Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 78 — 25. mai 1990 Burturvið av Spaniólum at krevja fiski- rættindi frá føroyingum -Lond sum Føroyar og Island hava bert fiskivinnuna at lita å. Tit framleida hvørki vin ella oksakjøt ella fáa stórar inntøkur av ferðamannvinnu. Tað er tí heilt burturvið at londum sum Spania at krevja fiskirættindi í føroyskum sjógvi afturfyri eina ella aðra handilsavtalu millum Føroyar og EEC. M.a. hetta sigur ein høgtstandandi ting- maður í vesturtýska parlamentinum í Bonn, sum júst hevur vitjað í Føroyum. Hann heldur annars, at stóru broyting- arnar í Eystureuropa og ikki minst í Týskalandi fara at hava tydning fyri søluna av føroyskum fiski í framtidini. EEC-lond og onnur lond í Europa fara nú í stórri mun enn higartil at líta norðureftir. Áhugin í EEC og ikki minst í einum komandi sameindum Týskalandi fyri Norðurlondum og har eisini serliga fiskivinnut- jóðunum í Norðuratlants- havi er alsamt vaksandi. Meðan áhugin hjá EEC higartil meira hevur leitað suður í Miðalhavsgkið, so er her við at henda ein broyting nú, soleiðis, at tað er londini og økini norðanfyri, sum vekja ans bæði í Bruxelles og í Bonn. Hetta kom fram á einum tíðindafundi, sum varð hildin í Tinganesi miku- dagin. Á fundinum vóru tveir vesturtýskir unglim- ir, sum í hesum døgum eru á kunningarferð í Norðurlondum. Teir báðir, sum eru limir av CDU, ti konservativa flokkinum í Týsklandi, hava júst vitjað í Reykjavík. Otto Wulf, sum er professari í løgfrødi og stjóri í Deutche Bank umframt at vera unglimur, sigur, at endamálið við hesi ferð teirra í m.a. Føroyum og Íslandi er at kunna londini um støduna í Týsklandi, nú royndir verða gjørdar at sameina tey bæði týsku ríkini. -Eg haldi, at tær stóru broytingarnar í Eystur- europa og ikki minst í Eysturtýklandi gera, at tað fer at vera meira náttúrligt fyri okkum at venda eyg- uni meira móti Norður- londum í framtíðini. Eisini tað at tey Baltisku londini nú eru við at finna seg sjálvi ger tað rættiliga náttúrligt at betra um sambandið millum megin- europa og norðara partin av Europa. Otto Wulff vísir á, at teir eisini eru hugaðir at fáa nakað at vita um støðuna hjá eitt nú Íslandi og Føroyum. Her hugsar hann serliga um okkara búskaparligu stóðu, sum jú er so nógv tengd at bert einari vinnugrein, fiski- vinnuni. Eisini verður hugsað um dálkingarspur- ningar. Vit spurdu hann um ferðin eisini skal skiljast sum ein sjarmuoffensiv fyri at fáa Føroyar, Ísland, Noreg, Svgríki og Finland uppí EEC! -Tað er ikki endamálið við ferð okkara. Vit eru komnir fyri at kunna tykk- um um serligu viður- skiftini í okkara parti av heiminum ikki minst í samband við sameiningina av Týsklandi og so sjálv- andi at kunna okkum sjálvar um tykkara lond, sum vit vita alt ov lítið um. Vit fara so heimaftur at kunna stjórnina og týskarar um støðu tykkara. -Og hvat viðvíkur EEC, heldur Otto Wulff fram, so er tað mín persónliga hugsan, at londini her norðanfyri eisini áttu at verið limir í hesum felagssskapi, men hetta er nakað, sum tit sjálvi eiga at avgera. Reinhard Freiherr von Schorlemer er hin týski tingmadurin, sum er við á kunningarferdini. Hann er Løgmadur her sman vid teimum báðum týsku tingmonnunum, Otto Wulff og Reinhard Freiherr von Sc} nú fara aftur til Týskalands at greiða frå serligu støðu okkara sum fiskivinnutjóð burturav limur í tí nevndini í týska parlamentinum, sum fæst við allar fiskivinnuspur- ningar, og tí hevur hann ikki minst áhuga fyri føroyingar. Vit spurdu hann, hvussu hann metir stødu okkara sum fiskivinnutjóð, nú lond sum Spania krevja fiskirættindi vid Føroyar afturfyri eina frihandils- avtalu ella adra avtalu. Hann sigur: -Eitt av endamålunum vid hesi ferdini er fyri min part at kunna meg vid tykkara fiskivinnu. Eg siggi, at tit eins og íslend- ingar eru fullkomiliga bundnir av fiskivinnuni, tvs. at tit hava onga aðra vinnugrein at dúva uppá, um okkurt gongur galið í fiskivinnuni. Hetta ger, at tit sum lond eru sera við- brekin. Og tað er júst hetta sum onnur lond sum eitt nú Týskland og Spania eiga at hugsa um, tá talan er um samarbeiði ella handilsavtalur. -Spaniólar hava í dag ein stórri fiskiflota enn øll hini londini i Europa tilsamans. Men harfyri kann tað ikki vera rætt, at spaniólar krevja rættindi at fiska hjá tykkum, sum jú einki annað hava enn fisk. -Tit framleiða ikki vín ella oksakjøt, tit hava ikki nakra hópturismu at líta á eins og t.d. Spania. Eg må tí siga, at eg betri dugi at skilja støðu tykkara, nú eg havi vitjað og m.a. tosað við løgmann og onnur fólk sigur Reinhard Schor- lemer. Uppá fyrispurning um ikki fiskurin, ið svimur í Norðuratlantshavi hevur stóran týdning fyri londini í Europa, sum jú hava mist flestu av sínum gomlu fiskileiðum, sigur Otto Wulf, at eingin ivi er um tað. Hann viðgongur Síða 3 eisini, at tann tíðin, tá eitt nú týskarar kundu hava ein stóran fjarfiskiflota, hon er farin. -Vit mugu gera okkum tað heilt greitt, at tað eru ut, sum skulu veiða fiskin og vit sum skulu keypa hann. Vit spurdu síðani Otto Wulff, um ikki stødan hjá londum sum Føroyum og Íslandi er trupul, tá hugsað verður um, at eitt nú tyskar fyritøkur sjálvar vilja sleppa at góðska fisk- in vidari og harvid fåa høvudsvinningin av hon- um - og at vit fyri at kunna selja hann sum lidugvøra í Ld. Týskalandi skulu gjalda sera høgan toll! Til tað sigur hann, at hetta má so vera ein spur- ningur, hvat fiskiídnaðurin í Føroyum er førur fyri at klára, og hvat hesin ídnaðurin í eitt nú Týska- landi ynskir. -Men eg dugi væl at síggja, at hetta eru forð- ingar, sum ein tjóð, ið bara livir av at fiska og viðgera fisk, ikki so gott kann liva við. Og tað er m.a. ti Vit eru eru i Føroyum. Vit skilja stóðu tykkarabetur í dag og fara nú heimaftur at siga frá hesum endar Otto Wulff, sum eisini fegin sær, at føroyingar skilja støðuna hjá báðum Ltysku ríkjunum, sum nú skulu sameinast. Hetta og annað nema vit við í eini stuttari samrødu í blaðnum leygardagin. jan chorlemer, ið Kamar søkist frá uml. 27. juni til byrjan av august í Havn ella nærhendis. Ingolf Patursson Parkvænget 42 C, DK-4230 Skælskør Tif.: 03.59.41.73 leasað tól til sólu Tað veri seg bilar, EDV-tól, maskinur 0.å. Í løtuni hava vit hesar bilar: Ford Escort árg. eð Subaru 1,8 GTI - 6 MG Montego : HR Opel Kadett Combo Ge Suzuki Jeepur 4X4 - Bílarnir eru í góðum standi ra eina íløgu kundu Hava tygum í hyggju at gera er! > ingið eitt tygum á henda hátt verið heppin at Ting gott keyp fyri €in sámulig $ góðari og lagaligari tigging. SB FINANS Box 331 110 Tórshavn tlf. 10049 — an pris og við eimi ø + | Vi KDE sm