Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 1990síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Skálkurin Um arkitektur og design Kostnaðurin helt ikki, ella bygningurin bleiv 30, 50 ella 100% dýrari enn ætlað, er ikki óhoyrt hjá okkum, men hvussu ber tað til, og hvussu beta vit um steð- una? Hóast upprunaliga ætlan okkara var at gera lítið burtur úr kostnaðinum, men leggja dent á útsjónd og funktión, so hætta vit okkum út í eina meira generella viðgerð av málinum. Vit hava sett 3 monnum, einum pro- jekterandi, einum meistara og einum byggiharra, ið dagliga starvast innan byggivirksemið, nakrar spurningar. Albert Ísfeld, arkitektur (projekter- andi) Er tað byggiharrin, sum fylgir ov illa við, og ikki veit nóg greitt hvat hann vil? — Í flestu ferum kann svarast ja til spurningin, mangan er tað so at byggi- harrin ikki er nóg professionellur, tað knípir hjá honum við yvirlitinum yvir uppgávuna, hann kemur við nýggjum ynskjum langt inni í byggitíðini. Hetta viðferir projektbroytingar, sum altíð kosta, tekningar og útrokningar skulu gerast av nýggjum, allir partar fáa frá- boðan, og ofta skulu handverkararnir gera broytingar í arbeiði, sum júst er lokið, so seinni ynskini koma, dýrari verða tey. Eru tað teir projekterandi (arkitektar og verkfrødingar), sum eru ábyrgdar- leysir? — Gaman í, at tað í byrjanini av pro- jektinum mangan eru brúkt optimist- isk tel, men hevur tað helst verið fyri at fáa skump á. Seinni trupulleikin av hes- um eru aloftast broytingar og seinking- ar. Órímulig krev stillað av byggiharr- anum, eiga teir projekterandi at duga at siga nei til, ella at greina út hvat tey koma at kosta. Er tann føroyski byggudnadurin nóg effektivur? — Allar tíðarætlanir glíða og byggi- fundarfrágreiðingarnar verða ikki tikn- ar í álvara. Virði av sanktiónsmeguleik- anum, altso hóttanin við dagbótum fyri at fáa tíðarætlanina at halda, er iva- samt og mangan slett onki vert, tí flestu idnadar- og handverkarafyritøk- Kostnaðurin helt ikki ur okkara eru so smáar, at tær fara á heysin av einum meguligum sanktións- smeiti, harnæst kemur so meistarafe- lagið upp í leikin, tá so er statt, og vil tað í flestu førum viðfera stórar seink- ingar, altso tap av tíð og peningi. Ber yvirhøvur til at fáa eina kostn- aðarmeting at halda? Tað ber til við ágrýtni og góðum sam- starvi millum byggiharra og arkitekt. Við at gera fleiri kostnaðarmetingar, ta fyrstu í skitsufasuni, og síðani tvær metingar innímillum í projekteringsfas- uni, verða frávikini minimerað. Fyri- treytin er tó eitt gott projekt, har allir sneklar eru taldir við, og har seinni broytingar ikki koma fyri. Vilhelm Johannesen, ; snikkara- HET = i meistari Er tad byggiharrin, sum fylgir ov illa vid, og ikki veit nog greitt hvat hann vil hava? — Byggiharrin verður aloftast leidd- ur av arkitektunum, men tá hesir hava havt ilt við at fáa arbeiðið at glíða og metta kostnaðin at halda, er gongdin vorðin tann, at alt fleiri byggiharrar velja totalenteprenørar, sum loysa upp- gávuna til ásettu tíð. Hendan gongdin er tó ein hóttan móti vanliga handverk- aravirkinum, sum nú í besta feri kann blíðva undirleveranderur hjá totalente- prenerinum. Eru tað teir projekterandi (arkitektar og verkfreðingar), sum eru ábyrgdar- leysir? — Í tí yvirupphitaðu búskapartíðini bleiv ofta projekterað so hvert sum bygt var, men tíðirnar eru broyttar, so megnar ein arkitektur í dag ikki upp- gávu sína, skildast tað líkasælu. Er tann føroyski byggudnadurin nóg effektivur? Hann kann effektiviserast við at blíva meira brúktur. Ber yvirhevur til at fáa eina kostn- aðarmeting at halda? — Jú, men fyritreytin er at projektið er heilt greitt. Nr.T7— 23. mai 1990 Vid Hans Dåvid Dam og Hannis Egholm Poul Mikkelsen, byrådsfor- maður (byggiharri) Er tað byggiharrin, sum fylgir ov illa við, og ikki veit nóg greitt hvat hann vil hava? — Spurningurin er ringur at svara heilt einfalt, men royndir mínar eftir 8-10 árum sum byggiharri kunnu samanfatast. Fyrst er tó at siga, at tey byggiarbeiði, sum sett hava verið í gongd, hava verið neyðug fyri at tryggja menning i kommununi. Fleiri ferðir hevur ynskiliga forar- beiðið ikki verið til staðar, tá neyðugt var at fara í gongd við at byggja, og tað skuldi gerast hóast alt, so sjálvt um onkur vil halda at vit ferð eftir ferð eru vorðnir lumpaðir, so er tað ikki heilt rætt. Tíðin frá 86-89 var óvanlig. Gongdin var ein heilt onnur, og nógvir fremm- andir faktorar spældu inn, serligur tervur á arbeiðsmegi, og tað, ið av hes- um stóðst. Á býráðnum var arbeiðs- byrðan stór, samstundis sum umsiting- in var fámannað. Einasta vit kundu havt gjørt ødrvisi var at steðgað allari bygging, men tað mettu vit ikki bera til. Hugsa vit um Vatnverkið og Brenni- steðina kann sigast, at vit ikki vistu greitt hvat vit vildu, annað enn at nekta ein terv. Frá byrjan av kendu vit ikki fíggjarligu ávirkanina av tillaging- um og projektbroytaingum, ið neyðug- ar vóru at fremja, tá tað t.d. vísti seg at rusknegdin, sum brennast skuldi var væl sterri enn mett, og tá umhvervis- krevini til brennisteðina vóru skerpað í byggitiðini. Demi eru um byggjarí fyri nøkrum árum síðani, har projektið var rættuliga veikt, men allíkavæl fekst rættuliga væl burturúr, men soleiðis gekst ikki við Berjabrekku. Projektið var nærum bara intentión, ongi kvalitetskrev og kostnaðarmetingin gjørd út frå skits- um. Byggingin var heldur ikki einføld, og húsini blivu lagað eftir ynskjunum hjá tí einstaka eigaranum — men pro- jektið datt heilt á gólvið, alt bar á skeiva borðið, og úrslitið kenna tey flestu í dag. ; Húsið er heimið hjá fólkið, og komm- unan sær framvegis eina stóra uppgávu í at skapa fyritreytir fyri hesum, men einstaklingurin má vera við at skapa sína egnu framtíð. Eru tað teir projekterandi (arkitektar og verkfrødingar), sum eru åbyrgdar- leysir? — Teir projekterandi ganga vanliga bædi vid selum og reim, teir tryggja sær prosentvisan part av byggikostn- aðinum, og er hetta órímuligt, tå ábyrgdin ikki er býtt samsvarandi. Ábyrgdin má koma meira inn í mynd- ina, marknaðurin eigur at ríva seg leys- an frá prosentvísu samsýningarrokn- ingum ráðgevaranna. Vit eiga at bjóða projekteringsarbeiðini út, á sama hátt sum vanligar handverkaraarbeidstøkur verða bodnar út. So kann útsjóndin verða ein av faktorunum, men prísurin má so sanniliga eisini telja við. At motivera politikararnar er ein neyðug uppgáva, sum teir projekter- andi makta væl. Er tann føroyski byggiudnaðurin nóg effektivur? Okkum tervar eina ídnaðarmentan, eina menning í gongdini innan ídnaðin, sum ikki hevur upplivað nakrar nevni- verdar broytaingar síðstu 20-30 árini. Ráveru hava vit onga, so fyri at ídnað- ur okkara skal gera seg meira galdandi, er neyðugt við betri planlegging og sterri ábyrgd, tí fólkið er annars nóg dugnaligt. Ber yvirhøvur til at fáa eina kostn- aðarmeting at halda? — Tað ber til um man kennir vavið á uppgávuni og kannar terv og fyritreyt- ir nóg væl. Fyri at spart í fyrstu atløgu, kundu vit valt at brúkt danskar ráðgevarar í sterri mun, men tá bleiv fakliga vitanin verandi í útlandinum. Tað kostar at byggja upp okkara egna know-how, men í longdini er tað rætta leiðin at ganga. HDD