Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 1990síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ST = $ Tíðin tå loyvt er at veiða skarv verður helst framvegis frá 1. september tl 31. oktober. Skarvurin fekk frið á hesum sinni Tíðin at veiða skarv verður helst ikki longd á hesum sinni. Hetta kemur fram í einum áliti frá Umhvørvisnevndini, sum hevur havt eitt uppskot frå Kristriliga Fólkaflokkinum til viðgerðar um at leingja veiðutíðini fyri skarv. Kristiligi Fólka- flokkurin skeyt her- fyri upp, at tíðin tá loyvt er at veiða skarv verður tann sama sum galdandi er fyri lunda, lomviga og álku. Tað vil siga frá 1. oktober til 20. januar í staðin fyri sum nú frå 1. september til 31. ok- tober. Ein samd Umhvørv- isnevnd mælir frå at broyta veidutidina og vísir á, at broytingin verður torfør at umsita. Eisini verður víst á, at fuglastovn- arnir her og í lond- unum í Norðuratlants- havi eru í stødugari minking. Skarvastovnurin í Norðuratlantshavi er metur at vera umleið €0.000 pør, harav 70% í Stóra Bretlandi. Talið í Føroyum er umleið 1500 per. tór.- Einasti meguleik er at koyra virkið r Vikavirkid merkir mong arbeidsplåss fyri bygdina, og ti verdur alt gjørt fyri at varðveita hesi. -og so keypa tað aftur fyri hålvan pris. Vika- virkið skal hava aðalfund mikudagin tá avtøka av felagnum verður á skránni. Víkavirkið hevur ongan møguleika sum er. Tí hevur nevndin gjørt av at lýsa til aðalfundar við avtøku av felagnum á skránni. Fundurin verður mikudagin 16. mai. Stjórin á virkinum, Niels Dan Vest vil ikki siga annað enn at uppskot kemur frá nevndini til aðalfundin um at avtaka felagið. Men frá ødrum, sum standa felagnum ógvuliga nær verður sagt, at ógjørligt er at halda fram við einari skuld uppá 25 miljónir. Skal virkið hava nakran møguleika, kann tað ikki keypast aftur fyri meira enn millum 10 og 12 miljónir, og hetta er tað, sum núverandi eiga- rarnir vóna fer at eydnast. Kommunan hevur rikið virkið síðani 1. desember, og so mong arbeiðspláss standa upp á spæl, at alt verður gjørt fyri at varðveita hetta arbeiðs- plássið í bygdini. Víkavirkið varð um- og útbygt fyri fimm árum síðani. Tað kann taka ímóti umleið 4.000 tons- um árliga, men hevur virkið ikki fingið meir enn helmingin seinastu trý árini. Fyrstu triggjar mánaðirnar í ár hevur virkið ikki tíkið ímóti meira enn 300 tonsum. Roknað verður við, at kann virkið fáa eini 2.000 tons árliga, og tað fer at bera til at leggja seg eftir at framleiða serligar vørur, kann virkið bera seg,- væl at merkja um skuldin ikki verður stórri enn millum 10 og 12 miljónir. ANNAÐ VIRKSEMI Tað er eisini annað, sum er knýtt at Víkavirkinum. P/F Stakkur, sum er saltfiskahús. Hetta ætlað til saltfiskaframleiðslu til sølu uttan um Fiskasøluna. Annað partafelagi er Víkalaks, sum viðgerð alifisk hjá fýra alistóðum í Sundalagnum og so eru bátanir. Atlanus og Keldan sum partrola og útróðrabáturin Varpið. Ætlanin er at varðveita hesi skip, men rokand verður við, at eingin møguleiki er at halda Føroying gangandi. Hesi eru øll sjålvstødug partafeløg, meðan eigarar- nir eru leir Somu. Adalfundurin mikudagin snyr seg bert um sjålvt Víkavirkið. tór.- Innbjóðing Í sambandi við at vit eru flutt í nýggj høli úti á Grønlandsvegi 58, hevði tað glett okkum at sæð viðskifta- fólk og vinir til eina lítla mottøku týsdagin 5. mai 1990 millum kl. 14.00 og 17.00. Hjartaliga vælkomin. Pí. Viugo Akraberg Hansen åg. el-verkfrødingur Grønlands vegur 58 - FR-110 Tórshavn 5622 - Tlfx. (+298) 10621 | | Minsti vinningur 500 kr. Happadráttarseðilin verður nú helst eitt sindur dýrari, men hinvegin verða vinn- inggarnir eisini størr. Landsstýrið hevur eftir áheitan frá Happadráttinum skot- ið upp, at broyta lógina um happadrátt. Hetta verður gjørt fyri lættari at nøkta eftir- spurningin eftir sedl um. Skouð verður upp, at ein heilur happa dráttarseðil framyvir er at kosta 200 krónur ístaðin fyri i um nú i r inningur verður framyvir 500 krónur ístaðin fyri 200 krón- ur. Figgjamevndin hevur vidgjørt upp- skotið og mælir til, at tað verður samtykt. tór.- 250 umsóknir um vegir 0g lendingar Hvør år fær ungið eina rúgvu av brøvum frá kommunnum har hesar siga frá tørvi sínum til m.a. vegir og lendingar. Hesaferð fekk tingid ikki færri enn 250 umsóknir. Málið hevur verið í Samferdslunevndini, sum hevur latið tinginum álit. Nevndin mælir ting- inum til, at býta játtaðu upphæddina eftir einum neyvum yvirlitið, nevndin hevur gjørt. A fíggjarlógini eru í ár avsettar 106,5 ul m.a. vegagerðir, um- siting av landsvegum, brúgvagerð og ferju- legum. Til lendingar eru avsettar góðar 20 miljónir. Eftir at tingmenn høvdu vidgjørt áliuð frå Samferðsluneynd- ini varð málið beint aftur í Samferdslu neyndina tor.- —