Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. februar 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 31 - 14. februar 2003 Nr. 31 - 14. februar 2003 25 SÍ - ÍF: Endurtøka Í fjør vann SÍ tryggan finalusigur á ÍF, men í ár mugu fuglfirðingar roknast sum favorittar MANSFINALAN Tíðindaskriv Aftur í ár verða tað SÍ og ÍF sum bresta saman í steypa- finaluni hjá monnum. Í fjørð vann SÍ ein tryggan sigur, men sum úrslitini hava verið higartil í ár, má metast, at tað er ÍF, sum hev- ur tey betru kortini leygar- dagin. ÍF hevur vunnið allar landskappingardystirnar higartil í ár á SÍ, og liðið liggur á odda í landskapp- ingini. Men ikki hevur ging- ið eftir bókini í tveimum av teimum seinastu trimum dystunum, tí ÍF tapti bæði ímóti Fram og Mjølni. Og júst SÍ vann á Mjølni seinasta vikuskifti, so útlit eru fyri eini spennandi mansfinalu. IF hægri og flest landsdystir Miðalhæddin á ÍF liðnum er 186 cm, meðan miðal- hæddin á SÍ liðnum er 184 cm, men tað er SÍ sum hevur tann longsta leikaran, sum er Raiko Petrovic við sínum 201 cm, og sum samstundis er longsti flog- bóltsleikari her heima. Eisini í landsdystum pr. leikara er ÍF betri fyri við sínum 9,8 pr. leikara ímóti 8,3 hjá SÍ. Men aftur her er tað SÍ, sum hevur toppskor- aran, og er tað Suni Hansen við sínum 64 landsdystum fyri Føroyar. Á SÍ liðnum eru tað tríggir sum hava leikt landsdystir, meðan ÍF liðið kann sigast at hava meira royndir á hesum økinum, við tað at heili 5 leikarar hava luttikið í altjóða dysti, og kann hetta kanska fáa ein týdning í avgerandi løtunum í Høllini á Hálsi, undir stórum trýsti frá áskoðarunum. SÍ hægri miðalaldur Miðalaldurin hjá SÍ er 25,2 ár, meðan hesin hjá ÍF er 23,6 ár. Elstu leikararnir á báðum liðunum eru 39 ár, og eisini hava yngstu leik- ararnir á liðunum sama aldur — nevniliga 17 ár. Ein og tveir útlend- ingar Bæði liðini hava útlendska styrk á liðnum. Á ÍF liðnum leikar Boban Ilic, sum eisini er venjari. Hetta er triðja árið at hann er við ÍF liðn- um, og er tað undir leiðslu av honum, at ÍF gjørdist steypavinnari í 2001. Tvíbróður hansara Borco Ilic leikar við SÍ, og SÍ hev- ur eisini ein annan útlend- ing á liðnum, sum eisini er venjari, Rajko Petrovic. Allir hesir fáa nokk ein avgerandi leiklut leygar- dagin, men tað verða eisini føroyskir leikarar sum koma at bíta frá sær. Nýggjar skógvar og styrk úr Danmark Í fjørð stillaði Suni Hansen teir gomlu skógvarnar, men sum skilst, hevur SÍ keypt honum einar nýggjar, og hevur fingið henda kemp- aran aftur á vøllin. Við leikbyrjan í ár fór eisini ein av stuðlunum frá í fjørð Jón Falkvard uttanlanda í lestr- arørindum, men hann hevur vant miðvíst seinast tíðini í Danmark, og eisini hann verður við leygardagin. Hetta kann verða við til at hjálpa SÍ til nøkur avger- andi stig í finaluni. Og ársins stjørnuskot frá 2002, Jóhan Petur á Stong- unum er við á SÍ liðnum. Rúni Weihe — fyrrverandi dómari Og í ár eydnaðist tað. Ein av Føroya evnaríkastu leik- arum, sum undanfarnu fin- alur hevur verið noyddur at staðið við floytuni í hondini og dømt, sleppur nú at royna seg í eini steypa- finalu. Maðurin er Rúni Weihe, sum fyrr í ár gjørdi eina roynd at gerast yrk- isleikari uttanlanda, fór við kappingarbyrjan til ÍF at leika frá Fram. Hann hevur verið ein av berandi kreftunum á før- oyska landsliðnum, og hansara leiklutur fer ikki at liggja eftir leygardagin. Men á ÍF liðnum eru eisini aðrir kendir leikarar sum taktikarin Odd Elia- sen, sum leikar hevari, hart- sláandi bróðurin Bartal Eli- asen, Kennet Neshamar og Jan Áki Olsen v.fl. Meting um úrslitið - Quick-poll kanning Á heimasíðuni hjá FBF (www.fbf.fo) er ein quick- poll kanning, og á henni verður tippað, at tað verður ÍF, sum vinnur finaluna - 55 % ímóti 45 % (um kvøldið 12. februar.) Men ein steypafinala er ein finala, og dysturin skal avgerast. Næsta stigatapið móti á pappírinum mun- andi veikari liði setir spurnartekin við, í hvønn mun Neistin er at rokna sum avbjóð- ari í oddinum MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Hondbóltskappingin í ár hevur boðið upp á fleiri óvæntað úrslit, og miku- kvøldið kom enn eitt í røð- ini, tá Tjaldur megnaði at taka annað stigið við sær úr Havnini, har teir vitjaðu Neistan. Undan dystinum var Neistin ájavn VÍF á fremsta plássinum, meðan Tjaldur var púrasta einsamalt í botninum, og tí mundu fá ivast í, at her skuldi gerast talan um tryggan sigur til heimaliðið. Tjaldur hevur tó áður víst, at teir kunnu gera ein vørr. Millum annað vunnu teir útidystin á StÍF í grundspælinum, og nú gekk tað so útyvir Neistan. Sum skilst, so var talan ongantíð um tað stóra leik- liga upplivilsi á Hálsi mikukvølidið. Lítil ferð og nógv rótan stóð ovarlaga á dagsskránni, men spenn- ingurin á máltalvuni helt sær tó alla tíðina. Eftir at Tjaldur hevði fingið betru byrjanina, tók Neistin yvir eitt skifti, men gestirnir vildu ongan tíð sleppa takinum. Fleiri ferð- ir royndi heimaliðið at skrykkja seg leyst, men hetta eydnaðist ongantíð, og fram móti endanum var tað meira so, at Tjaldur var frammanfyri. Javnleikur gjørdist tó endaliga úrslitið, og fyrst og fremst setir hetta kanska spurnartekin við, í hvønn mun teir bláu eru førir fyri at fylgja við í oddinum. Enn er munurin at kalla eingin millum StÍF, VÍF og Neistan, men stigamissis móti ávíkavist H71 og Tjaldri eru í øllum førum ikki tað, sum roknað verður við av einum oddaliði. Dysturin í tølum Neistin-Tjaldur 27-27 (17- 14) Málskjúttar: Neistin: Ragnar Stakksund 7, Jón Ludvig 6, Áki Mørk 6(2), Kári Mortensen 4, Helgi Justinussen 3, Morg- an Knezevic 1 Tjaldur: Sverri Justinussen 9, Dragisa Stojovic 7(1), Zoran Sarcevic 4, Arnfinn Langgaard 3, Mortan Han- sen 3, Tórhallur Thomsen 1 Brotskøst: Neistin 2, Tjaldur 2 Útvísingar: Neistin 4, Tjaldur 1 Dómarar úr Kyndli: Eyðun Samuelsen & Hannis Wardum. Neistin-Tjaldur 27-27 (17-14): Neistin snávaði aftur Tað mundi koma illa við hjá Neistanum, at teir bert fingu eitt stig burturúr, tá Tjaldur vitjaði Mynd: Álvur Haraldsen Meðan sambiðlarnir í oddinum sýndu veikleikar, lótu vest- menningar ongan iva vera, tá teir vunnu stórsigur á KÍF MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Úrslitini higartil í enda- spælinum hava til tíðir verið merkisverd, og eisini VÍF hevur verið partur av hesum, tá teir fyri hálvari aðru viku síðani taptu móti H71. Mikudagin leiktu vest- menningar móti KÍF, og í øllum førum tykist tað nú, sum um teir hava lært av sínum mistøkum. Í øllum førum lótu teir ongan iva vera eftir, tá KÍF vitjaði. Fyrra hálvleik sluppu kollfirðingarnir so dánt at spæla við, men tá kanón- irnar vórðu koyrdar fram í seinna hálvleiki, var liðugt. Ikki minst man tað kennast hugaligt, at Áki Olsen nú aftur tykist førur fyri at spæla, samstundis sum Daniel Rápa og Áki G. Olsen halda fram við taktunum, sum í ár hava gjørt teir til nakrar av avgjørdu lyklaleikarunum hjá VÍF. Hjá KÍF var Damir Oros enn einaferð stóri málslúkurin, men spæli hjá KÍF tykist tó í ov stóran mun vera bygt kring stóra jugoslavan, og tó at hann megnar nógv, so fær hann ikki einsa- mallur skotið sigrarnar heim. Har má størri ábyrgd flytast yvir á aðrar herðar, og tær ferðirnar, at viðleikarar hansara hava prógvað, at hetta ber til, hevur KÍF eisini verið munandi størri biti hjá mótstøðuni, enn teir vóru tað mikukvøldið. Dysturin í tølum VÍF-KÍF 31-23 (12-10) Málskjúttar: VÍF: Áki Olsen 10(1), Daniel Rápa 6(1), Áki G. Olsen 4, Ólavur Brimnes 4, Agnar Joensen 3, Johnny Joensen 2, Ingi Olsen 2 KÍF: Damir Oros 10, Vagnur Johannesen 5(1), Petur Martin Poulsen 2, Regin Petersen 2, Mirko Milenkvic 1, Kristjan Madsen 1, Finn Heri Johannesen 1, Jákup Dam 1(1) Brotskøst: VÍF 3, KÍF 5 Útvísingar: VÍF 6, KÍF 6 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johanen & Sámal Hansen. VÍF-KÍF 31-23 (12-10): VÍF setir ferð á Hugnaløta og aðalfundur hjá blóðgevarum verður tórskvøldið 20. febr. kl. 20 í hølunum hjá Naddoddi á Tvøroyri. Aðalfundurin verður samb. lógini. Eftir fundin verð- ur hugnaløta við heitum drýli og drekkamunni. Marita Simonsen úr Havn luttekur. Blóðgevarar í Suðuroy Til Sølu Grundøki í Klaksvík Grundøki Garðavegur 5, stórt 500 m2, liggur sera væl fyri mitt í býnum, til sølu til hægstbjóðandi. Tlf. 45 76 55 ella 21 73 55 Frá S&K-felagnum Ársaðalfundur felagsins verður á Hotel Hafnia, Tórshavn leygardagin 15. februar 2003, kl. 16.00 við hesi dagsskrá: 1. Frásøgn formansins frá farna ári 2. Roknskapur til góðkenningar 3. Val av trimum nevndarlimum og tveimum tiltakslimum 4. Kunning um eftirlønarskipan 5. Innkomin uppskot 6. Ymiskt Eftir fundin bjóðar felagið nátturða. Nevndin FFA. A.G R A R AVSTEINAR VSTEINAR Velbastaðvegur 45 Box 336 110 Tórshavn Tlf. 320370 Fax. 321470 Far. 214270 Opið: m nadag - fr ggjadag 900-1700 annars samb rt avtalu. Sj nband - 31 77 74 V¿ruskr kann f ast! Limafundur fyri leiðarar Mogens Seider,næstform.og Vagn Michelsen frá SL skipað fyri fundi fyri allar leiðarar við evninum: Lederne og fagforening á Hotel Hafnia 21. febr. 03 kl. 9.30-11.30. Føroya Pedagogfelag Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið -tað loysir seg C M Y K 25 24