leygardagur 19. mai 1990síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nú er tað næstan vón-
leyst at ummæla ailan
henda horn- og pipu-
tonleikin, ið er at
hoyra í sambandi við
bretsku vitjanina, so
vit hava latið ensku
bleðini um tað og fara
vit ístaðin at ummæla
okkara egna messing-
tónleik frá 25. Mu-
sikkstevnuni, sum
varð hildin í Havn
síðsta vikuskifti.
Hósdagin fyri viku
síðani hevði Tórs-
havnar Kvøld- og
Ungdómsskúli fram-
ferslu av teirra vetrar-
avriki í Norðurlanda-
húsinum. Orsakað av
heiligdegnum friggja-
dagin í síðstu viku,
fingu vit ikki ummæl-
ið við í síðstu >Tóna-
viku«, men er tað so
við í dag.
Rútma og
slagverk
Hóskveldið 10. mai var
konsert við Rútmukóri-
num og slagverksbólki-
num hjá Tórshavnar
Kveld- og Ungdóms-
skúla. Jógvan Telling
Joensen er leiðari hjá
Rútmukórinum og
Pentti Niemi hjá Slag-
verksbólkinum.
Konsertin var skipað á
ein heldur óformellan
hátt, har Jógvan Telling
syrgdi fyri, at ell kendu
seg væl, bæði artistar og
ásxoðarar. Hann kom
- Vit eru amatørar, góðir amatórar, segði Jógvan Telling um Rútmukórið og
slagverksbólkin hjá Térshavnar kvøld- og ungdómsskúla.
inn ímillum við skemti-
ligum útspælum og
dámdi hetta ellum sera
væl. Jógvan Telling
segði eisini, vit eru ama-
tørar — góðir amatørar!
Kórið og
bólkurin eru mannað við
fólki, sum í fleiri ár hava
sungið og leikað ljóðferi,
slagverks-
men bert tey fægstu, eru
tey, sum gera heilt nógv
við tað. Tey gleðast við
at syngja og um vit onn-
ur ikki leggja tey til
merkis, er tað í lagi. Tó
eru flestu limirnir í slag-
verksbólkinum aktivir
tónleikarar í Havn og
onkur av kórlimunum
hevur eisini verið við á
plátum og bondum.
Tað vóru bert eini
tvey—trý leg, ein kendi
aftur. Jógvan Telling
hevur gjert okkur tlag
sjálvur. Onnur hevur
hann umsett og til
rættislagt av nýgjum og
glaðu yrkingina hjá Kar-
sten Hoydal »Syng um
Sólina< hevur hann sett
lag til.
Eg var væl negdur við
kórið, sum sang heilt
frítt, ótvungið og bar
okkum boð um, at
summarið er komið.
Sungið og tilrættislagt
var soleiðis, at vit
hoyrdu og skiltu, hvat
sungið var um. Eg haldi
ikki, at hegir sopranar
egna seg til slíkan sang
og var hetta tíbetur
heldur ikki gjert. Í sam-
bandi við okkurt »Cre-
olskt< lag, var eisini eitt
sindur av »showi«, har
m.a. Jógvan Telling var
ílatin sum ein innfeddur.
Samanumtikið ein góð,
fjølbroytt konsertskrá,
sum var væl framborin á
mest positivt hugsandi
hátt, har negativ tanka-
gongd ikki hevði inni-
vist.
Slagverksbólkurin hjá
Pentti Niemi kom eisini
væl frá tí
limunum í
veit eg
Tríggir av
bólkinum,
hava verið í
fremmandum londum og
studerað trummur og
rútmur. Her hugsi eg um
Afrika og Bali.
Umframt tey legini,
har teir spældu undir hjá
Rútmukórinum, høvdu
teir eisini okkurt lag utt-
an sang og var hetta
sera áhugavert og sera
rútmiskt.
»Rumba Folklorico< er
eitt gamalt slagverks-
lag, sum bélkurin fram-
førdi og var næstan ong-
in endi å fagnadinum
millum áskoðararnar.
Konsertin endaði við
góða gamla Evert Taube
lagnum »Dansen pá
Sunnano« og var hetta
eisini punktum fyri tí,
sum Jógvan Telling
Joensen og Pentti Niemi
kundu vísa á, at tey
høvdu avrikað í vetur.
Men vónandi var tað
bert eitt boð um eitt
langt og gott summar!
Musikkstevnan
25. Musikkstevnan byrj-
aði Dýra Biðidag kl.
14.00 og var Havnar
Hornorkestur vertur í
ár.
Aftaná allar formali-
tetirnar, byrjaðu tey
ellivu horn- og harmoni-
orkestrini at leika og
knappar fýra tímar
seinni, slapp ein so út
aftur við hornum, floyt-
um og trummum leik-
andi eina púra skeiva
takt inni í heysinum.
Umframt tað, at eg
var noyddur at sita har í
fýra tímar, um eg skuldi
gera eitt rímiligt um-
mæli, so var tað eitt
stórt upplivilsi, sum í
nógvar mátar var gleði-
ligt og ríkandi, men tían-
verri í onkrum feri eisini
tað evugta. Eg vil ikki
ummæla hvert orkestrið
.ær og geva teimum stig
og samanberingar við
tað, tey hava útint fyrr,
men heldur eina gene-
rella meining um tiltak-
ið, við ávísing á okkur
torkestur, sum eisini
hevur tað uppiborið ella
fyri neyðini. Hetta geri
eg mest, tí at eg ikki
havi hoyrt øll orkestrini
fyrr og ikki kenni teirra
fortreytir fyri teirra
virksemi.
Havnar Hornorkestur
helt eg vera tað besta
saman við harmonior-
kestrinum GHM. Tað
” einari
merktist, at har var
nógv arbeiði læagt aft-
anfyri og presisjón og
dynamikkurin var til
staðar. Ikki langt aftan-
fyri HH og GHM kom
Klaksvíkar Hornorkest-
ur, sum við at strekt seg
ein tumma longur, hevði
verið fult á hædd við
hornorkestrið í Havn.
Hartil kann nevnast, at
klaksvíkingar ikki løgdu
seg so nógv eftir áhoyr-
aravinarligum tónleiki
sum havnarfólkið og í
professionellari
kapping, kundi tað væl
verið tað orkestrið, sum
dró longra stráið.
Stuttligt var at hoyra
Ungdómsorkestrið í
Vágum, har flestu lut-
takararnir eru í lágum
skúlaaldri. Tað var væl
leikt, tað sum tey fram-
førdu og er tað Atli Pet-
ersen, sum leiðir orkestr-
ið. Atli var eisini í fýra
eðrum orkestrum á
stevnuni. Sig so tað, at
tað bert er í popptón-
leiki, at stuðulsleikarar
eru, sum leika við ellum
og ongum.
Tveroyrar Hornor-
kestur er nógv versnað.
Serliga vóru tað skiftini í
einari »Medley«, eg beit
merki í. Har rullaði alt
ov illa og haldi eg, at tit
skuldu farið at leikt
meira kontant, sum eitt
gott hornorkestur nú
einaferð ger.
Trummuseksjónin
sýnist at vera ein stórur
trupulleiki hjá teimum
flestu. Trummuslåarin
hjá Klaksvíkar Hornor-
kestri, Laurie Johnson,
sló trummur hjá, ja, eg
veit ikki hvussu nógvum
orkestrum. Ég veit ikki,
um hesi ymisku orkestr-
ini hava misksilt okkurt
viðvíkjandi hugtakinum
»Hornorkestur«. Men
upprunaliga og enn tann
dag i dag, t.d. i Bret-
landi, er trummusek-
sjónin ein tann tydning-
armesti parturin í einum
hornorkestri.
Miðalaldurin í hornor-
kestrinum er alt ov lág-
ur. Nógv av teimum
síggja út, sum eru tað
skúlaorkestur. Hetta eru
lítið roynd fólk, sum
Nr. 70 — 12. mai 1990
sjalvandi ávirka steðið,
um tey eru ov nógv í tali.
Vestmanna Hornorkest-
ur sá t.d. út sum ein
barnagarður. Hesi blíva
sjálvandi einaferð góð,
men summi eru enn so
ung, at tey ikki rættiliga
orka at blása í horn.
Havnar Hornorkestur
skal hava takk fyri eina
ógvuliga væl fyriskipaða
stevnu. Har var alt, sum
tað skuldi vera, á palli-
num. Eftir hvert orkest-
ur hevði leikt, vóru tey
beinanvegin har og skip-
aðu uppstillingina um,
so hon passaði til or-
kestrið, sum var næst.
Hetta gekk sum smurt
og ongin »kiksari« var.
Hetta er faktiskt eitt
eindømi av sinum slag
og skuldu onnur tikið
við læru av hesum, sum
annars sýnist at vera ein
stórur trupulleiki á nær-
um hverjari konsert í
Feroyum.
Annars
Rokkkonsertin við
Chase, ið skuldi vera í
dag, er útsett til miku-
dagin. Hetta tí onki ljós-
og ljóðanlegg er til taks.
Hetta fer kanska at
darva eitt sindur um søl-
una av atgongumerkj-
um, men nekur »kata-
strrofa< meti eg ikki, at
tað fer at verða, tí hós-
dagurin er heiligdagur
og fólk kunnu sova
leingi — tey, sum ikki
ætla sær upp at fylgja
við Kristi Himmalsferð.
Tað verður eitt sindur
um knsertina við Chase í
teiginum um eina viku.
Hvat annað? — vit finna
upp á okkurt.
Gerið nú onki um viku-
skiftið, sum eg ikki vildi
gjert!
J.MAG.