fríggjadagur 18. mai 1990síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Barnagarðurin
tikin í nýtslu í dag
18. august 1989 byrjaði byggingin av barna-
garðinum á Tvøroyri. Og longu mánadagin,
bert góðar átta mánaðir seinni, fara 75 tvøra-
børn fyri fyrstu ferð í barnagarð
Fyrireikingin til barna-
garðin á Tvøroyri tók
langa tíð. Og arbeiðið við
planering og útgrevstri
dróg eisini nógv út.
- Innul fleiri mammur
tóku seg saman og kravdu,
at ferð kom á. Nú var nóg
mikið bíðað! Kravgongan
varð tíkin ul eftirtektar av
býráðnum, og gongd kom
á arbeiðið.
18. august í fjør varð
farið undir sjálvan
bygningin, og í kl. fýra í
dag er móttgka í ti lidna
barnagarðinum.
Måttøkan er fyri øllum
teimum ið hava verið við í
arbeiðinum, starvsfólki í
barnagarðinum og býráðs-
limum.
I morgin verður opið
hús frá kl. 15.00 - 18.00.
75 børn
Barnagardurin er nor-
meraðaur til 52 børn, men
orsakað av at fleiri bert
verða hálva tíð, fara ikki
færri enn 75 børn fyri
fyrstu ferð í barnagarð á
Tvøroyri mánadagin.
Starvsfólkini eru 18 í
talið - men fleiri teirra
arbeiða eisini bert hálva
tíð.
At tørvurin á einum
barnagarði á Tvøroyri
hevur verið stórur, er
ongin ivi um. Plássini
vórðu beinanvegin fullsett,
og longu nú er bidilisti hjá
vøggustovubørnunum.
Frammanundan hevur
dagrøktarstovnurin tíkið
sær av ti mesta, og hann
fer framvegis at ansa um
20 børnum.
7 milliónir
Barnagarðurin kostar sjey
milliónir, nú hann er
klárur at taka í nýtslu. Og
tá er alt íroknað - bæði
bygningurin sjálvur, og
økid uttan um.
Kostnaðurin umfatar
eisini tað arbeiðið, eftir er
at gera uttan um húsini.
Til tað er liðugt fara
børnini bert at spæla i
túninum, tá veðrið er gott.
S-S-
Nr. 74 — 18. maí 1990
Á 2
Kravgongan, sum setti
gongd á byggingina av
barnagarðinum
Víkavirkið á tvang
um góða viku
Ætlanin var at koyra virkið á tvang á aðal-
fundinum mikukvøldid, men orsakað av at ov
fáir partaeigarar vóru møttir, mátti tað útsetast
til eykaaðafundin, hildin verður um góða viku
Skuldin hjá Víkavirkinum
er um 25 milliónir. Og tað
hevur leingi verið leiðsluni
púra greitt, at ongin
møguleiki er at halda
fram, verður hon ikki
minkað.
Trupulleikin er, at onki
er at gjalda við. Og 1.
desember í fjør steðgaðu
allar gjaldingar av gomlu
skuldini.
Men virkið er størsta
arbeiðspláss í bygdini, og
fyri at tað ikki skuldi lata
aftur, avgjørdi kommunan
at taka um endan. Hon
hevur goldið allar rokning-
ar hjá virkinum síðani 1.
desember.
Men gamla skuldin
stendur framvegis og
rentar. Og ongir møgu-
leikar eru fyri at gjalda
hana.
Selja - og
keypa aftur
Hetta var orsøkin til, at
"avtøka av felagnum" stóð
á skránni fyri eykaaðal-
fundin mikukvøldid.
Ætlanin var at koyra
partafelagið í likvidatión,
og síðani at lata fólk har
av plássinum keypa
sjálvan bygningin aftur
fyri einar 10-12 milliónir.
Men ov fá møttu!
Skrásetti partapening-
urin í Víkavirkinum er 1,5
milliónir. Av hesum eigur
landið 300.000 kr.,
kommunan 150.000 kr.,
og arbeiðsmannafelagið
Víkavirkið hevur ongan
møguleika at gjalda tær
25 milliónirnar, virkið
skyldar. Tí verður tað
koyrt á tvang á eyka-
aðalfundinum um eina
viku, og síðani keypt aftur
fyri uml. 10 milliónir
100.000 kr. Restin eru
heilt smáir eigarar í
bygdini.
Hesir eru so smáir, at
hóast 30 fólk vóru á fundi,
vóru ikki tey neyðugu
50% av partapeninginum
umboðaði.
Heimild var tí ikki fyri
at koyra felagið í likvida-
tion, og avgjørt varð í
staðin at eykaaðalfundur
skal haldast.
Hesin verður hildin um
uml. átta dagar - við somu
dagsskrá sum fundurin
mikukvgldið.
S-S-
FERDSLUTRYGD
er at fara yvirum
bert undir
gr Irønum ljosi