hósdagur 10. mai 1990síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a
—
Scansat/TV 3
Hósdagur kl. 17.00:
Hvør rædur?
Skúlaveitslan stendur fyri durum, og
Samantha er kedd, tí hon hevur ongan
drong. Allar dreingirnar, sum hava bjóð-
að henni at fylgjast við teimum, hevur
hon sagt nei við, og nú noyðist hon at
sita heima. Tony roynir at hjálpa henni.
Hann bjóðar einumd rongi heim við, sum
nýliga er komin har at búgva ...
Hósdagin kl. 18.35:
Remington Steele
Martha Ryan hevur illgruna um, at mað-
ur hennara er snýttur tá ið hann setti
pengar í eina framleiðslu av nýggju
dukkuni »Courtney«. Hon hýrir Remin-
ton Steele at útvega prógv fyri hesum.
Tey fara út á verksmiðjuna, har dukkan
verður framleidd, men har er eingin. Tað
tykist, sum >Courtney< skaparin er horv-
in. Tey fara síðani inn á skrivstovuna hjá
honum. Har verða tey niðursligin av ein-
um lánihávi, sum sigur seg vera parta-
mann hjá George Mulch.
Hósdagin kl. 19.30:
Rík og kend
Í hesi sendingini skulu vit síggja kenda
svenska veddamannin Delph Lundgren,
sum m.a. hevur spælt við Sylvester
Stallone í »Rocky« og hevur verið partn-
ari hjá Grace Jones. Vit hitta eisini norð-
mannin Stein Erikson, sum er hotell-
maður í Deer Valley, Utah, USA. Sjón-
leikarar og kongaligir persónar kappast
at búgva hjá honum og danski sjónleikar-
in Merete Van Kamp sigur hví tað er so.
Prins Johannes von Thurn, prinsurin
av Bayern, eigur 11 slott, m.a. Regnes-
burg. Tá ið Johannes prinsur nýliga fylti
60 var stór veitsla á Regnesburg. >Rík og
kend< sluppu við, og har hittu tey m.a.
Mick Jagger, Jerry Hall, Gunther og
Mirja Sachs, Begum Aga Kahn, prins
Alfonso, Nabilla, Lamia og Adnan
Kashoggi.
Hósdagin kl. 21.20:
Sherlock Holmes
Rivalar
»RMS Oceanic« roynir at gerast skjót-
asti damparin, sum hevur siglt tvertur
um Atlantshavið, og bæði manning og
ferðafólk vilja fegin, at tað skal eydnast.
Men tá ið tann stóra gullnegdin í boxini
umborð hvervur, má royndin steðgast,
og skipið verður lagt við bryggju í Liver-
pool, meðan Trent inspekterur roynir at
finna tann seka.
Fríggjadagin kl. 17.00:
Tað er borðreitt
Cassie hevur ikki tak yvir hevdið og veit
sær ongastaðni at fara. Hverki Jan, Dot
ella Howard kunnu hjálpa henni, so tað
verður Nancy, sum bjóðar henni at sova
heima hjá henni — men bert í styttri tíð.
Fríggjadagin kl. 19.00:
Monte Carlo
Beint áðrenn Castellet Grand Prix bjóðar
hin vakra Jennifer Moore Luc at koyra
fyri ATC-Forget, sum hon umboðar.
Joseph Sainclair, sum leingi hevur verið
hóttur at verða keyptur av ATC — ger
alt fyri at steðga ætlanunum hjá Jennifer
Moore.
Fríggjadagin kl. 21.10:
McCall
Hin eftirlýsti Lewis Fipps og beiggi
hansara Frank halda alt viðskiftafólkið
hjá O'Phelans sum gíslar, m.a. Kostmay-
er og Pete. Lewis roynir at sleppa undan
leigudrápsmanninum Gant, sum er leig-
aður at drepa hann, og sum nú bíðar
uttanfyri. Kostmayer sleppur at ringja
til McCall, sum lovar at hann skal fáa
Gant burtur — treytað av at gíslarnir
sleppa leysir
Fríggjadagin kl. 22.20:
Kung Fu: The Movie
Am. filmur frá 1985. Segan er frá 1885 í
California, har nógvir kinesarar hava bú-
sett seg. Pastor Lawrence Perkins, sum
fyrr var trúboðari í Orienten, verður
funnin deyður í einari opiumsholu. Nille
sheriffur biður Kwai Chang Caine hjálpa
sær. Hesin sær skjótt, at presturin er
myrdur við einum stjørnuskapadum
kinesiskum kastivápni, sama slagið sum
tað, sum varð brúkt til morðið á hin
blinda munkin Po. Fyrst heldur Caine
hetta er tilvildarligt, men tá ið hann fer
úr líkhúsinum, har Perkins liggur, roynir
onkur at drepa hann við einum sama slag
vápni.
Caine sleppur undan, og fer nú at
kanna hver tað er, sum vil taka lívið av
honum
Leygardagin kl. 8.00:
Mr. Majeika
Hetta er nýggj sendireð i 6. pørtum. Mr.
Majeika er í gandakallalæru. Fyri 17.
ferð hevur hann ikki staðið próvtekuna,
og tí verður hann sendur til ein lítlan
enskan bý at vera lærari. Tess betur
hann útinnir arbeiðið har, skjótari er
revsingin av. Men hann hevur ilt við at
klára seg. Hann roynir seg við ganda-
kynstrum alla tíðina — og ofta miseydn-
ast tey. Og betur verður ikki, tá ið gamlir
floksfelagar — heksir og gandakallar —
koma at vitja
Leygardagin kl. 19.00:
Golden Girls
Blanche er við í fyrireikingunum til ár-
ligu vælgerðarveitsluna á sjúkrahúsin-
um. Tá hittir hon Jake Smollen. Hann
sekir arbeiði har og fær tað — men
Blanche fylgir við. Men so við og við sær
Blanche hvussu ymisk tey eru. Hon trýr
ikki, at tað kann halda teirra millum
Leygardagin kl. 20.30:
Hvør ræðist
Virginiu Wolf?
Amerikanskur filmur frá 1966, bygdur á
sjónleik hjá Edward Albees. Martha og
George eru eini eldri hjún, sum búgva á
einum college í New Onglandi, har
George arbeiðir. Martha er ófantalig, í
ringum lag og roynir at fjala hvussu
kensluborin hon í veruleikanum er. Eitt
leygarkveld koyra tey heim eftir at hava
verið í veitslu. Tey hava bjóðað einum
ungum pari heim at fáa eitt glas av víni,
og meðan tey bíða eftir teimum, skeldast
tey illa, sum vanligt. So koma Nick og
Honey, sum eru nýgift, og George biður
Marthu sissa seg. Men hesa náttina end-
ar alt í einum roki
Elizabeth Taylor spælir Martha,
Richard Burton spælir George, George
Segal spælir Nick og Sandy Dennis
spælir Honey.
Sunnudagin kl. 15.00:
Cousteau
Henda sendingin snýr seg um Atlantis —
kontinentið, sum sambært segn fyri
langari tíð síðani hvarv í havið. Hevur
tað nakrantíð verið til — ella er tað bert
søgn?
Philippe Cousteau kannar havið rund-
an um Bahamas fyri at finna spor, sum
kunnu loysa gátuna um Atlantis.
Sunnudagin kl. 21.15:
Edward og
Mrs. Simpson
Edward og Mrs. Simpson
Wallis Simpson var klók og vekur og hon
ávirkaði prinsin við sínum lætta lyndi.
Nógv varð slatrað, men prinsurin vónaði,
at Wallis Simpson einaferð fór at gerast
hansara drotning.
Sunnudagin kl. 16.00:
Boogedys brúður
Am. filmur frá 1987. Familjan Davis hev-
ur fyrr havt vitjan av spekilsinum, Mr.
Boogedy, og helt at tey nú hevdu sæð
hann fyri seinastu ferð. Men hann kemur
aftur, og nú hevur hann trupulleikar.
Hann hevur mist gandakápuna hjá sær,
og um hann ikki hevur hana, ber tað ikki
til at venda aftur til hina verðina. Hann
vil eisini finna Marion, sína ungdóms
»kjerligheit«, og fáa hana við sær heim.
Meðan han leitar, letur hann seg í likam-
ið hjá Carlton Davis.
Mánadagin kl. 20.30:
Columbo
Síðani pápin doyði er tað Bryce Chad-
wick, sum hevur rátt fyri borgum og
tikið sær av mammu síni og systir síni
Beth. Nú ætlar Beth at giftast við Peter
Hamilton, sum er roknskaparstjóri í fyri-
tekuni, men Bryce noktar. Beth góðtek-
ur hetta ikki, nú skal vend koma í. Fyrst
koyrir hon mammu sína úr stjórnini og
tekur sjálv sæti, men hetta er ikki alt.
Seinni verður morð framt
Mánadagin kl. 22.20:
Deathcheaters
Enskur sjónvarpsfilmur frá 1976. Steve
Hall og Rodney Cann reka fyritskuna
»Cunning Stunts«, sum átekur sær at
gera tær vandamiklastu uppgávurnar
við stunt-scenum. Meðan teir fyrireika
eina vandamikla krígsscenu, eygleiðir
Mr. Culperrer teir. Hann er frá loyniligu,
australsku fregnartænastuni, og hann
gerst ovfarin. Dagin eftir setir hann seg í
samband við Rodney og hýrir teir til eitt
arbeiði á Filippinunum.
Týsdagin kl. 18.35:
Ísfuglarnir
— Danskur filmur frá 1983
John og René eru ymiskir og búgva í
ymiskum umhvervi. John er friðarligur,
býr heima hjá mammu síni og arbeiðir á
einum kraftverki. Áhugi hansara er
heimið, arbeiðið og fuglar. Men okkurt
manglar, heldur hann. Hann kennir tað,
sum bíðar hann eftir at okkurt skal
henda. Og nakað hendir. Hann hittir
René, sum hevur havt trupul barraér og
livir eitt eðrvísi lív enn John. Teir gerast
vinmenn
Mikudagin kl. 18.35:
Pør í hjórtum
Jonathan og Jennifer skulu við í eina
vælgerðarveitslu á Magic Palace, men
tað berst teimum frá. Tí geva tey Max at-
gongumerkini. Hann bjóðar síðani vin-
konu síni, Marlene, við. Av misgáum
verða tey hildin at vera hjúnini Hart.
Max verður biðin um at vera við í eini
gandaframførslu. Hann skal hverva —
og hann verður burturi