fríggjadagur 18. mai 1990síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Hetta kom ógvuliga
ovæntad á okkum
UKE
Nr. 74 — 18. mai 1990
og vit fingu einki at vita frammanundan um avgerdina hjå Paula
og JOgvani, sigur virkandi formadurin i landsfelag Sambands-
floksins, Trygvi
Avgerðin hjá Paula
Ellefsen at taka seg aftur
sum formann í ting-
bólkinum, eins og avgerð-
in hjá Jógvani I. Olsen um
at taka seg aftur sum
landsstýrismaður, kom
eisini floksfeløgum teirra
dátt við. Sjálvt teimum í
ovastu leiðslu floksins.
Trygvi F. Guttesen, form. í
landsnevnd sambands-
floksins: -Hetta kom 6gvu-
liga dått vid.
Guttesen.
Virkandi formadur i
landsnevnd sambands-
floksins, Trygvi Guttesen
sigur, at teir vistu av
ongum fyrr enn boðini
komu um at teir høvdu
tikid avgerð um at taka
seg aftur.
-Ein ávís ósemja var
teirra millum. Tað vistu
vit, men at hetta skuldi
enda við tí tað gjørdi,
høvdu vit ikki droymt um.
Kanska eru eisini aðrar
orsøkir til hendingina,
heldur Trygvi Guttesen.
Formaðurin í lands-
nevndini veit einki um
nakað magtstríð í
Sambandsflokkinum, og
heldur, at samstarvið í
landsstýrinum hevur ging-
ið væl. Hinvegin hava
ávísir trupulleikar verið
millum teir tríggjar sam-
gongutingbólkarnar.
Hann sigur, at nú fer
landsnevndin at hava fund
við tingbålkin, so greiða
fæst á hvussu leikur fer.
Enn er heldur einki avgjørt
um hver skal veraða næsti
formaður í tingbólkinum.
Heldur ikki, hvor skal vera
eftirmaður
Tinganesi.
Jógvans í
tór.-
-nú báðir teir stríðandi odda-
menninir í flokkinum hava lagt
frá sær. Eitt politiskt kompro-
mis, heldur føroya elsti pol-
itiski eygleidari, Georg
Lindenskov Samuelsen, fyrr-
verandi blaðstjóri á Dimma-
lætting
Politiska
kreppan
er loyst
-Eg haldi orsøkina til av-
gerðina hjá Paula Ellefsen,
formanni Sambandsflok-
sins og Jógvan I. Olsen,
landsstýrismanni, at leggja
frá sær, fyrst og fremst
vera at gera eitt politiskt
kompromis. Hetta fyri at
landsstýrissamgongan
kann halda fram.
Hetta sigur føroya elsti
politiski eygleidari, Georg
Lindneskov Samuelsen,
fyrrverandi blaðstjóri á
Dimmalætting í eini við-
merking til Tíðindablaðið
Sosialin.
Georg L. Samuelsen sig-
ur, at hetta kom annars
ógvuliga óvæntað á hann,
hóast hann var greiðir yvir
ávísar mótsetningar mill-
um sambandsformannin
og annan av floksins
landsstýrismonnum. Hann
heldur kortini ikki, at talan
á nakran hátt er um
spreinging í Sambands-
flokkinum, og trýr als
einki uppá, at val verður
útskrivað í ótíð. Men tað
er eisini upp til hinar
landsstýrisflokkarnar.
-Einki er at ivast i, at
bæði Tjóðveldisflokkurin
og Fólkaflokkurin hava
brotið samgonguavtaluna
fleiri ferðir. Skulu hesir
báðir rokna við at sam-
gongan fær nakran møgu-
leika at halda fram mugu
teir halda seg beri í
skinninum enn higartil,
sigur Georg L. Samuelsen.
-Hevur tú skrivað odda-
greinina til leygardagin?
-Ja, men ikki um hetta
mál.
-Hví?
-Hetta er so nýtt, og eg
skrivi altíð oddagreinirnar
í góðari tíð.
-Men næstu ferð?
-Tað kundi borið á.
tór.-
Georg Lindenskov Samu-
elsen, politiskur eygleidari
Í eitt mannaminni