Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 27. februar 2003 15 14 Nr. 40 - 27. februar 2003 Týsdagin klokkan 16.20 fór Ternan I seinasta túrin úr Havn inn á Skála- fjørðin. Við hesum túrinum fór almenna siglingin millum Havnina og Skála- fjørðin í søguna SEINASTA FERÐIN Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Jens Kr. Vang Gamla Ternan ella Ternan I, sum hon eitur, fór týsdagin klokkan 16.20 seinasta túrin úr Havnini inn á Skálafjørðin. Heilt fitt av fólki var við umborð, hvørt borð var fult, og hýrurin var eisini stak góður. Hesin seinasti túrurin inn á Skálafjørðin kann nú ikki beinleiðis samanberast við seinasta túrin um Vest- mannasund, tí fast samband hevur verið millum Eystur- oynna og Streymoynna í mong ár nú. Men tó var ein feril av sorgblídni at hóma á teimum ferðandi, tá tey trinu umborð til seinasta túrin inn á Skálafjørðin við gomlu Ternu. Og við Merkinum fremst, stevndi Ternan inn á Skálafjørðin. Hátíðarhald Eitt sindur var eisini gjørt burturúr hesi seinastu ferðini inn á Skálafjørðin. Sjónvarpið var á keiini og Útvarpið var eisini við frá Skálafjørðinum og til Havnar. Sjálvur fólkaflutn- ingsleiðarin, Poul Jákup Thomsen spældi violin saman við Regin Jacobsen, sum spældi harmoniku. Strandferðslustjórin, Kristian Davidsen, var eisini umborð henda sein- asta túrin saman við fólka- flutningsleiðaranum og ferðslusamskiparanum, Regin Vágadal. Umborð var borðreitt við føstalávintsbollum og rundstykkjum og var eisini kaffi at fáa til tey ferðandi. Nógv ýl komu frá Tern- uni, tá hon fór av Havnini, og sigldi hon spakuliga út eftir vágni. Ritan, sum sigl- ir til Nólsoyar, kom sigl- andi aftaná, og sigldu skip- ini bæði heilt tætt uppat hvørjum øðrum. So tætt, at manningarnar fóru at spula millum skipini. Hýrinum bilti í øllum førum ikki nakað henda túrin. Veittrað verður dúgliga ímillum skipini bæði, inntil ferðin verður sett upp, og Ternan setir kós ímóti Toftum. Ein serligur dámur var umborð Ternuni. Politikar- ar, sum Kári Højgaard og Bill Justinussen, vóru eisini komnir við, og mín sann, so var sjúkrahúspresturin, Sverri Steinhólm eisini at síggja umborð. Nógv av teimum føstu fúsu vóru eisini umborð, og tosað var um mangt og hvat. Onkur helt, at tað átti at verið seinasti túrur hvønn dag, eftirsum so nógv varð gjørt burturúr. Sorgblídni Veðrið er gott. Hampuliga slætt er á sjónum, og synd er at siga, at tað rullar. Okk- urt tjumsið nú og tá, men annars onki, sum er vert at skriva heim um. Flesjarnar liggja um hálvan teinin inn á fjørðin, og so skjótt komið er inn um Eystnes, so er ikki langt eftir. Fríðrikskirkjan kemur nú undan, og tey fyrstu húsini á Nesi eru longu at hóma. Tosað verður um mangt og hvat umborð. Kyrrindi, streym, rák og annað. Eisini tá fylt verður upp í koppin sigur onkur, at hann eigur ikki at vera meira enn skipsfullur, tí annars fer meginparturin úr, tá skipið fer at rulla. Onkur av teimum, sum eru komin umborð, eru komin við henda túrin, bara eftirsum tað er tann seinasti. Tey minnast aftur á gaml- ar dagar, tá Tróndur sigldi ímillum Havnina og Skála- fjørðin. Áðrenn Strand- ferðslan tók siglingina yvir, var tað meiaríið, sum sigldi ímillum. Tann 1. oktober í 1974 fór Tróndur so undir siglingina og í 1983 kom Dúgvan, sum nú siglir um Leirvíksfjørð, ístaðin. Sein- astu árini hevur gamla Ternan so røkt Skálafjarð- arleiðina. Onkur situr við stokkum, nøkur eru sum fáa sær ein blund, meðan meginpartur- in av ferðafólkunum sita og práta. Túrurin er ikki so langur. Ein góðan hálvan tíma inn á Toftir og so um tíggju minuttir til eitt korter yvir á Strendur. Henda farleiðin hevur seinastu árini ikki verið nógv brúkt, og tað var tí, at løgtingið hevur samtykt við lóg, at avtaka siglingina. Bussaleiðin verður nú tilpassað soleiðis, at hon hóskar seg betri til tíðirnar. Men tað tekur bara eitt sindur longri tíð at koyra. Men til Havnar sleppa tey øll hóast alt. Tónleikurin ljómar ikki meira. Violinin og harmon- ikan eru pakkaðar niður, og nú sita tónleikararnir mill- um hini ferðafólkini og práta. Og nú fer at líða. Ternan kemur fram við Toftaland- inum. Fyrst Nes, síðani Fríðrikskirkjan, har hon stendur steyrrætt, prúð og høg á bakkanum. Keiin kemur nú undan, og nú sær man eisini teir bátarnar, sum liggja við kei. Tað spruttar eitt sindur upp á rútin. Ternan kemur flaggskrýdd inn á Toftir. Og síðani verður lagt at. Meginparturin av fólkunum fer í land, og tá Ternan fer víðari verður hon heilsað við bilfloytum og fólk standa og veittra. Ternan skal liggja yvir nátt á Strondum, og síðani fer hon til Vestmannar, har hon verður løgd. Seinasti túrurin inn á Skálafjørðin við einum Strandferðsluskipið er komin at enda. Nú verða tað bussarnir, sum skulu flyta ferðafólkini aftur og fram. Ein farleið afturat er nú farin í søguna, men hvør veit. Um alt gongur sum ætlað, so verður ein privat farleið tikin upp ímillum oyggjarnar báðar, sjóvegis, um ikki heilt langa tíð. Seinasti túrurin inn á fjørðin Seinasti túrurin inn á Skálafjørðin við gomlu Ternuni úr Havn. Rói Jacobsen hevur verið skipari á Skálafjarðarleiðini seinastu fimm mánaðirnar Sámal Petur í Grund, fyrrverandi landsstýrismaður og núverandi stýrimaður. Her avmyndaður saman við Kristian Davidsen, strandferðslustjóra. Eftir ætlan so fara Sámal Petur og aðrir at taka upp farleið millum Toftir og Sund um stutta tíð Fólkaflutningsleiðarin, Poul Jákup Thomsen og Regin Jacobsen syrgdu fyri tónleikinum umborð C M Y K 14