mikudagur 23. mai 1990síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
På
Síða 14
tíðindablaðið
Nr. 77 — 23. mai 1990
Um at »duga« ella »ikki duga« at drekka
Nógv hevur í seinastuni
verið skrivað um mis-
nýtslu av rúsevnum. Og
tað er gott. Hesi stóru
hóttan móti bæði einstak-
lingi sær, og samfelagi í
sini heild verdur aldri ov
stórur áhugi veittur.
Men spurningurin er
hvussu viðkomandi alt
hetta yvirflatiska, meir
ella minni teoretiska tos
millum politistar, løgfrød-
ingar, moralistar og sam-
felagsfrødingar er fyri tey,
sum målid hevur mest at
siga fyri: misnytararnar
og næstrafólki teirra.
Tí tey sum stilla seg
sjålvi upp sum »serfrød-
ingar« um hesi vidkvomu
mål, hava oftast ongar
persónligar royndir at
byggja á. Minnir meg um
eitt kveldið eg sat og tos-
aði við ein sum helt seg
vita hetta og hitt og alt
um alkoholismu og
alkoholikarar. Eg spurdi
býtt: »Hevur tú hetta frá
persónligum royndum?«
og helt hann seta meg
»skåk-måt« tå hann svar-
adi: »nei, men menn hava
ju skrivad um Vietnam-
stríðið, uttan sjálvir at
hava luttikið í tía.
Heilt mát var eg tó ikki,
tí tað datt uppúr mær:
>men — um umleið 10 pro-
sent av føroysku tjóðini
vóru vietnamesarar, so
høvdu vit sjálvandi altíð
havt ein teirra við, um
Vietnamstríðið skuldi um-
rødast í fjalmiðlunum
< Har sat hann so, og
vit fóru yvir í onnur sam-
reðuevni.
Sjálvandi eru ymsar
grundir til, at alkoholikar-
ar ikki eru við, tá alkohol-
spurningar verða við-
gjørdir. Kanska aftra teir
seg sjálvir, ella kanska
verða teir ikki spurdir eft-
ir. Men tað er ikki tað, eg
vildi koma inn á her, ein-
ans gera nakrar smáar
viðmerkingar til tað, sum
longu hevur verið skrivað
um í seinastuni. >Meir um
alkoholismu« kann bíða til
eina longri grein.
Tað, sum hevur verið
frammi, er mest kjakið um
hvussu rúsdrekkalógin
eigur at vera. Eins og tað
var nakað altavgerandi
fyri vandamálið í sjálvum
sær. Gera tað til ein leg-
freðisligan (juridiskan)
spurning. Alt í lagi, fyri
tey sum vilja drekka alko-
holiskar drykkir, er tað
kanska ein juridiskur
spurningur. Men — tað
sum fekk meg at tríva í
pennin var — at viðhvert
verður sipað til: »sjålv-
andi eru tað tey sum ikki
»duga at drekka< — við
eðrum orðum: ólíkt teim,
sum »duga« tað.
Hetta er ein åhugaverd
áskoðan. Her verða
alkoholproblemini knapp-
liga gjørd til eitt upplær-
ingar- ella pedagogiskt
problem. Vid at brúka orð-
ið DUGA um vandamálini
við eiturevninum alkohol
— ella etanol —, so góð-
tekur tú ta fatan, at tað
kann »lærast«. Tí tað eg
ikki »dugi« — tad man eg
kunna »læra«. Loysnin er
her ikki longur juridisk,
men vit mugu seta kvøld-
skeið í gongd, har fólk, ið
ikki DUGA hesa list,
kunnu læra hana. Nógv
framtíðarsterv munnu so
verða fyri »Alkoholpeda-
gogar< í Feroyum. Ja —
oll hava eitt demokratiskt
krav at fáa meguleika til
at læra tað tey ikki duga,
er tað ikki so? Hvat sigur
Landsskúlaráðið.
Men javnrættur má
vera: tey, sum ikk! duga
at brúka t.d. morfinevni,
mugu eisini kunna »læra«
tað. Er samanburðurin so
burturvið? Nei. Vísinda-
ligar kanningar benda á,
væl vitandi at alkohol ikki
er eitt morfin-evni, at hjá
umleið 10-15% av teim, ið
drekka alkohol í okkara
londum, umbroytist
(metaboliserast) alkohol
ødrvisi enn hjå hinum.
Tad setur i gongd eina
(fløkta) biokemiska reak-
tion, id at enda utviklar
evnid »THIQ« > (tetra-
hydro-isoquinolin) i heil-
anum å alkoholikaranum.
Hetta evni er morfin-skylt
og tí gerst alkoholikarin
eins heftur av evninum —
og evnistrongdin fer í
gongd — sum hjá einum
morfinisti. Bæði kenning-
in og abstinensirnir eru
eðrvísi enn hjá hinum,
sum drekka. Hetta er nak-
að arvaligt.
Tí »dugir« hann ikki at
drekka. Og tí er tað nakað
tvætl at nýta orðið
»dugir« í hesum sam-
bandi. Hann kann ikki
nýta evnið alkohol uttan
at gerast heftur av tí, eins
og aðrir narkomanar av
teirra rúsevni. Hann
TOLIR ikki evnið.
Latum okkum tí sleppa
undan teim tápuligu hug-
tøkunum »DUGA« ella
ikki »DUGA« at drekka —
tá tað er visindaliga
prógvað, at talan er um
nakað viðfett, arvaligt,
sum ger, at summi ikki
TOLA hetta eiturevnið
uttan at gerast heft av tí.
Annar spurningur er so
hver er meira >normalur<
reint likamliga, hann ið
tolir eitt eiturevni, ella
hann ið ikki tolir tað.
Hver vildi nevnt ein, sum
ikki toldi blásýru, »sjuk-
an< — um hann ikki drakk
hana væl at merkja? ...
Men hann, ið hóast tað
hevði havt eina stjórn-
leysa trongd til at drekka
blásýru, hann hevdu vit
oll mett sjúkan.
nýliði
TE —————————“
Landsstýrið
charmuherferð
P-talið
Inger Hansen helt eina
sera åhugaverda 1. mai-
dags rødu í Fuglafirði í ár,
har hon minti á týdningin
av einum sunnum og
rentablum vinnulívi, ið er
grundarlagið undir væl-
ferðini her á landi.
Hon nevndi eisini ta
sera vánaligu steðu, ið
landið er komið í og helt
fram:
„Efter min mening har
alle partier været med til
at lave love, som har øde-
lagt landet, og alle
politikerne, som vi har
valgt og stolet pá, har
svigtet befolkningen. De
har gang på gang løjet for
hvor godt
det gik, og alle vidste, at
Der er tale
om så dårlig forvaltning
midler
os og fortalt,
det var løgn.
af betroede at de
burde straffes for det.«
Hetta við at siga ósatt
hvat hevur ikki verið
sagt fyri Feroya fólki um
víðkaðu P-talsskráset-
ingina? Hevur ikki verið
endurtikið nú í longri tíð,
at upplýsingarnar um ogn
og skuld úr peningastovn-
unum skuldu brúkast til
at eftirkanna, um skatta-
borgarin hevði givið rætt-
ar upplýsingar til skatta-
valdið, og at hetta varð
einaferð um árið og hevði
einki við nakað dagligt
datasamskifti við teldum
at gera.
Milt sagt, er alt hetta
ósatt, tí í m.a. Dimma-
lætting 19. mai hevur píp-
an fingið eitt heilt annað
ljóð í eini frágreiðing frá
Líkningarráð Feroya. Har
sæst týðuliga, at talan er
um meira enn at biðja um
upplýsingar frá peninga-
stovnunum einaferð um
árið, ella tá ið tað inn
ímillum verður neyðugt at
kanna gjøllari eftir hjá ein-
støkum borgarum.
Nei, nú er komið fram i
ljósið, hvat ið veruliga er
við at henda í feroyska
samfelagnum. Eitt stórt
lop fram ímóti einari full-
komnari eftirlits- og skrå-
setingarskipan av meira
enn øllum peningavidur-
skiftum feroyinga. Ein
skipan, ið m.a. koppar alt
á hevdið, soleiðis at í kom-
andi degum mugu allir
skattaborgarar eftir-
kanna, um rætt er farið
fram ímóti teimum, ístað-
in fyri sum nú, at tað er
skattavaldið, ið kannar
eftir at rætt er givið upp.
Ein skipan, ið verður
við til í stóran mun at gera
okkum til dólgar í skatta-
viðurskiftum. Tey, ið eru
roknskaparken, koma
kanska at hava ein møgu-
leika at fylgja við, men
fleiri verða tey, ið ikki for-
máa sær nakað ímóti skip-
anini.
Álvarsemið er íikki
minni, tá ið hugsað verður
um hverjir meguleikar, ið
liggja í sambandinum við
peningastovnarnar. Hugs-
ast kann, at næsti leikur
verður at víðka innkrevj-
ingina fyri skatt enn
meira.
Skuggin sæst týðulig av
ynskjum og málum em-
bætismanna og serfrød-
inga. Víðkaðar meguleik-
ar fyri at vísa á tervin fyri
at gera nýggjar lógir og
reglugerðir, sum í teirra
verð ætlast at gera skatta-
áleggingina meira rætt-
vísa og effektiva.
Henda stremban ser-
frødinga hevur sett síni
ræðandi spor eftir seg í
danska samfelagnum, har
ið fremstu lógfreðingar í
ríkinum hava sligið fast,
at »Rættartrygdin er als
ikki í lagi, tá ið vanlig fólk
ikki klára at greiða sína
sjálvuppgávu, men mugu
brúka grannskoðarar til at
greiða síni viðurskifti við
skattavaldid«.
Betri hevði tað sømt seg
í hesum degum at arbeitt
fram ímóti greiðari og ein-
faldari reglum, ið førdu
við sær ein minni terv fyri
eftirliti og skráseting, so-
leiðis at fleiri fólk fingu
møguleika at komið i pro-
duktiva vinnu.
Feroyska samfelagið
hevur hverki ráð ella brúk
fyri, at sterri orka verður
brúkt til óneyðuga um-
siting og eftirlit av fólki.
Brúk er fyri, at fleiri
koma í produktiva vinnu.
Hetta gerst ikki við at
smoyggja hesa skipan nið-
ur yvir fólkið.
Líkt er til, at ein sera
stórur meiriluti er hart
ímóti víðkaðu P-talsskip-
anini, og hevdu vit verið
sera fegin um, at henda
víðkanin ikki varð sett í
verk. Nekur eru fyri skip-
anini, men fyri teimum
vísir tað seg ikki at vera
so lívsneyðugt.
Ti eigur Føroya Løgting
at skipa soleidis fyri, at
fólksins vilji í hesum máli
verður fylgdur.
Latið ikki ætlanina og
vald embætismanna og
serfreðinga vinna í hesum
máli, „meðan fjøldirnar
mega lúta og fylgja«.
Fuglafirði 21. mai 1990
Martin Simonsen
Kvinnuligir prestar
Sum eina viðmerking
til fuglafjarðarprestin,
sum ikki vildi loyva
einari kvinnu, sum er
prestur, at prædika í
kirkju síni. Eg haldi at
víst eigur at vera til
Gal. 3,28, sum sigur, at
hjá teimum kristnu er
ikki mannamunur, her
er ikki Jedi ella Grikki,
her er ikki trælur ella
frælsur maður, her er
ikki kallur ella kona: tí
at tit eru øll ein maður í
Kristi Jesusi. Men eis-
ini verður sagt, at
kvinnur skulu vera
undirbrotligar (1 Kor.
14,34-36).
Magnus Jørgensen
P-talið er ein sápubleðra,
ikki mótmælini móti ti.
Fyri okkara allra skuld,
latið hana bresta.
Tit grundgeva fyri hví
meiri skráseting er neyð-
ug. Ógvuliga villleiðandi
og ósannbærlig tíðindi.
Ovurhonds einsporað
mannagongd, ið tit opin-
bera við hesm skrivi. Tit
fáa onga beinari líkning
av B-skattgjaldarum við
meiri skráseting.
Tey, ið hava hevi at
nýta stóran rentufrådrått,
kunnu finnast við hond.
Har er eisini vert at leggja
til merkis, at tað er lógligt
at spekulera við rentum.
Hví skal tað so skráset-
ast.
Hví greiða tit ikki frá,
hvussu nógvar vanligar
árslenir gjaldast skulu
fyri ta øktu EDV-nýtsl-
una. Hvussu nógv EDV-
fólk skulu setast, og
hvussu nógv vanlig skriv-
stovufólk verða uttan ar-
behandla o.a.
» 5»
Vit koma um alt landið.
Vit gera gamla gólvið sum nýtt
% Slípa, reinsa, avsyra, lakkera, acrylbonbehandia, lút-
Træ, tundur, linoleum, flísar oa.
Gólv, trappur, møblar 0.2.
Bindandi tilboð og vegleiðing verður givin.
beiði, tá skipanin koyrir.
Komið nú, latið okkum
vita.
Fyrst og fremst, hví
siga tit ikki frá, at henda
meiri skrásetingin er heilt
neyðugt, tá okkurt stýri
onkuntíð í framtíðini fer
at seta í verk ognarskatt.
Tað vildi verið langt frá
mær at lagt tykkum undir
at arbeiða fram ímóti ogn-
arskatti, men hver veit
um ikki veljarin einaferð
verður so óheppin at hann
velur fólk á ting, ið fara at
áseta ognarskatt. Tá hava
tit ruddað slóðina.
Alt hetta og okkurt,
sum eg ikki veit um, átti
at staðið í tykkara upp-
lýsingarskrivi, um tit vilja
kallast tilvitandi ábyrgd-
arfólk. Býtt og einsporað
rakstrarróp eru vit langt
síðani vaksin frá, til alla
lukku eru vit farin at ivast
og spyrja.
Súsanna Dam
5
Golvtænastan
Tlf. 18875-19890