fríggjadagur 18. mai 1990síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Scansat/TV 3
Leygardagin kl. 18.00:
A-Team
Ted Jarret rekur ein stóran garð, har ar-
beiðsmenninir verða illa viðfarnir og fáa
lítla løn. Av tilvild kemur A-Team fram á
Jarret og teir verða ósamdir. A-Team
sær, hvussu menninir hava tað. Teir
búgva í tjøldum, hava einki vatn, hava
ikki ráð at eta seg mettar, og bernin
sleppa ikki í skúla. A-Team ger av at
hjálpa teimum, samstundis sum ter
hevna seg in ná Jarret. Teir stjala allan
matin frá Jarret og lata arbeiðsmonnu-
num hann. Síðan eitt
fakfelag
gera teir
Leygardagin kl. 19.00:
Golden Girls
Dóttir Dorothy, Kate, skal koma at vitja
Hon ringir áðrenn og sigur srg hava tíð-
indi at siga teimum. Øll eru spent, hvat
hon hevur at siga. Pápi Kate kemur eisini
at lurta, men ell vrða vónsvikin, tá ið hon
sigur, at maður hennara, Dennis, hevur
funnið eina aðra, og hon fer frá honum
nú.
Men so kemur Dennis
Leygardagin kl. 19.30:
Hon sá eitt morð
Jessica fer til London at hjálpa systkina-
barni sínum, ti kendu sjønleikara
kvinnuni Emma MacGill, sum hevur ver-
ið fyri fleiri morðroyndum í seinastuni.
Hon hevur biðið Jessicu koma at hjálpa
sær at kanna, hver vil hava hana av veg-
num. Starvsfelagi hennara, Oliver Trum-
bull, er undir illgruna, men hann hevur
eitt alibi. Men okkurt legið er við dóttir
Trumbull, Kitty. — Jessica er sannferd
um, at gentan veit meira, enn hon vil
siga
Leygardagin kl. 20.30:
Deliverance
Amerikanskur filmur frá 1972.
Fýra menn fara eitt vikuskifti kanotúr.
Men hetta verður ikki nakar stuttligur
túrur. Tveir menn úr fjøllunum, Ed og
Bobby, hótta við byrsum. Lewis skjýtur
annan við boga og ervi, og hann fær vin-
menn sínar at hjálpa sær at jarða hann og
at lova at tiga. Imedan er hin horvin inn í
skógin, har hann bíðar. Han ætlar at
hevna seg. Hetta verður av sonnum ein
vandamikil ferð
Jon Voight og Burt Reynolds
Leygardagin kl. 23.05:
Agatha Christie-tímin
»Gåtan um ta bláu skålina«
Vit skriva 1934, og Jack Hartington,
sum hevu rein steðg í lestrartíð síni, lærir
seg at spæla golf. Tíðliga ein morgunin,
meðan hann spákar á golfbreytini, hoyrir
hann onkran rópa neyðarróp. Rópini
koma úr einari smáttu nærhendis. Tá ið
Jack kemur hagar, finnur hann bert eina
vakra, franska gentu, Felice, har. Hon
hevur einki hoyrt. Morgunin eftir hoyr-
ast aftur róp — men bara Jack hoyrir tey.
Ein annar gestur á hotellinum er Dr.
Lavington, sum granskar tað yvirnatúr-
liga, og Jack sigur honum um rópini. Teir
gera av í felag at loysa gátuna
Sunnudagin kl. 13.30:
Tarzan og
leopardkvinnan
Am. filmur frá 1946. Meðan Tarzan, Jane
og Boy eru á vitjan í junglubýnum Zam-
besi, kemur ein doyggjandi maður hagar.
Hann sigur seg vera einassta sum livir
eftir, aftan á at handilskaravanan varð
álopin av leopardum. Tarzan, sum veit,
hvussu leopardar skikka sær, heldur at
maðurin tosar í erviti, og hann hugsar
ikki um at tað eru nakrir innfeddir, sum
hava latið seg í sum leopardar
Sunnudagin kl. 16.00:
Farvæl, frøken frælsi
Amerikanskur filmur bygdur å søgu,
sum er sonn.
Grikska familjan Janus flyggjar ur
heimlandinum i 1917 undan turkinum.
Tey buseta seg i sudurstatunum i
Amerika, men síggja skjótt, at har ræður
Ku Klux Klan og hann forfylgir bæði
nekarum og eðrum innflytarum, eisini
grikkum. Niki Janus, dóttirin veður góð
við nevaleikaran, Big Joh, sum er nekari,
og saman eydnast teimum at sannføra øll
hini um hvussu meiningsleys viðferðin
er, tey fáa har
Sunnudagin kl. 19.00:
»Howard the Duck«
Am. filmur frå 1986.
Dunnan Howard situr å eini dunnu-
planet við einari øl og yggur at sjónvarpi.
Knappliga uppdagar hann, at hann er
nógv ljósár burturi — nevniliga á jørdini.
Har hittir hann ungu poppsangarinnuna
Beverly, og tey verða væl
Leah Thompson
Mánadagin kl. 17.00:
Vin, kvinur. . . og vin
Alan hevur krim og liggur i songini, og
imedan reka Jack og Hugo sjålvir fyri-
tøkuna. Tað hevur ikki nógv upp á seg,
halda báðir, sum heldur ongantíð hava
skilt, hví Alan altíð hevur so nógv um at
vera í fyritøkuni. — Men skjótt uppdaga
teir hví
Mánadgin kl. 20.30:
Columbo
Handilsmaðurin David Buckner tosar
við konuna gjøgnum biltelefonina. Tá fer
bilurin í luftina og drepur bæði Bucknerr
og bilførara hansra. Skjótt verður stað-
fest, at hetta var ikki bert eitt óhapp, og
illgrunin verður vendur móti grannskoð-
aranum í fyritøkuni, Everett Legan
Mánadagin kl. 22.20:
Of Pure Blood
Amerikanskur sjónvarpsfilmur frá 1986.
Hin kenda kvinnan Alicia Browning
frættir í heimi sínum í New York, at son-
ur hennara, Mark, sum lesur í Týsklandi,
er skotin í einari matstovu. Hann er
deyður. Umsteðurnar gra tað, at hildið
verður, at hann var komin upp í eina ný-
nazistiska rerslu, og hesum noktar Alicia
at trúgva. Pápi hennara doyði í týskari
fangalegu. Seinnapartin fær hon bræv
frá Mark, sum hann sendi henni, áðrenn
han doyði. Í brævinum er feðibræv hjá
nýfeddu dóttir hansara. Alicia fer bein-
anvegin til Týsklands at leita eftir
ommubarninum. Tað, sum hon har upp-
livir, skelkar hana
Nr. 74 — 18. maí 1990
Týsdagin kl. 18.35:
Right of Way
Am. sjónvarpsfilmur frá 1983. Bete
Daivs og James Stewart spæla eini eldri
hjún, sum eru flutt til Santa Monica at
liva eitt friðarligt pesnionistalív. Men tá
ið konan fær álvarsliga sjúku, gera tey av
at tey vilja doyggja saman, heldur enn at
annað skal liva einsamalt eftir. Hvørgin
vil fara frá eðrum, og hesin mátin prógv-
ar kærleika teirra, halda tey. Men dóttir
teirra góðtekur ikki ætlanir teirra, og hon
ger alt hon er ment at forða teimum
Týsdagin kl. 20.30:
Murphy Brown
Beiggi Mile, Josh, skal koma at vitja, og
fyri at gera seg eitt sindur upp fyri hon-
um, lokkar Miles Murphy út at eta við
teimum. Men tað hendir, at kærleikin
blómar beinanvegin millum Murphy og
Josh. Men hin evundsjúka Miles letur
tey ongantíð einsamall, og ein orsek er at
Josh bert er 27 ára gamal, meðan
Murphy er 14 ár eldri.
Týsdagin kl. 22.20:
Hevnarin frá Texas
Am. western frá 1966.
Advokaturin Jess Carlin verður noydd-
ur at flýggja úr heimbýi sínum Rimrack í
Texas, tí hann er ákærdur fyri ein a
brotsgerð, hann ikki hevur framt. Hann
búsetist í einum lítlum mexikanskum
býi, har hann gerst kendur undir navni-
num >Texicanarin<. Men hann kann ikki
krógva seg altíð, og einaferð vendir hann
aftur til Rimrock at reinsa navn sítt og at
hevna bróðirin, sum varð dripin av Luke
Starr. Benne roynir at steðga Jess, bert
ein loysn finst — annar noyðist úr bý-
num, ella doyggja
Audie Murphy spælir Jess Carlin.
Mikudagin kl. 22.50:
Rumpole
Rumpole skal hesa ferð verja Peter Del-
gado, sum er ákærdur fyri morð. Øl halda
Peter vera »mentalt« brekaðan, og
familjan vil hava hann gjørdan >ótil-
rokniligan«. Men Rumpole er ikki samd-
ur.
So við og við verður Rumpole meira og
meira sannferdur um, at maðurin er ósek-
ur, men tað skal prógvast
Mikudagin kl. 22.50:
»9 til 5«
Um vikuskiftið hevur fyritøkan fingið
nýggja umstilling, og eingin dugir at
brúka hana. Meðan Marsha lærir seg at
brúka hana, trýstir hon á sekivan knett,
so alt brennir saman