Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 40 - 27. februar 2003 Nr. 40 - 27. februar 2003 9 Eru almenn starvs- fólk dovin, ella er umsitingin ov dýr, eiga politikarar at leggja kortini á borðið og fortelja fólki, hvat vit skulu vera fyriuttan, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvs- mannafelagnum ALMENN STARVSFÓLK Áki Bertholdsen – Halda tingmenn at nakað er galið við almennu um- sitingini, eiga teir at leggja kortini á borðið og kalla ein spaka fyri ein spaka. Gunnleivur Dalsgarð er formaður í Starvsmannafel- agnum. Og á aðalfundinum hjá felagnum leygardagin fanst hann hvassliga at ting- monnum fyri at vanvirða og niðurgerða almenn starvs- fólk. Hann hugsaði serliga um tað, sum varð sagt og skriv- að, tá ið fíggjarlógin var til viðgerðar beint fyri jól. – Sjálvdan hevur so nógv rok og buldur staðist av eini fíggjarlóg, segði hann. Ómetaliga lítla virðing Gunnleivur Dalsgarð segði, at tíverri mátti hann ásanna, at viðgerðin av fíggjarlóg- ini og orðaskiftið síðani hevur víst, hvussu ómeta- liga lítla virðing og sóma, ávísir politikkarar, og onn- ur við, hava fyri fólkum sum starvast hjá tí almenna, bæði hjá landi og kommun- um. – Tosað verður um, hvussu vánalig og óvirkin hesi starvsfólk eru. Og ført verður mangan fram, at bara vit fáa minkað talið á teimum, og sostatt skera eina útreiðslu burtur, verð- ur fíggjarliga støðan í land- inum nógv betri. Hann segði at undir fíggj- arlógarviðgerðini varð nógv gor og gall oyst eftir almennum starvsfólkum. – »Kjaftbreiðir« ting- menn hóreiggajðu sær óført og kendu sær ikki aftur- hald. Tú hevði varhugan av, at teir her veruliga vóru á heimavølli, sigur hann. Og hann leggur afturat, at ikki minni kom hetta til sjóndar eini í útvarpssend- ing aftaná, har bæði for- maðurin í fíggjarnevndini og enntá eisini fakfelags- fólk, týðiliga vístu teirra niðurgerðandi hugsan mót- vegis almennum starvs- fólki. – Tað tykist sum um at nøkur halda, at almenn starvsfólk bert eru ein kleppur, ið forðar fyri ein- um vælvirkandi fíggjarlig- um samfelag, segði Gunn- leivur Dalsgarð á aðalfund- inum. Eru ikki bangin Formaðurin í Starvsmanna- felagnum staðfesti eisini á aðalfundinum, at tey al- ment løntu eru ikki bangin fyri at fara undir at at kanna hvønn tørv og hvørja orku eitt samfelag, sum tað før- oyska, hevur, um allar upp- gávurnar, ið politiska vald- ið hevur álagt almennu um- sitingini, skulu røkjast til fulnar. – Sjálvsagt er tað ikki minst okkara áhugi, bæði sum starvsfólk og sum borgarar annars í samfel- agnum, at arbeiðsplássini virka til fullnar og eru góð arbeiðspláss, sum kunnu vera við at skapa eitt gott samfelag hjá okkum øllum. Men hann segði, at tað er júst her at politikarar svíkja. – Teir loypa á, har teir halda at garðurin er lægstur og royna at manipulera fólkahugsanina inn á sama sporið. Og tíverri fáa teir góðan stuðul frá ávísum fakfel- agskreftum, sum síggja al- ment sett starvsfólk, sum størstu pestina á lønar- og starvsøkinum í landinum. – Tað tykist sum um at hesi hava tað uppfatan, at tað er hvørt einstakt starvs- fólk, ið er høvuðsorsøkin til til, at vit hava eina dýra um- siting. – Men tey gloyma, at einki fólk hevur sett seg sjálvt í starv, men at øll eru sett sambært reglum, ið politiska valdið hevur við- tikið. Gunnleiv Dalsgarð segði, at er nakað galið við al- mennu umsitingin og er hon ov kostnaðarmikil er at leggja kortini á borðið og at kalla ein spaka fyri ein spaka. – Hvat er tað, sum vit skulu verða fyri uttan ella hvat skulu vit minka: Er tað heilsuverkið, undirvísing- ina, almannaverkið, sam- ferðsluna, toll- og skatta- umsitingina, barnaansing, ítróttin, mentanina ella hvat? Og hann legði afturat, at hví verður ikki hugt eftir, hvussu almenni bygnaðurin kann skipast betri, er hann bólgnaður? – Hví verða fleiri aðalráð sett á stovn, styrkir tað ikki eina góða og virkna um- siting? – Hví fáa dýrir, privatir ráðgevarar so nógv mál løgd at avgreiða, um al- menna umsitingin er ov stór? Gunnleivur Dalsgarð segði, at tað eru nógvir ósvaraðir spurningar, sum vit hava krav at fáa svar uppá frá røttu viðkomandi, sum er politiska valdinum. – Nú eiga løgtingslimir at vísa hvør dugur er í teim- um, tá ið talan er um at broyta almenna byggnaðin og leggja kortini á borðið – Higartil hava vit ongi boð fingið frá tykkum um hetta. Tað hevur bara verið orðavastur og hendan ótol- andi niðurgerðingin av arbeiðnum hjá starvsfólk- unum í almennari tænastu, segði formaðurin í starvs- mannafelagnum. Rætti vegurin at ganga Gunnleivur Dalsgarð segði, at tað er greitt, at landsstýr- ið roynir at prógva, at tað ber til at skipa Føroyar sum eitt samfelag við sjálvber- andi búskapi, samstundis sum blokkstuðulin úr danska ríkinum verður minkaður og framyvir læst- ur fastur. Hann legði afturat, at allir politiskir flokkar eru samdir um at fara undir at skipa samfelagið við einum sjálvberandi búskapi og tað má metast sum greiður boðskapur um, at vit ganga fram móti einum sjálvstøð- ugum Føroyum. – Ongin ivi er um, at næstan øll eru samd um, at hetta er rætti vegurin at ganga. Ósemjan er meira um, hvussu skjótt skal far- ast fram og, hvussu hetta skal gerast. – Heildarmetingin av fíggjarlógini er tengd at, hvussu hvør einstakur sær støðuna og um hann heldur, at rættvísur og skilagóður politikkur verður førdur. – Men tað ber ikki til at tosa um, hvussu tú ætlar at menna heilsuverkið, at bøta um korini hjá teimum, sum eru ringast fyri, at menna útjaðarin, at útbyggja skúlaverkið, fyri at nevna nøkur átroðkandi mál, uttan at fíggjarligu fortreytirnar eru til staðar. – Og tað er júst her, at vit mangan hava ilt við at síggja, at tað ber á rætta borið. Gunnlevur Dalsgarð segði, at tað ørkymlar sjálv- sagt borgarin at politiskar ætlanir, sum hava útreiðslur við sær, ikki síggjast aftur í fíggjarlógini, samstundis sum fíggjarnevndin greitt boðar frá, at óskilið við afturvendandi eykajáttan- um er ein farin tíð. – So her sær eisini út til at leka millum teori og praksis, segði hann. Hann segði eisini, at skal eitt framkomið samfelag hava vónir um, at fáa sam- felagshjólið at mala væl og skilagott, er neyðugt við eini góðari, virknari og tryggari umsiting. Og hetta er ikki minni galdandi, um ætlanin veru- liga er at seta fullveldi á stovn, segði formaðurin í Starvsmannafelagnum. Eiga at kalla ein spaka fyri ein spaka –Tað, sum varð sagt og skrivað, tá ið fíggjarlógin varð viðgjørd, vísir, hvussu tað ber til at biðurgerða og vanvirða tey, sum eru alment lønt, segði Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum á aðalfundinum Tey, sum halda, at almenni bygnaðurin er ov stórur og dýrur, skylda okkum eisini at siga, hvat skal broytast og hvat, vit skulu vera fyriuttan so at tað kann vera bíligari. Er tað heilsuverkið, skúlaverkið, ferðasambandið, almannaverkið ella okkurt annað, sum skal serjast, spurdi Gunnleivur Dalsgarð á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum – Tað máar støðið undan tí samhalds- fasta samfelagnum, sum vit avgjørt eiga at varðveita og bøta um, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmanna- felagnum SKATTAPOLITIKKUR Áki Bertholdsen – Vilt tú varðveita eitt sam- haldsfast samfelag, er tað vandfamikið at lækka skatt- in uttan fyrilit fyri at seta brúkaragjøld í gildi í staðin. Tað var greiði boðskap- urin hjá formanninum í Starvsmannafelagnum á aðalfundinum leygardagin. Hann vísti á, at løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, hava aftur boða frá at ætlanin er at lækka skattin so hvørt sum brúkargjøld verða løgd á borgaran og lønartakarin frásigur sær lønarábøtur tí fíggjarliga skal hetta vera tað besta fyri samfelagið. Men hesum ávaraði for- maðurin í Starvsmannafel- agnum staðiliga ímóti. – Vilja vit varðveita tað samhaldsfasta samfelagið, er tað ein vandamikil leið at ganga at lækka skattin uttan fyrilit og at seta brúkara- gjøld í gildi í staðin. Og hann helt avgjørt, at vit eiga at varðveita og at bøta um tað samhaldsfasta samfelagið. Hann segði eisini, at skulu vit ikki enda í einum samfelag, har tann fíggjar- liga sterkasti fær ágóðan, meðan hini fáa »molaranar av húsbóndans borði« er neyðugt við eini rættvísari skattaáseting, og tað skal hon sjálvsagt altíð vera. Hvørki meiri ella minni Gunnleivur Dalsgarðsegði, at politikarin við lóggávu- myndugleikanum í hondini kunnu politikarar altíð hækka ella lækka skattin til hvat endamál tað skal verða, samstundis sum vit sita eftir við føvninginum fullum av brúkaragjøldum. Hetta er gjøld, sum vit fullkomuliga verða bundin at og sum vit onki fáa gjørt við og samstundis syndrast samhaldsfasta samfelagið. – Tað ljóðar kanska sum góður tónleikur í oyrunum á onkrum, at tað er meiri umráðandi, hvussu nógv tú hevur eftir av lønini, enn, hvussu nógv tú fært í løn, tí at skatturin fer við øllum. – Politikarin eigur at gera sær greitt, at gjøgnum politiska starv sítt skal hann syrgja fyri, at røtt skattaupphædd verður áløgd og at rættvíst verður býtt millum ymsu herðarn- ar, ið skulu bera. – Tað er neyðugt at fáa inn neyðuga skattin, ið skal til fyri at reka eitt viðkom- andi og samhaldsfast sam- felag – hvørki meira ella minni. – Skal tað verða uppgáv- an hjá løntakarunum, at taka hesar uppgávur uppá seg, at áseta hvussu og hvat skal gjaldast í skatti, – ja, so er betur at løntakarin tekur yvir stýrisvaldið sjálvur, soleiðis at vit hava trygd fyri, at lønar- og onn- ur viðurskiftir okkara verða rætt og væl umsitin. Hjálpir onki Og Gunnleivur Dalsgarð staðfesti, at eitt skulu bæði landsins myndugleikar og arbeiðsgevarar annars verða fullkomuliga greiðir yvir. Og tað er, at skal alt takast innaftur við brúkara- gjøldum, fer ein skatta- lækking ístaðin fyri lønar- hækking ikki at gera krøv- ini til beinleiðis lønarábøt- ur minni. – Tvørturímóti verður tá neyðugt at hækka lønirnar, so hvørt sum brúkaragjøld- ini verða áløgd og vaksa. – Hetta átti at verið rættu- liga sjálvsagt,- sjálvt fyri politikkarunum, segði for- maðurin í Starvsmannafel- agnum. Hann segði, at nú er spælt út við eini smávegis skattalækking yvir tvey ár og roynt verður at gjara út við, at hetta skal tálma krøvunum til komandi sam- ráðingarnar. – Tað er ílagi, at politik- arin metir, at her er ov nógv tikið inn og tí eigur ein ávísur partur at berast aftur til skattgjaldarin. Men lat okkum einaferð enn gera greitt okkara, at lønarkrøv verða bygd á tann tørv og ábøtur, sum neyðugur er, segði Gunn- leivur Dalsgarð. Leygardagin hevði Starvs- mannafelagið aðalfund fyri 42. ferð. Í dag eru umleið 1800 limir í Starvsmannafel- agnum. Rættiliga nógv fólk var á fundi, har vanlig felagssmál vóru til við- gerðar, sigur felagið í tíð- indaskrivi. Nevndarval var eisini á skránni. Tveir nevnd-ar- limir stóðu fyri vali. Teir vóru John Kjær og Selma Ellingsgaard, sum bæði vórðu afturvald. Hinir nevndarlimirnir í Starvsmannafelagnum eru Gunnleivur Dalsgarð, formaður, Heini Joensen og Suni Selfoss. Sum tiltakslimir vórðu vald: Karin Elisa Niclasen og Kartni Ravnsfjall. Beint aftaná aðalfundin hevði eftirlønargrunnur felagsins eisini aðalfund og har vóru John Kjær, Gunnleivur Dalsgarð og Jákup Danielsen aftur- valdir í nevndina. Starvsmannafelagið valt nevnd Vandamikið at lækka skattin og seta brúkaragjøld ístaðin Tað hjálpir onki uppá lønarkrøvini, at skatturin lækkar eitt sindur, men at alt síðani verður tikið innaftur við brúkaragjøldum, tvørturímóti, segði Gunnleivur Dalsgarð á aðalfundinum í Starvsmannafelagnum C M Y K 9 8