Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 • hósdagur • 27. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo TBF gjørdi bart í yngstu deildunum TBF gjørdist stóri vinnarin í yngru deildunum, tá heiðursmerkini fyri borðtennisárið vórðu býtt um vikuskiftið BORÐTENNIS Tíðindaskriv Í Smápinkudeildini, Smá- piltadeildini, Pinkudeildini og Smágentudeildini vórðu leikarar úr TBF vinnarar. Hetta má sigast at boða frá góðum í elsta borðtennis- felagi í landinum, sum júst um vikuskiftið — sunnu- dagin 23. februar rundaði 55 ár. Miðvíst ungdóms- arbeiði hevur verið gjørt tey seinnu árini í TBF fyri at vinna aftur á gamla slóð, har TBF var mest sum eina- ráðandi í føroysku borð- tennisítróttini. Og hvar er betri at byrja enn við miðvísum umg- dómsarbeiði. Streymur og TÓR býttu ávikavist eldru gentu- og dreingjadeildirnar ímillum sín. Streymur hevur tradion- elt havt sterkar gentuleik- arar líka síðani, at Anna Petersen byrjaði at gera um seg fyst í áttatiárunum. Hon vann snøgt sagt allar kapp- ingar, sum hon tók lut í. Anntóra Láadal, Rakul Magnussen, Mildrið Djur- huus og Maria Zacharias- sen royna eftir førimuni at bera arvin. Men Marin í Dali úr TBF gevur teimum harða kapping. Dreingirnir í TÒR úr Tórshavn verða vandir av leikarum, sum byrjaðu í Fram. Leikarar sum Eyðun Luid og Peter Niclasen eru nú venjarar í TÓR, og væl tykist at ganga. Ongin tyk- ist at standa dreingjunum úr TÓR kurl. Og eisini teir fyrrverandi so sigursvandu Fram-leik- ararnir tykjast at halda kósina. Peter Niclasen og Eyðun Luid vóru nr.1 og nr.2 í Gr. Prix-kappingunum í ár. Kappingarárið í borð- tennis hevur enn hesar kappingar at gera av. Vikuskiftið 8-9 mars verða FM-kappingar fyri lið í ítróttarhøllini í Trong- isvági, og seinni í mars verða FM-kappingarnar fyri einstaklingar í borð- tennis avgreiddar. Rakul Mikkjalsdóttir úr TBF var best av leikarunum í yngsta gentubólkinum, har TBF annars var nógv tað sterkasta felagið Eisini í smápiltum gjørdi TBF bart. Tríggir teir fremstu vóru av Tvøroyri. Á myndini eru tað vinnarin, Jákup Thomassen, og silvurvinn- arin, Teitur Justinussen Úrslitini Eftir 4 Grand Prix kappingar í borðtennis eru samlaðu vinnararnir hesir. Smápinkur 1 Rakul Mikkjalsdóttir, TBF 2 Rannvá Jacobsen, TBF Smápiltar 1 Jákup Thomassen, TBF 2 Teitur Justinussen, TBF 3 Jónhard Ferjá, TBF Pinkur 1 Susie Midjord, TBF 2 Sheila Strøm, TBF 3 Joan Thomassen, TBF Piltar 1 Reidar Luid, TÓR 2 Fróði Jensen, TBF 3 Bárður Láadal, Streymur Smágentur 1 Marin í Dali, TBF 2 Anntóra Láadal, Streymur 3 Mariann Mikkjalsdóttir, TBF Smádreingir 1 Sigurð Carlsson, TÓR 2 Gunnar í Dali, TBF 3 Sjúrður Ferjá, TBF Gentur 1 Rakul Magnussen, Streymur 2 Mildrið Djurhuus, Streymur 2 Rigmor Zachariassen, Streymur Dreingir 1 Ragnar Egilsson, TÓR 2 Brian Hansen, Streymur 3 Hanus Stórhamar, TBF Kvinnuunglingar 1 Maria Zachariassen, Streymur 2 Elisa Abrahamsen, Streymur 3 Birita Joensen, Streymur Mansunglingar 1 Sjúrður Thorsteinsson, TBF 2 Allan Smedemark, TBF 3 Rógvi Hansen, TÓR Vaksin — menn 1 Peter Niclasen, TÓR 2 Eyðun Luid, TÓR 3 Fríði Jensen, TBF 25 24 Nr. 40 - 27. februar 2003 UTTAN ÚR HEIMI Grønlendska vinnulívið skal mennast Grønlendska sjálvsstýrisnevndin hevur nú skotið upp at broyta heimastýrislógina, so talan verður um samstarv millum tveir javnbjóðis partar á fólkarætt- arligum grundarlagi. Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri segði í gjár, at hann og stjórnin eru sinnað at geva grøn- lendska uppskotinum um størri sjálvsstýri eina góða viðgerð, men hann legði afturat, at tað er ikki nóg mikið við orðum. Grønland noyðist í nógv størri mun at forvinna sínar egnu pengar, so landið fær ein burðardyggan búskap, segði forsætisráðharrin. Hann legði afturat, at danska stjórnin er sinnað at seta eina felags danska-grønlendska nevnd at kanna møguleikarnar at menna tað grønlendska vinnu- lívið. Eftir uppskotinum hjá grønlendsku sjálvstýris- nevndini skal heimastýrislógin broytast til ein sam- starvssáttmála, og danski forsætisráðharrin sigur seg vera til reiðar at kanna hetta uppskotið og serliga teir løgfrøðiligu møguleikarnar. Ísrael snarar til høgru Í Ísrael hevur Ariel Sharon skipað samgongustjórn. Tann nýggja samgongan varð kunngjørd í tjóðar- tinginum í gjár, men formliga tekur hon ikki við fyrr enn um ein mánað. Tann nýggja samgongan hevur 68 av teimum 120 tinglimunum, og flokkarnir, sum hava skipað hana, eru Likud, Shinui, Tjóðskaparligi savningarflokk- urin og Tjóðskaparligi átrúnaðarligi flokkurin. Hesin seinasti er flokkurin hjá niðursetumonnunum, og flokkurin er millum annað harðliga ímóti ætlanini at skipa eitt palestinskt ríki. Í gjár ljóðaði, at flokkurin skal hava fingið tilsøgn frá hinum flokkunum í samgonguni um, at hann framvegis kann stríðast ímóti ætlanini um eitt palestinskt ríki. Eygleiðarar í Ísrael siga, at tann nýggja samgong- an boðar frá, at ísraelski politikkurin fer at snara longur til høgru. Teir eru eisini á einum máli um, at tað verður truplari nú at finna eina varandi loysn á kreppuni millum ísraelsmenn og palestinar. Gorillur bera deyðiliga smittu Serfrøðingar halda seg nú hava fingið prógv fyri, at fólk í Kongo, sum hava fingið ta deyðiligu sjúkuna ebola, kunnu hava fingið sjúkuna av at eta gorillukjøt. Seinastu tíðina eru umleið 80 fólk deyð í Kongo av ebola, og serfrøðingarnir vísa á, at øll eru deyð í einum øki, har tað er rættiliga vanligt at eta gorillukjøt. Tí eru serfrøðingarnir nú farnir at kanna, um fólkini eru vorðin smittað av gorillukjøtinum. Fyrr hava kanningar av gorillum staðfest ebola- virussið. Ebola varð fyrstu ferð staðfest hjá fólki í í Afrika í 1976, og síðani hevur sjúkan kravt umleið 1.000 mannalív. Sjúkan hevur serliga gjørt um seg í Kongo og Gabon. Elsti amerikanarin deyður Elsti maður í USA, John McMorran, er deyður. Hann var 113 ára gamal. Stutt áðrenn hann doyði, segði John McMorran, at kanska hevði hann livað so leingi, tí hann hevði livað eitt ósunt lív. Hann vísti á, at hann hevði drukkið nógv øl, etið nógvan feitan mat og roykt sterkar sigarettir. Hann legði av at roykja, tá hann var 97, men fór ístaðin at drekka meiri kaffi. John McMorran var føddur tann 19. juni í 1889 í einari smáttu í statinum Michigan, men meginpartin av lívi sínum búði hann í Florida. Hann var eftir øllum at døma tað fjórðelsta fólkið í heiminum. Tann 115 ára gamli japanarin Kamato Hongo verður hildin at vera elsta fólk í heiminum. Kanningar hava nú víst, at tað var ikki eitt men helst trý petti, sum duttu av rúmdarferjuni, tá hon varð skotin út. Sam- stundis er komið fram, at NASA var ávarað um møguligar trupulleikar RÚMDARVANLUKKA Árni Joensen Tá amerikanska rúmdar- ferjan "Columbia" sprongd- ist uppi yvir Texas tann 1. februar, kom fram, at eitt petti var dottið av ferjuni, tá hon varð skotin út sekstan dagar frammanundan, og at hetta kundi vera orsøkin til vanlukkuna. Leiðslan í rúmdarumsit- ingini NASA vísti hesum aftur, men nú er komið fram, at ein av trygdarverk- frøðingunum hjá NASA kunnaði sínar starvsfelagar um vandan fyri einari van- lukku tveir dagar undan vanlukkuni. - Tað er møguligt, at rúmdarferjan er ótøtt or- sakað av skaðanum, sum hon fekk, tá hon varð skotin út, skrivaði trygdarverkfrøð- ingurin Robert Daugherty í einum teldubrævi til NASA. Sjálvur arbeiðir hann á rannsóknarstovninum hjá NASA í Virginia, men hann fekk einki svar úr Houston. Samstundis hava verk- frøðingar hjá flogverk- smiðjuni Boeing boðað frá, at eftir kanningum, sum teir hava gjørt, var tað ikki bert eitt petti, sum datt av ferjuni, tá hon varð skotin út, men heldur trý petti. Verkfrøðingarnir hjá Bo- eing siga, at tey trý pettini kunnu hava rakt vinstra vong á "Columbiu". Beint fyri vanlukkuna staðfestu eftirlitstólini í Houston, at hitin vaks í hjólrúminum undir vinstra vongi. Lítla løtu seinni sprongdist "Co- lumbia" 65 kilometrar uppi yvir Texas. Teir ivandi limirnir í ST-trygdarráðnum skulu ikki taka støðu til kríggj ímóti Irak ella ikki, tí ta avgerð- ina taka amerikan- arar sjálvir IRAK-KREPPAN Árni Joensen Amerikanska stjórnin er farin undir eitt átak, sum skal fáa hini limalondini í ST-trygdarráðnum at taka undir við seinasta Irak- uppskotinum, sum USA, Bretland og Spania løgdu fram mánadagin. Í einari roynd at økja trýstið á tey ivandi londini, gera amerikanarar nú greitt, at tað er næstan líka mikið, hvat hini londini siga, tí nú slepst ikki undan kríggi kortini. Atkvøðu- greiðslan í trygdarráðnum snýr seg ikki um kríggj ella frið, tí tann avgerðin er í veruleikanum longu tikin. Tey 15 limalondini skulu bert taka støðu til, um ST tekur undir við krígnum, siga eygleiðarar í New York. Samstundis roynir ameri- kanska stjórnin at ávirka tey føstu limalondini, sum eru ímóti krígnum, og sum hava sýtingarrætt í ST- trygdarráðnum. Ameri- kanski sendiharrin í París, Howard Leach, segði fyrra- dagin, at amerikanarar fara at meta tað sum eina óvina- gerð, nýtir Frakland sýt- ingarrættin ímóti tí seinasta uppskotinum. Eygleiðarar siga, at hetta er eitt óvanliga hvast orðalag frá einum amerikanskum sendiharra. Trygdarráðgevin hjá Bush forseta, Condoleezza Rice, tekur eisini lut í átak- inum ímóti teimum ivandi londunum. Í gjár segði hon, at eingin eigur at undirmeta viljan hjá amerikansku stjórnini í hesum máli. Hon legði afturat, at USA vil hava trygdarráðið at taka ta endaligu avgerðina beint eftir, at Hans Blix hevur latið trygdarráðnum ta næstu frágreiðingina. Tað verður tann 7. mars. Ávaraði um brek umborð á »Columbiu« ST skal ikki atkvøða um kríggj – ta avgerðina tekur USA Amerikanski hermenn í Kuwait. Teir hava gassmasku, tí amerikanarar bera ótta fyri, at irakar kunnu nýta kemisk evni ímóti einari amerikanskari innrás Mynd: Reuters C M Y K 24