hósdagur 27. februar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 40 - 27. februar 2003
Nr. 40 - 27. februar 2003
3
Almenn móttøka
Í sambandi við at Sjúrður Ferjá, fyrstilærari
í Hvalvík, fer frá, eftir at hava verið
fyrstilærari síðani 18.08.1966,
verður almenn móttøka í Hvalvíkar skúla
tann 28.02.2003 frá kl. 16.00 til 18.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Hvalvíkar kommuna/skúlastýrið
Nýtt stýrið fyri
Húsaláns-
grunnin
HÚSALÁNSGRUNNUR
Eirikur Lindenskov
Húsalánsgrunnurin hevur
fingið nýtt stýrið.
Tað er landsstýrismaður-
in í familju- og heilsumál-
um sum setir stýrið fyri
Húsalánsgrunnin, og tí
hevur Bill Justinussen valt
trý nýggj fólk í stýrið.
Tey eru: Guðrið Joensen,
Mouritsarvegur, Hoyvík,
John Færø, Hamarsniðið,
Klaksvík,
Marja
Lam-
hauge, Lambareiði.
Stýrið skipar seg sjálvt
við formanni. Eykalimirnir
verða tilnevndir seinni,
verður sagt úr Heilsumála-
ráðnum.
So dapur er dámur, nú dagsljósið dagar,
og tankarnir fara við flognum heilt hagar,
sum rótin hon rann, kenslur kylja um Klakkin,
í morgin fer vetur í várdøgursstakkin.
-
Einki er um okkum, tøgnin hon tigur,
so óhjálpin sýnist tann bønin, tú biðjur.
Alt ber bara burtur, og spurin øll spyrja:
Nær nýborna árið man fara at byrja!
-
Í dag ber alt frá, men sum tað fer at líða,
vit skilja, hvat ómissandi fekk at týða.
Men slóðin er sterk, tí er gongt fram í árið,
og fløtt kennist okkum tað hugtunga tárið.
Nú verður tú borin til heilt aðrar hæddir,
har eingin í sorganna búna er klæddur,
tú fert undan okkum við sorgblíðum byri
til Hann, sum øll "hví" altíð svara kann fyri.
So góðu Guds einglar, tit fylgið nú henni
og lat hana fáa Guds glæmu um ennið.
Vit ásanna, vit einki áramál eiga,
tí leiðin er vígd vilja Guds til at greiða.
Nú verður tú borin til hvíldar, og stigið
Nú ber til tað friðfulla, algylta liðið.
Vit syrgja, men minnið um teg verður friðað,
sov blítt og sov væl, góða Apolonia.
Poulina
Góða bróðirkona!
Ikki vardi tað meg sunnumorgunin
1. des, 2002, at tað skuldi vera
síðsti dagurin, ið vit báðir skuldu
vera saman her á fold. Fyri okkum
var klokkan 10 ein sunnumorgum
ikki tann besta tíðin at fara undan
fjaðrunum. Men nakað serligt var á
vási. Klokkan 11.55 byrjaði ein
fótbóltsdystur, ið vit, sum so nógv
onnur, bara máttu og skuldu síggja.
Vit fóru heim til felags vinmannin,
Eyðfinn, ið hóast hann ikki helt við
sama liði sum vit, var líka spentur
sum vit vóru.
Tá ið vit komu heim til vin-
mannin var kaffi klárt, sjónvarpið
tendrað og lagið gott, klárt var at
byrja kjakið. Taktikkurin mátti
leggjast, fyrimunir og vansar við
hesum og hasum, mátti væl og
virðiliga fáast av vegnum, áðrenn
dysturin varð blástur í gongd. Far-
telefonirnar hjá okkum høvdu fing-
ið hvør sínar 100 krónur í talutíð,
um tað skuldi gerast neyðugt at
senda eina lítla heilsan til onkran
av okkara vinmonnum, ið ikki vóru
so mikið at sær komnir at halda við
tíð »rætta« liðnum. Nakrar heilsan-
ir sendu vit eisini, tí endaliga úr-
slitið gjørdist eisini, sum vit jú
vistu frammanundan, tað at okkara
lið »Man Utd« vann. Restin av
degnum var meir ella minni brúktur
til at »feira« úrslitið.
Undarligt er at hugsa sær, at tá ið
vit skiltust á kvøldi, at vit ikki aftur
skuldu skifta orð her á fold. Eisini
fer tað at kennast løgið at fara í
Gundadal til dystirnar hjá B36 og
vita, at vit aldrin aftur skula síggja
ella hoyra teg har. Orð kunna neyv-
an lýsa saknin, ið kennist av, at tú
ikki ert ímillum okkum meira. Eg
kann tó staðfesta, at B36 hevur
mist ein av sínum bestu og trúgv-
astu viðhaldsfólkum.
Tað, at tú orsaka av vánaligum
ryggi, ikki sjálvur var førur fyri at
spæla fótbólt, gjørdi, at tú legði
eyka nógva orku í at fylgja við
lítlabeiggja tínum, Jákup, og
hvussu hann kláraði seg, at tú var
stoltur av honum, skal tað ikki vera
nakar ivi um.
Ikki kann sigast at lagnan altíð
fór so væl við tær. Fyri ikki so
nógvum árum síðani fekst tú sukur-
sjúkuna, og tú mátti leggja lívið eitt
sindur um. Novo-pennurin gjørdist
ein fastur partur av tínum daglig-
degi, og matvanarnir máttu leggjast
eitt sindur um. Hóast hettar, kláraði
lagnan ikki at taka títt góða og til
tíðir, ikki so lítið drilska »humør«,
ið altíð var eitt gott og kærkomið
krydd hjá teimum, ið til dagligt
umgingust teg. Minnist tú, hvussu
stór gleðin var, tá ið B36 í 97, á
fyrsta sinni síðan ‘62, gjørdist før-
oyameistarar? Ella tá vit spældu
leikin »Gamla daman kemur til bý-
in«, har vit báðir spældu tveir
psykopatar, ið vóru flýggjaðir úr
Sing-sing? Ella tá tú í nýggjárs-
kabaréttini »Cabarét Óli P. Ár 2000
áveg«, spældi ein rappandi banka-
maður, ið ikki vildi geva nøkrum
lán? Jú, nógv eru minnini og nógv-
ar eru løturnar góðar, ið ein kann
hyggja afturá.
Heldur ikki kemur mær í hug
nakran, ið kendi so nógv fólk, sum
tú. Fyri mær var tað sum um at tú
kendi hvørt mansbarn, ið gongur á
Føroyalandi. Tað kom eisini týði-
liga til sjóndar til tína jarðarferð.
Full Vesturkirkja og eisini væl av
fólki uttanfyri. Hugsi ofta um,
hvussu nógv fólk veruliga kendu
teg, sum vin og menniskja.
Okkara vinarlag hevur tó eisini
staðið sínar royndir; sum tá ið vit
vóru í Danmark og arbeiddu. Men
hóast ósemju og trætu, vóru vinar-
bondini og vinakenslurnar sterkari,
og vinarlag okkara hóðraði væl og
virðiliga undan.
Høgni - mín elskaði vinur. Stórur
er saknurin og stórt er tómrúmið,
nú tú ikki er saman við okkum
meira. Alt kennist so veruleikafjart
og meiningsleyst. Ynski mítt skal
tó vera, at tú hevur tað gott, har tú
nú ert, einki minni hevur tú
uppiborið. Ein er tó, ið ræður yvir
øllum og veit alt. So kanska, vit, ið
standa spyrjandi eftir, ein dag fáa
greiðu á øllum.
Tankarnir leita eisini til tykkum
avvarðandi: Guðrun, Heina, Jákup,
Anniku, Annu, Marian, Boga og
ikki at gloyma lítlu fittu Guðrið, ið
Høgni gubbi var so góður við. Má
harrin styrkja tykkum í hesum
tungu døgum, nú tit hava mist tykk-
ara elskaða: Son, beiggja, ommu-
son, gubba og vin, Høgna. Sagt
verður, at tíðin lekir øll sár, og skal
tað vera mín vón til tykkara. Men,
tá ið saknurin kenst óúthaldandi,
kann sálmur 23, vónandi veita
tykkum ein linna.
Við hesu fáu og fátæku orðum vil
eg lýsa frið yvir minnið um mín
góða vin, Høgna á Borg.
Hallur
PS: Høgni! B36 vann 2-0 á KÍ
leygardagin, ikki so gali ha? Helt at
eg skuldi siga tær tað ;) Vit
síggjast!
Til minnis um vinmannin góða
Høgna á Borg
6.5.1970 — 2.12.2002
Alt spældi
væl av
Týskvøldið rendi
útróðrarbáturin,
Søkin, á land á
Klakkinum. Tíbetur
hendi eingin skaði, og
Søkin kann fara aftur
til útróðrar í morgin
sum ein annan dag
ÓHAPP
Rúna Sivertsen
Klaksvík:
Brimil togaði Søkan av
aftur, tá hann týskvøldið
um tíggjutíðina var so
óheppin at sigla á land á
Klakkinum.
Báturin varð sleipaður á
bedingina og tikin upp,
men vísti tað seg, at hann
ongan skaða hevði fingið.
Eftirsum báturin nú kortini
er tikin upp, nýta teir høvi
at smyrja botnin.
Tað hevur gingist væl hjá
Søkanum, síðani Ólavur
Poulsen
keypti
hann
seinasta heyst.
Tað er altíð forargiligt
hjá monnum at sigla á land,
men sum vit plaga at siga,
gert tú tað ongantíð lort,
gert tú ov lítið.
Søkin á beding, eftir at hann týskvøldi? sigldi á land. Tíbetur
hendi eingin ska?i, men nú teir kortini hava tiki? bátin upp,
ver?ur botnurin smurdur
Mynd: Rúna Sivertsen
C
M
Y
K
3
2