Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 74 — 18. maí 1990 Þá ÞitTtTA? „sag Sjónvarp Føroya Fríggjadagin kl 20.30: Matador — 11. tímin Ulla og Varnæs Korsbæk banki skal hava nýggjan stjórnarformann, og tað sum Jørgen Var- næs ger fyri Mads Skjern broytir ætlan- irnar hjá familjuni. Meðan trioin — dr. Hansen, Kristen og Elisabeth — heldur fram at spæla við ongum nótum, gongur hjúnalagið hjá Kristen og Iben verri og verri. Í Korsbæk er eisini harðskapur og okk- urt ólógligt fer eisini fam. Boldt uppdag- ar, at tað lenar seg ikki altíð at selja svart. Ingeborg og Mads fáa vitjan, og Ulla Jacobsen er aftur á skránni. Fríggjadagin kl. 22.25: Sunset Bouleward Gloria Swanson og William Holden Gloria Swanson fekk sítt »come-back« i hesum filminum frå 1950. Hon spældi Norma Desmond, sum livir fridarliga i einum stórum húsum í Hollywood. Her droymir hon at sleppa aftur á pallin, og hon fær leikritahøvundin Joe (William Holden), at hjálpa sær, men hann hevur sterri áhuga fyri pengunum hjá henni. Leygardagin kl. 21.30: Sherlock Holmes Í sjónvarpsfilminum í kveld eru tað Cristophe Plummer og James Mason, sum spæla Holmes og dr. Watson, og hugskotið i søguni er eins gott sum tað er einfalt — nevniliga at Holmes skal loysa gátuna um mest umreddu brotsgerðirnar í London nakrantíð. Tað snýr seg um Jack the Ripper, sum herjaði í East End. Sunnudagin kl. 20.35: Dreymurin er tín Hetta er seinasti partur í sendireðini. Familjan er savnað um testamentið hjá Emmu. Ommubernini Sarah og jona- than, verða í eðini, tá ið tey fáa at vita, at tey bert hava arvað hver sín málning. Tey høvdu væntað sær milliónir. Jim er um at koma fyri seg aftur eftir vanlukkuna. Hann gerst argur, tá ið Paula biður um hjúnaskilnað, men pápi Paulu veit ráð. Paula fer til Shane í New York, men so leggur lagnan aftur uppi.. Jenny Seagrove og Stephen Collins Tysdgin kl. 21.10: Tær ungu leyvurnar Montgomery Clift, Marlon Brando og Dean Martin Hesin filmurin er frå 1958 og er ein roynd úr Hollywood at samanbera tær menn- iskjaligu og tær sálarligu síðurnar undir seinna heimsbardaga. Ein ung kvinna, Margaret, er á skíferiu í Europa og verður sera hugtikin av eysturríkska skílæraranum Christian. Tí verður hon kløkk, tá ið hon hoyrir hann standa og rósa Hitler. Í New York hevur drongur hennara, Broadway-instrukter- urin Michael, fingið ein vinmann, sum er av jødaætt, Noah. Í einari veitslu hittir Noah eina unga gentu, Hope, sum ikki er jedi, men smæðin eins og Noah. Tey verða gift, áðrenn Noah og Michael verða innkallaðir. Í herinum sær Noah, at ras- | isma og orfylging ikki bert er til í Týsk- landi millum nazistar. Millum teir mongu leikararnar í filmi- num er Marlon Brando. Hósdagin kl. 21.10: Ein lítil dukka Sovjettiski filmurin >Ein lítil dukka« snýr seg um sovjettiskan elituítrótt og skúlaungdóm, og han leggur ikki fingrar- nar ímillum. Tanya er top-fimleikari á sovjetiska Scansat/TV 3 Fríggjadagin kl. 17.00: Tað er borðreitt Nancy bíðar spent eftir einum mat- og matstovukritikara, sum skla koma at vitja. Hon hevur biðið ell royna at fáa alt at ganga so væl sum til ber. Men sjálv- andi stendur alt á gosi, tá maðurin kem- ur. Floksfelagarnir hjá Dot eru har og venja og ein teirra hóttir at leypa út gjøgnum vindeygað. Fríggjadagin kl. 18.35: M.A.S.H. B. J. og Charles hava i felag bjarga ein- um hermanni, og teir verda ikki sørt bilsnir, tå id teir fåa medalju aftanå. Teir verða eisini bidnir at skriva eina frágreið- ing um sjálva skurðviðgerðina, hvussu fer tað at gangast men Fríggjadagin kl. 19.00: Monte Carlo Í eini kappkoyring í Ungarn sýnir ATC fram nýggja bilin, og hann er ein »kopi« av tí nýggjasta hjá Sainclair. Daniel hevur fingið eina dóttir, og hetta og ein vanlukka fær hann at hugsa um at halda uppat at koyra kapp. Fríggjadagin kl. 21.20: McCall Susan Foxworth er skild og eigur tvey børn. Hon lesur jura, samstundis sum hon er um børnini. Hon veit, at fyrrver- andi maður hennara fegin vil hava for- eldramyndugleikan, og hon biður McCall hjálpa sær, tí maðurin hóttir við bæði einum og ødrum. McCall uppdagar skjótt, at Susan fleiri ferðir hevur verið til viðgerðar á einum sinnissjúkrahúsi, og hann heldur, at hon bara finnur upp á okkurt at leggja mannin undir at gera. McCail ræður henni til at fáa sær sálar- liga hjálp aftur. Men tá ið hann seinni fer landsliðnum og ferðast um alla verðina at vinna heiðursmerki heim við til feði- landið. Longu heilt lítil varð hon útvald, tí hon hevði góð evni, og venjingin var herð. Men ein dagin fær gentan skaða í rygg- in, og tað er liðugt við fimleikinum. Síð- ani noyðist hon í vanligan skúla aðra- staðni í Sovjet. Filmurin er eitt »prik« til eitt »System«, sum útnyttar børn og ung. Isac Fridberg hevur leikstjórnað filmi- num. heim til Susan aftur, sær hann at onkur hevur framt herverk á bilin hjá henni. Ein gjøllari kanning vísir, at maður henn- ara er tiltikin fyri harðskap og at vera óálítandi. Men hver er tað sum fremur herverk móti ellum hjá henni? Fríggjadagin kl. 22.20: Pink Floyd the Wall Enskur rock-filmur frá 1982. Enska rock-stjørnan Pink situr á ein- um hotelkamari í Los Angeles og hugsar um lív sítt. Hann er móður av at vera kendur, narko og konufólki. Í veruleika- num er hann følin og hugsunarsamur, men fyri at verja seg fjalir hann kenslur sínar og letst at vera harður. Hann fer at royna nyggjar leidir Bob Geldorf spælir Pink Jenny Wright og Bob Geldorf Leygardagin uml. kl. 8.30: La ssie — »Armbandibe Ein listakvinna er endað langt uttan fyri býin orsakað av einum ódnarveðri. Hon hevur einki insulin eftir, og tá ið Lassie finnur hana, er hon ógvuliga veik. Saman royna tey at nærkast næstu húsunum, men vegurin er langur =>