fríggjadagur 25. mai 1990síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Scansat/TV 3
Fríggjadagin kl. 17.00:
Tað er borðreitt
Nancy aftrar seg at skula fáa skurðvið-
gerð á sjúkrahúsinum, og eingin fær
hana til tað. Men læknin hevur sett sær
fyri, at hon skal. Hetta elvir til stríð
millum tey bæði, læknan og Nancy.
Fríggjadagin kl. 19.00:
Monte Carlo
Chazelle sendir Daniel og Luc til Portu-
gal, har teir meta Serge Peret og vinkonu
hansara Moniku. Serge ætlar at hevna
seg inn á Sainclairteamið, sigur Monika
teimum. Hóast ávaringina, verða Daniel
og Luc klekkir, tá nakað hendir
Fríggjadagin kl. 20.00:
Cops
Ein 16 åra gomul genta livir sum skøkja
fyri at vinna sær pening til narkotika.
Hon verður handtikin, samstundis sum
mamma hennara verður leyslatin úr
fongslinum, har hon hevur sitið ákærd
fyri somu brotsgerð, sum nú dóttirin
verður ákærd fyri. Ein av løgreglumonn-
unum fær áhuga fyri hesum báðum
kvinnunum og roynir at hjálpa teimum
Fríggjadagin kl. 21.20:
McCall
Jonathan Grey vitnaði í sínari tíð móti
brotsmanninum Hawkins og hevði so-
statt sína ávirkan á at Hawkins varð
demdur at sita 8 ár fyri morð. Nú er
Hawkins leyslatin og ætlar sær at hevna
seg. Familjan Grey setir seg í samband
við McCall og biður um hjálp. Teir síggja
skjótt, at Hawkins í fyrsta umfari ætlar
at lata tað ganga útyvir konu Jonathan,
sum er álvarsliga sjúk og situr í rullistóli.
Pete og Jimmy verða lívverjar hjá henni,
men so fáa teir boð um, at Hawkins er
deyður, og McCall fer at kanna líkið
Fríggjadagin kl. 22.20:
Topper
Amerikanskur filmur frá 1979 bygdur á
bók hjá Thorne Smith við sama heiti og á
filmin >Tað spekir< frá 1937.
Ein bilvanlukka leiðir George og
Marion Kerby úr hesari verðini yvir í
eina aðra, men uttan um portrið hjá
Sankta Pætur. Fyri at sleppa inn um tað,
mugu tey fyrst gera í minsta lagi eina
góða gerð. Tey fara beinanvegin, sum
spekilsi, til sakferaran Cosmo Topper, og
tey gera alt tey eru ment fyri at gera hon-
um lívið eitt sindur stuttligari. Topper er
tann einasti, sum sær tey, og onnur
halda, hann er vorðin í erviti
Leikarar: George Kerby — Andrew
Stevens, Marion Kerby — Kate Jackson,
Cosmo Topper — Jack Warden, Clara
Topper — Rue McClanahan, Korbel —
James Karen. Leikstjóri: Charles Dubin.
Leygardagin kl. 19.30:
Hon sá eitt morð
Góða vinkonan hjá Jessicu, Franchesca
Lodge, heldur seg vera vorðna óða í
hevdinum. Hon er sannførd um, at
okkurt gátufert hendir inni hjá henni, og
hon torir ikki at vera einsamøll inni. Hon
ringir til Jessicu og biður hana kanna,
hvat tað er, sum hendir. Kveldið eftir
finnur Scott, maður Franchescu, hana
inni í einum klædnaskápi, og tá ið hann
roynir at fáa hana út, loypir hon á hann
við einum saksi. Tað eydnast Scott at
sleppa undan at verða særdur, men hann
ringir eftir læknanum, sum fær
Franchescu innlagda. Tá ið Jessica kem-
ur á sjúkrahúsið, fær hon boð um, at
Scott hevur verið fyri ferðsluvanlukku
og er deyður. Okkurt er galið við
Franchescu og teimum, tað er Jessica vís
i
Leygardagin kl. 20.30:
»Don't Go to Sleep«
Amerikanskur rædurfilmur frå 1982 um
eina smágentu, sum nýliga hevur mist
systir sína av eini ferðsluvanlukku. Tá ið
gentan fer í song, hoyrir hon undarlig
ljóð og eina redd, sum rópar á hana. Eina
náttina hyggur hon undir songina, og har
sær hon deyðu systir sína. Hon verður
skelkað, men sissast so aftur og fer at
tosa við systrina. Tær gera av at drepa
ell hini í familjuni
Sunnudagin kl. 15.00:
Cousteau — »Nilen«
I tveimum sendingum skulu vit fylgja
við Jacques og Philippe Cousteau á ferð
teirra eftir Nilånni — frå Centralafrika til
Miðalhavið. Kanningarferdin byrjaði i
fjøllunum og helt fram til Victoria sjógv-
in — síðani til Sudd og til tað søguliga
Khartoum.
Stutt eftir at henda sendingin var
gjørd, doyði Philippe Cousteau av flog-
vanlukku í Portugal í juni 1979. Philippe
fleyg í sama PBY vatnflogfarinum, sum
hann brúkti til hesar upptøkurnar.
Sunnudagin kl. 16.00:
Aftur frá heksa-
fjallinum
Am. filmur frá 1978 við Bette Davis.
Filmurin er framhald av >Flýggjanin til
Heksafjallid«, sum TV3 sýndi 7.1.90.
Tony og Tina eru tvær foreldraleysar
rúmdarverur, sum hava livað tað mesta
av lívi sínum á jerðini. Tær hava yvir-
náttúrlig evni, og mong vilja hava fatur á
teimum. Á vitjan í einum amerikanskum
býi verður Tony rændur av einum óndum
vísindamanni, og Tina roynir at fáa hann
leyslatnan
Sunnudagin kl. 21.15:
Edward og
Mrs. Simpson
Amerikonsku bleðini skriva meira og
meira um Kong Edward og Mrs. Simp-
son og um eitt meguligt hjúnalag. Bald-
win roynir at tosa við kongin og biður
hann steðga hjúnaskilnaðinum, í hvussu
so er til krúningin er farin fram. Kong-
urin sigur, at hann blandar seg ikki upp í
privatlívið hjá kvinnuni .
Nr. 78 — 25. mai 1990
Månadagin kl. 19.30:
Columbo
Dr. Barry Mayfield verður í ødini, tå ið
hann uppdagar, at stjórin hjá honum, hin
heimskendi hjartaskurðlæknin Edmund
Hiedeman, hevur boðið einum útlendsk-
um hjartaserlækna at hjálpa teimum at
finna ein nýggja viðgerðarhátt. Tá ið
Hiedeman gerst sjúkur — fær ein hjarta-
tilburð, fremur Mayfield skurðviðgerð-
ina, og brúkar við vilja skeivan tráð —
eitt slag, sum upploysist í kroppinum. Tá
ið tað hendir, fer Hiedeman at doyggja.
Men sjúkrasystirin uppdagar at okkurt
er á våsi, men áðrenn hon fær gjørt nak-
að við málið, verður hon yvirkoyrd av Dr.
Mayfield. Nú hevur Dr. Hiedeman bert
einar tveir dagar eftir at liva
Mánadagin kl. 22.20:
Livandi prógv
Richard Thomas
Amerikanskur sjónvarpsfilmur frá 1981.
Sum 8 ára gamal byrjaði Hank
Williams Jr. country á western cirkus-
lívið. Hann ferðaðist saman við mammu
síni ymsastaðni, har kendi pápi hansara
kom framvið. Pápin er deyður fyri fimm
árum síðani, og mamman sær nú Hank
sum eitt livandi prógv upp á at pápin er
ódeyðiligur. Arini ganga, og Hank livir
av at líkjast pápanum. Hann verður
kendur og vinnur nógvar pengar. Men
eydnuna finnur hann ikki
Tysdag in kl. 17.00:
M:ÁA:S.H.
Hawkeye fær rokning frá officerklubb-
anum, og tá ið hann sær, hvussu stór hon
er, lovar hann sær sjálvum, at hann ikki
skal nerta nakað at drekka í eina heila
viku Henda avgerð rakar oll á leguni
Týsdagin kl. 18.35:
»Maria Stuart —
Drotning av
Skotlandi
Enskur filmur frá 1971. 16 ára gomul
verður Maria Stuart gift við franska
trúnarvinginum, men verður einkja
longu tvey ár seinni. Vermamman,
Katarina av Medici, hóttir við at vísa
henni burtur frá franska hóvinum, og tá
Glenda Jackson og Vanessa Redgrave
ið mamma Mariu, sum fyribils hevur rátt
í Skotlandi, doyr, vendir hon aftur til
Skotlands. Longu tá var Drotning Eliza-
beth I fíggindi hennara, men tá ið eitt
nýtt hjúnalag er í eygsjón, sendir Eliza-
beth Robert Dudley, Jallin av Leicester
til Skotlands at biðja um Mariu. Um
Maria sigur ja, lovar Elizabeth at gera
hana til trúnfylgjara. Men ístaðin giftist
Maria við katólska aðalsmanninum Lord
Darnely, og so verður lagnan hareftir ...
Týsdagin kl. 22.20:
Teir riðu
vestureftir
Am. western frá 1954. Hin ungi læknin
Allen Seward verður væl við kiowa-
indiánararnar, sum hava sett seg niður
við Fort McCullock. Hann gevur teimum
viðgerð fyri malaria og bjargar m.a. lív-
inum hjá einum medisinmanni og einum
smádrongi, soninum hjá Manyi-Ten. Hon
er hvít, og var fyri langari tíð síðan rænd
úr heimi sínum. Nú er hon gift við høvd-
ingasoninum. Seward er sera hugtikin av
Manyi-Ten, og hetta dámar ikki starvs-
felogum hansara
Mikudagin kl. 20.00: |
Lívið um tey 30
Nancy skal hava ta næstu kemoterapi-
viðgerðina, og hon hevur tað ikki gott.
Hon er við í einum stuðulsbólki fyri
krabbameinssjúklingar, og har hittir hon
Beatrice. So við og við ásannar Nancy, at
eingin av hennara egnu kann skilja, hvat
hendir við henni, og hon tekur seg burtur
frá teimum so við og við.
Mikudagin kl. 21.20:
Ulf Nilsson tosar
vid Arne Olav
Brundtland
Kunnu vit líta á Gorbatjov? Hvussu við
menningini í Eystureuropa? Hvaðani
koma kavbátarnir í svenska skergarðin-
um? Verða Sveríki og Noreg limir í EF?
Hesir spurningar og aðrir verða vidgjørd-
ir, tá ið svenski tíðindamaðurin Ulf Nils-
son tosar við Arne Olav Brundtland.
Mikudagin kl. 21.50:
Rumpole
Ein prestur verður ákærdur fyri at hava
stolið í einum handli. Rumpole skal vera
verji hjá honum. Mordred Skinner var í
>