Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 40 - 27. februar 2003 Nr. 40 - 27. februar 2003 23 VIÐMERKINGAR Hægri útbúgvingar - eitt íkast í kjakið Heðin Samuelsen Malan Marnersdóttir, rekt- ari á Fróðskaparsetrinum, hevur drúgva grein í Sosi- alinum 13. februar, har hon m.a. gjølliga greiðir okkum øllum frá um, hvat ein akademisk útbúgving er, og hvat ið krevst fyri at kunna fara undir at geva akadem- iskar útbúgvingar. Hon byrjar við at leggja upp til, at teir stovnar, sum fara ella ætla sær undir at geva aka- demiskar útbúgvingar og Fróðskaparsetrið, mugu saman finna út av, hvussu tær kunnu koma í lag, men mælir tó longri frammi í greinini til, at allar, sum verða hildnar neyðugar, verða savnaðar undir Fróð- skaparsetrinum og vísir á, at hetta er í samsvar við álitið Føroyskur førleiki frá 1999 og stovningarenda- málið 1965 við Fróðskapar- setrinum, nevniliga at tað skuldi verða einasti aka- demiski lærustovnur í land- inum. Hon heldur, at tað er tíð uppá at fáa eitt álvarsligt orðaskifti um, hvørjar og hvar tær akademisku út- búgvingarnar skulu vera. Tað haldi eg eisini, og loyvi mær tí við undurtøku frá leiðslu og fleiri av starvs- fólkum Handilsskúlans at gera hesar viðmerkingar til grein hennara og at upplýsa og hugleiða um ymisk við- urskifti, ið koma evninum við. Lítil ivi er um, at hon, innballað, leggur dent á at ávara ímóti, at aðrir út- búgvingarstovnar og serliga Handilsskúlin fara í holt við at geva akademiskar út- búgvingar. Hon nýtir eisini høvið til alment at geva Handilsskúlanum krakk viðvíkjandi biðilsins ynski um at Fróðskaparsetrið veitir - sum skrivað verður í greinini - "trygd fyri aka- demiska stignum á handils- skúlanum", og grundgevur fyri hesum við fyrst at vísa til løgtingslóg og kunngerð fyri Fróðskaparsetrið, sum ikki heimilar hesum, og seinni við, at setrið ikki kann veita trygd fyri at vís- indaligur førleiki er á øðr- um stovnum. Útvarp Føroya hevði eftir hetta samrøðu við hana um okkurt av innihaldinum í greinini, har Handilsskúlin eisini fekk serliga umrøðu. Tí ditti eg mær at halda, at beinleiðis orsøkin til, at Malan júst nú fer undir at skriva um akademiskar út- búgvingar, er, at hon er eitt sindur ørkymlað av mál- vísu og ítøkiligu ætlanum Handilsskúlans um varandi at fara undir at geva hægri útbúgvingar eftir miðnám. "Varandi", tí at skúlin longu hevur havt sovorðnar í 15 ár; HD o.a. Eg hugsi, at hon hevur góðar grundir at frykta, um hon ikki ynskir Handilsskúlan o.a. skúlar at gerast "akademiskir". Hetta verður ikki sagt sum ein banal hóttan frá vrakaðum biðlasveini (eg kenni meg av ymsum natúrligum orsøkum raktan av "krakkinum"). Orsøkini fyri fryktini royni eg at greiða frá niðanfyri. Men áðrenn eg fari undir tað, vil eg strika undir fyri møgu- ligum lesarum, at greinin hjá Maluni yvirhøvur er ein innilig áheitan á myndug- leikar, útbúgvingarstovnar og onnur avvarðandi um í tøkum tíma at taka seg saman at fáa skil á skipan- ini av akademiskum út- búgvingum í Føroyum, og at greinin væl og virðiliga vísir á nógvar av teimum ivaspurningum, sum støða má verða tikin til. Eisini kenni eg trongd til, við tað at eg ofta er í so ber- søgin, og - í hesum føri - meti málið at vera týdning- armiklari enn Maluna, beinanvegin at leggja dent á, at eg ikki á nakran hátt ynski at vera Fróðskapar- setrinum til ógagns, og at eg taki fult undir við Mal- uni í áheitanini og flestum av áskoðanum hennara, men at tað kortini eru øki, har vit eru ósamd, og har hugburðir okkara, um hvat ið letur seg gera, eisini bera sundur - í støðum ikki heilt lítið. Útbúgvingartørvur Hugurin hjá føroyingum at fáa sær akademiska og aðra hægri útbúgving er stórur og vaksandi. Útbúgvingar- nøktanarstigið hjá stórum parti av ungdóminum hevur seinastu 70 árini flutt seg frá 7 ára skúlagongd um millumskúla-, præliminer- og realskúlaprógv til mið- námsprógv og verður skjótt bachelorstig. Dømi um hetta eru, at 330 fólk sýndu áhuga og 130 teknaðu seg til Master of Management útbúgvingina hjá Robert Gordon University, sum fer fram sum fjarlestur við avmarkaðari undirvísing á Handilsskúlanum, og stóri áhugin fyri teldustøðinga- og HD-útbúgvingunum og øðrum framhaldi eftir mið- nám. Handilsskúlin hevur, á sama hátt sum við RGU, avtalu við handilsháskúlan BI í Stavanger um, at teir, umframt annað, hjálpa Handilsskúlanum so líð- andi at gerast handilshá- skúli (vit hava ongantíð nýtt meirvirðisljóðandi orðið "universitet", sum Malan skrivar). Ímeðan veita teir trygd fyri, at innihaldið í útbúgvingum, stovnarnir hava saman, hevur sømuliga góðsku og við hesum "akademiskt" stig. Ein spyr tí seg sjálvan: Er tað ikki í veruleikanum kákl (undanførsla), tá ið Malan við at vísa til lóg og kunngerð heldur upp á, at Fróðskaparsetrið ikki kann veita Handilsskúlanum somu trygd og sømdir sum akademisku stovnarnar utt- anlands? Er talan ikki bara um at vísa vilja og at hava handalag? Vit á Handilsskúlanum merkja stóra tørvin og royna at finna loysnir. Tað er ikki avgerandi fyri okk- um, um undirvísingin fer fram á Fróðskaparsetrinum ella á Handilsskúlanum - ella á RGU ella BI fyri tað. Tað, sum um ræður í dag fyri skúlar eins og vinnulív er, at savna seg um tað, ein er bestur til (kjarnuførleiki) og festur at og at skapa net- verk inneftir og úteftir við tí endamáli, á liðiligan og skilvísan hátt at veita ta bestu undirvísing og soleið- is, at tey lesandi alla tíðina hava ymsar, fjølbroyttar møguleikar at velja ímillum. Hvat vil Handilsskúlin Avgerandi fyri Handils- skúlan er at nøkta tørvin og at hækka almenna undirvís- ingar- og fráfaringarstigið í Føroyum og heimaførleik- an at undirvísa. Møguleik- arnir eru at virka í sjálv- drátti ella saman við øðr- um, heilt ella partvís. Av tí at Fróðskaparsetrið longu er góðkendur hægri læru- stovnur og kann skipa fyri uppaftur hægri undirvísing enn Handilsskúlin miðar ímóti (enn) og hevur, um eg so má siga, tikið patent uppá at vera einasti aka- demiski stovnurin í Føroy- um, síggja vit her ein fyri- myndarligan møguleika fyri við samstarvi og sam- skipan at røkka hesum mál- um og samstundis gagna báðum stovnunum: Hand- ilsskúlin verður lyftur upp á hægri stig, báðir fáa størri tilgongd og Fróðskaparsetr- ið fær eitt breiðari fólka- grundarlag fyri at hava fleiri breytir og undirvís- ing, sum veruliga er grund- að á vísindaligt arbeiði, og fyri sjálvari granskingini. Vinningurin verður uppaft- ur størri, um aðrir undirvís- ingarstovnar og øki (ikki at gloyma fiskivinnuna) verða tikin við. Eg havi tó valt ikki at draga hesi uppí beint nú. Við øðrum orð- um: Vit kunnu saman skapa eitt fullnýtsluárin (ration- aliseringseffekt) og sam- virkisárin (synergieffekt). Handilsskúlin er á vakstr- arstigi á nýggjum økjum og búningarstigi á gomlum. Leiðslu og fleiri lærarunum tørvar avbjóðingar á hægri stigi. Vinnulívið hungrar eftir fólki við útbúgving á miðnáms- og hægri stigi. Alsamt fløktari, frælsari og opnari samfelagið hevur við sær, at virki, almennir stovn- ar o.tíl. ikki longur bara spyrja eftir serfrøðingum av tí gamla slagnum (juristum, økonomum, cand. magum o.tíl.) men eftir serfrøði á alskyns økjum, men sam- stundis eftir víðfevningum (generalistum). Samstundis verður ásannað, at halda vit á við vanabundnum, fast skipað- um útbúgvingum (eftir danskari fyrimynd) við homogenum innihaldi, so verður skipanin óliðilig, og verður tað ov kostnaðar- mikið at hava nóg nógv sløg av útbúgvingum her á landi. Í ES hava tey fyri fleiri árum síðani fata, at so at siga eitt og hvørt prógv á hægri stigi er váttan um hægri (les:akademiskan) førleika. Mált verður í ECTS'um, eisini um landa- mørk. Samlaða ECTS'ið er tað, sum prógvar útbúgv- ingarstigið - og ikki um tú hevur tikið tey á Fróðskap- arsetrinum ella Handils- (há)skúlanum. Sjálvsagt telur slagi av sergreining, tá ið starvsett verður. Tí ber til at "modulera" útbúgvingar eftir ECTS'um og at gera ymiskar samansetingar av tvungnum og valfríum lær- ugreinum og sergreinum. Tað er hetta, sum vit eftir mínum tykki eiga at hava sum eina grundhugsan, tá ið skipað verður fyri hægri útbúgvingum enn miðnám. Ivi Malunar Malan heldur tað vera ruddiligast, um Fróðskap- arsetrið verður víðkað við teimum deildum, sum kom- ið verður fram til eiga at vera. Hon nevnir m.a. handilsfrøði sum eitt víðkanarøki. Hennara ótti fyri, at Handilsskúlin, og fyri tað aðrir stovnar eisini, fara at undirvísa, eitt nú til bachelorstig, grundar hon á sín iva um, um nóg góður og nóg nógvur førleiki er tøkur í Føroyum til at bjóða út akademiskar útbúgving- ar á øllum hesum økjum, og hon ivast um, hvørt hesir førleikar skulu savnast ella spjaðast á fleiri stovnar. Eg skilji hana væl, um hon heldur upp á, at bert vísindafólk í fastum starvi eiga at veita granskingar- grundaða undirvísing á hægri lærustovnum, og eingin gransking er knýtt at nýggju deildarevnunum, eitt nú handilsfrøði. Men soleiðis hugsa vit ikki. Okkara ivi snýr seg meiri um, hvussu ið vit fáa út- búgvað ta ørgrynnu av væl lærdum fólki, sum vit sam- anlagt hava á skúlum, al- mennum stovnum og vinnulívi at gerast góðir undirvísarar og góðir miðl- arar av tí, sum vísindin er komin til í einara hægri skúlaskipan, sum er ein blanding av lestri og van- ligari skúlagongd, har tey lesandi í heilt stóran mun hava sjálvsábyrgd fyri (inn)læringini. Apropos: Eg havi ein trupulleika við at skilja logikkin í, at Malan krevur, at øll akademisk undirvís- ing eigur at vera gransking- argrundað, og at Fróðskap- arsetrið nú fer undir sjúkrarøktarfrøðina. Mær vitandi verður ikki gransk- að á hesum øki, og eg giti mær tað, at flestu undirvís- ararnir verða teir somu, bara á øðrum staði og kanska við øðrum háttalagi. (men tað kunnu nokk tjúkkar bøkur verða skrivaðar um tað, sum eg ikki skilji). Eg vendi aftur til hesi evni longri niðri. Ávegis samanumtøka Handilsskúlin er komin til niðurstøðuna, at mest logiska og natúrliga loysnin man vera: • At gera sær greitt, hvørjar útbúgvingar tørvur er á. • At býta hesar útbúgv- ingar ella partar av teimum sundur til teir stovnar, sum fakliga eru, ella sum kunnu hugsast at gerast, best fyri at taka sær av teimum. Hetta er eisini ein identit- etsspurningur hjá stovnun- um og í roynd og veru at nýta vanligt vit og skil, ser- liga tá ið hugsað verður um at fyriskipa, fyrisita og øko- nomisera, men kanska ikki at leiða. • At seta hesar hægri út- búgvingar saman í liðilig fakmodul eftir ávísari skip- an, sum ov langrøkjut er at greiða frá her, sum, saman við ymiskum fjølbroyttum og liðiligum sergreiningar- modulum, geva fyrst og fremst bachelorprógv og seinni høvuðsgreinaprógv (Masterprógv) og møguliga PhD. Eina skipan, har lesandi eisini fáa góðskriva ECTS frá øðrum útbúgv- ingum, sum tey hava tikið á hægri stigi. • At menna lærarar og stovnin sum heild til at kunna taka sær av hesum. Í hesum sambandi kann verða nevnt, at Handils- skúlin er um at fara undir eina útbúgvingarskrá fyri 8 lærarar, so teir eftir 2-3 árum verða fullmentir at veita undirvísing í merk- antilum lærugreinum, eitt nú í útbúgvingum, tey hava á RGU og BI. Viljin at broyta Sum skilst, so mennast skúli og samfelag av sær sjálvum, t.e. líka mikið um myndugleikarnir eru uppií ella ikki og líka mikið, um samskipað verður millum stovnarnar ella ikki. Hetta hevur nakað við innbygdan dynamikk at gera og er, í hvussu er á Handilsskúlan- um, ein spurningur um at seta sær mál, hava eina hóskandi fyriskipan og at hava viljan til at broyta og laga seg eftir skiftandi sam- felagsviðurskiftunum. Men vit halda, og tað haldi eg, at Malan eisini heldur, at yvir- skipaðu myndugleikarnir áttu at "spælt" við alla tíð- ina, soleiðis at alt ikki veks- ur vilt. Vakstrartrýstið kemur frá teimum ungu, samfelagn- um (vinnulívinum) og inn- anifrá, og normurin fyri formligari endaútbúgving - fráfaringarstigið - hjá "van- ligum" fólki hevur nú flutt seg upp á bachelorstig, í hvussu er uppímóti. Hetta er grundleggjandi veruleik- in, sum vit mugu "fyri- halda" okkum til. Tí mugu allir undirvís- ingarstovnar (støðugt) vera fúsir at endurskoða tilveru- grundarlag teirra og mál og háttaløg. Tað hava flestu lond uttan um okkum verið noydd til. Tað er lítil dugur í at vera nostalgisk(ur) við t.d. at halda fast um 800 ára gamlar siðvenjur, sum tað í stóran mun verður gjørt á lærda háskúlanum í Keyp- mannahavn (eg haldi ikki, at tað í nøkrum øðrum landi eru so nógvir blindir vegir, sum í donsku skúla- skipanini). Og heldur ikki - eisini til dømis - at halda fast um patentið uppá hug- takið "akademiskur". "Um autonomiur bert verður ein rættur og ikki ein skylda, hevur hann lyndi til at gerast verjumekanisma: Tit - umheimurin - mugu ikki halda nakað um okkum, tí tað skulu vit nokk sjálvi", minnist meg onkran at hava sagt. Eingin stovnur hevur virði í sær sjálvum, men bara tí at hann skapar virði. Hugtøkini akadem- iskur og gransking Malan sigur í greinini, at akademiskar útbúgvingar eru eyðkendar við, at undir- vísingin er grundað á gransking. Ein logisk niðurstøða av hesum er: Handilsskúlin hevur onga gransking, ergo er Handils- skúlin ikki akademiskur (undirskilt: og hevur tí ikki natúrligan rætt til at fáast við hægri lestur). Er danska fremmanda- orðabók mín eftirfarandi, so merkir orðið "akademik- er" einstaklingur, sum lesur ella hevur lisið á universit- eti ella hægri lærustovni. Onkustaðni merkir tað tó at vera limur í einum aka- demii. Um "akademisk diskus- sion" sigur fremmanda- orðabókin "diskussion, uden praktisk betydning". Nú argi eg, men tað er ikki fyri blindan at bera, at eftir flestra manna meining er "akademiskur" orð, sum meiri hevur prýðivirði enn handligt virði. Og tað eru ikki bara av undirluta- kenslu, at tey siga so. Veruleikin eftir mínum tykki er hann, at øll hægri útbúgving pr.definitión er hægri útbúgving, t.e. út- búgving við størri krøvum og við m.a. hægri abstrakti- ónskrøvum enn útbúgving- arstigið frammanundan (miðnámsúbúgvingin). So kanst tú nevna hana aka- demiska ella lata verða. Men Malan knýtir hægri undirvísing at akademiska hugtakinum og gransking og greiðir okkum frá, at tey, sum undirvísa og hava ábyrgdina av fakunum, eru virknir granskarar og hava royndir við gransking. "Førleiki at granska kann ikki veitast og gevast við fulltrú so at siga" leggur hon so elegant afturat, sip- andi til krakkin, hon gevur Handilsskúlanum. Nú er tað bara so, at Handilsskúlin bara óalment hevur biðið hana, sum umboð fyri Fróðskaparsetr- ið, um at stuðla Handils- skúlanum í strembanunum eftir at gerast handilshá- skúli sum frá líður við at hava eftirlit við góðskustig- inum fyribils, til skúlin fær góðkenning sum slíkur. Hildið varð, sum áður nevnt, at tá ið hægri læru- stovnar uttanlands kunnu veita hesa trygd, so átti Fróðskaparsetrið eisini at kunna gera tað. Noktandi svar er ikki vanlukka fyri Handilsskúlan. Men tað noyðir hann at halda seg til stovnar uttanlands og er spell fyri heildarráðlegg- ingina av føroysku undir- vísingarskipanini og glatan av møguleikunum at sam- skipa týdningamiklar partar av skúlavondini og møgu- leikum fyri sparingum, tá ið samanum kemur. Førleiki at granska kann ikki gevast við fulltrú, tað er vist og satt, men tað er málinum óviðkomandi. Vit kunnu skjótt verða samd um, at viðkomandi gransking hevur alstóran týdning fyri eitt og hvørt land, og flest øll munu halda, at granskingin í stór- an mun eigur at vera knýtt at Fróðskaparsetrinum. Men at knýta kravið um gransking so tætt at und- vísing, sum Malan og nógv onnur, sum hava við lærdar skúlar at gera, haldi eg vera burturvið. Veruleikin er eftir mínum tykki, at vit øll grunda okkara undirvísing á eitt ella annað slag av gransking hjá øðrum og viðhvørt eisini meira ella minni hjá okkum sjálvum. Tað kann vera áhugavert at hava lærara, sum er gransk- ari, men hann er eingin treyt ella trygd fyri dygdini í øllum tí, ein skal seta teg inn í, og ikki altíð er vitan hennara ella hansara við- komandi og nyttug fyri tann lesandi. At tann lesandi fær meiri burturúr, um hann ella hon lesur í einum granskingar- umhvørvi, er sannleiki við modifikatiónum. Gransk- ingarumhvørvið er neyðugt hjá teimum, sum vilja røkka hástigi, og sjálvi skulu granska, og minni neyðugt hjá vanligum "aka- demikarum". Men tað er týdningarmikið, at lesandi lesa í einum "lærandi um- hvørvi". Gransking nýtist heldur ikki í 2003 at vera staðbundin. Internetið er uppfunnið, og tað verður dúgliga brúkt. Ikki merkti eg nógv beinleiðis til gransking, tá ið eg gekk á universiteti og øðrum lærd- um skúla, men sjálvsagt lá hon aftanfyri nógvum av tí, sum lisið varð. Og ikki vóru granskararnir altíð teir bestu at læra frá sær. Vit hvørki kunnu ella eiga at verða granskarar øll somul. Tað er bæði ov dýrt og ov órationelt. Og kritt- iskur hugburður og vísinda- ligt háttalag kunnu lærast, so tey gera optimala dag- liga og samfelagsliga nyttu, uttan at einum nýtist at granska sjálv(ur). Á hand- ilsháskúlum og universitet- um hava tey hesi evni sum vanliga lærugrein. Har eg var, æt tað filosofikum og logik og metodelære fyri at venda aftur til nostalgiina. Fróðskaparsetrið tykist eisini at verða í tvídrátti við seg sjálvt um, hvussu nógva tíð undirvísingin eig- ur at taka frá granskingini, sjálvt um Malan leggur dent á, at undirvísing er stimbrandi fyri gransk- ingina. ------------ Frammanfyri eri eg kanska farin í so nógv eftir "mann- inum enn bóltinum", nú talan er um at fáa samstarv í lag í einum týdningar- miklum máli. Men tað er tí, at grein Malunar eftir øll- um at døma millum manna - eisini av fólki uttanfyri Handilsskúlanum - verður fatað sum ein niðurgerð av Handilsskúlanum. Tað hev- ur hann, hóast lýti eru, ikki uppiborið. Hann man kortini fara at røkka sínum málum, við ella uttan stuðli frá sínum nærmastu. Eg haldi eisini, at Malan átti at verið komin við fleiri upp- byggjandi hugskotum og uppskotum. Spell er, um haldan fast um formligar reglur og tvørrandi hugur at broyta og laga seg eftir um- støðunum skulu forða fyri samskipingarmøguleikum, sum smá lond hava lættari við at kunna úrnýta - og eiga at úrnýta. Hvat er nú til ráðs at taka? Um avvarðandi liðir í føroysku skúlaskipanini • ásanna, at ynskiligt er at hækka almenna útbúgving- arstigið til bachelorstig hjá nógv fleiri ungdómum enn nú • ynskja, at stórur partur av hesi útbúgving fer fram í Føroyum við teirri avleið- ing, at útveganargrundar- lagið fyri evnum til høv- uðsgreinalestur, gransking o.t. veksur og breiðkast, men samstundis eru áhug- aðir í, at samstarvað verður við lærdar stovnar uttan- lands, har vit ikki røkka til • áseta, at vanliga (prinsi- piella) útbúgvingin hjá teimum, sum skulu undir- vísa á einari bachelorút- búgving, er prógv frá lærd- um háskúla og prógv fyri undirvísingarførleika • eru fúsir at broyta og gera neyðugu íløgurnar er tíðin búgvin til - kanska eftir stutt alment orðaskifti - at seta eina "breiða" nevnd at koma við ítøkilig- um uppskoti(um). Sum eg síggi tað nú, eru tveir ytri kostir at velja ímillum (millumloysnir kunnu tó hugsast): • Antin at lata miðnáms- skúlarnar leingja um ella at leggja stig og deildir afturat teirra verandi útbúgvingum og virka í sjálvdrátti, t.e. at formalisera verandi ar- beiðslag. • Ella at samskipa alla hægri útbúgving eftir mið- nám við Fróðskaparsetrin- um sum samskipara (para- plyorganisatión) og part- vísan veitara av bachelor- útbúgvingum umframt av upp aftur hægri útbúgving- um og við hinum skúlunum sum veitarum av teimum sløgum av útbúgvingum, sum teir verða mettir at vera betri hóskaðir til, nevniliga á økjum, sum teir eru festir at, eitt nú í vinnulívinum. Eg halli til seinnu loysn- ina. M.a. tí at hon ger tað lættari at virka út eftir, og tí at hon stuðlar upp undir depilsloysnina, t.e. at ein vitanarmiðstøð verður bygd uppi í Marknagili, sum bæði fevnir um byggiætlan- irnar hjá Fróðskaparsetrin- um, tær hjá trimum mið- námsskúlum og fegnast fleiri øki afturat. Eg havi tó eina kenslu av, at trupult verður at fáa skjóta undir- tøku fyri hesari idealloysn- ini. Fleiri starvsfelagar, em- bætisfólk og politikarar, sum eg havi tosað við ella hoyrt tosað um hesi viður- skifti halda, at bygnaðurin og fyriskipanarlagið sum heild og serliga á Fróðskap- arsetrinum eru ov stirvin til, at fyrisitið kann verða munadygt. Eyðsæð er undir øllum umstøðum, at hend- an loysnin krevur fyriskip- anarligar, fyrisitingarligar og stjórnarligar broytingar, sum m.a. geva "hinum stovnununum" rættindi at ávirka og í hvussu er at vera við til at taka avgerðir á økjum, sum stovnarnir menna í felag. Sum dømi kann nevnast, at vit á Hand- ilsskúlanum ikki undraðust sørt á, at hann ikki fekk boðið at vera uppií, tá ið Fróðskaparsetrið bygdi víð- ari á teldufrøðingaútbúgv- ing Handilsskúlans, ikki minst tí at eitt setursumboð var við til at menna TSÚ, og at eitt umboð hevði sess í (eftirlits)nevndini. Farið kann vera undir at samskipa áðrenn bygt verð- ur. Til ber eisini at gera fyribilsloysnir, eitt nú at gera sáttmála, ið verður góðkendur av sitandi m e n t a m á l a r á ð h a r r a , millum Fróðskapasetrið og Handilsskúlan um sam- starv; kanska til fyrimyndar fyri aðrar stovnar. Undir øllum umstøðum er tað neyðugt, at menta- málaráðharrin ger reglur, sum veruliga lata upp fyri at almenna útbúgvingar- stigið hækkar. Viljin at broyta og handa- lag dríva verkið. Ósemja kann gerast styrki. Takk fyri, Malan, at tú legði fyri og hugkveikti. Framhald á síðu 23 Framhald av síðu 22 C M Y K 23 22