Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. februar 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 14. februar 2003 23 Nr. 31 • fríggjadagur • 14. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Úrskurðurin útsettur í eina viku Málið um tilburðin í dystinum millum GÍ og B36 í fjør er fyrsti av sínum slag í Føroyum FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen Úrskurðurin í málinum um álopið á linjudómaran í landskappingardystinum millum GÍ og B36 í Gøtu í fjør verður sagdur í kom- andi viku. Dysturin 29. sep- tembur í fjør gjørdist rætti- liga rokutur síðstu løtuna, og tá avtornaði høvdu tríggir spælarar fingið reyða kortið- ein hjá GÍ og tveir hjá B36. Í samband við tí einu útvísingina, kókaði yvir hjá einum áskoðara, sum fór um girðingina og fór beina leið eftir tí eina linjuverjan- um. Linjuverjin metti til- burðin vera so mikið álvar- saman, at hann meldaði tilburðin til løgregluna. Líknandi tilburður var í Klaksvík fyri nøkrum árum, tá ein áskoðari gjørdi seg inn á annan av linju- dómarunum. KÍ fekk bót frá FSF, og so hendi ikki meira í málinum, tí KÍ segði seg ikki vita, hvør áskoðarin var, sum hevði lagt eftir linjudómaranum. Málið fekk tó nakrar av- leiðingar í ásetingunum hjá FSF um, hvussu trygdin kring dystirnar skal fyri- skipast. Eitt nú við trygdar- fólkum, trygdargeira til leikarar og dómarar at ferðast eftir, og við bótini staðfesti FSF eisini, hvussu teir vilja handfara slík mál. Í málinumum linjudóm- aran í Gøtu er staðfest, hvør áskoðarin er, og nú málið er blivið til eitt løgreglumál, ið er fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Vanliga verða mál av slík mál avgreidd innan lógarkarmarnar hjá FSF, men tilburðurin í Gøtu er blivin til eitt borgarligt rættarmál. Feløgini hava ábyrgdina av trygdini hjá dómarun- um, men í førinum við FÍ metti FSF, at GÍ hevði hild- ið seg innan reglurnar, og tí var eingin bót ella onnur revsing staðfest í hesum førinum. Áskoðarin noktar seg sekan Áskoðarin noktar seg sekan í ákærunum um, at hann skal hava gjørt seg inn á linjudómaran í Gøtu 29. september. Hansara frá- greiðing er, at hann datt á linjudómaran, og tað tí ikki er talan um nakran harð- skap frá hansara síðu. Frá- greiðing hjá linjudómaran- um er harafturímóti ein heilt onnur av tilburðinum. - Eg var á skaðastovuni eftir dystin, og á røntgen- myndini sæst, at eg havi fingið ein stoyt í innaru síð- una av lærinum. Myndin samsvarar væl, hvussu eg fataði støðuna, tí áskoðarin sparkaði eftir mær, sigur linjudómarin. Fimm vitnir hava greitt frá tilburðinum í Gøtu, og eftir er avgerðin hjá dómar- anum í málinum. Ætlanin var, at avgerð skuldi fella í málinum seinna partin mikudagin, men dómarin boðaði frá, at avgerðin er útsett til í næstu viku. Bárður Mortannson hevur brotið beinið, og Óli Johannesen hevur givið avboð til venjingarleguna hjá landsliðnum. Fyrbils er bert Rúni Elttør innkallaður í teirra stað, men talan er eisini um at innkalla Jonhard Frederiks- berg úr Skála FÓTBÓLTSLANDSLIÐIÐ Jákup Mørk Tá føroyska fótbóltslands- liðið fríggjadagin fer á venjingarlegu, verður tað í øllum førum við tveimum broytingum í mun til tær, sum upprunaliga vóru ætl- aðar. Sum vit skrivaðu í miku- dagsútgávu okkara, so hev- ur Bárður Mortansson brot- ið beinið, og tí er so ikki gjørligt hjá honum at vera við. Enn er ikki endaliga greitt, hvør verður úttikin í hansara stað, men sum skilst, er ætlanin at fáa Jon- hard Frederiksberg í hans- ara stað. Verður hetta so, so er Jonhard fyrsti leikarin, sum umboðar Skála á landsliðnum. Óli til Kina? Hartil er nú eisini greitt, at ferðalagið noyðist at vera mest roynda føroyska landsliðsleikaran fyriuttan. Óli Johannesen hevur givið avboð til ferðina, tí hann ikki hevur umstøður til hetta í løtuni, og í hansara stað eru boð send eftir Rúni Elttør úr KÍ. Júst hví Óli Johannesen ikki hevur stundir til lands- liðið í løtuni, tykist eitt sindur ógreitt. Frá álítandi keldum hava vit fingið upplýst, at landsliðsleikarin møguliga skal til royndar- venjingar hjá einum felag í Kina, men sjálvur hevur Óli so onga viðmerking til hetta. Fyri stuttum var ann- ars frammi, at Óli Johanne- sen skuldi royndarvenja í Skotlandi, og hóast tíðind- ini vórðu váttað frá fleiri síðum, og Óli enntá eisini stóð á flogvøllinum við ferðaseðlunum í hondini, so varð tað av ongum. Sum sagt, so tykist eing- in av hava nakra almenna viðmerking til hesi tíðind- ini, men landsliðið fer altso avstað til Spania fríggja- dagin, og verður burturi í góða viku. So tað er lítið at ivast í, at eru hald í tíðind- unum, so verður meira at frætta um hetta í komandi viku. Broytingar í landsliðs- úttøkuni Dómarafelagið fylgir í spenningi við, hvat hendir í málinum um linjuverjan í Gøtu Linjudómarin, Magni Hansen: -Eitt princip mál hjá dómar- um í Føroyum Dómarafelagið stuðlar linjudómar- anum í rættarmálin- um, tí slíkir tilburðir mugu ikki endur- taka seg, sigur for- maðurin í Dómara- felagnum FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen Linjudómarin í dystinum millum GÍ og B36, sigur í viðmerking við Sosialin, at málið um tilburðin í Gøtu hevur stóran princi- piellan týdning fyri fót- bóltsdómararnar í Føroyum. - Dómarayrkið er eitt frítíðarítriv, og vit mugu hava tryggar karmar at døma undir í framtíðini, og tí kunnu slíkar hend- ingar ikki endurtaka seg, sigur Magni Hansen. Spurdur um, hví hann valdi at melda málið til løgregluna, svarar Magni, at hann hevði gjørt upp við seg sjálvan, at um hann ikki fekk eina um- bering frá áskoðaranum, so vildi hann ikki lata til- burðin fara framvið borð- inum. - Eg bíðaði til mána- dagin á døgurða, og tá eg ikki hoyrdi nakað frá áskoðaranum, valdi eg at melda tilburðin, greiðir linjudómarin frá. Magni Hansen leggur dent á, at málið ikki er persónligt, og at hetta vildi verið støðan, líka mikið hvønn persón talan er um. Dómarafelagið stuðlar Formaðurin í dómarafel- agnum, Petur Skarðenni, tekur undir við Magna Hansen í, at málið er eitt principp mál. - Úrskurðurin í málin- um hevur stóran týdning fyri dómararnar í framtíð- ini, tí hann kann gerast fordømi fyri líknandi til- burðir í framtíðini, sigur formaðurin í dómarafel- agnum. Dómarafelagið stuðlar Magna Hansen í rættar- málinum, og vónar, at áskoðarin verður revsaður fyri at hava gjørt seg inn á linjudómaran. - Vit stuðla Magna í málinum, tí dómararnir mugu verða tryggjaðir ímóti, at slíkir tilburðir ikki endurtaka seg í fram- tíðini, sigur Petur Skarð- enni at enda. Tað var um reppið, at H71 tók triðja odda- liðið á rað, men við einum genialum skoti í einum annars vána- ligum dysti syrgdi Alexandur Johansen fyri, at stigini vórðu eftir inni á Skála MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Hóast tapið í steypafinaluni mundi vera tungt hjá StÍF at taka, so høvdu teir ikki serliga langa tíð at lata hetta sodna. Mikukvøldið skuldu teir longu í dyst aftur, tá H71 kom á vitjan, og hóast stigatalvan sýnir stóran mun millum liðini, so gjørdist dysturin júst so trupul, sum strandingar bóru ótta fyri. Rótut Ein partur av frágreiðingini var kanska, at strandingar ikki høvdu sinniliga yvir- skotið til at reisa seg rætti- liga eftir steypatapið. Onn- ur orsøk, og hon er helst enn meira týðandi, er, at hoyvíkingar í endaspælin- um hava sýnt heilt aðrar taktir, enn tær í grundspæl- inum. Í teimum báðum fyrstu dystunum í enda- spælinum hava teir knógv- að oddaliðunum úr Neist- anum og VÍF, og nú triðja oddaliðið í røðini stóð fyri framman, ætlaðu hoyvík- ingarnir sær helst at halda fram í sama lag. Sigrarnir á Neistanum og VÍF vóru í stóran mun bygdir á eina sera væl virkandi verju, og ivaleyst var hetta eisini ætlanin hesaferð, men tann parturin kom tó ongan tíð at rigga nóg væl. Stutt sagt, so var dysturin sera rótutur úr enda í annan. Press-spæl frá liðunum var mest sum ongan tíð at síggja, men komu gjøgnumbrotini í verjuni heldur av óskipað- um verjuspælið, har gap- andi hol ofta vóru at síggja. Og so hava bæði liðini eis- ini somikið góðar skjúttar, at um verjurnar ikki eru klárar at verja, kann altíð roknast við nøkrum málum á teirri kontini. Petur í serflokki Sum dysturin leið, so stóð tó mest sum greitt, at tað helst vóru gestirnir, sum høvdu størstu trupulleikar- nar av at fáa spælið at hanga saman. Serstakliga fyrsta korterið av seinna hálvleiki vóru óneyðugu bólttapini heilt nógv í tali, og í veruleikanum var kanska bert ein orsøk til, at liðið yvir høvur fekk verið við í einum spennandi endaspurti. Petur Magnusson hevur verið úti við skaða tað, sum higartil er farið av enda- spælinum, men hesa ferð var hann so við aftur. Í hansara stað hevur Levi Nybo tó staðið nakrar branddystir, og tað var eisini hann, sum fekk møguleikan frá byrjan mikukvøldið, men tá Petur so kom inn, lat hann ongan iva vera um, at hann ikki ætlar at lata plássið frá sær uttan víðari. Fleiri ferðir var hann bjargingin, tá leysir strandingar komu oman móti málinum, og so hvørt sum minuttirnir liðu, stóð greitt, at heimaliðið fekk ikki togað seg leyst av mótstøðuni. Bjargaði undir- haldinum Og so gjørdist talan um ein spennandi enda. Ein enda, sum hóast alt syrgdi fyri, at undirhaldsvirðið í dystin- um gjørdist hampuliga høgt. Seinastu tíggju minuttirnar var ongan tíð meira enn tað eina málið á muni, og tá hovyíkingar so eisini løgdu seg framum 24-23, lúrdi triðja sensa- tiónin á rað fyri teirra við- komandi. Kanska kundi hon eisini komið, men við 24-24 hamraði ein leysur Halgir Dahl Olesen bóltin á tvør- træið heldur enn í málið, og so kundu strandingar aftur leggja seg á odda. Halgir bøtti tó um skað- an, tá hann smekkaði eitt undirhondsskot inn til javnleik, og við knøppum minuttir eftir varð lagt upp til eitt seinasta langt strandaálop. Hetta tóktist eisini ganga júst eftir bókini. Bólturin varð fluttur runt í álops- partinum, og bert sjey sekund fyri leiklok hevði Alexandur bóltin á veing- inum. Øll væntaðu helst eina sending inn á miðjuna, har seinasta kombinatiónin so skuldi føra til sigurs- málið, men Alexandur vildi tað øðrvísi. Fullkomuliga respektleyst smekkaði hann standandi til oman móti handara stólpa. Fyri Petur Magnusson kom skotið helst eins óvæntað sum fyri hini í høllini, soleiðis at bólturin uttan stórvegis hóvasták smoygdi sær inn. Ein framúrskarandi detlaja í einum annars vánaligum dysti, og so lata vit vera við at nevna, hvussu reak- tiónirnar høvdu verið, um henda óvæntaða atsóknin ikki fór inn. Tað eru júst leikarar við slíkum dirvi, sum Alexandur hevði í hesi løtuni, sum gera hondbóltin stuttligan at hyggja at. Akkurát hvussu nógv hetta eina málið fær at siga, tá alt verður lagt saman, er sjálvandi ilt at siga enn, men fyri fyrst bar hetta í øllum førum við sær, at strandingarnir halda fast á stigatalvuni, har teir stríð- ast við VÍF og Neistan. At Neistin so aftur hesaferð snávaði, mundi avgjørt ikki gera dagin verri hjá strand- ingum. Sjálvir sluppu teir snikkaleysir burtur úr einum vánaligum degi, so- leiðis at teir í frið og náðum kunnu royna at fáa spælið upp á vanliga støðið, áðrenn næsta uppgávan móti Tjaldri stendur á skránni. Ein dystur, har StÍF áður hevur snávað, men har teir helst vilja gera tað øðrvísi hesaferð. Dysturin í tølum StÍF-H71 26-25 (13-13) Málskjúttar: StÍF: Sveinur Justinussen 7(2), Costin Dumitrescu 5, Kristjan Petursson 3, Bent Djurhuus 3, Alexandur Jo- hansen 2(1), Janus Trúgva- son 2, Borgar Danielsen 2, André F. Danielsen 1, Jón Rasmussen 1 H71: Halgir Dahl Olesen 6, Uni Wardum 6(5), Niels Viggo Niclasen 5, Johnny Durhuus 4, Christian Eli Zachariasen 3, Anfinnur N. Debess 1 Brotskøst: StÍF 4, H71 5 Útvísingar: H71 4 Dómarar úr Tjaldri: Trúgvi Mortensen & Hartvig Joen- sen. Høvdu ilt við at stýra uppgerðini, men við rótuta spælinum, sum valdaði, var hetta so heldur ikki nøkur løtt uppgáva. 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 3 2 - 0 - 1 465 379 86 13 2 StÍF 2 1 - 1 - 0 401 348 53 12 3 Neistin 3 1 - 1 - 1 422 392 30 12 4 Kyndil 2 0 - 1 - 1 368 373 -5 7 5 KÍF 3 1 - 0 - 2 383 414 -31 7 6 H71 3 2 - 0 - 1 385 434 -49 7 7 Tjaldur 2 0 - 1 - 1 348 432 -84 4 Máltindurin, menn Dragisa Stojovic Tjaldur 121 (15) Damir Oros KÍF 113 (23) Sveinur Justinussen StÍF 104 (19) Halgir D. Olesen H71 102 (2) Morgan Knezevic Neistin 89 (21) Jacob Jónsson Kyndil 86 (7) Ingi Olsen VÍF 81 (18) Áki Olsen VÍF 78 (6) Áki Mørk Neistin 78 (22) John Zachariasen VÍF 72 Costin Dumitrescu StÍF 66 (12) Niels Viggo Niclassen H71 61 Finnur Hansson Kyndil 58 (10) Petur Martin Poulsen KÍF 57 Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 55 (19) StÍF-H71 26-25 (13-13): Triðju ferð gekk ikki Petur Magnusson var aftur í málinum hjá H71, og fyrst og fremst var tað hansara æra, at dysturin á Skála hóast alt gjørdist somikið spennandi savnsmynd C M Y K 23 22