Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 1990síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lasse Klein, Sjálvstýrisflokkurin: Hann dugdi væl at bruka seg - men var stundum sera Gsakligur. Eg vænti kortini at missurin hjá sambandsflokkinum verður stórur Hilmar Kass, undanfarni formaður sjálvstýris- floksins, var millum allar størstu måtstødumenn Paula Ellefsen. Oteljandi vóru samanbrestirnir millum hesar báðar, serliga í samgonguni sum sat frá 1980-84 Men síðani hava sjálvstýris- og sambands- flokkurin havt sera lítið at gjørt hvør vid annan, og Lasse Klein kennir tí ikki Paula sum politiskan samstarvsmann. Men hann hevur kortini sæð hvussu hann arbeiðir í samgonguni - og ti arbeiðsagnum hevur hann ikki nógva virðing fyri. - Pauli hevur sum samgongumaður altíð dugað væl at brúkt seg, og hevur mangan verið sera ósakligur, sigur Lasse Klein. Men hann væntar kortini at saknurin í sam- bandsflokkinum verður stórur, nú Pauli íkki longur situr við róðri. - Pauli dugdi altíð at vera litríkur og hittin- orðaður undir politiskum orðaskifti, so at agitatóns- styrkin hjá flokkinum fer at vikna, er ongin ivi um, heldur Lasse. Harafturat væntar formaður sjálv- stýrisfloksins, at sam- bandið fer at ganga aftur í atkvødum. Edmund ókendur Men um sjálvstýris- flokkurin fegnast ella harmast um formans- skiftið, dugir Lasse Klein ikki at siga. - Edmund Joensen er ein at kalla púra ókendur politikari fyri mær, sigur hann. Hann hevur ikki staðið serliga frammaliga áður, og tað kom ti rættiliga óvæntað á meg, at júst hann varð valdur. Spurdur um hann væntar at hinir sambands- menninir fara at gera meira vart við seg, nú Pauli er farin, og at flokkurin harvið verður meira fjøltåttadur, sigur Lasse, at tí roknar hann ikki við. - Sambandsflokkurin hevur altíð ført ein varðligan politikk, og tað fer hetta formansskiftið ikki at broyta um, endar formaður sjálvstýris- floksins. S-S- Nr. 78 — 25. maí 1990 Um Edmund: - Hann er dugnaligur hann er róligur og sak- UguUr hann er ein ålvars- maður, sum vidgerd mál ni seriøst hann hevur víst góðar góða eginleikar sum vinnulívs maður, ið fara at koma honum væl við í politikki x - Hann verður góður at samstarva við. Hetta er nakað av ti, hinir floksformenninir siga um Edmund Joensen. Um Paula: Um Paula Ellefsen siga teir m.a.: - Hann er ein taktikari. - Hann er ósakligur. - Hann er ágrýtin. - Hann er ein argari. - Hann er litrikur. - Hann er ein ringur sam- starvsmaður. - Hann er óserigsur. Petur Reinert, Tjóðveldisflokkurin: Pauli er ein taktikari - og ikki ein álvarsamur politikari. Mangt ben- dir tí á, at sambandsflokkurin hereftir verður ein meira seriøsur flokkur Petur Reinert og Edmund Joensen eru skyldmenn. Harurtnframt kennast teir væl frá bridgeborðinum, har teir mangan eru partamenn. Og hóast teir umboða politisku mótpolararnar í føroyskum politikki, hevur Petur virðing Edmundi. - Persónliga kenni eg Edmund sum ein álvar- saman og nærlagdan mann, sum kortini eisini kann vera bæði hittin- orðaður og skemtiligur, sigur hann. Og teir eginleikarnar vóni eg hann fer at nýta í politiska lívinum. Politiskur argari Og at Petur Reinert fegnast um at Edmund yvirtekur formanssessin í sambandsflokkinum eftir Paula Ellefsen, er ongin ivi um. - Eg havi ongantíð hildið Paula Ellefsen vera nakran góðan politikara, sigur hann. Pauli kundi sjálvandi vera skemtiligur undir orðaskiftunum, men har var ikki nógv meira. Hann var meira ein taktikari og ein argari enn ein seriøsur politikari. - Og harafturat var hann sera ringur at samarbeiða við, leggur Petur Reinert afturat. Tað er prógvað bæði í hesi samgonguni, og tá han sat saman við fólkaflokkinum og sjálv- stýrisflokkinum. Sum heild væntar for- maðurin í aðalstjórn tjóðveldisfloksins at formansskiftið fer at gera sambandsflokkin til ein meira álvarsaman pol- itiskan flokk, har argingin hjá Paula verður avloyst av veruligum politiskum arbeidi. S-S- SVARS RT ra St ST