving spælir tann ungi maðurin. Fríggjadagin kl. 20.00: Eitt gott lív Durita Dybczak er 3 ára gomul og býr í Havn, gongur í barnagarði hálvan dag og er heima hjá mammu síni hálvan dag. Durita hevur eitt gott lív. Men hennara lív verður ongantíð eitt vanligt lív Durita hevur veddasvinn og má sita í koyristóli og hava hjálp til alt Dagmar Joensen-Næs hevur lagt til rættis Fríggjadagin kl. 20.40: Matador — Vár í Korsbæk Skjold Hansen Mads Skjern víðkar framvegis handils- virksemið, og Skjold Hansen, sakferarin, ger eisini um seg — takkað verið týskar- unum. Familjan Varnæs hevur altíð okkurt at stríðast við, nú er tað sambandið millum Misse Møhge og Andersen lærara, sum ørkymlar tey Friggjadagin kl. 22.25: Duelantarnir Harvey Keitel Hetta er enskur filmur, sum byggir å stuttsøgu eftir Joseph Conrad. Filmurin er frå 1977, og søgan er frå 1800. Hubert løjtnantur verdur sendur ut eftir einum ødrum løjtnanti, Feraud, at senda hann i »kvarterarrest«. Feraud hevur sært ein i einviggi (duel). d'Hubert finnur hann i Mme de Lionnes salon, og hin bjóðar honum alt fyri eitt av í ein- víggi. Feraud verður særdur og báðir enda í »kvarterarrest«. Hetta er byrjanin til eitt 15 ára stríð — eitt privat stríð — um æruna. Leikarar eru: Keith Carradine, Harvey Keitel, Albert Finney, Edward Fox o.a. Leygardagin kl. 20.30: Lofotfiskiskapur Hetta er norsk sjónvarpssending í tveim- um pertum, sum Frank A. Jenssen, út- varpsmaður, blaðmaður og rithevundur hevur avmyndað. Hann hevur fylgt við flotanum líka frá fyrireikingunum áðrenn farið varð av- stað og til fiskurin varð seldur í Italia, sum er týdningarmesta móttakara- landið Lofotfiskiskapur byggir serliga á turr- fisk-framleiðslu og útflutningsvirðið kemur upp á eina milliard »pr. sesong«. Norski turr-fiskurin hóskar væl til ka- tólsku fastutíðina, og ger hetta at út- flutningurin av turrum fiski er uml. 10% av samlaða útflutningin til Ítaliu. Men har er hann kostnaðarmikil, og er ikki gerandiskostur. Lotfotfiskiskapurin er mentan. Tad snýr seg um nógv annað enn at draga fiskin úr sjónum og fáa hann upp á lánd. Fiskileiðirnar eru býttar upp í eki. Atta uppsýnskip eygleiða at alt gongur sum tað skal. Stríð kann vera um markini, sum eru sett, og tað hendir, at farið verður inn um mark. Umleið 200.000 fólk eru við í Lofot- fiskiskapinum á onkran hátt. Har eru pengar at vinna. Fiskiskapurin hevur ikki verið serliga góður seinastu árini. Vanliga verða fiskað 40 milliónir kg. Av hesum fara 70—80% til turrfisk. Men tað ræður ikki bara um at hanga fiskin upp | aq 8, ; Miiy 4 hj | [Il ' Á at turka og so selja hann, nei, góðskan skal vera av tí allarbesta. Hann skal bæði luktast og smakkast, og verður so býttur í 25 bólkar. Italiumenn koma til Lofoten at spyrja um góðsku og prís. Eingin byrjar at fiska fyrr enn klokkan seks á morgni. Tá liggja bátarnir »uppå stripu«. Og tá startskotið hoyrist, líkist tað eini kappsigling. Tað ræður um at vera fyrstur — so hestakreftirnar hava eisini sín stóra týdning. Vitanin um fiskiskapin gongur í arv, og er hetta ofta fortreytin at alt verður væl eydnað. Serligt mál verður brúkt, og tað er hugtakandi at síggja, at eitt orð einsamalt sigur nóg mikið um tey næst trý-fýra tiltøkini. Vanliga eru umleið 4000 fiskimenn um- borð á 1000-1500 bátum, sum eru við í Lofotfiskiskapinum. Fyrr vóru nógv fleiri bátar, og kortini er fongurin í dag tjúgu ferðir sterri enn fyri fimtan árum síðani. Effektiviteturin er við eðrum orðum betri. Leygardagin kl. 21.00: Falling in Love T Ótrúskapur hevur ofta verið evnið í amerikanskum filmur seinastu árini. Hesin filmurin snýr seg um rættan kær- leika og at taka kenslurnar í álvara. Molly Gilmore og Frank Raftis, sum ikki kennast, koyra dagliga við tokinum frá Westchester County til New York, til Manhattan. Hon fer at vitja pápa sín á sjúkrahúsinum, og hann fer til arbeiðis — hann er verkfreðingur. Hon arbeiðir við hús sum frelance teknari. Bæði eru lukkuliga gift. Hann eigur tvey bern. Ein dagin, stutt fyri jól, hittast tey í einum bókhandli í New York, og seinni síggjast tey oftari í tokinum Meryl Streep og Robert De Niro spæla. Ulu Grosbard hevur leikstjórnað eftir leikriti hjá Dave Grusin. Sunnudagin kl. 20.35: Dreymurin er tín Hetta er triði partur í sendireðini. Paula er farin eitt vikuskifti við Shane at ferðast. Hon ásannar, at Shane elskar hana og hon hann. Hon ætlar at skiljast frá Jim. Men áðrenn hon fær tosað við hann, hendir ein ferðsluvanlukka, og Jim fær stóran skaða. Hin klóka Emma royn- ir at ráða ommudóttrini — tað ræður um at taka eydnuna, meðan hon er har. Týsdagin kl. 21.45: Gamalt umhvørvi Hetta er ein tjekkiskur filmur, sum ikki fekk loyvi at verða sýndur í 16 år. Film- urin vísir fólk í einum parti í Tjekko- slovakínum, har tey liva og búgva, sum vit gjørdu fyri 100 árum síðani. Fólkini eru glað hóast primitivu livikorini, og allarhelst kundu vit lært nógv av teimum t haldari av Tidindabladnum — Ég geris * J H Sosialinum og fái blaðið 5 ferðir um op a = vikuna. > H aldaragjaldið fyri ársfjórðingin er kr. 170 Haldarar uttanlands gjalda kr. 205 -/ársfj. Goldið tleiri blød enn tey årsfiorØing nda verður ongantíð fyri y, ið eru eftir at koma í einun Til #1) b ; (1180400. ras I (ts i! 4 Í 1. í 4 p F i: F É