mikudagur 23. mai 1990síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
- ella broytið formyndaralógirnar
Hevur tú ikki reyvalumman fullan av undirskriftum, loyvum og
stemplum, sleppur tú ikki inn um eina hurð i Havn vikuskiftis-
kvøldini - um tú væl at merkja ikki ert skrásettur øldrekkari í
einum ólógligum klubba.
Henda stóða kroystir fólk út í óviljað lógloysi, hon niður-
brýtur alla virðing fyri landsins lógum, og hon er perverterandi
fyri okkara hugsan mótvegis myndugleikunum
sjónarmið
Við lóg skal land byggjast
Tað er bert við lóg al
land kann byggjast.
Og tad er bædi politiskt,
buskaparliga og moralskt
at lógirnar skulu byggja
landið
Men tað krevur, at tær
verða hildnar og virdar!
Og at tey sum bróta tær,
verða revsað!
Tað er ti uil óbótaligan
skada fyri føroyskan
fólkamoral, at allir teir
lógbrótarar, sum reka
ólógligu føroysku øl-
klubbarnar, sleppa at
ganga leysir - og halda
fram við ólógliga
virkseminum!
Fútin misrøkir
arbeiðið
At lógirnar verða hildnar.
skal fútin syrgja fyri. Og
tað ger hann illa! So illa, at
hann - objektivt sæð - átti
Tad hava verið teir "fittu" og "liberalu
Teir hava givið fólki loyvi til at
at verði koyrdur frá fyri at
misrøkja sítt arbeiði
Hvørt einasta fríggja- og
leygarkvøld eru túsundtals
føroyskir ungdómar í øl-
klubbunum og stuttleika
sær - hinumegin lógarinnar
mark!
Minst 2.000 føroyingar
bróta lógina frå kl. fimm
friggjakvøld til kl. åtta(!)
sunnumorgun. Hvi ger
fútin onki? Og hví ger
ongin nakað við ein fúta,
sum letur alt hetta um seg
ganga? Sum ikki ger tað,
honum greitt er álagt?
Utsølan steðgað
Ólógliga klubbavirksemið
hevur staðið við nú í fleiri
ártíggju. Hinumegin land-
sins lógir hava fleiri
ættarlið av ungfólki
dansað og ballast viku-
skifu eftir vikuskifui.
Og yrkadagar hava
me Á
=
.
politikarunum, at her má okkur! gerast
klubbarnir verið sélubúðir,
selt hava út av húsinum
Ongin er vorðin
revsaður. Lógarbrotið er
g6dtikid av fútanum - og ti
vordid praksis hjå borgaru-
num.
Tad kom ti
hvøkkur tå fútin fyri
tveimum vikum síðani
boðaði frá, at nú skuldi
utsølan steðga! Ein lítil
partur av lógini skuldi nú
sum ein
haldast, annars varð
løgreglan send eftir
klubbunum!
Og sølan steðgaði! Dag
frå degi!
- Men ikki ti tad stendur
í lógini! Hon steðgaði, tí
fútin segði hon skuldi
steðgast!!! Lógarinnar
bókstavur hevur íkki
minsta vet av týdningi í
hesum sambandi!
Klubbanna lógir
bróta landsins lógir
Føroya lóggevandi vald
hevur smíðað lógir, sum
dagsins politikarar vita
ikki verða hildnar. Fútin
ger sum hann vil, hvussu
nógv hann virðir tær. Hann
velur sjálvur, í hvussu
stóran mun tær skulu
haldast - og ikki haldast.
Hóast útsglan er
steðgað, eru framvegis
ólóglig vertshús á øllum
stórum plássum! Ikki færri
enn fimm eru í Havn.
Nøkur eru sjálvandi
limir í hesum klubbum.
Vit hava væl einar 4.000
skrásettar øldrekkarar i
Føroyum.
Men minst helmingurin
av teimum ið inni eru
vikuskiftiskvøldini, eru
"gestir". Klubbalógirnar
loyva jú limum at hava
gestir inn við at keypa gl
og brennivín og dansa til
árla sunnumorgun.
- Men tað gera landsins
lógir ikki! Klubbarnir hava
lógir, sum bróta landsins
lógir! Tað ber bert til, tí
fútin ikki røkir sína
uppgávu. Gjørdi hann tað,
var lykilin langt síðani
fútarnir, sum hava forðað fyri einari liberalisering av form yndaralógunum.
tamba tær so nógv, at onki náttúrligt gnadd hevur verið. Onki gnadd sum hevði vist
Nr. 77 — 23. mai 1990
snaraður um í gllum
landsins klubbum, og tey
ið reka teir sett í fongsul
fyri grovt, áhaldandi
lógarbrot. Og tað sama
høvdu limirnir, sum á
aðalfundum góðtaka tær
lógbrótandi klubbalógir-
nar.
Hvat hevdi hent?
Men sjálvandi, fútans
uppgáva er ikki løtt. Tað er
skiljandi at hann skulkar
sær undan at gera tað,
hann skal.
Tí hvat hevði hent, um
fútin knappliga gjørdi sína
skyldu?
Fyri tað fyrsta er tað
heilt óhugsandi at seta
allar landsins klubbalimir í
fongsul, hóast teir hava
viðtikið tær ólógligu
klubbalógirnar.
Og limirnir høvdu blivið
í ødini, um klubbarnir
vórðu stongdir. Tí hóast
teir væl vita hvørjumegin
lógina klubbavirksemið
stendur, so hevur tað nú
verið g6dtikid í so langa
tíð, at teir rokna tað fyri
teirra rætt.
Men ikki minni í gðini
høvdu tey blivid, sum
plaga at sleppa sær inn í
klubbarnar sum gestir.
Tey, sum ikki tíma at vera
skrásettir øldrekkarar (ella
skrásettir lógbrótarar),
men sum kortini vilja
sleppa at dansa og skemta
sær í vikuskiftunum.
Tey hava jú ongan
annan møguleika! Ert tú
ikki sjálvur skrásettur
lógbrótari, so mást tú hava
onkran vin, sum er tað -
annars mást tú sita heima!
Tí hóast dansur t.d. er í
fimm stóðum í Havn hvort
vikuskifti, so er onki av
teimum alment! Hevur tú
ikki reyvalumman fullan
Steingid ølklubbarnar!
|
blad-
skrivad
Sjårdur Skaale,
madur, hevur
sjónarmiðið i dag
av loyvum, undirskriftum
og stemplum sleppur tú
ikki inn um eina hurð í
Havn vikuskiftiskvøldini. -
Um tå ikki fylgist vid
onkrum sum hevur tad,
væl at merkja.
Men kortini
Jú, tað er skiljandi at fútin
aftrar seg. Men vit koma
kortini ikki uttan um, at
hann eftir réttum átti at
stongt klubbarnar.
Og í veruleikanum hava
tað verið okkara "fittu" og
"liberalu" fútar, sum eru
høvudsorsøkin til, at
formyndaralógirnar ikki
eru liberaliseraðar!
Teir hava sloppið sær
undan einum samanbresti
millum lógirnar og
veruleikan, við at geva
fólki loyvi til at tamba - og
bróta! - tær so nógv, at at
kalla onki sunt og
náttúrligt gnadd hevur
verið. Onki gnadd sum
hevði vist politikarunum,
at her må okkurt gerast.
Ti er ivaleyst, at nógv
fólk høvdu blivið 6nøgd,
avgjørdi fútin í dag at
virða landsins lógir, og
steingja klubbarnar.
Hugsandi er eisini, at
ungfólk høvdu gjørt ófrið.
Skipað fyri tiltókum og
kravt, at lógin varð broytt.
- Og júst tí hevði tað
verið heppið, um fútin
gjørdi sína skyldu!
Tí ikki fyrr enn
rúsdrekka- og halgidags-
lógin verða virdar, síggja
vit - og politikarar okkara -
hvussu burtur úr vón og
viti tær eru.
Ein yvirhildin rúdrekka-