fríggjadagur 18. mai 1990síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TO AA
bo
Nr. 74 — 18. mai 1990
' Á
tíðindablaðið
gera sum í Danmark.
Nýhugsan ella mentan-
arkollvelting — er eitt,
annað er, at skal hon ger-
ast veruleiki, krevjast
pengar á borðið. Til skeið,
til nevndararbeið, til fram-
leiðslu av frálærutilfari, til
próvtekuuppgávur, til
fakráðgevasterv, til eftir-
útbúgving.
Summir av kravdu
pengunum fåast ivaleyst
til vega vid eini umlegging
av verandi jåttanum å
samsvarandi økjum. Men
undan eykajåttan slepst
ikki.«
Móðurmál, mentan
og skúli
I álitinum
sagt:
»Um allan heim er móð-
urmálið aðalmerkið fyri
allan skúlaskap. Tað er
aðalumboðið, sum bindur
saman allar vegir. Tímar í
ollum lærugeinum eru eis-
ini tímar í móðurmálinum,
Við vísindaligum roynd-
um er prógvað tað, sum
eisini er so sjálvsagt, at
næmingum, sum givin
verður holl undirvísing í
móðurmálinum, uttan at
teir verða ørkymladir av
eðrum máli, fellur nógv
lættari at læra ikki bert
fremmand mál, men at
læra yvirhevur. Eisini
broytist medferðin —
næmingarnir verða meira
opnir og fríir.
Er ikki hjá okkum ann-
að lag? Er ikki fremmant
mál sett í hásæti í okkara
skúlaverki? Hevur fer-
oyski skúlin nakað mál?
Verður ikki danskt nýtt
sum undirvísingarmál á
jevnum feti vid føroyskt?
Eru ikki skúlalógir, lesi-
ætlanir, kunngerðir og
lærubøkur — Mest alt
beint danskt ella avskrift
av donskum? Er ikki
lestrarvegleiðingin
donsk? Og próvtekurnar?
Eru vit ikki komin ov
stutt, eftir aldarlangt
strid, at vinna føroyskum
skúlaungdómi sama rætt
til at tala og skriva egið
mál í skúlum okkara,
rætt, sum í eðrum londum
er sjálvsagdur?<
verður eisini
Ov lágt stødi?
„Ber til at tala um steði í
skúlanum í Føroyum, sum
stødan er? Er ikki stødid
ov lágt, so leingi móður-
málið ikki hevur somu
semdir sum móðurmál
flest?
Uppi við móðurmáli-
num er so ómetaliga nógv.
Sjálvsfatan, veruleikafat-
an, samleikafatan okkara
bæði sum menniskju og
sum tjóð. Tað er í tí sam-
bandi ikki hugaligt at
bera saman tann veru-
leika, sum føroyskir stu-
dentaskúla- og HF-næm-
ingar dagliga uppliva, við
støduna í eðrum londum.
Hugsa bert um næming,
sum fyrireikar seg til ein-
hvenn tíma, t.d. segu-
tíma. Bókin er donsk.
Samanberingar við heim-
lig viðurskifti eru ongar.
Samanberingarnar eru við
donsk viðurskifti — sum
vera man — tí bekurnar
eru ætlaðar donskum
næmingum,. Í skúlanum
skal næmingurin leggja
fram tað, han hevur lisið.
Kanska finnur næmingur-
in, hóast danismurnar
mala í hevdinum, góða
foroyska vending, sum
greitt sigur tað, han hevur
hug at bera fram, men
gakk, lærarin skilir
kanska ikki føroyskt, og í
tí skili verður næmingurin
noyddur at umseta til
danskt.
Virkar skúlin soleiðis
ikki beinleiðis til at bróta
niður móðurmál næmings-
ins, 100 ár eftir jólafund-
in, og 50 ár eftir hin van-
æriliga $7 varð sett úr
gildi? Og er tað ikki hesa
málsligu skizofreni, sum
næmingarnir dagliga upp-
liva, um so lærarin talar
føroyskt ella ikki, vit
skulu bera saman við
steðuna í eðrum londum,
har ið næmingarnir í flest-
ollum tímum hava hevi at
síggja, hava hevi at hoyra
— og ikki minst — hava
hevi at venja seg at nýta
eitt móðurmál sum amboð
í ellum vidurskiftum?«
Ring gróðralíkindi
„Fyri tjúgu árum síðani
varð bert fátal av tímu-
num í studentaskúlanum
lisið á donskum, og
danskttalandi lærarar í
fólkaskúlanum mundu
vera rárt hendilsi. Í dag er
steðan tann, at umleið
helvtin av ellum tímum í
studentaskúlunum og
HF-skeiðunum verður lis-
in á donskum, og í fólka-
skúlanum talar umleið
tíggjundahvert lærarafólk
danskt mál. Er tað ikki
skomm, at foroyskir
politikarar og feroyskir
skúlamyndugleikar hava
lagt navn til hesa syndar-
ligu gongd og einki hava
gjørt til tess at venda
henni, okkara skomm?
Er tað legið at feroyskir
næmingar snerkja, tá ið
okkurt hissini nygjørt før-
oyskt freðiorð stingur seg
upp? Hevur feroyskt
meguleika at mennast og
at verða mýkt í hægru
skúlunum í Feroyum?
Hevur tað nakrantíð
havt tað? Eru ikki gróðr-
arlikindini so ring, at før-
oyskt er at meta við epla-
slokkin, sum fær ikki
vaksið fyri dáa?
Ríður ikki óheppin ring-
rás skúlanum sum ein
marra. Hetta, at feroyskir
næmingar ganga í dansk-
an skúla í Feroyum, fara
til Danmarkar at lesa,
koma aftur við donskum
áskoðanum, loysnum og
skipanum. Útbúgva síðan
dd
i
ÓL
ve! | Í. 4
Síða 17
næsta ættarliðið av føroy-
ingum í Feroyum og so
fram? Hví duga vit so illa
at hugsa sjálvsteðugt?
Hví duga vit so illa at
síggja virði í okkara egnu
mentan? Kemur tað okk-
um ikki alt ov sjáldan til
hugs at finna loysnir við
grund í okkara viðurskift-
um og eftir okkara fyri-
treytum?
Læra ikki feroyskir
næmingar um áhugaverd
fyribrigdi og fólk gjøgn-
um danskar bekur og
donsk eygu? Og hevur
ikki lærugreinin danskt
serstødu í skúlanum?
Trokar ikki hesin fremm-
andi fuglur feroyskt av
teirri bestu rókini? Eru
ikki krevini til næmingar-
nar í donskum líka stór
sum krevini til danskar
studentar í Danmark? Er
ikki danskt, umframt mál-
fak, bæði mentanar- og
siðsegulig lærugrein, har
næmingarnir læra um
bókmentir, heimssegu,
list, politiskar hugsanir og
um fjølmidlar?
Er ikki púra greitt, hví
hetta alt er lagt undir
danskt í Danmark? Og er
ikki eins greitt, at hetta
alt í Feroyum skal liggja
undir feroyskum?
Er lærugreinin feroyskt
tann miðásur, sum skúlin
snarar um? Átti hon ikki
at verið tað? Hevur læru-
greinin verið nóg væl um-
sitin? Er tað rætt at næm-
ingar skíra hana keðiliga,
TJA nu
N
N S
stirvna, eintáttaða og
gamalsliga?«
Skuli eftir
føroyskum treytum
»Vit kunnu spyrja: »Hvat
er skuli eftir føroyskum
treytum?«
Er tad skuli eftir før-
oyskum treytum,
— tå ið lesiætlanirnar eru
beint danskar?
— tá ið umleið helmingur-
in av tímunum verður
lisin á donskum?
— tá ið næmingarnir læra
um spennandi fólk og
fyribrigdi gjøgnum
danskar bøkur og
donsk eygu?
— tá ið næmingarnir
mugu svara spurning-
um lærarans, sum ikki
skilir foroyskt, á
donskum?
— tá ið krevini til danskt
í Feroyum eru tey
somu sum í Danmark?
— tá ið næmingarnir í
støddfrødi, alisfrødi og
evnafrødi verða fyltir
við donskum freðiorð-
um, sum troka burtur
føroysk freðiorð?
— tá ið næmingar eru,
sum halda skúlan oyða
føroyskt mål?
— tå ið ongar målsligar
treytir verða settar
lærarunum?
— tá ið lærarar og næm-
ingarnir bera danism-
urnar úr donsku læru-
bókunum við sær inn í
tímarnar?
— tá ið lærarar í feroysk-
um siga við næmingar-
nar, hatta vita tit jú úr
tímunum í donskum?
— tá ið 80% av lisnu yrk-
ingunum í feroyskum
stava frá aldamóti-
num?
— tá ið næmingarnir altíð
halda donsku stílaevn-
ini vera meira spenn-
andi enn tey feroysku?
— tá ið stórur partur av
næmingunum eftir lok-
ið prógv heldur mál
sítt vera „gamalt
tvætl«?
- tå ið næmingarnir sita
við donsk-føroysku
orðabókini, tå ið teir
skriva feroyskan stíl?
— tá ið franskt er annað-
hvert stersta ella næst-
stersta lærugrein í øll-
um deildum?
— tá ið foroyskt hjá nógv-
um av næmingunum er
vrakað lærugrein?
— tå ið dansurin, størsti
mentanararvur okkara,
ikki enn er nevndur i
nakrari lesiætlan?
— tå id føroyska stu-
dentsprógvið er
danskt?
— tá ið næmingarnir í
tímum í fremmanda-
málum altíð mugu ar-
beiða við donskum eis-
ini, tí at ongar feroysk-
ar orðabekur eru, ella tí
at lærarin talar danskt
mál?
— tá ið næmingarnir til
skrivliga próvteku i
støddfrødi kunnu fåa
uppgåvur, sum viðgera
ókend serdonsk ella
fremmand fyribrigdi?
Tá ið myndin í alis-
frødibokini er av
donskum elverki?
tá ið seg, at
lestrarvegleiðari
greiðir frá donskum út
búgvingarstovnum og
ikki grettir orð um fer
oyskar stovnar á for
eldrafundi um útbúgv
hendir
bert
ingarmeguleikar?
tá ið
Halda vit tá skúla eftir
føroyskum treytum?
Er ikki megintreytin,
vit fyrst av ellum mugu
seta skúlanum, at hann
kann geva næmingunum
eina fullborna sjålvs-
mynd, kann læra tey at
síggja og skilja steðu sína
í egnum landi? Og er ikki
onnur megintreytin, at
skúlin skal geva næmingi
num fullborið útsýni, sum
skal rekka um allan sjón-
arringin?
Undir heitinum mentan
og skúli slepst ikki undan
at nema við sínámillum
steðuna hjá lærugreinu-
num feroyskum og donsk-
um. Í skjali 11.2 lesa vit
hetta brot úr næminga-
sjónarmiði:
neyðuga vitanin um okk-
>Tann
ara retur og samleika sum
tjóð varð givin okkum — í
mun til vitanina um retur-
nar hjá denum og um-
heiminum sum heild — í
so eintáttaðum líki, at vit
vóru skjót at skira hana
keðiliga og óáhugaverda É<
Og seinni hetta: »Tad
ringasta er, at tær í roynd
og veru dámar lærugrein-
ina danskt betur enn læru-
greinina jøroyskt, av ti at
hon sýnist meira nutidar-
lig og elvilig.«
I álitinum verður spurt:
»Åttu ikki danskir lær-
arar og danskir skula-
myndugleikar at dugað
sær hogv, tå ið tað ræður
um at meta um, hvussu
foroyskt mál og mentan
trívast, hvussu læru
greina- og tímabýti eigur
at vera, ella hvat endamál-
ið við feroyskari mið-
námsútbúgving eigur at
vera? Er ikki í hesum
sambandi vert at vísa á
annan aðalmun í hesum
tíðarbili? Í 60-árunum var
árliga studentatalið nekur
fá prosent av einum ár-
gangi. Í dag man um leið
triðingur av hverjum ár-
gangi nema sær kunnleika
í føroyskum studenta-
skúla ella HF-skeiði.
Attu ikki skúlamyndug-
leikarnir, tá ið teir eina-
ferð fara at leggja til
rættis skúla eftir feroysk-
um treytum, at lagt sær
hetta næmingasjónarmið í
geyma?: >Tað átti at verið
heilt náttúrligt, at tá ið tú
fór úr studentaskúlanum í
Føroyum, so visti tú meira
um feroysk viðurskifti og
foroyskt mál, enn tú gert.
At tú fekst eitt foroyskt —
og ikki danskt — stu-
dentsprógu.=
etj-