hósdagur 17. mai 1990síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- koyrir enn
Annar heimsbardagi,
"kríggið", er nú drigið
fram aftur, tí fimti ár eru,
síðani bretar hertóku Før-
oyar, so týskarar ikki
fingu sær hendan skansan
í Norðuratlantshavi.
Nógv verður gjørt burt-
urúr: bretsk vika, hátíðar-
hald og minningarhald,
krígssavn og krígsskip.
Mitt í allari stákanini
hevur onkur varnast eina
gamla motorsúkklu mill-
um nýggju bilarnar í
Argja- og Havnargøtum.
Hon hevur onki vid krigs-
savnid at gera. Ti hon er
ikki nakar savnslutur, hon
er ein brúkslutur. Motor-
súkklan koyrir sum fyrsta
dagin fyri hålvari øld síð-
ani. Tá vóru orðini góðska
og dygd ikki bara orð. Tey
vóru eisini borgan fyri
góðsku og dygd.
Sverri Mortensen á
Argjum hevur uttan nakr-
an háva fingið sína goðu,
gomlu BSA skrásetta aftur
og hann ætlar sær at brúka
hana í summar.
Sverri keypti motor-
súkkluna í 1945, tá bretar
riggaðu av í Føroyum.
Teir seldu motorsúkklur
og bilar í pakkhúsinum
hjá Carl á Lag yviri við
Strond, minnist Sverri
Mortensen.
- Tað blivu seks ella
sjey súkklur keyptar út á
Argir. Mín kostaði 700
krónur.
Sverri sigur, at hann
brúkti súkkluna í 20 ár, til
hann setti hana í kjallaran
miðskeiðis í tryssunum.
Men fyri tveimum árum
síðani fór hann so smátt
undir at fáa hetta frálíka
akfarið aftur at koyra 45
ára dagin fyri krígslok.
Hann tók súkkluna sundur
og hevur nú sett hana
saman aftur.
Og hon riggar. Tað einasta
nýggja á henni er ljóðpott-
urin, sum Sverri sjálvur
hevur gjørt. Og so sjálv-
andi nummarpláturnar, F
90 298. Motorsúkklan er
góðkend og skrásett.
Gamla nummarið hjá
henni var Fg 313.
Bretar høvdu nógvar
slíkar BSA motorsúkklur í
Føroyum undir krignum.
Súkklan hjá Sverra er 500
kubikk og hevur 6 volt
anlegg. Súkklurnar vóru
grónar sum onnur hernað-
arakfør, men Sverri og
allir hinir á Argjum, uttan
ein, málaðu sínar súkklur
ER FEAR
LP 2 g
bi á
ar, sum liturin varð kall-
aður av hesi orsøk.
Sverri Mortensen sigur,
at hann ætlar at brúka
gomlu motorsúkkluna í
summar og so møguliga
taka pláturnar av henni í
vetur.
hd
L
d VEIMaAN VEGU
nin verour asett ettir Sattmala mill
Ahugað verða at senda grunninum
skrivliga umsókn við fråsøgn um avloys-
aratíðarskeið,
saman
við møguligum
prógvum og viðmælum.
Lønjavningargrunnur Skipsfiskimanna
Hoyvíksvegur - Postluka 5 - 110 Tórshavn
søsteren
Ein pakki kann
vera so nógv.
Sum tíðin er liðin, hevur
posturin fest seg í hug-
an hjá fólki sum tann
flutningsskipan, ið altíð
sær til, at brøv og pakk-
ar kunnu »sendast« hag-
ar, ið einum lystir
Tað er vorðið so sjálv-
sagt at senda at kalla oll
brøv við postinum. Post-
urm er vorðin kendur
sum ein skjót, bílig og
púra trygg skipan.
Nú vil Postverkið fegið
boða frá, at pakkar, í
breiðastu merking, eis-
ini eru við í okkara flutn-
ingsskipan.
Postgjaldið fyri pakka-
flutning innanoyggja er
x
jørt munandi einfaldar
nevniliga 20.- kr. fyri all-
ar pakkar upp í 30 kg
Postverkið vil í hesum
sambandi nýta hevið til
at vísa á flutningsskip-
anina við pakkum sum
eina sera henta tæn-
astu, bæði fyri tey ein-
stoku húsarhaldini og
vinnulívið sum heild.
Øll hava onkra hug-
mynd um. hvat ein pakki
er; men í dag hava vit
hug at gera hana rúm-
ari. Ti, hver sigur, at
pakkar ikki eisini kunnu
vera lutir, ið fólk vanliga
ikki seta í samband við
post?
$<. Pakkapostur. Skjótur flutningur
5
av smáum og stórum.
Talan kann eisin vera
um lutir C
enn 30 kg. Harumframt
kunnu Serligar avtalur fyri
flutning av sterri ella
minni, tyngri ella lættari
lutum gerast við Post-
verkið
Vit hava jú eina flutn-
ingsskipan, sum fevnir
um allar Føroyar. Ti
rekka vit í hvenn krók í
landinum. og - óneyðugt
at siga - tað gongur sum
eftir ánni og lættir um
hjá tygum, tá Postverkið
tekur sær av flutningin-
um.
sum eru tyngri
Postverk
Foroya