hósdagur 27. februar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 40 - 27. februar 2003
Nr. 40 - 27. februar 2003
7
Seksti ár á hestabaki
Føroya Ríðingafelag
er vorðið sekskti ára
gamalt, og støðan í
felagnum hevur
ongantíð verið betri.
Næsta málið er at fáa
eina nýggja høll upp í
Havnadali
FØÐINGARDAGUR
Heri á Rógvi
Kaffi og ísur var á borðin-
um í Havnardali týsdagin.
Børnini í útibarnagarðinum
høvdu jóladagar. Orsøkin
var, at elsta felagið av sín-
um slag í Føroyum, Føroya
Ríðingafelag, helt seksti
ára føðingardag.
Felagið lænir húsið til
Tórshavnar kommunu til
útibarnagarð, og tað er
valla nakar, ið er so glaður
fyri hestar, sum børnini í
útibarnagarðinum.
Tað eru nevniliga seksti
ár liðin síðani Aksel Han-
sen Hanen, J. P. av Reyni og
Leivur Trónd Hansen tóku
stig til at stovna eitt ríð-
ingafelag. Ikki bert fyri
ríðufólk í Havn, men í
øllum Føroyum.
– Tað hevur altíð verið
riðið nógv mest í Havn,
men felagið hevur limir úr
øllum Føroyum, sigur Hans
Vilhelm Lützen, formaður
fyri Føroya Ríðingafelag.
Í dag hevur felagið 385
limir. Rossini eru eisini
mong í tali; bara í Havn eru
hálvtannaðhundrað.
Áhugin stendur við og
veksur, metir formaðurin.
– Áhugin millum limir-
nar er eins stórur og altíð.
Eisini merkja vit áhuga
millum ung at ogna sær
ross, men tað er ikki altíð,
at tey hava umstøðurnar,
sigur Hans Vilhelm Lützen.
Tað er heldur ikki bara sum
at siga tað, at hava ross. Tey
skulu passast.
– Tað er akkurát sum við
børnum – tey skulu passast
allatíðina og fáa at eta,
sigur Hans Vilhelm Lützen
skemtandi.
Í Havnardali hava tey
felagsfjós, og hetta hjálpir
væl, sigur Hans Vilhelm. Á
henda hátt fáa tey hjálpt
hvørjum øðrum við rossun-
um, t.e. at geva teimum at
eta, halda fjósið í standi
osfr.
Hans Vilhelm sigur seg
rokna við, at eitt ross kostar
einar tíggjutúsund krónur í
fóðuri um árið.
Sjálvboðið
Tað ber illa til at siga annað
enn at samanhaldið í fel-
agnum er gott. Limirnir
standa saman um uppgáv-
urnar. Eitt nú húsið hjá
teimum í Havnardali er
smíðað við sjálvbodnari ar-
beiðsmegi frá limunum, og
hetta ger, at húsið kundi
smíðast fyri eina lutfalsliga
lítla upphædd.
– Samanhaldið í felagn-
um er øgiliga gott. Hvønn
dag eru fólk úti í Havnar-
dali, og limirnir plaga at
standa saman um ymisk
arbeiði, sum skulu gerast,
sigur Hans Vilhelm Lützen.
Felagið skipar fyri kappríð-
ingum og ymsum túrum,
sum eru fæstir tættir.
Næsti stóra ætlanin hjá
felagnum er at gera ein ríði-
høll í Havnardali. Hendan
skal eisini fáast upp við
sjálvbodnari arbeiðsmegi.
Høllina hevur felagið fing-
ið ókeypis frá formannin-
um, og hon er klár at seta
upp. Væntandi verður farið
í holt við hetta arbeiðið
einaferð í næstum. Høllin
verður 27x60 metrar til
støddar, og ætlanin er nýta
høllina til ymsar venjingar
og kappingar.
Føðingardagurin verður
eisini hildin við einari stór-
fingnari veitslu fyri limum
og
øðrum
innbodnum
næsta vikuskiftið.
Føroya Ríðingafelag helt
hósdagin 60 ára føðingardag.
Til dagligt er útibarnagarður
í hølunum hjá felagnum í
Havnardali, og børnini dáma
væl rossini.
Mynd: Jens Kristian Vang
Stjórin í Føroya
Sparikassa roknar
við, at danski nation-
albankin fer at fylgja
Evropeiska sentral-
bankanum og lækka
rentuna innan leingi,
og hetta fer mest
sannlíkt at viðføra
eina rentulækking í
Føroyum. Húsaláns-
grunnurin hevur
longu lækka rentuna
RENTUSTØÐI
Heri á Rógvi
Tað er væntandi, at Evrope-
iski sentralbankin fer at
lækka rentuna í næstum.
Hetta
vil
ávirka
tann
danska nationalbankan til
at lækka sína rentu, og so-
statt verður rentan í Føroy-
um vætnandi eisini sett
niður.
Hetta sigur Marner Jac-
obsen, forstjóri í Føroya
Sparikassa.
Hann sigur, at hóast rentan
er søguliga lá, so eru greið
útlit fyri, at rentan fer at
lækka enn meira í næstum.
– Upp á stutt sigt vilja vit
óivað fara at síggja eina
rentulækking í Evropa, sum
mest sannlíkt eisini fer at
innibera eina rentulækking
í Føroyum, sigur Marner
Jacobsen.
Tað er serliga spenta
støðan við Irak, sum er or-
søkin til lækkingina.
– Støðan viðvíkjandi Irak
hevur gjørt, at evran er
styrkt munandi í mun til
dollaran, sigur Marner Jac-
obsen.
Væntandi verður rentu-
lækkingin hjá Evropeiska
sentralbankanum
0,5%,
men tað er óvist, hvussu
hetta fer at ávirka føroyska
marknaðin – bæði viðvíkj-
andi innlánum og útlánum.
– Vit fáa illa koyrt rentuna
á innlánunum longur niður.
Tìskil vilja vit helst fara at
missa pening av einari
rentulækking. Eg kann tó
einki siga um, hvønn týdn-
ing hetta fær, tí fara ikki at
fyrihalda okkum til hetta
fyrr enn rentan er lækkað,
sigur Marner Jacobsen.
Eitt lægri rentustøði vil
fáa positiva ávirkan á
vinnulívið, men tað kann
væl hugsast, at vanligu
sethúsalánini ikki fara at
merkja tað stóra.
– Hetta, at rentan lækkar,
er sjálvandi positivt fyri
vinnulívið, sigur Marner
Jacobsen.
Føroya Sparikassi lækkaði
seinast rentuna í desember.
Gott fyri lánsbrøv
Gongin
á
virðisbræva-
marknaðunum hevur so at
siga søguliga vánalig sein-
asta árið ella so.
– Eg tori ikki at spáa
longur um virðisbræva-
marknaðinum. Tað er ikki
gott at vita, hvar botnurin
er, sigur Marner Jacobsen.
Tað eru serliga altjóða
partabrøv, sum hava merkt
sviðan av gongdini. Marner
Jacobsen sigur, at nakrir
størri stovnar í Føroyum
eiga pening í tílíkum parta-
brøvum, men talan er ikki
um teir heilt nógvu pengar-
nar – og lítið av privatum
keyparum.
Tá rentan lækkar, so eru
hetta góð tíðindi fyri láns-
brævaeigarar. Við væntaðu
rentulækkingini við virðið
á lánsbrøv hækka.
Lækka
Stýrið fyri Húsalánsgrunn-
in hevur avgjørt at lækka
rentuna.
– Við grundarlagi í al-
tjóðarentuni verður gruns-
ins rentustig javnan eftir-
hugt. Av tí at altjóðarentan
er lækkað, hevur Húsaláns-
grunnurin avgjørt at lækka
rentustigið, stendur at lesa í
tíðindaskrivi frá Húsaláns-
grunninum.
Nýggju rentusatsirnir eru
4,0% fyri 1. veðrættarlán
og 6,50% til 7,50% fyri
onnur lán.
Gamla 1. veðrættarrentan
var 4,75%.
Jóannes Dalsgarð, stjóri
fyri Húsalánsgrunnin, sig-
ur, at tey fylgja við gongd-
ini úti í heimi, og tær leggja
rentuna eftir altjóða støðin-
um, men plaga at vera varn-
ir við at gera broytingar.
Men hesaferð var hetta
hildið vera neyðugt, sigur
Jóannes Dalsgarð.
Rentulækkingar ávegis
Leiðslan í Føroya Sparikassi
rokna við rentulækkingum í
næstum, og hetta er gott fyri
vinnulívið, men Sparikassi
kann missa orsakað av
søguliga lága rentustøðinum.
Fimta árið á rað
kundi Norðoya
Sparikassi leggja ein
roknskap við einum
ársúrsliti, sum slær
metið frammaundan,
fram fyri aðalfundin
hjá stovninum, sum
var týsdagin. Pen-
ingastovnurin fegnast
sjálvsagt um gongd-
ina, men tað eru ber-
søgnir menn, sum
Sosialurin hevur sett
stevnu í samband við
fundin, roknskapin,
framtíðina og
komandi ábyrgdar-
fundin
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Klaksvík: – Við nøgdum
viðskiftafólkum og starvs-
fólkum kemur ein langt,
ásannar stjórin í Norðoya
Sparikassa, Eyðfinn Reyð-
berg, tá hann setur seg sam-
an við Óla Marneri Christi-
ansen, nevndarformanni í
Sparikassanum, niður til
eitt stutt prát um góðu
gongdina og framtíðina hjá
Norðoya Sparikassa.
Hann sigur eisini, at
sjálvandi kemur góða úr-
slitið eisini av, at norðoy-
ingar eru trúfastir mótvegis
peningastovninum,
men
hann leggur samstundis
dent á, at so longi, sum ein
røkir tað, ein hevur, væl, og
so longi sum ein trýr upp á
tað, so kemur nógv burtur-
úr.
Eyðfinn og Óla Marner
fegnast sjálvandi um góðu
gongdina
hjá
Norðoya
Sparikassa seinnu árini,
men teir eru eisini greiðir
yvir, at ein tílík gongd
neyvan fer at halda fram.
– Tað er ikki veruligt at
hugsa, at hetta fer at halda
fram, sigur Eyðfinn Reyð-
berg og skoytir upp í, at
Sparikassin skal ikki bara
vinna pening, men hann
skal eisini mennast, og tað
fara eisini koma framtíðar
íløgur.
Tíðliga í fjør keypti
Norðoya Sparikassi helm-
ingin av einum bygningi í
Niels Finsensgøtu 7 í Havn.
Men hóast tað, so siga teir,
at tað er ikki vist, at ætlanir
eru um at lata eina deild
upp í høvuðsstaðnum.
– Við hesum keypinum er
tann
møguleikin
nærri
veruleikanum, men tað er
slettis ikki vist, at Havnin
er tað mest spennandi stað-
ið at lata eina nýggja deild
upp í, siga teir báðir við at-
liti at einum komandi
undirsjóvatunli um Leir-
víksfjørð.
Netsparikassi og
ábyrgdarafundur
Einaferð í vár letur nýggi
netsparikassin upp. Hetta er
ein tænasta, sum allir pen-
ingastovnarnir í Føroyum
fara í gongd við. Hon fer at
geva øllum, sum hava at-
gongd til internetið møgu-
leika til at fáa eitt fult yvir-
lit vir konti sínar, at gera
flytingar umframt at gera
útrokningar heimanífrá.
Stjórin í Norðoya Spari-
kassa er sera spentur upp á
hesa nýggju skipanina, sum
óivað fer at lætta um ar-
beiðið í avgreiðsluni.
– Hetta kemur uttan iva at
leysgera eini tvey fólk, men
tað merkir ikki, at vit koma
at siga nøkrum upp, tí tað
liggja aðrar uppgávur fyri,
sum tey so kunna taka sær
av, sigur Eyðfinn, sum hel-
dur at ein tílík skipan verð-
ur ein fyrimunur fyri allar
partar.
Frammanundan
er
Heimagreiðslan, men hon
hevur meira verið ætlað
teimum vinnuligu kundun-
um, men tá henda nýggja
skipanin er farin at koyra,
væntar Eyðfinn, at tað vera
tey flestu viðskiftafólkini,
sum fara at nýta hana.
– Ein av størstu fyrimun-
unum við nýggju skipanini
er, at um til dømis ung fólk
fara at nema sær útbúgving
aðrastaðni, so nýtist teim-
um ikki at stovna sær konto
í einum nýggjum og ókend-
um peningastovni, har tey
so møguliga ikki fáa nakrar
serliga sømdir. Tá kunnu
tey við einum lykili og ein-
um loyniorði til nýggju
skipanina fara inn á sínar
egnu konti her í Føroyum,
hóast tey eru stødd í til
dømis Danmark, greiðir
Eyðfinn frá. Hann veit tó
ikki endaliga at siga, nær
henda skipanin fer í gongd.
Fyri framman liggur nú
Ábyrgdarafundurin, sum nú
verður fyri fimtu ferð.
Hann hevur verið annað-
hvørt ár, síðani 1995, og
undirtøkan fyri honum
hevur verið alsamt vaks-
andi. Til ábyrgdarafundin
fyri tveimum árum síðani,
rundaði talið av ábyrgdar-
um tey 1.500. Í dag eru um-
leið 300 fleiri. Til seinasta
fundin vóru góð 700 fólk
og væntast kann, at undir-
tøkan verður minst líka góð
aftur í ár – um ikki betur.
Ábyrgdarafundurin í ár
verður tann 21. mars í Kí
høllini. Á fundunum plaga
at vera umframt góðan mat,
sangur, tónleikur, undirhald
og ein fyrilestur um eitt
hvørt aktuelt, sum er
frammi. Í ár fer Magni
Arge, stjóri á Atlantsflog, at
halda fyrilestur um møgu-
leikar og vansar við føstum
sambandi undir Leirvíks-
firði. Og danin, Finn
Nørbygaard fer saman við
pianisti at standa fyri einum
parti av undirhaldinum.
Framtíðin
Tá tosað verður um fram-
tíðina hjá Norðoya Spari-
kassa eru bæði Eyðfinn og
Óli Marner eitt sindur
varnir við at úttala seg.
– Tað liggur ikki nakað
ítøkiligt á borðinum beint
nú, men tað bleiv eisini sagt
á aðalfundinum í dag, at vit
fara ikki at byggja út bara
fyri at byggja út. Tað er ikki
rætt at fara at byggja út,
bara tí at tíðirnar eru góðar.
Tað skal byggjast eftir
tørvi, sigur Óla Marner
Christiansen.
Norðoya Sparikassi eigur
trý hús, sum liggja rundan
um økið, har høvuðsav-
greiðslan er. Eitt av teimum
húsunum er nú rivið niður,
og tað næsta eru teir í ferð
við at ríva niður. Júst hvat
skal gerast har, er tó ikki
greitt enn, men helst verður
talan um parkeringsøki.
Men Sparikassin hevur
frætt, at kommunan hevur
ætlanir um at gera økið har
um leiðir til eitt skúlaøki,
so áðrenn tað er greitt, hvat
kommunan ætlar, er ikki
hugsingur um til dømis at
bygt út.
Báðir siga teir eisini, at
núverandi
bygningurin
altíð fer at verða nýttur.
– Tað er ein viss sjarma í
bygninginum, soleiðis sum
hann sær út í dag, og hann
fer altíð at verða nýttur. Og
hann liggur eisini sera væl
fyri, heldur stjórin fyri. Og
hann leggur afturat, at
hóast har kann tykjast
trongligt, so ger tað tað
samstundis, at samstarvið
millum starvsfólkini er
avbera gott. Tað er so stutt
hjá teimum at renna ímill-
um, um tey hava eitt hvørt,
tey skulu finna útav aðra-
staðni í bygninginum.
Tá bygningurin bleiv um-
bygdur til soleiðis, sum
hann sær út í dag, starvað-
ust eini 13 – 15 fólk á høv-
uðsdeildini. Í dag eru tey
omanfyri 20.
– So tey hava verið eitt
sindur framman fyri sína
tíð tá, tað er vist, sigur
Eyðfinn og smílist við.
Báðir siga teir eisini við
ein munn, at um nú Spari-
kassin fer at byggja út, so
verður tað ikki til tess at fáa
fleiri kassar ella líknandi.
– Vit fara at byggja út fyri
viðskiftafólkið,
um
so
verður, sigur Óla Marner.
Her hugsar hann til dømis
um, at um ein kundi ynskir
at fara til viks inni á høv-
uðsdeildini, so er ikki ser-
liga gott pláss til tað, sum
nú er.
– Men, men bíða nú, vit
mugu fyrst bíða og fáa at
vita, hvat hendir, áðrenn
nøkur avgerð verður tikin
um møguligar útbyggingar,
sigur Óla Marner Christ-
iansen at enda, og Spari-
kassastjórin skoytir upp í,
at til ta tíð noyðast tey helst
eisini at verða eitt sindur
framman fyri teirra tíð
Norðoya Sparikassi:
Fimta metárið á rað
Eyðfinn Reyðberg, stjóri og Óli Marner Christiansen, nevndarformaður í Norðoya Sparikassa fegnast um góðu gongdina hjá
peningastovninum seinastu fimm árini
C
M
Y
K
7
6