Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 1990síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 77 — 23. maí 1990 skalt tú í í Havn. Ert tú ikki í einum av hesum lógligu klubbum, sama sita n1d] Eftir at Kvøldlot »å hond På x tu tað mu tti lúta fyri klubbunum, iansihøll Havn, P he Í lóg hevði sjálv verið besta prógvið fyri, at hon er ónýtilig. Tástani kundu vit skoðað hana og upplivað hana sum hon er. = Formyndara- = lógirnar og "Bláa álitið" Øll mentað fólk mundu fáa nakað at hugsað um, tá tey lósu tað sera beinrakna og provokerandi sanna "Bláa álitið" í síðstu viku. Okkara mál er á fallandi føti. Ungfólk vilja nærum ikki kennast við tað. Av órgkisskapi er tað viknað, og úrslitið er at danskur málburður fellur før- oyskum studentum lættari enn føroyskur. Hetta er høvudsorsøkin til ta moralsku kreppu, ið ger seg galdandi her å landi. Hóast tey fegin vilja, duga føroysk ungtólk iKk1 væl at kenna seg til rættis í Føroyum. Fleiri halda tí lítið um at so nógv verður gjørt burtur úr at liberalisera for- myndaralógirnar, nú tá stóða landsins, bæði fíggjar- og mentunarliga, er so hættislig. Men veruleikin er, at hesar lógir eru ein onnur orsøk tl moralsku kreppuna! Tí tær kroysta at kalla allan tann føroyska ungdómin út í óviljað lógloysi vikuskifti eftir vikuskifti. Og henda stóða niðurbrýtur alla virðing fyri landins lógum. Hon er perverterandi fyri okkara hugsan mótvegis myndug- leikunum. Og hon skapar vanvirðing og illvilja mótvegis ti, sum føroyskt er. LøgiO at ongir politikarar sýnast vita hvussu tað kennist, at verða tvingaður at bróta lógirnar, fyri at sleppa at stuttleika sær eitt bd - tíðindahlaði vikuskifuskvøld. Ella hvussu tað kennist at ganga hurð av hurð millum dansihglini og ongastaðni sleppa inn. Lógirnar gera, at tú á hesum umráði ikki sleppur at ráða tær sjálvum, fyrr enn tú fert uttanlands. Ikki fyrr enn tá livir tú undir lógum tú heldur vera rættar, og tekur undir við. Við lóg skal land í felag byggjast Tá vit í Føroyum verða tvingað at livað undir lógum vit ikki taka undir við, so er tað beint ímóti allari félkarædisligari hugsan! Tí sjálvandi skal land við lóg byggjast. Men í einum demokratiskum samfelag skulu lógirnar byggja landið, soleiðis sum borgararnir vilja hava tað bygt! Í frælsum samfeløgum skulu lógirnar skipa viðurskiftini millum Fyri tveimum vikum síðani steðgaði utsølan úr klubbunum - men bert ti fútin helt, hon skuldi steðgast. Lógarinnar bók stavur hevur ikki minsta vet av týdningi í hesum sambandi menniskju, soleiðis sum tey vilja hava tey skipað. Og so skulu tær haldast! Føroysku formyndara- lógirnar samsvara ikki fólksins ynskjum. Men nakað fólkakrav um at fáa tær broyttar hevur ikki reist seg, tí fólk tíverri í alt ov langa tíð eru sloppin at bróta tær, uttan at verða revsað! Pauli er burtur! Men nú er ov seint at royna at halda hesum lógum uppi. Tað hevði ikki borið til at stongt klubbarnar í dag. Arini hava gjørt, at flestøll hava góðtikið teirra virksemi. Men lógin eigur og má og skal ikki verða skúgvað ul viks á hendan hátt! Kann hon ikki haldast, má hon broytast, so hon kann haldast! Tað hevur verið roynt fleiri ferðir. Men forstokk- aðir politikarar, sum einki kenna til vanliga føroyska veruleikan, hava fordad ti. Pauli Ellefsen, serliga. Einasta menniskja í Føroyum sum heldur, at "vit jú hava eina útmerkaða rúsdrekkalóg". Og hansara stóða hevur verið sambandsfloksins stóða. Ongin hevur torað at talað honum ímóti. Ferð efur ferð hava ússaligir sambandsmenn ugandi givið Paula heimild ul at forða fyri eini skilagóðari og moralskt neyðugari broyung. Men nú sær loksins út | síða 13 ul, at Pauli Ellefsen - Gud havi lov - hevur takkað fyri seg. - Og ul hinar er so bert at siga: Farið ul verka! Tit áttu at kent tykkum ov góðar ul at kunna liva við hesi perverterandi, demo- raliserandi stóðu. Tit bróta jú eisini sjálvir lógirnar ferð eftir ferð! A ólavsgku skuldi eitt uppskot komið. Pauli hevur ikki longur myndug- leika at steðga tí. Hendir ongin broyting tá, verður skommin tí enn størri, enn hon var tá Jóngerð eyðmjúkliga mátti taka uppskot sítt av aftur borðinum fyrr í vár. Sjúrður Skaale