leygardagur 19. mai 1990síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 75 — 19. mai 1990
,
Målslig ómegd:
Stilbrot at tosa
„so øgiliga føroyskt«
á einum diskoteki
Feroyingar margháttligir i altjóða
sambandi?
Í ti nýggju og sera spennandi frágreiðingini um foroyskt mál og
stoðu tess í HF- og studentaskulanum (Sosilauirn 17. mai),
verða nógvir ertandi spurningar settir lesaranum, miðandi imóti
at vekja hann og fáa hann at hugsa sjálvur um tey syndarligu
málsligu viðurskiftini í foroysku studentaskúlunum >100 ár eft-
ir jólafundin og 50 ár eftir at hin vanæriliga gerin 7 varð sett úr
gildi,« sum tikið verður ti li frágreiðingini.
Longu nú er greitt, at henda sráseting av stoðuni og tilráðing
um åbøtur, er eitt eindømi i foroyskari mentanar- og skúlasogu.
Ongantíð fyrr hava skeivleikarnir fingið so avgjørda og midvisa
viðgerð. I hesi og næstu grein fær nevndin aftur orðið, tí ein van-
ligur blað-samandráttur av hesi frágreiðing hevdi verið rættiliga
fátæksligur í mun til tann málburð, har verður nýttur.
Nevndin, ið varð sett av landsskúlastjóranum í september
1988, viðger m.a. málsligan samleika og sigur í hesum sam-
bandi, at ein greining av stoðuni hjá føroyskum í Føroyum
heuði greidliga avdúkað, at tað eru nógvar sterkar kreftir, sum
ávirka og tilevna hugburð og áskoðan hjá fólkum flest mótvegis
føroyskum. Neundin heldur fram:
»Føroyskt mál innan
handil og ídnað til domis
stendur seg ikki væl, fer-
oyskt lýsingarmál stend-
ur seg ikki í kappingini
við onnur »framkomin«
mál — sigst. Í sjónvarps-
skermunum um alt landið
standa danskir tekstir á
amerikanskum filmum, tí
samfelagið hevur ikki ráð
at seta týðarar — sigst.
Búskaparligar grund-
gevingar, ið stuðla undir
ta líkasælu, ið landsins
hægstu stovnar vísa mót-
vegis hesum máli, skapa
undarligar rangmyndir av
føroyskum í okkum. Tað
kundi tískil verið gongd
leið at gjørt greitt, hvørj-
um rangmyndum av fer-
oyskum vit ganga við, og
hví tær eru komnar í.
Kundi hent, at orsøkin til,
at tað so ofta er tungt at
fáast við feroyskt, er, at
fólk hava hesar rang-
myndir í sær sum grund-
arlag.
Sjálvt gundarlagið und-
ir teirri málsteðu, vit eru í,
er, at feroyskt er við und-
irlutan í Feroyum. Tað
hevur í hesum saman-
hangi ikki so stóran týdn-
ing, at vit einans eru
40.000 fólk, ið duga hetta
mál, men hedur, at tað, vit
skulu kappast við, ræður
yvir teimum virknastu
amboðunum til at tilevna
og avgera núverandi
stødu. Hugsað verður
sjálvsagt um sjónvarp og
vikubleð, bøkur og lysing-
ar. Aftrat øllum teimum
vanligu identifikatións-
keldunum, ið finnast í
nevndu miðlum, so er van-
ligari og vanligari at
síggja teroyingar av-
myndaðar sum marghátt-
ligar í altjóða sambandi
(hugsað verður t.d. um
faldaran hjá sparikassa-
num um DK-kortið) og
óbeinleiðis teirra mál sum
líka so fjákut og óhóski-
ligt?
Úrslitið av hesum er, at
fyri mongum verður fer-
oyskt undarligt, ein
gomul leivd, ið ikki hóskar
betur inn í samtíðina enn
kollurin saman við tí ljósa
klædninginum. Uttan
rættiliga at geva tí gætur
ganga ivaleyst fleiri við
rangmyndum av feroysk-
um, og tí er neyðugt at
gera hesar rangmyndir
greiðar, tá talað verður
um føroyskt.«
Rangmyndir —
okkurt hissini dómi
„Rangmyndir hava ymisk
snið, og summar teirra
tykjast ivaleyst bæði fitt-
ar og vælmeintar: Før
oyskt er so vakurt i yrk-
ingum, men dugir ikki til
handil og skrivstovu.
Neyðugt er at avdúka,
at tað, sum i veruleika-
num liggur i einum slikum
setningi, er, at føroyskt i
roynd og veru hoyrir
heima á eini forngipa-
goymslu. Tað kann ikki
nýtast í vanligum virk-
andi stovnum í gerandis-
degnum, í nútíðini, men
innan serøki, ið onkur serl-
ingur tekst við. Teldur og
tekni t.d. eru gerandis-
dagur hjá flestum fólkum
— har kann málið ikki nýt-
ast. Hinvegin er neyðugt
at gera greitt, hví fer-
oyskt ikki verður nýtt nóg
nógv innan handil og
skrivstovu, nevniliga tí at
lærubekurnar á handils-
skúlunum ikki eru fer-
oyskar, handbekur og for-
rit til teldurnar — alt er á
útlendskum.
Annað avbrigdi av rang-
hugsanum um feroyskt er
t.d.: Á flestum økjum eru
eingi freðiorð.
Vit hava í veruleikanum
givið skarvin yvir, tá vit
siga slíkt, og so er sann-
leikin ein annar. Vit hava
fingið okkum tann óvana
at taka uppaftur donsk
freðiorð í hålvføroyskum
sniði við tí úrsliti, at fólk
halda,at einki samsvar-
andi er á føroyskum — og
hver skuldi verið ferur
fyri at gjørt slíkt á før-
oyskum? Nei, henda fatan
er ikki rett — innan teldu-
viðgerð, skrivstovu, post-
flutning, málfreði, stedd-
freði, jarðfreði og onnur
eki eru freðiorð gjerd,
sum dansktvandir aka-
demikarar, grannskoðarar
og handilsfólk ikki kenna,
ikki duga og sostatt held-
ur ikki nýta. Hesi eru fólk-
ini, sum stórliga mynda
pallin og leggja málið nið-
ur í følk.«
Sjónvarpið og
Svabo
„Sjónvarpið, lýsingarnar,
lærubekurnar vilja altíð
ávirka og tilevna málið.
Tað, sum fólk flest meina
við hetta hugtak, er ein-
ans tað, at málstvnar und-
ir landinum ikki skulu
blanda seg upp í mál-
menningina. Hinvegin eru
somu menniskju ikki
ímóti, at t.d. Sjónvarp
Feroya við sínum barna-
sendingum ávirkar, stýrir
og tilevnar málið eftir
teirra hevdi. Er tað skil-
víst?
Gott úrslit av einum ar-
beiði er ofta grundað á
góðan framferðarhátt. Til
tess at velja besta háttin
mugu vit hava hollan
kunnleika um steðu og
kringumsteður. Vit mugu
tískil greina steðuna her
og nú. Tað er her og nú,
vit skulu koma við okkara
grundgevingum og leggja
okkara orku í. Fólk, ið tá-
ast við feroyskt, hava al-
tíð havt so lætt við at tik-
ið aðra tíð sum demi, havt
aðra tíð sum evni. Tosað
verður um tær framúr
góðu lýsingarnar, Svabo
ger av síni samtíð, frá
teimum tungu tekum
Hammershaimb tók,
hvussu gløggliga Rask
greinaði okkara málskip-
an. Alt gott um tað — men
nær verður farið undir at
greina okkara samtíð,
okkar mál? Greina vit eins
væl okkara steðu, og
Svabo greinaði sína, so
hevði staðið betur til.«
»Føroyskt er
fátækt mála
Í frágreiðing síni sigur
nevndin, at tað eru serliga
tveir bólkar, sum bera
hetta oftast fram:
>1) Tey, ið kenna málsliga
ómegd, tí tey virka inn-
an eki, ið eru nýggj í
Feroyum, og sum hava
fingið kunnleika til hesi
virkisøki um fremmant
mål. Hesin bélkur kann
tó saktans bjargast við
at áleggja útbúgvingar-
stovnunum at gera og
nýta feroyskt tilfar og
soleiðis skapa feroysk-
an málburð á hesum
ekjum.
2) Hin bólkurin eru tey,
sum gjøgnum serliga
útskornan málburð,
vilja sleppa at vísa, at
tey duga annað og
meira enn feroyskt —
vanliga við teirri grund-
geving, at tey ikki „fáa
sagt tað á føroyskum.«
Slíkir bólkar finnast
innan øll smá mål, og
har er ivaleyst einki at
gera.
>Tú kanst ikki ver »in« á
føroyskum.« Tað er stil-
brot at tosa »so egiliga før-
oyskt« á einum diskoteki
t.d.
Tað ljóðar so sjálvshá-
tíðarligt, men látur er iva-
leyst eitt sera virkið am-
boð í arbeiðinum móti fer-
oyskum. Vit fáa við at
gera gjeldur burturúr
grundfest hugsanina um
føroyskt sum „okkurt
undarligt«, og betri vápn
kunnu tey iki hava, ið
hava ilt av feroyskum.
Hver hevur ikki hoyrt
hina: Hvussu eitur
súkklupumpa á feroysk-
um? Óhugsandi er ikki, at
fatanin av føroyskum sum
eitt heimfeðisligt mál fest-
ir seg igjøgnum skemt.
»Men málið må sieppa
at útvikla seg fritt,« siga
nógv, ið hava ilt av fer-
oyskari málreinskan.
Hetta ljóðar lokkandi.
Tað er bara tað, at slíkt
-