Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 40 - 27. februar 2003 Nr. 40 - 27. februar 2003 13 Teir hava álit á fiski- vinnuni eisini í fram- tíðini. Bæði í Sørvági og Leirvík. Sørvingar hava keypt tveir trolarar úr Leirvík, og teir, sum selt hava, skulu byggja nýtt FISKIVINNA Edvard Joensen Sørvági: Tað var umbýti á bryggjuni í Sørvági seinna- partin týsdagin. Reiðaríið hjá Vesturvón tók í móti partrolarunum Stjørnuni og Polarhavi frá reiðarínum hjá Osmundi Justinussen í Leirvík. Sum part av keyp- inum fóru teir í Leirvík avstað aftur við Akraborg og Varðborg frá sørving- unum. Nú Polarhav og Stjørnan eru keyptir til Sørvágs, hava teir eisini skift navn. Báðir hava fingið gomul sørvágsnøvn. Polarhav eit- ur nú Vestursøki, og Stjørn- an eitur Vesturleiki. Tað er væl av fólki á bryggjuni í Sørvági. Slot- andi út efir firðinum standa tey. Summi sita í fjálga bil- inum, meðan flestu kortini standa uttan fyri. Práta. Um fiskiskap, veður og vind, og ikki minst um tað, tey eru komin til. Teir báðar trolar- arnar, sum reiðaríið hjá Vesturvón hevur keypt úr Leirvík. Polarhav og Stjørnuna, sum nú eita Vestursøki og Vesturleiki. Tað tykjast sørvingar vera nøgdir við, tí hetta eru nøvn, teir kenna aftur. Inni á skrivstovuni hjá Vesturvón er ikki minni góður hýrur. Borðreitt er við smurdum breyði og onkrum leskandi afturvið. Fólk eru kát og tað legst til alla tíðina. Høvuðspersónarnir, um vit kunnu siga so, keypari og seljari, ganga íkring og heilsa upp á fólk, sum støkka inn á gólvið. Og onkur gongur í heilum og tosar í fartelefon, hóast hoyrilíkindini eru sera vánalig her úti. Býtishandil Reiðaríið hjá Vesturvón átti fimm skip, áðrenn hesir báðir seinastu trolararnir vórðu keyptir úr Leirvík. Flaggskipið Vesturvón, og so tvey ísfiskapør, Akranes og Dragasund, eins og Akraborg og Varðborg. Nú Vesturleiki og Vestur- søki koma í flotan hjá Vest- urvón, verða teir »býttir um« við Akraborg og Varð- borg. Soleiðis at skilja, at hesir báðir ganga inn í handilin og flyta til Leir- víkar. Hvat annars er við í handlinum av pengum, vilja hvørki keypari ella seljari siga nakað um. Ólavur Petersen, reiðari í á Vesturvón, sigur, at manningarnar fylgja við øllum fýra skipunum. Báð- ar vegir. Vesturleiki og Vestursøki koma bara til Sørvágs at vísast fram og taka ís. So verður farið avstað aftur beinanveg í somu vinnu, sum teir hava verið. Tað vil siga til vanliga ísfiskavinnu undir Føroyum. Og tá tann tíð kemur, fara teir eisini at fiska gulllaks, sum teir áð- ur hava gjørt. Tað er ikki tað, at teir ræðast fyri, at tað ikki skal bera til við Vesturvón, at teir nú eru farnir at leggja seg eftir ísfiskatrolarum undir Føroyum, sigur Ólav- ur Petersen. Men gott er altíð at hava fleiri bein at standa á, heldur hann. Tað hevur gingið væl hjá teimum báðum pørunum, sum teir eiga framman- undan, og teir hildu tað vera skilagott at endur- nýggja, so tað gamla parið, borgirnar báðar, verða nú skiftar út. Ólavur Petersen sigur, at í fjør fiskaðu Akranes og Dragasund fyri góðar 25 milliónir krónur, og Akra- borg og Varðborg fyri góðar 16 milliónir. Stjørnan og Polarhav lógu upp aftur nakað væl hægri, veit hann at siga. Einar 36 milliónir ella so. Byggja nýtt Reiðaríið hjá Stjørnuni og Polarhavi fer at byggja tvey nýggj skip, sigur Osmund- ur Justinussen, reiðari. Hóast hesi bæði skipini nú eru seld, er kortini eingin byggisáttmáli undirskriv- aður. Men samráðingar eru í gongd ymsar vegir. Einar tríggjar skipasmiðjur eru inni í myndini, sigur hann. Teir nýggju trolararnir, sum smíðaðir verða, fara at líkjast hesum báðum, sum nú eru seldir til Sørvágs, sigur Osmundur Justinus- sen. Hann sigur, at roknast skal við, at tað ganga 14 mánaðar, frá tí sáttmáli er undirkrivaður, til skipini kunnu vera klár. Ta tíðina, ella í hvussu er part av henni, fara Akraborg og Varðborg so at fiska upp á loyvini hjá Stjørnuni og Polarhavi. Tá so nýggju skipini koma, fáa tey hesi loyvini umframt eitt triðja, sum er tað hjá Brillant, sum reiðaríið eisini eigur, sigur hann. Osmundur Justinussen sigur, at grundin til at selt verður nú, áðrenn nakað annað er undirskrivað, er tann, at nú var boðið her, og keypararnir vildu fegnir hava skipini beinanveg. Strekkja bryggjuna Fólk er á gongd eftir bryggjuni. Skipini koma inn eftir firðinum. Vestur- leiki undan. Hann leggur inn fyri bryggjuna og melur so eftir gomlum siði tríggj- ar ferðir við sólini, áðrenn lagt verður at framman fyri Akranesi og aftan fyri Akraborg, sum liggur inn- anvert ísvirkið og landar upsa. Ólavur Petersen stendur á bryggjukantinum og tekur í móti og ynskir teimum væl- komnum. Bundið verður, meðan Vestursøki, sum hevur ligið á firðinum og snarað við sólini, leggur at aftanfyri. Landgongir verða gjørdar tilreiðar, og fólk fer umborð a forvitnast. Tað liggja nú fimm skip við bryggjuna í Sørvági samstundis. Vesturvón varðar - so ella so - av teim- um øllum, hóast Akraborg júst er seld øðrum. Fólk eru til arbeiðis á saltfiskavirkinum, og inni á fiskamóttøkuni arbeiða teir av allari makt við at fáa fiskin frá Akraborg til høldar. Tað er liviligt á havnar- lagnum í Sørvági, og borg- arstjórin, sum komin er at taka í móti nýggju skipun- um, stendur við einum saligum smíli og er væl nøgdur við gongdina Teir vænta fong í dag Flaggskrýddur leggur Vesturleiki, sum fyrr æt Stjørnan, at bryggjuni í Sørvági, meðan Vestursøki verður signaður yvir á firðinum Mynd: Edvard Joensen Ólavur Petersen, reiðari, er væl hýrdur, nú flotin verður endurnýggjaður Mynd: Edvard Joensen Fitt var hon og arbeiðs- som, unga gentan, sum kom í handilin hjá Kjølbro á Biskupsstøð í 1957. Hon var bóndadóttir úr Fuglafirði, dóttir Olgu f. Klein úr Gjógv og Hans Joen- sen. Tað mundi ikki vara leingi, til Finnur og hon fingu gott eyga hvør á øðrum, og tey fylgdust frá vársins tíð, til hon nú andaðist. Bæði vóru tey av somu rót. Ommurnar - Apolonia frá Gjógv og Karin á Biskupsstøð vóru systkinabørn og langabbadøtur Nólsoyarpáls. Tá Finnur fór til Keypmannahavnar at nema sær útbúgving, fór Apolonia eisini. Hon hevði gingið á handilsskúla í Klaks- vík og fór at arbeiða í handli á Stroynum í Keypmanna- havn. Fór tú inn har at hitta hana fyri meira enn 40 árum síðani, var tað fyrsta tú varnaðist, at hon hevði fingið tað professionella høviska atburðarlagið, ið skuldi til, til at røkja uppgávuna sum seljari. Hetta eyðkendi hana alt lívið, at hon dugdi at tosa, liva og virka millum øll menniskju, samstundis sum hon var trúføst og kjølfest í tí mentan, hon hevði við sær heimanífrá. Her verður hugsað um arbeiðsmentanina. At duga at leggja tilrættis, at taka upp slakt, baka, binda, seyma, brodera, vaska og ala upp børn og vera ópøst á at líta. Apolonia og Finnur giftust í 1965 og settu búgv á Biskupstøð í Klaksvík. Tey fingu 5 børn: Turið, Hanus, Eyðun, Øssur og Ólavur. Apolonia var heimaarbeiðandi burturav. Børnini vóru væl kálvfødd bæði til likams og sálar, og gera mun, har tey eru. Tað tóktist endaleyst, hvat henda kona megnaði, sum húsmóðir, mamma og kona og altíð væl til passar og ómóð. Har var ikki bert pláss fyri egnum børnum, men øllum hinum í familjuni. Mong vóru bilsin, tá Apolonia fór at arbeiða í køkinum á sjúkrahúsinum í Klaksvík, tá børnini vóru undankomin. Djørv sum hon var, stóð ikki á at fara undir útbúgving. Tí gekk hon í skúla í Danmark, tá tey høvdu silvurbrúðleyp. Hon kom aftur við flottum prógvi. Hildin var rimmarveitsla - bæði høvdu fylt 50 og havt silvurbrúðleyp - og síðani hevur hon m.a. skipað fyri brúðleypum hjá synum, ið ikki verða gloymd. Føroysk klæðir hevur hon gjørt til børn og ommubørnini - 6 í tali. Hon megnaði at gera klæðini klár til øll ommubørnini jólaaftan í fjør. Tað rakk hon, og hon hevði sín seinasta arbeiðsdag á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 2. jóladag, hóast hon var alt annað enn frísk. Ein góður og virkin gerandisdagur gjørdist brádliga til lívskvøld. Meðan vit í nánd av Apoloniu hava havt ilt við at fóta okkum yvir skelkin, hevur hon eisini her verið kletturin og hin stilla hetjan. Eftirkomarar Karin og Jógvan Kjølbro’s eru fyri stóran part búsett uttanfyri Klaksvík og burtur í stóru verð. Øllum dáma at vitja aftur á steinarnar. Her hevur heimið hjá Apoloniu og Finn verið staðið, har øll samlaðust og sótu væl - seinast, tá minnisvarðin yvir J.F.Kjølbro varð avdúkaður í fjør. Vøkur var hon, sum genta og menniskja, tá hon sum blaðung kom til Klaksvíkar, og vøkur var hon, nú hon lá á deyðastráð. Ein uggi var tað, at Finnur og børnini øll kundu vera um hana alla tíðina og fylgja henni heilt at Gylta Liðnum. Friður veri við minnum um Apoloniu. Karin Kletturin og hjartað í familjuni Apolonia Kjølbro f. Joensen 22.03.1942 - 21.02. 2003 NØVN Í VIKUNI Anfinn Norðfoss í Havn hevur keypt tógvhandilin Igloo í Sverrisgøtu í Havn. Marita og Thordur Thor- steinsson, sum hava rikið handilin í mong ár, eru nú givin við handlinum. Annfinn Norðfoss er 49 ára gamal og havnarmaður. Hann lærdi til krambakall hjá Valdemar Lutzen í Havn. Eftir at hann varð út- lærdur í 1973, arbeiddi hann eina tíð á heilsøluni hjá Karni Winther á Eyst- aru Bryggju. Har hitti hann Poul Michelsen, sum eisini arbeiddi har. Tá Poul byrj- aði við síni egnu heilsølu í 1974, kom Anfinn at ar- beiða hjá honum. Hann arbeiddi sum sølumaður hjá Poul Michelsen heilsølu til 2002. Seinasta árið hev- ur hann arbeitt sum sølu- maður í Føroyum hjá donsku fyritøkuni Arctic Import. Leygardagin 1. mars letur tógvhandilin upp aftur í somu hølum við nýggja eigaranum. Tógv verður selt í smá-og heilsølu. Heil- sølan eitur nú Sp/f Spuni. Sólvá Funding úr Funningi, ið hevur búð í Danmark síðan 1965, er í dag býráðs- limur í Vejen Komm- une í Suðurjútlandi. Hon er útbúgvin sjúkrasystir og ar- beiðir sum heima- sjúkrasystir i Vejen kommunu BÝRÁÐSLIMUR Magnus Gunnarsson Sólvá Funding er fødd og uppvaksin í Funningi. Hon flutti til Danmarkar í 1965 og lærdi til sjúkrasystir í Keypmannahavn, har hon arbeiddi í 14 ár. Hon hevur eisini arbeitt sum sjúkra- systir í Holstebro og í Kold- ing. Seinastu 16 árini hevur hon arbeitt sum heima- sjúkrasystir í Vejen Komm- une. Vejen liggur í Suður- jútlandi millum býirnar Esbjerg og Kolding. Sólvá sum í dag er 59 ára gomul, hevur í mong ár verið limur í Socialdemokratiska flokkinum. Til býráðavalið í 2001 stillaði hon upp fyri flokkin, og bleiv hon við 244 persónligum avkvøð- um vald inn í býráðið í Vejen Kommune, har hon situr í sosialu nevndini. Heilsumál hava hennara stóra áhuga. Við sínum uppvøkstri í Føroyum og sínum arbeiði sum sjúkra- systir, heldur hon seg hava góðar fortreytir fyri at gera eitt gott arbeiði innan heilsuverkið í býnum. Sólva er gift við djóralækn- anum Niels Therkeldsen, og eiga tey sonin Thomas og dóttrina Signe. Tey búgva í bygdini Gamst, 3 km uttanfyri Vejen. Eftir at hava verið í silvurbrúdleypi hjá beiggja sínum og vitjað familju og vinfólk í Før- oyum í eina viku, fór Sólvá aftur til Danmarkar í dag. Sólvá Funding býráðslimur í Vejen Kommune Sólvá Funding hevur búð í Danmark síðan 1965. Hon er í dag heimasjúkrasystir og býráðslimur í Vejen Kommune Anfinn Norðfoss keypt tógvhandilin Igloo Nýggi eigarin av tógvhandlinum Igloo, Anfinn Norðfoss saman við konuni, Gerd C M Y K 13 12