hósdagur 27. februar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 40 - 27. februar 2003
Nr. 40 - 27. februar 2003
11
Ein skattalætti er á veg til borgararnar sambært sam-
gonguni, og frøðast samgongutinglimir um hetta. Er
hetta so tann stóri lættin tað verður gjørt til? Nei, tað
skuldi bara manglað, at ein skattalætti kom, tí
brúkaragjald omaná brúkaragjald er lagt á borgaran
av sitandi samgongu, tí at endarnir á fíggjarlógini
ikki rukku saman.
Gamaní, í mun til støðuna í dag er tað ein lætti, sum
formaðurin í Búskaparráðnum eisini vísti á, men tað
er ikki meir enn nakrir mánaðar síðani fíggjarlógin
var samtykt, ið legði byrðar omaná fólk, ið mótvirka
skattalættanum. Við øðrum orðum hevur hendan
samgongan latið við einari hond og tikið aftur við
hinari.
Brúkaragjald hevur man altíð havt í ein ávísan mun,
eitt nú í samband við flutning, men ansast má eftir,
at slíkt ikki tekur yvirhond. Tekur man brúkaragjald
í ytsta konsekvens, so kann tað merkja, at tey, ið
eiga børn, gjalda skúlarnar, meðan tey, ið eingi børn
eiga, ikki gjalda til hetta. Eitt uppaftur meira
ekstremt dømi um brúkaragjald, ið meira enn so
finst í øðrum framkomnum londum er, at einstak-
lingurin ella hansara privata trygging noyðist at
gjalda fyri skurðviðgerðir, sum eitt nú eina by-pass
skurðviðgerð við tí úrsliti, at fólk, ið eru sosialt illa
fyri, ikki hava ráð til slíka viðgerð.
Á slíkum økjum hava vit í Føroyum tíbetur enn eitt
solidariskt samfelag, har frísk og røsk fólk gleðiliga
gjalda í felag til rakstur av sjúkrahúsum og skurð-
viðgerðir til tey, ið skuldu verið so óheppin at fingið
tørv á slíkum. Eitt slíkt solidariskt samfelag er ikki
ein sjálvfylgja. Tí krevst at løgtingslimir og lands-
stýrismenn hugsa seg væl um, áðrenn teir loypa á
leistum við at innføra brúkaragjald á ov nógvum
økjum ella lata ávísum bólkum skattalætta útfrá
beinleiðis tápuligum argumentum, sum til dømis at
hesin bólkur slítur vegirnar minni enn onnur ella
brúkar einans almennar tænastur so og so nógvar
dagar um árið. Um slík argument verða góðtikin, so
kann alt samfelagið álast sundur í serbólkar, har
fólk, ið ikki hava koyrikort betala lægri skatt, og
fólk, ið hava góða heilsu gjalda minni enn tey, við
ringari heilsu o.s.fr.
Eitt samfelag við brúkaragjaldi ført út í ytsta konse-
kvens er gott fyri tey, ið eru ung, frísk og hava góða
inntøku. Í so máta er tað rættiliga einfalt, men vit
vita jú, at nógvir aðrir bólkar eru til í samfelagnum,
og heilsuna kunnu øll missa. Tí eigur brúkaragjald
av almennum tænastum at verða avmarkað, og tá so
Løgting ella Landstýri innføra økt brúkaragjald ella
brúkaragjald, har einki var, so eigur tann vanligi
skatturin at lækka.
Vandin er, at við ógvusliga blokkniðurskurðinum, so
kunnu vit enda við bæði toppskatti og brúkaragjaldi,
og eitt slíkt samfelag ynskir eingin sær.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Brúkaragjøld og skattur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Fíggjarpolitikkurin mótvegis kommununum
- íløgur ella rakstur?
Eyðgunn Samuelsen
Klaksvíkar býráð
Jógvan við Keldu, býráðs-
limur, hevur eina grein í
vikuni um hesi viðurskifti,
ið eg havi hug at gera nak-
rar viðmerkingar til. Støðan
í dag í kommununum, eins
og hjá landskassanum, er
tann, at inntøkurnar eru
nærum
tvífaldaðar,
og
ístaðin fyri at hava kreppu
hava vit nú ein búskap, har
mestum ov nógv ferð er á,
eftir mínum tykki.
Henda støða krevur ikki
bert loyvi at gera íløgur ó-
tarnað, sum Jógvan við
Keldu rør uppundir, nei,
hon krevur eisini, at vit
hava eina umsiting, ið
megnar at fylgja við og ikki
eina
kreppuumsiting,
skorðin inn á bein, sum vit
høvdu í nítiárunum.
Hjá Klaksvíkar Komm-
unu eru útreiðslurnar til
umsiting øktar frá 6,4 mió í
2000 og til 8,8 mió í 2003.
Hetta halda nógv kanska er
ein ov stór øking eftir so
stutta tíð, men frágreiðing-
in er, at vit byggja upp aftur
eftir kreppuna og fáa nakrar
funktiónir aftrat (sosiala
deild) ið mugu til, fyri at
umsita økta virksemið í
einum nýmótans býi, nakað
sum Klaksvíkin skal vera.
Sosiala deild í Klaksvík
bleiv sum kunnugt niður-
løgd í ringastu krepputíð,
har kanska einamest var
brúk fyri henni.
Raksturin av Klaksvíkar
Kommunu
Taka vit økingina í rakstr-
inum frá 2000 til 2001, ið
var uppá 19%, var henda
øking fyri ein stóran part
nýtsla av tøkum peningi,
uttan at tað var lagt upp fyri
hesi øking í fíggjarætlanini.
Henda gongd er ógvuliga
óheppin, tí tað er ikki skip-
að, hvat peningurin verður
nýttur til, men meira til-
vildin ið ræður. Tey stóru
sveiggini í nýtslu av pen-
ingi, bæði til íløgur og
rakstur, hevur í fleiri ár ikki
verið
ein
tilrættaløgd
gongd
í
uppruna
fíggjarætlanini.
Hesa óhepnu gongd, hava
vit roynt at lagt upp fyri í
2003 við at leggja upp fyri
øllum kendum útreiðslum,
so avgerðin um at nýta
tøkan pening verður tikin út
frá eini heildarmeting og
ikki útfrá, at tað økið, ið
kemur fyrst og »manglar«
pening, fær hann, og tað
økið, ið kemur síðst, fær
onki, tí tá er peningurin
nýttur.
Vøksturin í útreiðslum í
fíggjarætlanini frá 2002-
2003
inniheldur
lønar-
hækkingar, økt krøv til
renovatión og øking av
barnaansingini.
Kanska
Jógvan við Keldu kundi
sagt okkum, hvørjar av
hesum økingum eru óneyð-
ugar økingar av rakstrinum,
sum hann málber seg í
greinini.
Ìløgur geva eisini øking
í rakstri
Meinar Jógvan við Keldu,
at vit ikki skulu gera íløgur
í eitt nú barnaansingar-
stovnar, tí hetta virksemi
økir um raksturin? Hesar
íløgur viðføra jú eina øking
av rakstrinum, men tað
tykist sum menn hava lyndi
at gloyma, at hetta eru
økingar, ið eisini geva økta
inntøku. At økja raksturin
við barnaansingarplássum
gevur inntøku, bæði við at
foreldrini gjalda 30% av
økingini og ikki minst økta
skattainntøku, tí foreldrini
sleppa til arbeiðis. Sjálvt
vinnan rópar eftir barna-
ansing, tí uttan at henda er
nøktandi, kann vinnan ikki
virka. Haraftrat fáa foreld-
ur, ið arbeiða, meira pening
at keypa vørur og tænastur
fyri, og tað økir so umsetn-
ingin hjá vinnuni, ið fram-
leiðir hesar.
Gera vit bert íløgur í veg-
ir og havnir, so er støðan
ein onnur, tær økja kanska
ikki beinleiðis raksturin.
Tað sum hevur týdning, er
at finna lutfalli millum
íløgur í tann »harða« pakk-
an
og
tann
sokallaða
»bleyta« pakkan, tí ein
býur, ið ikki hevur góð
tilboð á skúla-, mentanar-
nar- og barnaansingarøkin-
um hevur onga framtíð,
óansæð
hvussu
nógvar
vegir og havnir vit gera.
Íløgukarmurin í dag
Trupulleikin við íløgu-
karminum í dag er, at hann
ikki tekur hædd fyri tí upp-
samlaða viðlíkahaldstørv-
inum hjá nógvum komm-
unum. Klaksvíkin forsømdi
øll tey góðu árini í 80’un-
um at gera neyðugt við-
líkahald innan skúlaverkið,
svimjihøllina
og
aðrar
almennar bygningar, hetta
tekur íløgukarmurin ikki
hædd fyri. Tað, ið átti at
verið vanligt viðlíkahald
verður nú ein íløga, og tað
tyngir íløgukarmin so nógv,
at trupult er at finna pláss
fyri neyðugum nýíløgum
og harvið víðari útbygging
av samfelagnum. Høvdu vit
havt allar tær milliónirnar,
ið eru nýttar til viðlíkahald
av skúlum og umvælingum
av svimjihøllini, so var
neyvan nakar trupulleiki
við íløgukarminum.
Eitt annað, ið eisini forð-
ar íløgum, er kommunu-
skuldin. Tá ið ein komm-
una sum Klaksvík má
gjalda skuld aftur, ið er so
stór, at í miðal 4. hvør
skattakróna fer til at aftur-
gjalda skuld, so má vera
trupult at gera íløgur.
Klaksvíkar
kommuna
hevur seinastu 4 árini gold-
ið oman fyri 90 mío í rent-
um og avdráttum.
Stýring av búskapinum -
einasta gongda leiðin.
Men óansæð um ongin
íløgukarmur var, so hevði
tað skapt búskaparligan
ruðuleika um allar komm-
unnur kundu gjørt allar
íløgur í senn. Vit síggja tað
í dag, tann ferðin, sum í dag
er á búskapinum ger, at tey
arbeiði, ið verða boðin út,
verða alt ov dýr, tí trýstið
ella eftirspurningurin eftir
arbeiðsmegi er ov stórur.
Mark er eisini fyri, hvat
eitt øki sum Norðoyggjar
klárar at útvega av arbeiðs-
megi, í summar bar ikki til
at fáa viðlíkahaldi av skúl-
anum á Ziskatrø framt, tí
onnur stór arbeiði vóru í
gongd,
millum
annað
svimjihøllin og verkætlanin
undir Kráarbrekku. Hetta
sæst eisini av, at avseting í
grunn liggur oman fyri 10
mió, tí vit megna ikki at
gera alt í senn.
Einasta gongda leiðin er
at gera langtíðarløguætl-
anir, har vit neyvt áseta,
hvat skal gerast nær og
hvussu hetta verður fíggj-
að. Kommunnunar eiga at
samskipa sínar íløgur á
tann hátt, at allar ikki gera
stórar íløgur í havnir, men
semjast um, at ein komm-
una ger hetta, meðan hin
kommunan ger onkra aðra
íløgu, og at ein so nýtir
fasilitetirnar hjá hvørjum
øðrum.
Forboð móti
at sláa børn
Á økisfundi, sum
Javni helt í bygdar-
húsinum í Miðvági
týskvøldið, varð sett-
ur ein áhugabólkur at
virka fyri einum sam-
býli til menningar-
tarnað í Vágum
MENNINGARTØRVUR
Edvard Joensen
Miðvági: At vera menn-
ingartarnaður kann vera so
mangt. samfelagið sum
heild er tarnað í síni menn-
ing, vóru fólk samd um á
økisfundinum hjá Javna í
Miðvági týskvøldið.
Víst varð á fundinum á
ymsar manglar, sum eru
rættiliga eyðsýndir. Eitt nú
tørvin á barna- og ung-
dómpsykiatri og tørvin á
sambýlum og øðrum til-
boðum til menningatarnað
uttan fyri Havnina. Á fund-
inum varð stig tikið til at
seta ein áhugabólk, sum
skal kanna tøvrin á einum
slíkum sambýli í Vágum og
seinni arbeiða fyri at fáa tað
upp at standa og virka.
Fundurin í Miðvági var
væl vitjaður. Har vóru bæði
avvarðandi, starvsfólk, sum
hava eitthvørt tilknýti til
fólk við serligum tørvi og
kommunalpolitikkarar úr
allari oynni. Fýra fólk sótu
við eitt pallborð, og orða-
skiftið var lívligt eftir fram-
løgurnar.
Framløgurnar frá pall-
borðinum fevndu alt frá,
hvussu tað er sum foreldur
at fáa boðini um, at barn títt
hevur brek. Hvar komm-
unulæknin er staddur í hes-
um sambandi. Hvat kann
almannaverkið bjóða og
gera í slíkum førum, eins
og eisini frættist eitt sindur
um, hvat tey ymsu økini, í
hesum førum Vágar, hava
av tilboðum til hesi fólkini.
Livandi
og
skilliga
greiddi Marjun í Kálvalíð
úr Miðvági frá, hvussu tað
sum foreldur í Danmark
upplivdist at fáa at vita, at
barnið hevur sjúku, sum fer
at merkja tað fyri livið.
Hvat gerast kundi, og hvat
varð gjørt.
Almannaverkið og tað
netverk, sum hartil hoyrir,
er sterkt í Danmark. Men
tey sannaðu, at í Føroyum
treivst drongurin betri enn í
Danmark, hóast danska
almannaverkið gekk fyri at
vera betri enn tað føroyska.
Stóri munurin er tað per-
sónliga netverki í Føroyum,
segði hon. So tey fluttu til
Føroyar frá góða danska
almannaverkinum.
Ragnhild Dahl frá Al-
mannastouvni greiddi frá,
hvussu
almannaverkið
virkar í slíkum førum, og
aftur varð staðfest, sum so
mangan, at pengar og
trongar arbeiðsumstøður
eru ein stóru trupulleiki.
Elsa Dargit Davidsen,
pedagogur úr Sørvági vísti
á, at hóast nógv enn er eftir,
eru kortini ótrúlig framstig
hend á økinum. Bara tað, at
føroyingar í dag viður-
kenna hesi fólkini, er rímil-
iga nýtt.
– Skommin sum var av at
hava ein menningararnaðan
í bygdini, fyri ikki at tala
um í familjuni, er ikki til
meira. Næsta stigið er so at
fáa teimum sømilig kor at
liva og virka undir.
Marjus Dam, kommunu-
lækni, kennir alla mylluna.
Hann kundi bara staðfesta,
at tað stendur als ikki so
væl til her á landi. Segði
seg hava verið út fyri at
noyðast at leggja barn akutt
inn á psykiatriska deild, tí
eingin var at taka í móti
barni, sum trongdi til sálar-
liga hjálp.
– Ein barnapsykiatari ella
psykologur er í Føroyum,
vísti hann á. Ikki tí at hann
ikki hevði fingist, um bara
biðið varð um hann. Men
har er einki gjørt fyri tað,
segði kommunulæknin í
Vágum.
Nógv er vunnið
og meira eftir
Økisfundurin hjá Javna, sum hildin varð í Vágum týskvøldið var væl vitjaður
Mynd: Edvard joensen
Í legði Katrin Dahl
Jakobsen vegna
Javnaðarflokkin
fram uppskot á
ting um, at foreldur
ikki longur skulu
sleppa at sláa børn
síni
HARÐSKAPUR
Eirikur Lindenskov
Tað skal ikki longur
verða loyvt foreldrum at
sláa børn síni.
Hetta heldur Javnað-
arflokkurin, og tí hevur
Katrin Dahl Jakobsen
vegna flokkin lagt fram
á tingborð uppskot til
ríkislógartilæli um av-
tøku av rættinum til
likamliga at revsa børn.
Katrin Dahl Jakobsen
sigur, at galdandi lóg-
gáva í Føroyum heimilar
í ávísan mun likamliga
revsing móti egnum
børnum.
Í Karnov Lovsamling
frá 1995 bls. 3438 verð-
ur í viðmerking til revsi-
lógarinnar grein 244 um
revsing fyri vanligan
harðskap sagt, at »det
fortsat må antages at
ville være former for
legemlig afstraffelse af
børn som led i opdrag-
elsen, der ikke er straf-
bara eftir § 243«.
– Danir hava sett for-
boð móti likamligari
revsing av børnum eins
og
Norðurlandaráðið
mælti til í 1982. Í Svø-
ríki settu tey úr gildi
rætting til likamliga
revsing av egnum børn-
um í 1979, í finnlandi í
1983 og í Noreg í 1987,
sigur
Katrin
Dahl
Jakobsen og mælir til, at
hetta
forboð
eisini
verður sett í gildi í Før-
oyum.
Hon sigur, at Javn-
aðarflokkurin heldur tað
eisini verða rætt, at sam-
felagið við slíkari lógar-
broyting ger greitt, at
likamlig
revsing
av
børnum
verður
ikki
góðtikin.
– Umframt at boða frá
eini almennari støðu til
málið við tí fyri eyga at
minka um harðskap í
uppalingini, hevði hetta
styrkt um støðuna hjá
starvsbólkum, sum hava
við børn og foreldur at
gera. Her verður hugsað
um heilsusystrar, lærar-
ar, pedagogar, sosial-
ráðgevarar, læknar, løg-
reglu og onnur, sum við
einum klárum rættar-
grundarlagi kundu sagt
bæði børnum og vaks-
num, at ikki er loyvt at
sláa børn. Tí hvussu skal
t.d. ein lærari greiða
einum barni frá, at tað
ikki má sláa og vera
harðligt, um so er, at
hetta er vanliga talu-
málið í heiminum? spyr
løgtingskvinnan.
Katrin Dahl Jakobsen
sigur, at Javnaðarflokk-
urin heldur tað vera
uppá hægstu tíð, at eisini
vit taka við teirri menn-
ing, sum hóast alt er
farin fram, og vísa, at
eitt rættarsamfelag ser-
stakliga verjir tey veik-
astu. Í hesum føri at
javnseta børn við onnur,
tá tað ræður um likam-
liga revsing.
– Umframt at boða frá eini almennari støðu til málið
við tí fyri eyga at minka um harðskap í uppalingini,
hevði hetta styrkt um støðuna hjá starvsbólkum, sum
hava við børn og foreldur at gera, sigur Katrin Dahl
Jakobsen
C
M
Y
K
11
10