Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 40 - 27. februar 2003 Nr. 40 - 27. februar 2003 5 OLJUFRAMLEIÐSLAN Jan Müller - Eg havi verið á varðhaldi við Foinaven oljufeltið í meira enn trý ár og mær vitandi er eingin oljudropi farin í havi øll tey seks árini olja hevur verið framleidd her við føroyska markið sigur ein blíður og pro- fessionellur Andy Waring, sum er skipari umborð á tí sera framkomna oljuvaktar- og bjargingarskipinum Grampian Frontier. Skipið kom á Havnina í vikuni fyri at skifta manning og bunkra. Teir eru her eina ferð um árið og brúka ann- ars Lervíkina sum havn. Teinurin av feltinum til Havnar er júst tann sama sum til Lervíkina, umleið 10 tímar. Andy Waring er sera fegin um skipið, Ið hevur roynst ómetaliga væl, síð- ani tað varð bygt fyri um- leið 5 árum síðani. Tá var framsýningartúrur í Føroy- um. Hann letur væl at mót- tøkuni her og heldur fólkið vera sera fyrikomandi og "relaxed", sum hann tekur til. - Eg veit væl, at tit før- oyingar eisini leita eftir olju, og at tit leggja stóran dent á bæði trygd og um- hvørvi. Hetta skipið er fyrsta floks tá tað snýr seg um trygd á einum oljufelti og somuleiðis til tess at kunna varðveita eitt reint umhvørvi. Tað eg veit um er ikki ein dropi av olju lik- in í havið, hóast tvey tanga- skip uppá skift taka olju frá framleiðsluskipinum eina ferð um samdøgrið og flyta hana til oljuterminalin Flotta í Orknoyggjunum. Foinaven feltið fór undir framleiðslu í mars 1997 sum tað fyrsta nakrantíð á Atlantsmótinum. Tað hevur gingið nógv betri enn vænt- að og verður 130.000 tunn- ur framleiddar um dagin. Hitt oljufeltið, Schiehall- ion, sum liggur nærhendis, er tó væl størri og fram- leiðir 150.000 tunnur um samdøgrið. Grampian Frontier, sum fór av Havnini aftur í gjár eftir at hava skift manning, 12 mans, sum komu og fóru við leiguflogfari, er eitt sokallað "Multipurpose" skip, tvs. at tað røkir eina rúgvu av uppgávum kring oljufeltið eitt nú ansa eftir øðrum skipum, er tilreiðar at taka ímóti skaddum fólki frá framleiðsluskipinum og kann átaka sær eina rúgvu av uppgávum á feltinum. Eitt nú hevur tað fram- komna útgerð til at gera upptøkur á havbotninum og í hesum sambandi verður fylgt væl við møguligari dálking. Teir fylgja so eis- ini lívinum í sjónum og latea upplýsingar víðari til avvarandi stovnar. Andy Waring, skipari er annars ovfarin av, hvussu væl skipið hevur roynst eins og stóra oljuskipið har á leiðini. Hóast talan er um sera veðurbart øki, so hava tey staðið royndina. Men tað er mangan sera ótespi- ligt og hevur serstakliga ein aldu uppá umleið 30 metrar fest seg í minni hansara. – Eg tók mynd av henni og vísir hon, hvussu risastórar aldurnar kunnu vera her umleiðir. Men hvørki tá ella aðra tíð er nakar skaði hendur. Tað er Faromar við Johan Dahl, sum tekur sær av Grampian Frontier, tá tað er í Føroyum. Felagið umboð- ar Georg Craig fyritøkuna, sum hevur leigað skipið til BP í 10 ár. Grampian Frontier á Havnini: Ongin oljudropi í havið í seks ár Sera framkomna oljuskipið Grampian Frontier var á Havnini í vikuni fyri at skifta manning og bunkra Mynd Jan Müller Johan Dahl, umboðsmaður vitjar skiparan á brúnni á Grampian Frontier, Andy Waring Mynd Jan Müller Myndin sum skiparin Andy Waring, tók av umlei- 30 metrar høgari aldu á Atlantsmótinum Teir hava eisini góða útgerð til at avmynda fisk og djór. Her er mynd av einum risastórum "Monkfish". Starvsfólk í dagstovninum við Gøtugjógv: Rakt av herviligari mateitran Gøtugjógv: Í januar vórðu 8 starvsfólk í dagstovninum við Gøtu- gjógv rakt av herviligari mateitran. Tað var ikki hissini umgangur, hesar kvinnur fingu. Sjúkan vardi í einar 8 dagar, og hesar dagarnar misti onkur heili 7 kg. ella næstan eitt kilo um dagin. Fepurin var eisini nógvur; onkur kvinna hevði yvir 40 stig, tá ið fepurin var mestur. Tað gekk av báðum endum, og fólk vóru ógvuliga illa til passar. Tórgerð Hansen, leiðari á dagstovninum, sigur, at kvinnurnar løgdust sjúkar, 8. januar vóru ikki til arbeiðis aftur fyrr enn, 20. januar. - Tann nógvi fepurin og búkilskan vardi í fyrsta lagi einar 2-3 dagar, men eftir tað vóru tær rættiliga ússaligar, og tað tók langa tíð hjá teimum at koma fyri seg aftur, sigur hon. Skrúvusalat Kvøldið fyri, at kvinnurnar á hesi eini stovuni løgdust sjúkar, høvdu tær havt fund. - Tær høvdu gjørt sær ein heitan rætt við skrúvum, skinku, egg, osti og krydd- aríum – skrúvusalat, sum tað verður rópt. Tvær vaski- konur, sum vaskaðu á stovninum hetta kvøldið, fingu eisini ein bita av heitu salatini, tá ið tær duttu fram við. Tórgerð sigur, at tær, sum løgdust sjúkar, vóru 5 kvinnur, ið starvast á teirri stovuni, sum hevði fund hetta kvøldið, eitt starvs- fólk á eini aðrari stovu og so hesar báðar vaskikonur- nar. - Tilfarið til skrúvusalat- ina varð keypt til endamál- ið, og salatin varð etin so skjótt, hon kom úr ovnin- um. Vit hava kannað eftir og fingið staðfest, at eingin vøra, sum var í salatini, var útgingin, sigur leiðarin á dagstovninum. Málið kannað Heilsufrøðiliga Starvsstov- an hevur roynt at kannað, hvør orsøkin kann hava verið til, at hesar kvinnur- nar gjørdust so sjúkar og ússaligar og sum skilst, hevur stovnurin fingið mat- restir av tí, ið etið varð. Starvsstovan søkti sær hjálp úr Danmark til hesar kanningar. Long tíð hevur gingið uttan, at nakað veruligt úr- slit hevur fyriligið, men virkandi læknin í Gøtu, Gunnar Beckman, sigur, at tey kanningarúrslit, hann hevur sæð, benda ikki á, at talan hevur verið um sal- monellaeitran. Vit spurdu eisini Andreas Petersen, lækna, sum í løt- uni er á tingi. Hann gjørdi sær tann ómak at ringja til Heilsu- frøðiligu Starvsstovuna so- seint sum fyrrapartin í gjár. Haðani fekk hann at vita, at ongar bakteriur vórðu stað- festar í teirra kanningum. - Men eg havi skilt, at tað vóru meira íløtini, sum maturin hevði verið í, sum vórðu kannaði, enn maturin sjálvur. Mítt boð er, at kvinnurnar hava verið raktar av tí bakteriuni, clos- tridier, sum gevur búkilsku við fepuri. AndreasPetersen sigur, at bakterian vanliga gongur yvir av sær sjálvari og elvir ikki til varandi mein. Báðir læknarnir eru samdir um, at kvinnurnar á dagstovninum við Gøtu- gjógv hava verið ógvuliga óhepnar, men soleiðis kann tað ganga, tá ið illa vil til. Starvsnæmingar Tórgerð Hansen vísir á, at tey vóru í teirri hepnu støðu, tá ið tey 8 starvsfólk- ini løgdust sjúk, at tríggir skúlanæmingar júst tá vóru á stovninum í starvsvenj- ing. - Hesir næmingar vóru okkum til stóra hjálp hesar dagarnar, sigur hon. Tórgerð sigur, at enda- málið við kanningini, sum tey settu í verk eftir mat- eitranina, fyrst og fremst var at staðfesta, hví fólkini gjørdust sjúk. - Hevði hetta so sam- stundis gjørt, at onnur verða spard fyri tílíkari eitran, hevði nógv verið vunnið, leggur hon aftrat. Tórgerð Hansen heldur ikki, at reinføri í samband við sjálva matgerðina hetta kvøldið hevur nakað við eitranina at gera, tí her var einki at seta fingurin á. - Handilin, sum seldi vøruna til salatina, tók vør- urnar av hillunum, tá ið tey frættu, hvussu vorðið var, sigur Tórgerð Hansen. Í januar løgdust 8 kvinnur, sum starvast á dagstovninum við Gøtugjógv, við herviligari búkilsku og fepuri, men ikki hevur borið til endaliga at staðfesta, hvør orsøkin var til sjúkuna. Mynd: Vilmund Jacobsen - Óvist er, hvat hendi. Bilførarin skilir einki, men heldur, at vegjaðarin kann hava svikið, sigur Heini á Borg, farmaflutnings- leiðari hjá Strandferðsluni ÓHAPP Orð: Vilmund Jacobsen Myndir: Leivur Nygaard Seinnapartin týsdagin fór ein 6,5 metra langur trailari hjá Strandferðsluni niðan av vegnum í vegabuginum sunnanfyri gistingarhúsið í Øravík - og koppaði við 17 tonsum av upsa í lastini. Trailarin, sum var komin um Suðuroyarfjørð við Smyrli, var á veg av Drel- nesi suður til Vágs við lastini, sum Palm Seafood í Vági átti. Hetta var fiskur, sum felagið hevði keypt frá skipunum hjá P/F Beta í Saltangará. 17 tons av fiski er ein stór nøgd, tá ið slíkt hendir, og ein partur av fiskakass- unum brutu seg út ígjøgn- um flasfipurveggirnar og endaðu við síðuna av trail- aranum. So, hetta sá heldur enn ikki ógvusligt út. Ikki avleiðingar Heini á Borg, farmaflutn- ingsleiðari hjá Strand- ferðsluni, sigur, at førarin, sum er úr Hvalba, slapp eftir umstøðunum væl frá hendingini. Hann endaði hjá læknanum á Tvøroyri, har hann fekk tríggjar pent- ur í andlitið. - Bilførarin, sum hevur koyrt nógvar túrar fyri okk- um og er royndur á økinum, hevur tað gott. Spurdur, um hendingin fær avleiðingar fyri føraran, sigur Heini, at tað fær hon ikki. Trailarin er illa farin, men tá ið vit frættu fyri døgurða í gjár, var ikki greitt, um hann verður um- vældur. Heini á Borg heldur ikki, at hendingin fer at hava út- reiðslur við sær fyri Strand- ferðsluna, tí bæði trailari og lastin eru tryggjað. Til Havnar Týskvøldið fekk Palm Seafood fiskin, og har verður hugt at, hvussu stórt svinnið verður, nú hesin fiskurin fekk so harða viðferð. Tveir kranabilar fingu trailaran uppaftur eftir, at lastin fyrst var tømd fyri fisk. Tað vóru fólk hjá tryggingini og strandferðsl- uni, sum tóku sær av at tøma bilin, savna fiskin saman og fingu hann til Vágs við øðrum akførum hjá stovninum. Trailarin, sum fór niðan av vegnum, kom til Havnar við Smyrli í gjár. Trailari út av við 17 tonsum av fiski C M Y K 5 4