Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 1990síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 69 — 10. maí 1990 Síða 17 FBS havt umboðsfund Fundurin varð hildin á Hotel Hafnia leygardagin 5/5-90 kl. 15.00. Á skránni var umframt tey vanligu málini so sum framlega av roknskapi og nevndarval eisini NM 90, sum verður í Feroyum í degunum 1.-8. juli. Jón Rasmussen stóð fyri vali. Einki annað upp- skot var, so hann varð afturvaldur tvey ár aftur- at. Tiltakslimur er Poul Joensen. Eingin hevði annað uppskot, so hann varð eisini afturvaldur. A.G. Nielsen varð eisini afturvaldur sum grann- skoðari. Síðan var kappingar- skipanin fyri komandi ár á skránni. Nevndin legði fram uppskot, ið líktist tí frá seinasta ári, soleiðis at spælt verður seks viku- skifti — trý í Tórshavn og trý á bygd. Fyrsta og síðsta vikuskiftið verða tríggir dystir spældir, og hini fýra vikuskiftini verða tveir dystir hverja ferð. Eitt sindur av kjaki stóðst av hesum, men var kortini breið semja um, at hesin kappingarháttur riggar væl, og uppskotið varð samtykt. Bridgedeild hevur Kaggans økisleiåaran fyri Suðurstreym komandi tvey árini. Kollafjarðar | Bridgefe- lag er nú alment upptikið sum límur í Føroya Bridgesambandi. Væl- komin og tillukku við tí! Fuglafjarðar Bridgefe- lag og Eysturoyar Bridge- felag hava lagt saman, og eitur felagið nú Eysturoy- ar Bridgefelag. Nú er NM 90 á skránni. Greitt varð frá, at spæli- staður og bústaður til lut- takararnar eru í lagi. Skrá- in fyri kappingina er løgd, og ymsar aðrar fyrireik- ingar eru gjerdar. Til NM 90 hevur FBS keypt nýggj kort og mappur. Fossbankin er hevuðsstuðul til NM 90, og er reklama fyri Foss- bankan á kortunum. 2.500 spel eru prentað, og skjýt- ur FBS upp, at felegini kring landið keypa kort við mappum — 1000,- kr. fyri 32 spel. Tey upp- mettu umboðini vóru hug- að fyri hesum. Fíggjarætlanin fyri NM 90 ljóðar uppá kr. 686.100,- , har FBS skal fáa tær 220.000,- til vega. Til vega eru fingnar kr. 63.000,- og um feløgini keypa kort fyri kr. 48.000,- resta 110.000,- i at fåa rokn- skapin at javnviga. FBS hevur søkt Føroya Lands- styri, Nordisk Kulturfond og ymisk føroysk virki um studul, men hava tey flestu noktað. Landsstýr- ið hevur noktað at vera vertur við hátíðarhaldið, tá kappingin endar, reður verða hildnar og steyp handað. FBS fer tí at seta —— eina trimannanevnd at taka sær av hesum. Nevndin segåi at enda, at ein av fyrstu døgunum verða tey hjálparfólkini, ið sett eru í sambandi við NM 90, kallað til fundar. Vit frætta meir, so skjótt nakað er. Flogfelag Føroya útvegar ferðaseðilin — Sama hvar å knøttinum tu ætlar tær - FM kappingin fyri pør FM kappingin fyri pør verður spæld i skúlanum á Argjum Dýra biðidag, 11. mai og leygardagin 12. mai. Dýra biðidag verður byrjað kl. 13.30. 54 per verða við og spæla tey í trimum reðum — 18 per í hverjum og 51 spel. Seks tey bestu í hverjum raði koma so víðari til finaluna leygardagin. Tá verður byrjað kl. 13.00, og spæla hesi 18 perini 51 spel. Um kveldið verður samkoma í Róðrarneystinum á Argj- um, har steyp verða hand- að og okkurt fæst til matna. A umboðsfundinum hjá FBS varð skotið upp, at føroyameistararnir fyri per áttu at sloppið til onkra útlendska kapping, og fekk hetta uppskotið bestu viðmæli. Nevndar vórðu kappingar sum t.d. Icelandair Open og Tylø- sand. Livst so spyrst. Strandingar góð mixúrslit: Nr. 1 og nr. 2 Næstsíðsta leygardag skipaði FBF annað árið á rað fyri mixkapping á motiónssteði í Gundadals- hellini. Tiltakið eydnaðist væl, og luttakararnir vóru væl negdir. 10 lið av bygd og úr bý vóru við. Hugsanin hjá FBF við hesum tiltaki, ið nú helst er vorðið ein fastur táttur hjá okkum, er, at við at gera okkurt stuttligt og hugnaligt eisini fyri tey tilkomnu, stuðla vit áhug- anum fyri hesi ítrótta- grein sum heild — eitt herðaklapp til okkum ikki heilt, heilt ungu, men sum nú eru við til at hava >bak- landið< hjá ungdóminum í Sandingar vórðu nummar 3. Her greiðir Kristina Mikkelsen lidfeløgunum frá eini taktiskari finessu í steðginum (Mynd:ówh) lagi. Týdningin av hesum varð dentur lagdur á at vísa leygardagin, har ein BA 5 % OR: Kongageta 10 TIf. £ Torshavn 19767 heilur hópur av flogbólts- ungdómi úr ymsum feløg- um tók sær av øllum tí, ið viðvíkti døming, og greiddu tey hetta væl og virdiliga ur hondum. Hetta gjørdi, at spælar- arnir — meðan bíðað varð til næsta dyst — fingu frið at hugna sær við drekka- munni, ið var at fáa allan | Bilútleigan - rent a Car Nýggir VW-leigubilar uttan førara Norrøna bilar tf. 153 54 dagin á staðnum, uttan at hugsa um deming o.t., ið ofta er plágan hjá >mo- tionsfølkunum«!!! Heidursmerkini læt »A.M.A. Billutir«, og vinnararnir vóru: Nr. 1: »Swapo« av Strondum, nr. 2 »Falkar« av Strondum og nr. 3 »Sandur« av Sandi. Ll Utspælið hevur ofta ógvuliga stóran tydning i bridge. Stuttligt er, tá tað av og á eydnast at finna útspælið, ið setir kontraktina — >the killing lead«. Men viðhvert, kanska rættiliga ofta hjálpa vit spælskiparanum at vinna kontraktina, tá vit finna eitt óheppið útspæl. Í hesum spælinum er útspælið ógvuliga avger- andi. Set teg í stólin hjá Vestri við hesum kort- unum og finn eitt gott útspæl móti 4 sp. Q-9-4-3 K-2 A-J-8-5 J-10-8 Eingin er í hættuni, og meldini gingu soleiðis S V N E R. Mouritsen J. Mouritsen l ut 1) pass 2 hj 2) pass 2 sp pass 3 hj 3) pass 4 sp 4) pass pass pass 1) 15 - 17 HP 2) Bidur makkaran melda 2 sp. Jacoby Transfers. 3) Minst 5 - 4 i spadara og hjartara. 4) Triggjar ella fyra spadarar og maximu Ger so væl og spæl ut! Lætt er tað ikki. Trumf út? Tú hevur sum er rættiliga góðan meguleika at fáa tveir stingir í trumfi. Lat spælskiparan sjálvan sleppa at drag- ast við, hvussu trumfurin skal spælast — kanska gitir hann skeivt! Hj K annar er ikki eitt óvanligt útspæl, tå tú hevur nógvan trumf og kanska kanst trumfa nakrar hjartarar. Men eftir meldunum at dema og tínum egnu kortum hevur makkarin ikki nógv at reypa av, og er tað tískil mark fyri, hvussu ofta hann sleppur inn at spæla hjartara — og so hevur Norður eisini meldað hjartara. Rú A-J-8-5 eru hampuligir gaflar at sita og bíða við aftan fyri sansopnaran. So er bert kleyvarin eftir, og hann sær so meina- leysur út. Tá spælið kom fyri, spældi Vestur kl 10 út. Hevdi tú gjert tað sama? Soleiðis sótu kortini: # A -8-6-5-2 Q-10-8-7-5 10-7-4 # Q-9-4-3 = “J 7 K-2 7 l 9-6-3 A-J-8-5 5 K-Q 9 % J-10-8 sf 9-7-6-5-4-2 & K-10-7 A-J-4 6-3-2 se A-K-Q-3 Kontraktin er kruthart meldad, og N-S hava ikki annað uppiborið enn at verða avflongdir Men eydnan smíltist til teirra. Suður kastaði ein rútara til tann fyrsta kleyv- aran, tók sp A og K og slapp sær síðan av við hinar báðar rútaratapararnar á borðinum uppá kl A og K. Hann tók síðan hj A og spældi hjartara aftur til kongin hjá Vestri. Nú var ov seint at koma við rútaranum — borðið trumfaði. hjartar avstað aftur, og Vestur kundi trumfa tá tað hug aði honum. Mótspælið fekk bert tríggjar sting tilsamans — tveir í trumfi og hj K ————nðnnamiiviwwwwww Hostel Todn+s Tlf. 5 20 21 FR-730 Norðdepli Hotel Bella Tlf. 5 20 40 FR-730 Norðdepli —— * vtøe je