fríggjadagur 14. februar 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 31 - 14. februar 2003
Nr. 31 - 14. februar 2003
21
Mikkjal Gaard Hansen – gittar og sang.
Christian Djurhuus – trummur.
Jan Nystrøm – gittar og kór.
Edmund í Garði – gittar og
synthesizer.
Chris Shields – bass.
Krit varð
stovnað í
1997 og
byrjaði við
Mikkjali og
Christiani.
Seinni hevur
Krit fingið
størri mann-
ing og hevur
eisini skift
manning
gjøgnum
tíðina.
Krit var við í Prix Føroyum í 2001 og
hevur spælt fleiri konsertir síðani,
millum annað spældi Krit í Íslandi í
oktober 2002.
Krit kann eisini hoyrast á fløguútgávu.
Á Livandi Tónleikur, sum FUT tók stig
til
í
fjør,
hevur
Krit
ein sang við.
Teir spæla
harðan rock-
tónleik.
Dánjal Jacobsen – sang
Jóhannes Ólavson – ljómborð.
Maiken H. Hansen – gittar
Petur W. Háberg – bass
Hans Ove Johansen – trummur
Bólkurin varð stovnaður í 1999 undir
navninum Liquid
Gravity. Men
manningin varð
skift so mikið
nógv út, at avgjørt
varð at skifta navn
til Crashwave.
Undan jólum kom
trummuspælarin
Hans Ove Johan-
sen uppí, men fleiri av hinum
tónleikarunum hava spælt nógv saman
áður.
Dánjal Jacobsen skrivar tekstirnar hjá
bólkinum, og so verður nógv av tón-
leikinum gjørt av tónleikarunum í felag.
Tríggir av tónleikarunum eru úr Havn,
men ein eiðismaður og ein vestmenn-
ingur eru eisini við.
Bólkur vónar, at luttøkan í Prixnum
kann
gerast
ein
lopfjøl til nakað
størri. Tann stóri
dreymur er at kunna
liva av tónleikinum,
men tey vóna at
sleppa
at
spæla
meira í næst-um.
Crashwave spælir
tað, sum kann kall-
ast pop/rock, og bólkurin hevur spælt til
okkurt smærri tiltak.
Olivia Mikkelsen – sang
Sunneva Háberg Eysturstein –
ljómborð
Knút Háberg Eysturstein – gittar
Símun Marni Skorastein – gittar
Magni Højgaard – bass
Allan Tausen – trummur
Bólkurin Mary´s Baby varð stovnaður í
september 2002. Knút og Símun, ið áður
høvdu spælt saman í Marigold, tosaðu
saman um at stovna ein nýggjan bólk og
at finna eina songkvinnu til henda
bólkin. Teir gjørdu av at spyrja 17 ára
gomlu Oliviu Mikkelsen úr Norðagøtu,
um hon tímdi at syngja, og hon játtaði.
Magni kom eisini upp í leikin og hesi
fýra vandu saman í einar tveir mánaðir.
Eftir at hava spælt akustiskan stillan tón-
leik saman í eina tíð, vóru tey fýra á ein-
um máli um, at nú var tørvur á trummum
og rav
magni!
Tey spurdu
so góða
gamla All-
an Tausen,
um hann
tímdi at
spæla
trummur,
og hann
játtaði altráður.
Tey fimm hildu tó, at har manglaði
okkurt í tónleikinum. Til dømis okkurt
ljóðføri aftrat. Tey fingu so Sunnevu at
spæla ljómborð, og nú bar til at spæla og
gera tónleik. Tónleikastílurin má sigast
at vera atmosferiskur og vakur "eingla-
rockur". Onkur av løgunum eru intens
og larmut, meðan onnur eru meira vøkur
og friðarlig.
Tummas Gudmundsen – sang
og ljómborð
Jógvan Pauli Joensen – gittar
Albin Wang Ísakson – trummur
og sang
John Johansen – bass og sang
Bólkurin byrjaði at spæla í 1999.
Uppruna navnið hjá bólkinum var
Rusk, og teir vóru við í Prix Før-
oyum í 1999. Í 2001 var bólkurin
aftur á heimligum Prix-palli, og tá
høvdu teir fingið navnið Masha.
Tá var Hans Ravnsfjall, sum nú
spælir í All That Rain, sangari í bólkin-
um.
Fleiri útskiftingar eru gjørdar í bólk-
inum, nú teir aftur fara at royna seg í
kappingini. Tummas Gudmundsen og
Jákupi Pauli Joensen er tó framvegis við
í bólkinum. Teir spæla melodiøsan rock-
tónleik.
Tríggir av tónleikarunum í bólkinum
spældu saman í 80-ára bólkinum Arrival,
og allir hava áður spælt í bólkinum
Bimbs.
Høgni Reistrup – sang.
Ísak Sambleben – bass.
Høgni Fagraberg – gittar.
Sveinur Dam – gittar.
Rúni K. Mouritsen – trummur og
slagverk.
Dávur Juul Magnusen – trombone.
Tónleikararnir í bólkinum hava spælt
tónleik í nógv ár, summir hava eisini
spælt saman síðani teir vóru heilt ungir.
Men samansetingin undir navninum
Lawetz er fýra mánaðar gomul.
Tónleikararnir eru allir tannáringar, úr
17 og upp í 19 ára gamlar. Men talan er
um tónleikarar, sum gera nógv við tað,
og sum spæla annað enn rocktónleik.
Fýra av tónleikarunum spæla eisini við í
Føroya Symfoniorkestri, og onkur teirra
stílar eftir upptøku á konservatorii um
nøkur ár.
Lawetz eitt bland av poppi, rocki og
eitt sindur av funk.
3. innleiðandi umfar – Mentanarhúsið í Fuglafirði – leygarkvøldið 15. februar kl. 21.00
Andrias Højgaard – sang
Ingi Petursson Jacobsen – bass
Jóhan á Lakjuni – trummur
Arni Zachariassen – gittar
Einaferð vóru tað nakrir ungir mans,
sum høvdu tað til felags, at teir elskaðu
tónleik – og Gud. Teir búðu allir í somu
oyggj. Teir gjørdu í 2001 av at stovna ein
tónleikabólk. Teir vóru at venja og skriva
egnar sangir, og skjótt høvdu teir sangir
við orku, melodium og andaligum
tekstum.
Ymisk viðurskifti – so sum vantandi
venjingarhøli og arbeiði – hava staðið í
vegin fyri framførslum hjá bólkinum,
sum fekk navnið Braccet. Nú hava teir
gjørt av, at Prix Føroyar 2003 verður
startskotið til eina framtíð fullari av
rocki og Gudi – fyrst í Føroyum og síð-
ani uttanlands.
Braccet síggja tann kristnað boðskapin
og væl spældan og skrivaðan tónleik
sum tað fremsta. Alt annað er bonus.
Crashwave
Braccet
Krit
Masha
Mary’s Baby
Lawetz
Tað fæst neyvan und-
irtøka fyri ætlanini
við fólkavaldum
grundlógarráð í ser-
ligu nevndini, sum
løgtingið hevur sett at
viðgera uppskotið um
grundlógarnevnd
GRUNDLÓG
Ingi Rasmussen
Løgtingið hevur sett eina
serliga løgtingsnevnd, sum
skal viðgera uppskotið hjá
Høgna Hoydal landsstýris-
manni um setan av grund-
lógarnevnd.
Ætlanin var upprunaliga,
at uppskotið, sum hevur til
endamáls at føra arbeiðið
við einari føroyskari grund-
lóg víðari, skuldi viðgerast
í rættarnevndini hjá løg-
tinginum. Men av tí at rætt-
arnevndin ikki er mannað
við umboðum fyri allar
flokkar á tingi, varð heim-
ildin at seta nevnd sambært
grein 25 í tingskipanini
nýtt. Hon gevur møguleika
fyri í serligum førum at
skipa nevndir við umboð-
um fyri allar flokkar.
Tey, ið hava fingið sæti í
nevndini, eru Hergeir Niel-
sen og Jógvan Arge fyri
Tjóðveldisflokkin, Heðin
Mortensen og Bárður Niel-
sen fyri Sambandsflokkin,
Jóannes Eidesgaard og
Kristian Magnussen fyri
Javnaðarflokkin, Jógvan á
Lakjuni og Poul Mikkelsen
fyri Fólkaflokkin, Kári P.
Højgaard fyri Sjálvstýris-
flokkin og Jenis av Rana
fyri Miðflokkin.
Serliga løgtingsnevndin
skal skriva álit í málinum
um eina føroyska grundlóg.
Hon skal eitt nú taka støðu
til, um grundlógarráð skulu
veljast fyri hvørt valdømi
eftir somu reglum sum við
eitt løgtingsval, soleiðis
sum Høgni Hoydal ætlar.
Hetta hevði kravt, at heili 68
fólk skulu veljast kring allar
Føroyar. Tað hava báðir
andstøðuflokkarnir longu
klárt sagt seg vera ímóti, og
tann
parturin
av
upp-
skotinum fær neyvan góðan
byr, tí eisini Fólkaflokkurin
í samgongu ivast stórliga.
Ætlanin var, at hesi
grundlógarráðini
skuldu
skipa fyri hoyringum í fólk-
inum við vártingum eins og
í gomlum døgum, men tey
vera so neyvan vakt aftur til
lívs á hesum sinni. Allir
flokkar tykjast tó samdir
um, at tað er skilagott at
hoyra fólkið, og tí verður
helst ein onnur loysn vald,
ið tekur hædd fyri, at fólkið
skal takast við upp á ráð.
Serlig løgtingsnevnd skal viðgera
grundlógarnevnd
Familjuklubbi í Klaksvík
Komandi sunnudag
verður fundur í ment-
unarhúsinum Atlan-
tis, har kunnað verð-
ur um, hvat ætlaninar
við einum tílíkum
klubba eru
UNDIRHALD
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Tað eru teir báðir Niclas
Heri Jákupsson og dagligi
leiðarin í Atlantis, Jógvan
Eliasen, sum hava tikið stig
til henda fundin um at gera
ein familjuklubba í býnum.
Upprunin til hugskotið
kom í fjør, tá einar tíggju
familjur spontant tóku stig
til gera ein vikuskiftistúr.
Farið varð til Saksunar, har
tey lógu í tjaldi eitt viku-
skifti, har skipað varð fyri
ymiskum undirhaldandi til-
tøkum – einamest fyri
børnunum.
Teir siga annars, at enda-
málið við einum tílíkum
klubba er, at skipa fyri ym-
iskum tiltøkum, sum skulu
gera lívið í einum smábýi
eitt sindur meira spennandi
og ríkari – ikki minst fyri
børnini.
Niclas og Jógvan siga við
Sosialin, at teir hava tosað
um at gera ein tílíkan
klubba í býnum í longri tíð
nú. Men tó, er ikki endaliga
avgjørt enn, hvussu ein
tílíkur klubbi skal skipast
ella hvørji tiltøk skulu fyri-
skipast, men hugskotini eru
og hava verið mong.
Teir báðir halda, at hóast
nógv tilboð eru at fara til í
einum býi sum Klaksvík,
so er tað ofta soleiðis, at ein
ikki fær tikið seg saman at
gera nýtslu av tilboðunum,
hóast tey eru har.
– Ein skipaður familju-
klubbi kann tí virka sum
ein bólkatrýstari, sum um-
framt at fáa fólk at fara út at
hugna sær, eisini kann
verða við til at skapa og
styrkja vinarbondini í mill-
um limirnar, siga teir og
leggja afturat, at teir til
dømis hava hugsað sær, at
foreldur við børnum fara í
svimjihøllina ein tíma um
mánaðin, at menninir leiga
teldukaféina einaferð um
ársfjórðingin og so fram-
vegis.
Framhaldandi siga teir, at
familjuklubbin kundi leig-
að
KÍ-høllina
onkran
sunnumorgun, har skipað
verður fyri familjukapping-
um av løttum slag. Til døm-
is posarenning, stafettkapp-
ing, bóltspøl og tílíkt. Eis-
ini kann ein tílíkur felags-
skapur fáa fólk úr útheim-
inum til Føroya at undir-
halda bæði fyri ungum og
vaksnum. Sum dømi nevna
teir klovnar og gandakallar.
– Eisini hava vit hugsað
okkum ein fastan tátt, har
hugt verður eftir familju-
filmi einaferð um mánað-
an. Allir limir kunnu til
dømis gera av í byrjanini av
árinum, hvørjir filmar, ið
ynskt verður at síggja rest-
ina av árinum. Síðani verð-
ur avtala gjørd við barna-
og ungdómsfilmsútleigara í
Danmark, ið finnur filmar-
nar fram, sum síðani verða
sendir heim eftir avtalu. Á
henda hátt fæst fatur á
øllum
filmunum
undir
skipaðum,
fíggjarligum
viðurskiftum á lógligan
hátt. Og eins í fjør er longu
avtalað at skipa fyri einari
útferð einaferð um árið,
siga teir og leggja sam-
stundis afturat, at ongin
sigur, at ein skal møta upp
til øll tiltøkini.
Lætt og einfalt
– Vit vilja bara, at tilboðini
skulu verða har, sigur teir
báðir.
Tað skal verða lætt at
stýra felagsskapinum og
skjótt at seta eitt hvørt til-
tak í verk.
– Tí hava vit fyriskiparar
gjørt av, at ein treyt fyri
limaskapi er, at familjurnar
góðtaka at taka ímóti
boðum og svargeva yvir
teldupost. Veðrið í Føroy-
um er sera skiftandi, og tí
kann tað gerast neyðugt at
boða frá einum ávísum til-
taki í eini handavend, og tað
meta vit, at telduposturin
kann verða sera góður til,
og ikki so tíðarkrevjandi
heldur, siga teir báðir.
Fyri at vita, um áhugi er
fyri einum tílíkum klubba,
fara teir báðir at skipa fyri
einum
lítlum
tiltaki
í
Atlantis
sunnudagin.
Klokkan trý verður film-
urin Beethoven sýndur í
biografinum. Og ætlanin er
so at tosa nærri um
familjuklubban aftaná. Teir
fara tá at leggja síni hug-
skot fram, og sagt verður, at
øll eru vælkomin við teirra
ískoytum.
Kostnaðurin fyri hetta
fyrsta tiltak kemur at verða
100 krónur fyri hvørja
familju, uttan mun til,
hvussu mong tey eru.
Børn og vaksin fáa eitt-
hvørt til matna, og felags-
sangir verða sungnir.
Hósmorgunin høvdu 80
fólk teknað luttøku til til-
takið sunnudagin. Ætlanin
er, at felagsskapurin skal
verða ein opin felagsskap-
ur, har allar familjur kunnu
tekna seg, og tí verður heitt
á tey, ið hava áhuga fyri at
verða við, um at seta seg í
sambandi við Niclas Hera
Jákupsson ( 225343 ) ella
Jógvan Eliasen ( 227972).
Niclas Heri Jákupsson og
Jógvan Eliasen, dagligur
leiðari í Atlantis fara nú at
seta skjøtil á ein familju-
klubba í Klaksvík. Fyrsta
tiltakið verður í Atlantis
sunnudagin klokkan trý
Seminar um menn-
ing og styrk av út-
norðursamstarv-
inum verður hildið í
Reykjavík seinni í
hesum mánaðinum
SEMINAR
Seminar um at styrkja og
menna
útnðorðursam-
starvið verður í Reykjavík
í døgunum 25. og 26
februar, sigur Nora í tíð-
indaskrivi.
Evnini, sum viðgjørd
fara at verða, eru millum
onnur hvat útnorðursam-
starv í dag er? Hvussu
kann tað mennast? Hvat
fæst burturúr? og hvør er
leikluturin hjá útnorði?
Luttakarar á seminarin-
um verða yvirhøvur um-
boð fyri stovnar og feløg,
eins og embætisfólk og
politikarar eisini verða við.
Seminarið hevur til
endamáls at savna fólk og
feløg, sum starvast í út-
norði. Bæði politisk, fyri-
sitingarlig, mentanarlig
og onnur, siga fyrireikar-
arnir millum annað í tíð-
indaskrivinum.
Tilmelding til seminar-
ið kann gerast hjá NORA
á Bryggjubakka í Havn,
annaðhvørt á tlf. 33 31 10
ella
á
telduposti
nora@nora.fo
Meldast skal til skjótast
gjørlig, siga tey í tíðinda-
skrivinum. Luttakararnir
skulu sjálvir syrgja fyri
gisting í Reykjavík.
ej
Útnorðurfund
ur í Reykjavík
C
M
Y
K
21
20