Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 40 - 27. februar 2003 Nr. 40 - 27. februar 2003 21 Daewoo Evanda Avloysarin fyri Dae- woo Laganza, Evan- da, kemur á evrope- iska marknaðin í vár. Bilurin, ið er 10 cm longri enn Leganza, er designaður á itali- ensku teknistovuni, ItalDesign. Kelda: Motor Magasinet Hyundai og Kia Koreansku bilverk- smiðjurnar Hyundai og Kia hava bygt eina stóra designmiðstøð í Irvine í California, ið skal samstarva við teirra egnu design- miðstøðir í Korea og Evropa um framtíðar bilmodellini. Kelda: Motor Magasinet Mercedes E stationcar Ein nýggjur Mercedes E stationcar kemur á danska marknaðin í mars. Bíligasta útgáv- an kostar yvir 800.000 krónur í Dan- mark Kelda: Motor Magasinet Við nýggja Nissan Micra ber til at læsa bilin upp og koyra avstað uttan at taka billyklarnar úr lummanun. Bilurin er ein blandingur av japanskum og fronsk- um designi og koyri- eginleikum BILAR Magnus Gunnarsson Nissan Micra er fyrsta úr- slitið av samstarvinum millum Renault og Nissan. Navnið er tað einasta, ið nýggi Nissan Micra hevur til felags við forgangaran. Hóast bilurin er 4 cm styttri enn forgangarin, er hann bæði hægri og breiðari, og harvið verður meira pláss í kabinuni. Baksetrið kann flytast 20 cm aftur og fram, soleiðis at setrið kann koyr- ast aftur fyri at fáa betri beinpláss og fram fyri at fáa størri viðførisrúm. Við- førisrúmið kann varierað frá 251 til 371 litrar. Micra hevur nýggja "Keyless- Go"systemið, har bilførarin uttan at taka lykilin úr lummanum kann læsa seg inn í bilin, starta motorin og koyra avstað. Eisini hev- ur bilurin "battarísikring" sum tryggjar at ljósið inni í bilinum søknar eftir 10 min. ella 2 tímum, alt eftir hvat tað er stillað til. Hetta er fyri at tryggja, at bilurin ikki stendur uttan streym, um eigarin gloymir at sløkkja ljósini. Forlyktirnar sita ovarlaga á forskermun- um og toppurin á lyktunum sæst undir koyring í myrkri. Prísir frá kr.129.000 Micra fæst við 1.2 litur bensinmotorum við ávika- vist 65 og 80 hk og einum 1.4 litur bensinmotori við 88 hk. 1.5 litur dieselmo- torum hevur 65 hk. Stand- ardútgerðin er m.a. ABS bremsur við EBD (Elek- troniskum Bremsukraft Deilara) og NBA (Nissan Brake Assist), elektroniska ferðreguleraða servostýr- ing, airbag framman, í síð- unum og airbag gardinur í loftinum, aktivar nakka- pútur, Anti-dyk forsetur og "Kom gott heim" forlyktir, sum lýsa eina løtu eftir, at bilførarin hevur sett bilin frá sær. Tað merkist at Micra er gjørdur í sam- starvi við Renault, tí bilurin er ein blandingur av ja- panskum og fronskum designi og koyrieginleik- um. Designið er sermerkt, serliga framman, við lykt- unum oman á skermunum. Micra verður gjørdur við trimum og fimm hurðum. Prísirnir byrja við kr. 129.000 fyri ein við 1.2 litur motori við 65 hk og trimum hurðum. Bilurin verður framleiddur á Niss- an bilverksmiðjuni í Sund- erland í Onglandi. Nissan Micra 1.2 Visia 5/h Motorurin: 1.2 litur 4 syl. bensin 80 hk 0-100 km/t: 13,9 sek Bensinnýtsla: 16,9 km/l (blandað koyring) Dekkstødd: 165/70-14 Stødd og vekt Longd: 371,5 cm Breidd: 166,0 cm Hædd: 154,0 cm Eginvekt: 975 kg Totalvekt: 1475 kg Viðførisrúm: 251-371 litrar Prísur: kr. 142.000,- Søluumboð: P/F Meinhardt Arge v.Oyggjarvegin FO-100 Tórshavn Tel. 345400 www.nissan.fo Nissan Micra – bilurin uttan startlykil Í sambandi við at nýggi Nissan Micra er komin á marknaðin, var opið hús hjá P/F Meinhardt Arge seinasta leygardag. Jan Hentze, sølumaður, sýnir her nýggja bilin fram Designið er ein blandingur av fronskum og japanskum stíli. Bilurin hevur stóra baklúku, og viðførisrúmið kann gerast størri við at flyta baksetrið fram Micra innan. Við "Keyless-Go" systeminum kann bilførarin, uttan at taka billykilin úr lummanum, læsa seg inn í bilin, starta motorin og koyra avstað TÍÐINDASKRIV FRÁ RFF Magnus Gunnarsson Í samstarvi við politiið, am- bulansutænastuna á Lands- sjúkrahúsinum, koyrilærarar og ferðsluoffur, skipar Ferðslutrygd fyri dag- skeiðum fyri 9. flokkar í Føroyum um evnið »ferðsla og ungdómur« Endamálið við dagsskeið- inum sum Ferðslutrygd skip- ar fyri er at fáa næmingin at skilja, hvussu nær vandanum hann í veruleikanum er tá hann ferðast í ferðsluni, og at tað ikki bara eru "hini", sum kunnu koma út fyri álvars- ligum ferðsluvanlukkum. Hetta verður m.a. gjørt, við at fólk, ið hava upplivað ferðsluvanlukku, greiða frá úr egnum barmi. Eisini verður við filmum og mynd- um roynt at lýsa, hvussu ógvusliga náttúrukreftirnar leika í, tá ið illa vil til. Aldursbólkurin 15 til 24 ár umboðar einans 18% av fólkatalinum, men eigur 40% av teimum, sum hava fingið ringastu skaðarnar í ferðsluvanlukkum. Hagtølini prógva, at hóast tey í ald- ursbólkinum 15 til 17 ár ikki koyra bil sjálvi, eru tey í eins stórum vanda at koma í álvarsliga ferðslu-vanlukku, sum tey ið hava aldurin til koyrikort. Og hetta er ein orsøkunum til, at Ferðslu- trygd leggur doyðin á at gera upplýsingararbeiði millum ung. Avleiðingarnar í brennidepilin At 9. flokkur er valdur sum málbólkur, er tí, at hetta er seinasta høvið at hitta ein heilan árgang á máli í senn í fólkaskúlanum - í 10. flokki byrja næmingarnir jú at fara hvør í sína ætt. Í 9. flokki eru bara 2-3 ár eftir, til koyri- kortið skal takast, og tí er upplýsing um ferðsluvandar millum ung sera viðkomandi fyri henda aldursbólk. Á dagsskeiðinum er ikki ætlanin at nýta moralska fremstafingurin. Heldur verður roynt at seta av- leiðingarnar av ferðsluvan- lukkum í brennidepilin: tað dýrabara, óskadda í mun til tað brotna og syndraða, - hitt ljósa og vónríka unga sinnið í mun til tað døkka og vónbrotna. Roynt verður ikki einans at tala til vit og skil, men eisini til kenslurnar. "Málið er at geva eina sterk- a uppliving, sum setur seg í mergin, og á henda hátt at ávirka hugburðin tann rætta vegin", sigur Jón Kragesten, leiðari á Ferðslutrygd. Málið er at geva eina sterka uppliving Jákup Thomasen í Sørvági, ið er lamin eftir eina ferðsluvanlukku, greiðir skúlanæm- ingum frá avleiðingunum av ferðsluvanlukkum Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 21 20 FORD ESCORT 1.8 DIESEL Árg 96, Km 154.000. Kr. 55.000 FORD ESCORT 1.3I CLX Árg 97, Km 85.000. Kr. 50.000. FORD TRANSIT 2.5 DIESEL Árg 96, Km 102.000. Kr. 85.000. FORD ESCORT 1.8 TD Árg 97, Km 137.000. Kr. 70.000. FORD ESCORT 1.8 DIESEL Árg 95, Km 171.000. Kr. 50.000. FORD FOCUS 1.6I GHIA Árg 99, Km 56.000. Kr. 134.000. FORD FOCUS 1.6I GHIA Árg 99, Km 62.000. Kr. 134.000. FORD FOCUS 1.8 TDI Árg 99, Km 69.000. Kr. 142.000. CITROEN XARA 2.0 HDI Árg 2001, Km 26.000. Kr. 160.000. TOYOTA CARINA E 1.6 XLI Árg 92, Km 202.000. Kr. 55.000. MITSHUBITSHI GALANT 1.8 Árg 89, Km 250.000. Kr. 30.000. FORD ESCORT 1.8 TURBO DIESEL Árg 97, Km 127.000. Kr. 78.000. FORD ESCORT 1.8 DIESEL STW Árg 96, Km 52.000. Kr. 65.000. FORD FOCUS 1.6I GHIA Árg 2000, Km 57.000. Kr. 148.000 Vit lata 20% í avslátri um ongin bilur er í byti AKRANESGØTA 5 TEL 313873 FAX 311173 www.wenzel.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo