Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 1990síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR Nr. 77 — 23. maí 1990 x Tad kemur meira enn so fyri, at toll- og politivaldid koma fram å rættiliga stórar nøgdir av narkotiskum evnum, men nú skal eftirlitið gerast enn strangari. Strangari reglur fyri narkotika Løgtingid hevur sam- tykt eitt uppskot hjå Kristiliga Fólkaflokk- inum at heita á landsstýrið um at seta í verk skerpaðar reglur um, hvussu best verður forðað fyri, at narkotisk evni koma til Føroya. Málið hevur verið til viðgerðar í Al- manna- og Heilsu- nevndini, sum hevur havt fund við politi- valdið, tolleftirlitid, tollstovuna og Arna Olsen, yvirlækna å psykiatriskari deild å landssjúkrahúsinum. Nevndin heitir á landsstýri um beinan- vegin at seta í verk tey tiltøk ímóti narkotiskum evnum, ið longu eru samtykt, eitt nú at stovna rúsdrekka- og narko- tíkaráð, keypa ein hashhund aftrat og annars gera tað ið til ber innan karmarnar á fíggjarlógini. Haraftrat heitir nevndin á landsstýrið um at seta neyðugan pening á komandi fíggjarlóg til hert eftirlit við innflutningi og nýtslu av narko- tiskumevnum. fór.- |Utbugving verður ein Síða 7 rættur hjá teimum fáu við skerdum studningi og skerdum arbeidsmøguleikum, segði Jógvan A. Johannesen, tá málið hjá Javnaðarflokkinum at kanna fíggjarligu viðurskiftini hjá teimum lesandi, var til viðgerðar á tingi mánadagin. Endamáli við uppskotinum var at lata teimum stuðul á tílíkum stødi at øll, uttan mun til inntøku, fáa høvi til útbúgving. Landsstýrisflokkarnir halda onga orsøk vera fyri at kanna fíggjarligu viður- skiftini hjá teimum lesandi, sum Javnaðar- flokkurin skeyt upp. Málið var fyri á tingi mánadagin og fall. Herfyri skeyt Javnaðar- flokkurin upp at lands- stýrið kannaði fíggjarligu viðurskiftini hjá teimum lesandi í Føroyum við serligum atliti til ums- tødurnar á arbeiðsmark- naðinum og at virka fyri, at studulin til teirra verður á slíkum stødi, at øll uttan mun til inntøku fáa høvi til útbúgving. Málið varð tá beint í Mentannar- og Skúla- nevndina. Umboðini fyri teir tríggjar landsstýris- flokkarnar mæltu frá at samtykkja uppskot jav- naðarfloksins og vístu m.a. á, at málið um útbúg- vingarstuðul er avgreitt í tinginum. Minnilutin, Jav- nadarflokkurin og Sjålv- styrisflokkurin mæltu til at samtykkja uppskotid hjå Javnadarflokkinum. KIKARAN FYRI BLINDA EYGAD Jégvan A. Johannesen, sum er umboð javnað- arfloksins í nevndini segði tá málið var til viðgerðar, at hann helt tað ikki vera nakað forgjørt i, at ting- menn fingu eitt neyvt innlit í fíggjarligu viður- skiftini hjá okkara lesandi ungdómi, men tað er kanska lættari at gera sum Nelson á sinni, tá hann setti kikaran fyri blinda eygað. Soleiðis tykist sum ser- liga Fólkaflokkurin hevur gjørt tá hann framhaldandi vil vera við, at stóðan hjá fólki ikki er so vánalig, segði Jógvan A. Johanne- sen og helt fyri, at kanska er stødan ikki so ring hjá øllum, men hjá mongum er hon sera vánalig. Hann helt, at tað vóru helst nakrir tingmenn sum droymdu aftur á gamla tíð, tá rætturin at lesa bert var fyri tey, sum høvdu peningapungin í lagi, meðan onnur ongan møguleika fingu. Hetta er ein leivd frá eini farnari tíð, sum fá ynskja at koma aftur, segði sandoyarting- maðurin. SKÚLAMÁLIÐ VAR ; HJARTAMÁLIÐ Jógvan A. Johannesen harmaðist um hvussu langt teir sokallaðu sjálvstýris- flokkarnir vóru farnir frá teirri frálíku hugsjón ið kallaðist sjálvstýrishug- sjónin. Eitt av hjarta- málunum hjá teimum, sum stóðu á odda við sjálv- stýrishugsjónini var skúla- málið, men til skúlan røkkur hugsjónin ikki longur, og tað harmadist Javnadartingmadurin um. Hann minti å hvussu týdningarmikið skúlaverk- ið er fyri føroyska mentan,- væl at merkja um vit høvdu ein veruligan føroyskan skúla, og ikki sum nú eina útlendska herming ella brongl. Jógvan A. Johannesen helt, at vit ístaðin fyri at byggja skúlaverkið upp, eru við at at pína tað niður. -Men tíbetur eru tað enn tey flestu ungu á hesum landi, sum taka undir við javnaðarflokkinum i út- búgvingarmálum. Millum annað eisini tann tjóð- veldisungdómur, sum fyri nøkrum vikum síðani stakk okkum løgtings- monnum og kvinnum eitt skriv í hondina, sum m.a visti eitt sindur á støðuna hjá teimum lesandi í Føroyum, segði Jógvan A. Johannesen og legði aftrat, at javnaðarflokkurin tekur undir við hesum ungu tjóðveldisfólkum í ti sum tey førdu fram, og vit mæla til, at tey lesandi fáa Jógvan Á. Johannesen w x ungmadur: Gevið une dóminum møguleika at - Få lesa og virka i Føroyum studning í mun til livikost naðin. Sandoyartingmaðurin hjá javnadarflokkinum mælti tinginum til at taka undir vid uppskotinum soleidis at vit geva ungdóminum møguleika at lesa og virka í Føroyum. Men tað vildi ungid ikki. Málið fekk bert sjey atkvødur, og fall. tór.- Einki apotek Í Eysturoynni Fåa vit fleiri apotek, verður medisinið dýrari. Kristiligi Fólkaflokkurin hevur skotið upp at seta á stovn eitt apotek í Eysturoynni. Flokkurin vísir á, at kommulæknar í oynni gjørdu vart við hendan tørv fyri nøkrum árum síðani, men enn er einki hent. Eisini verður víst á, at Eysturoyggin er fólkarík oyggj og hevur tí eisini brúk fyri einum apoteki. Men hetta sjónarmið vinnur ikki frama í ting- inum. Málið hevur verið í Almanna- og Heilsu- nevndini, sum hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. Meirilutin eru allir flokkar uttan Kristi- ligi Fólkaflokkurin. Meiri- lutin vísir á, at apoteks- virksemið er skipað við trimum apotekum, við goymslum ul bráneyðugan heilivåg i fleiri bygdum, handkeypssølum og rætt- indum hjå kommunu- læknum at hava heilivåg liggjandi, og skipanin vid postverkinum um medisin- pakkar ger, at fólk fáa neyðugan heilivág í rími- ligari tíð. Landsapotekarin hevur á fundi við nevndini greitt frá, at skulu fleiri apotek byggjast verður heilivág- urin dýrari. Upplýst er, at apotekið ber seg væl fíggjarliga. Í fjør við seks miljónum í avlopi. tór.- -Hava teir longu fingið fræsli, spurdi Svend Áge! Skjótt virkaði "Hvad kejseren ger... Gør kejserens sol- dater…" Soleiðis hev- ur verið siður i Sam bandsflokkinum, men nú tykist vend at vera komin í. Nýggi formaðurin í Sambandsflokkinum Edmund Joensen. sum verður sagdur at vera heldur meira demokratiskur av lyndi enn hin undanfarni, var ikki meira enn nakrar tímar gamal í for- manssessi floksins tá ungmenn hildu seg hóma eina broyting. Hetta hendi tá at- kvgðast skuldi um apotek í Eysturoynni. Atkvøtt varð við navnakalli. Tá hendi tað, at annar av eyst- uroyartingmonnum Sambandsfloksins, Jåkup Lamhauge, at- kvøddi JA, medan allir hinir sambands- menninir ikki greiddu atkvødu. Ei undur i, at ungmenn hvukku við. Tá lat í Svend Áge - bróður undanfarna formans sambandsfloksins - Hava teir longu fingið frælsi í Sambandsflokkinum? Víst hendi hetta eisini eystanfyri,- men at tað so bráddliga eisini kundi henda í "føroyska” sambandsflokkinum mundi fáur gruna. tór.-