Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mai 1990síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70 — 12. maí 1990 tíðindablaðið Hundur mín Bursi Orð og myndir: Heðin g vil hava hund! Hvussu fta hava vit ikki hoyrt børn iga hetta? Men at hava hund er ikki bara sum at siga tað. Tí tá tú hevur hund, ert tú fyri tað fyrsta bundin av at ganga úti við honum. Summi sleppa ær undan hesum við at sleppa hundinum leysum ella lata hann standa bundan uttan fyri. Men fólk, sum gera tað, hava ongavirðing fyri djórunum ella lógini. Ein hundur, sum stendur bundin uttan fyri, fer sum oftast at goyggja nógv og verður illur í sær, og tákann hann finna upp á at bíta. Ikki erloyvtat lata hundar ganga leysar. Hundur er sera trúgvur. Ert tú góður við hann, er hann eisini góður við teg. Tú mást ongantíð banka hundin, men tosa við hann, og attykta hann eitt sindur kann vera neyðugt. Tað fyrsta árið við hundi krevur nógv tol, ti tå skal hann hava nógva venjing fyri at læra, hvat er skeivt, og hvat er rætt, Til dømis at siga frá, tá hann skal út, og at hann ikki skal eta skógvar. Eigarin må tå pråta nógv við hundin og fåa hann at skamma seg. Skammar hundurin seg, er tað prógv um, at hann veit, hann hevur gjørt okkurt skeivt. Eg havi havt mín hund Bursi er ein stoltur hundur hálvtannað ár. Hann eitur Bursi, og eg havi kallað hann upp eftir einum goml- um kongi í Rómverjaríki- num, Tiburtius. Fyrr var Bursi = mannfólkanavn í Føroyum Eg fekk uppskrift frå einum vinmanni í Danmark, hvussu eg skuldi venja hundin. Tað hevur ikki gingið heilt væl, tí eg havi ikki verið nóg tolin. Eg havi lært hann at seta seg, leggja seg, renna, sita stillur, tå hann fær boð um tað, leypa og mangt annað. Hvenn dag, tá eg komi úr skúl- anum, floyti eg, tá eg eri umleið 50 metrar frå húsum. So kemur hann rennandi, og tá eri eg glaður. Hetta er so mín seinasta verkið á Sosialinum hesu ferð. Mær hevur dámt væl, og øll hava verið hjálpsom móu mær. Hugsar tú um at verða blaðfólk, er tað eitt Síða 75 Tå eg gevi Bursa boð um at leypa, so leypir hann gott hugskot at fara í prak- ukk á Sosialinum, ti har fær tú høvi at royna teg. Mánadagin fari eg aftur í skúla, og tað dámar mær eisini væl. Góðir og læru- ríkir dagar á Sosialinum Hesar seinastu tvær vikur- nar hevur Hedin Poulsen úr 8. flokkini í kommunu- skúlanum í Havn verið í starvspraktikki á Sosial- inum. Hetta hava verið góðir og spennandi dagar sigur Heðin, nú hann riggar av seinasta dagin í teimum hugnaligu blað- húsunum á Argjum. -Eg ynskti fyrst at sleppa í sjónvarpið, men har var eingin møguleiki, men eg kann nú við vissu Stiga, at arbeiði á einum blað er bæði meira spenn- andi og áhugvert, enn eg nakrantíð hevði droymt um sigur Heðin, sum hesar 10 dagarnar í blaðarbeiði hevur roynt eitt sindur av hverjum. Hann hevur verið saman við Kalmar og tíkið myndir, framkalla filmar og gjørt myndir sjálvur, hann hevur verið úti í "markini" saman við blaðfólkinum og fylgt við, hvussu tey bera seg at. Hann hevur sjálvur skriv- að fleiri greinar. Men ikki bert hevur Heðin verið ágrýtin og víst blaðarbeiði stóran ans. Eisini flokslærari hansara, Heri Jacobsen hevur fylgt við, hvussu tað hevur gingist næmingi sínum í praktikktíðini. Og tað vildi so til, at teir báðir, blaðstjórin á Sosialinum og flokslær- arin hjá Heðini, Heri Jacobsen, hava sitið á skúlabonki saman øll árini í Hoydølum, og har valt teirra framtíðar yrki sum lærari og journalistur. Skjótt skal so Heðin avgera, hvat hann fer at gera, tá hann blívur stórur. Blaðmannayrkið hevur í hvussu so er nú hansara stóra áhuga. Men mangt kann broytast. Í i UKE Hil Hedin Poulsen, skúlanæmingur og í starvspraktikki á Sosialinum saman vid flokslærara sínum Hera Jacobsen og Jan Miiller, blaðstjóra. Teir báðir vóru á skúlabonki saman í studentaríðini.