hósdagur 27. februar 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 40 - 27. februar 2003
Skúlabørn
settu
búmerkir
á Kiwanis
hjálmar
Fyrrapartin í gjár vóru 2.
og 6. flokkur í Adven-
tistaskúlanum í Havn úti í
nýggja bygninginum hjá
Eimskip á Skansabryggj-
uni og settu búmerkir á
umleið 700 súkkluhjálmar.
Hetta
eru
teir
kendu
Kiwanis hjálmarnir sum
allir 1. flokkarnir í Før-
oyum fáa. Talan er um eitt
felags tiltak sum Kiwanis,
Ferðslutrygd, MBM, Før-
oya Sparikassi og Eimskip
standa fyri. Hetta er fyrstu
ferð at skúlabørn sleppa at
seta búmerkini hjá Kiwan-
is, Ferðslutrygd, MBM,
Føroya
Sparikassa
og
Eimskip, á hjálmarnar. Í
vár verða so hjálmarnir
sendir til allar 1. flokkarnar
í landinum.
Børn úr Adventistaskúlanum klistra her búmerki á hjálmarnar í nýggju hølunum hjá Eimskip á Skansabryggjuni í Havn
Nr. 40 • hósdagur • 27. februar 2003 • 77. árg.
Tann 1. mars 1968 var
føroyski bilasølumað-
urin, Johannes Berg, í
Japan og skrivaði
undir sáttmála við
Mazda bilverksmiðj-
una um beinleiðis
innflutning av Mazda
bilum til Føroyar.
Fyrstu bilarnir vóru
komnir árið fyri, í
1967
BILASØLA
Magnus Gunnarsson
35 ár eru liðin, síðan Jó-
hannes Berg skrivaði undir
sáttmála við Toyo Kogyo
bilverksmiðjuna í Japan um
beinleiðis innflutning av
Mazda bilum til Føroyar.
Johannes hevði tá innflutt
amerikansku Rambler bil-
arnar síðan 1960. Tá hann í
1966 var á fundi við ameri-
kansku stjórarnar á Rambl-
er bilverksmiðjuni, Ameri-
can Motors, søgdu teir hon-
um, at japanska Toyo Ko-
gyo bilverksmiðjan leitaði
eftir innflytarum av Mazda
bilunum í Evropa. Teir
hildu, at Mazda skuldi ver-
ið eitt gott alternativ hjá
Jóhannes Berg at havt
afturat Rambler bilunum.
Teir fyrstu fimm Mazda
bilarnir komu í 1967 sum
ein roynd. Tað vísti seg
skjótt, at stórur áhugi var
fyri Mazda bilunum í Før-
oyum. Tað skuldi eisini vísa
seg, at Jóhannes var á røtt-
um stað til rætta tíð. Hetta
var um tað mundið, tá
valutaloyvini vórðu tikin
av, og fólk byrjaðu at keypa
privatbilar. Tann 1. mars
1968 skrivaði Jóhannes
undir sáttmála við Toyo
Kogyo um beinleiðis inn-
flutning av Mazda bilum til
Føroyar. Hann legði fastan
ordra inn til teir um at fáa
20 Mazda bilar um mán-
aðin. Fólk hildu mannin
vera svakan, 20 bilar um
mánaðin. Men veruleikin
var, at fólkið hungraði eftir
bilum. Valutaloyvini vóru
tikin av, og nú kundu øll
frítt keypa bil. Mazda bil-
arnir lógu sera væl í prísi.
Tann minni, Mazda 1200,
kostaði í bíligastu útgávuni
15.700 krónur og tann
størri, Mazda 1500, kostaði
umleið
18.000
krónur.
Mazda var frá byrjan av ein
"succes".
Byggja virkis-
bygningar
Skrivstovan og eykaluta-
goymslan hjá Berg Motors
var í húsunum hjá Jóhannes
Berg í J. Paturssonargøtu,
og verkstaðurin var við
Heygsvegin, har sum Triv
heldur til í dag. Sølan av
Mazda bilum vaks alsamt
um alt landið. Fyri at veita
kundunum í Eysturoynni
betri tænastu keypti fyri-
tøkan ein bilverkstað á
Glyvrum. Hetta var umleið
1970. Eisini blivu avtalur
gjørdar við umboðsmenn
aðrastaðni í landinum.
Fyritøkan fekk eisini
Chrysler umboðið. Teir
seldu tá bilmerkini Simca,
Sunbeam, Chrysler, Ply-
mouth og Dodge. Seinni í
70-unum keypti Jóhannes
elementvirkið á Norðskála
frá Árna Brattaberg, og
fekk
hann
fyrrverandi
byggimeistaran í Havn,
Petur Michelsen, at standa
fyri virkinum. Hetta kom
væl við hjá Jóhannes Berg,
ið hevði ætlanir um at
byggja tveir stórar bygn-
ingar, ein á Hálsi í Havn og
ein á Glyvrum - har sum
Bónus er í dag.
Bygningurin á Hálsi varð
bygdur á miðstaðarøkinum,
har seinni komu fleiri aðrir
handilsbygningar. Tá teir
eisini fingu umboð fyri
Scania lastbilar og bussar,
kom tað væl við at hava ein
stóran virkisbygning. Fyri-
tøkan hevur eisini Avis bil-
útleigan.
Í mong ár var Mazda
mest selda bilmerki í land-
inum. Í sambandi við at 35
ár eru liðin, síðan sáttmálin
millum Mazda bilverk-
smiðjuna í Japan og Berg
Motors varð undirskriv-
aður, verður opið leygar-
dagin 1. mars frá kl. 10-16
við nógvum góðum tilboð-
um.
Berg Motors – selt Mazda í 35 ár
Starvsfólk hjá Berg Motors í Havn: f.v. Jens Lundblad, Michael Johansson, Saroya Dalsgarð, Hilmar Joensen, Lis Joensen Tummas Reinert, Jóhan Kristian Højgaard, Axel Ljósheim, Jákup Jacobsen,
Delmar Jacobsen, Ásmund Joensen, Ási Svensson, Rógvi Sigurðsson, Hálvdan Dalsgarð, Karin C. Hammer og Claudiu Manolescu.
Jóhannes Berg byrjaði at
selja bilar í 1960. Fyrst
amerikanskar Rambler bilar,
síðan japanskar Mazda bilar.
Í dag selur Berg Motors
bilmerkini Mazda og Scania
C
M
Y
K
17
16