mikudagur 16. mai 1990síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Stúgvandi fult av
fólki alla tíðina
At fólk hava áhuga í søguligum tilfari frå
stríðsárunum er eingin orsøk at ivast í. Hetta
sæst millum annað av tí ovurhonds stóra áhuga
fólk hava víst Savninum 1940-45, har stúgvandi
fult av fólki hevur vitjað síðani dyrnar vóru
latnar upp leygardagin.
Síðani Savnið 1940-45
varð stovnað fyri sjey
árum síðani hevur tað
einki fast tilhald havt. Eitt
styttri tíðarskeið vóru teir
lutir frá stríðsárunum
savnið hevði, savnaðir í
einum kjallara í Havn og
opið var av og á, men
veruligt savn frá hesum
partinum av søgu okkara
var neyvan talan um.
Arbeitt hevur verið hesi
árini at finna húsarúmd til
savnið, og fyri nøkrum
árum síðani vóru eini
sethús í Dr. Jakobsensgøtu
keypt
Men nú, í samband við
bretsku vikuna, hevur
eydnast at seta húsini
rættiliga í stand og skipað
ett savn við teimum
rættiliga mongu lutum,
sum fingnir eru ul vega
Ein av stigtakarunum er
Hedin Mortensen. Hann
heldur hetta var i tøkum
tíma, ú eydnadist tað ikki i
samband við bretska
ultakið at lata savnið upp
gingu helst fleiri ár ul
nakað veruligt kom burtur
úr, og til tað tíð hevði
vandi verið fyri, at mangir
av teimum lutum, sum enn
eru til taks, vóru beindir
burtur.
NÓGV HAVA
HJÁLPT TIL
Heðin Mortensen og
Heini Olsen settu sær fyri
at lata savnið upp í
samband við bretsku
vikuna. Teir heittu m.a. á
Lions felagsskapin, sum
áður hevur vist stridssøgu
føroyinga áhuga m.a. við
eini Olavsøkuframsyning
fyri nøkrum árum síðani,
um eina hjálpandi hond.
Eisini varð heitt á fleiri
stovnar og fyritøkur. Og
hjálpina fingu teir. Heðin
Mortensen sigur seg vera
sera væl nøgdan við
vælvildina teir hava
fingið, men hevur hendan
Eisini bretsku gestirnir
vístu savninum stóran ans
eisini verið treytin fyri at
savnið kundið verða latið
upp nú.
FINGIÐ FLEIRI
LUTIR
Seinastu tíðina hevur
Savnið eisini fingið fleiri
lutir frá stríðsárunum.
Annaðhvort til láns ella til
ognar, og enn eru fólk
vælkomin at venda sær til
savnið um tey hava eitt-
hvørt av áhuga frá hesi
tíðini savnið vísir í lutum,
myndum og orðum. Tá
fólk hava latið savninum
tilfar verður tað skrásett.
Í samband við at savnið
nú lat upp er filmur gjørd-
ur frá svíðsárunum. Hesin
verður sýndir uttan steðg
meðan savnið er opið.
Hesa vikuna er svanið
opið hvønn dag millum kl
10 og 16. Leygardagin til
kl. 18.
Nær savnid framyvir
skal vera opið er CNN IKKI
avgjørt, men ivaleyst
verður opið til ávísar tíðir
Haraftrat ber til hjá
skúlaflokkum og ødrum at
gera avtalu frammanundan
um áhugi er at síggja tað
savnið hevur at bjóða.
tór.-
Fyri nókrum árum síðani
keypti savnið 1940-45 hesi
húsini í Dr. Jakob-
sensgøtu, sum nú eru
karmurin um eitt søguligt
savn frá stríðsárunum
Her eru nakrir av bretsku
krígsveteranunum av-
myndaðir uttan fyri húsini.
Myndir:
Kalmar
I samband vid bretsku
vitjanina i hesum døgum
eru tað lesarar, sum hava
vent sær til blaðið við
ndum frå hersetingin